Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 139 - 23. juli 2005 HETLANDSFERÐ (4) Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinastu frásøgnini um bátaferðina í Hetlandi greiddu vit frá, hvat siglar- ar og gestir – kvinnur, børn og vinfólk, sum komu niður við Norrønu at vitja báts- manningarnar, tókust við í Lerwick teir umleið 5-6 dagarnar, vit lógu í het- lendska høvuðsstaðnum. Vit komu til oynna Whal- say um midnáttarleitið mikukvøldið, 6. juli. Lógu í bygdini, Symbister, tvær nætur og løgdu síðan leiðina til Lerwick, fríggja- dagin, 8. juli, hagar vit komu um 14-tíðina seinna- partin. Bíðaðu í Ulsta Um 18-tíðina mikudagin, 13. juli, loystu vit aftur úr Lerwick og stevndu norður til oynna Yell at bíða eftir veðri. Her lógu vit í lítlu bygdini, Ulsta, til dagin eftir. Tað tekur einar 3-4 tímar at sigla úr Lerwick og norður í vestara enda á Yell- sundinum, og tí hildu menn, at frægast mundi vera at liggja har vesturi og bíða – heldur enn at bíða í Lerwick. Soleiðis sluppu vit eisini at vitja og uppliva eina hetlendska bygd aftrat, um- framt at heimferðin gjørdist einar 2-3 tímar styttri. Bygdin Ulsta er lítil; har eru bert nøkur fá hús, men handil er niðri á støðni – um vit kunnu siga so. Gott ferjusamband er við tveim- um ferjum inn á megin- oynna, Mainland, fleiri ferðir um dagin. Tá ið vit høvdu lagt til bryggju á Ulsta og høvdu spákað okkum niðan undir handilin, skiltist, at her fóru vit at fáa eina rættiliga hvíld til heimferðina. Einasta "attraktiónin" hetta kvøldið - til handilin læt uppaftur morgunin eftir, vóru wc’ini niðri við ferjuleguna, sum vit kundu gera nýtslu av. Í Ulsta høvdu vit hvørki landstreym, brúsu ella vatn í slagnu til bátarnar – og bygdarfólkið læt okkum vita, at 25 kilometrar vóru til nærmastu barrina á oynni! Men handilin var so har, tó at hann var stongdur, tá ið vit komu til bygdina. Vit lógu eina nátt í Ulsta. Dagin eftir fregnaðust vit í handlinum, um tey kanska áttu eitt felagshús á staðn- um – og tað áttu tey. Vit hildu, at tað hevði verið gott at sloppið upp úr bát- unum eina løtu, nú tað regnaði, og alt tóktist so slavið innanborða. Eldri kvinnur og eldri menn á staðnum lótu okk- um sleppa inn í felags- húsið, har tey borðreiddu við drekkandi og góðum køkum. Her hugnaðu vit okkum nakrar tímar hendan dagin eftir við góðum te’i, køkum, sangi og guitar- spæli, sum Anfinn Norð- foss so hegnisliga syrgdi fyri. Vit høvdu eina hugnaliga løtu í felagshúsinum, og tað var ikki minst hendan løtan, sum gav okkum orku at leggja út á hav um nátturða- tíð hetta kvøldið, hós- kvøldið 14. juli. Veðurlíkindini Men skuldu vit loysa – ella skuldu vit bíða? Tað var spurningurin bæði dagin fyri, tá ið vit komu til Ulsta og hendan dagin eftir, tá ið vit kortini avgjørdu at loysa og stevna heimaftur til landið og familjuna, vit nú vóru farnir at leingjast eftir. Vit áttu teir 170 fjórðing- arnar á okkum, og hetta kundi tykjast møtumikið, nú veðurlíkindini tóktust so óstøðug. Bæði dagin fyri og hendan dagin, vit ætlaðu at loysa, var regn og vindur, men útlit vóru til betri veður – men ikki liggjandi góð- veður. Soleiðis, sum veðrið háttaði sær – og soleiðis, sum veðurvánirnar vóru, kundu vit koma at liggja í Ulsta ella aðrastaðni í Hetlandi fleiri dagar aftrat. Menn gingu við veður- kortum, og tey vóru tað, tey vóru. Ivingarsom. Aldan vestanfyri Hetland segðist at vera fýra metrar høg, men hann lovaði blíðking. Vindurin var fleiri og tríati metrar, og hetta tal skuldi býtast við tvey, søgdu teir, sum hildu seg duga at lesa hetlendsku veðurkortini. Onkur ringdi heim til Petur Skeel Jacobsen, men fekk ikki fatur á honum. Onkur tosaði eisini við familjuna heima í Føroy- um, sum hevði "lisið" veðrið fyri teimum upp úr Sosialinum. Jú, útlini vóru ivingar- som, men vóru vit hepnir, kundu vit kanska fáa eina hampiliga heimferð. Vit avgjørdu at loysa… Sjask veður Hálvan annan tíma eftir, at vit høvdu loyst í Ulsta, vóru vit leysir úr landi og Seinastu fjórðingarnar var va Vit lótu okkum í bjargingarvestar fyri at tryggja okkum, at aðrir siglarar fingu fatur á okkum, um eldur kom í bátin, og vit noyddust at leypa í havið. Ungi sjógarspurin, sum var við okkum á ferðini, var vorðin ótryggur við um- støðurnar og hevði hug at sleppa í annað bát. Um WHF’in róptu vit á annan bát, sum tók 13 ára gamla dreingin umborð á opnum havi Tá ið olja fór at leka úr einum spíssrøri – og vandi var fyri eldi, settu vit 13 ára gamla Magna umborð á bátin Hera úr Kollafirði Mynd: Vilmund Jacobsen So verður aftur lagt út á hav. Vit eiga teir 170 fjórðingarnar, sum heimferðin er, á okkum Mynd: Anfinn Norðfoss