leygardagur 23. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
19
stevndu vestur í hav.
Menn hildu, at tað rak
suður við landinum, sam-
stundis sum lotið, ið eftir
var, lá norðuryvir.
Tað var tvassut, nú tað
fór at skýma og sambært
bátunum, sum vóru farnir
undan okkum og vóru
nakrar fjórðingar longu
frammi, vóru eingi útlit til,
at veðrið batnaði vestur-
eftir.
Teir søgdu seg hava
minkað uppaftur meira um
ferðina…
Var náttin á ferðini niður
til Hetlands tvassut, var
sjógvurin munandi verri
teir fyrstu mongu fjórðing-
arnar vestureftir.
Eftir at hava siglt einar
10-12 fjórðingar, avgjørdi
onkur bátur at venda aftur,
men um sama mundið, sum
hendan avgerðin varð tikin,
frættist, at nú høvdu teir,
sum undan okkum vóru
farnir, frægari veður.
Veðrið hesa náttina var
skiftandi. Viðhvørt var líkt
til, at sjógvurin gjørdist
slættari, men so sigldi tú
teg aftur í tvassut veður…
og soleiðis gekk náttin og
morgunin, sum stundaði til.
Meginpartin av náttini og
degnum eftir høvdu vit
vindin inn á stýriborðs-
bógv. Tað bukaði hart við-
hvørt, og menn troyttaðust.
Sum dagurin eftir leið,
gekk hann meira vestur á,
soleiðis, at vit fyrst høvdu
vindin beint framman, til
hann "datt" yvir á bak-
borðsbógv.
Eg minnist ikki, nær
sjógvurin rættiliga slætn-
aði, men tað tók drúgva tíð.
Meti, at teir fyrstu hundrað
fjórðingarnir vóru tvassutir
hjá hesum smáu bátum.
Hinvegin vóru teir seinastu
70 fjórðingarnir á eini leið -
og síðan teir seinastu fimti
hampiliga góðir.
Tá ið vit sóu Føroyar
aftur, høvdu vit gott veður,
og veðrið helt sær, til vit
bundu bátarnar undir Havn-
arskrivstovuni, har bátarnir
skuldu
tollavgreiðast,
áðrenn vit sluppu til húsar
at leggja okkum í okkara
egnu song aftur…
Hendingar ávegis
Týdningurin av, at bátar
fylgjast á slíkari ferð, er
stórur. Hetta sóu vit bæði á
burturferðini
og
heimferðini.
Ávegis til Hetlands mistu
tveir bátar av seks, sum
vóru í fylgi, streymin og
mistu harvið bæði kort-
plottara og WHF’in. Eftir
var bara kumpassin. Høvdu
bátarnir havt el-drivna olju-
pumpu, sum nógvir diesel-
bilar hava, lógu teir sum
"lorturin", sum onkur tók
til.
Á heimferðini boðaði ein
bátur um WHF’in knappi-
liga frá, at teir høvdu sjógv
í maskinrúminum.
Allir
fimm
bátarnir
vendu aftur beinanvegin og
vóru hjá bátinum eftir fáum
minuttum. Tá høvdu teir
lensað sjógvin úr maskin-
rúminum
við
tveimum
pumpum og kundu soleiðis
síggja, at ein slangu-
klemma var farin. Tá ið
klemman var skift, var alt í
lagi aftur, og ferðin helt
fram.
Hjá okkum fór eitt olju-
rør at leka, tá ið vit vóru
einar 30 fjórðingar úr landi.
Hetta var eitt spíss-rør, sum
ikki fekst tætt aftur. Oljan
fýsti úr rørinum, so olju-
roykurin stóð ramur um
allan bátin – allan teinin,
sum eftir var til lands.
Einastu, vit kundu gera, var
at vinda ein klút um rørið
soleiðis, at oljan ikki fór
um
alt
maskinrúmið.
Høvdu vit havt eitt góðan
gummihandska, hevði hetta
bøtt munandi um støðuna,
men tað høvdu vit ikki.
Tað er ikki gamansleikur,
tá ið eitt rør til brennioljuna
fer. Oljan rennur niðureftir
motorinum og kemur hon
at
forgreiningunum
til
útstoytið, kann skjótt eldur
koma í bátin. Í okkara føri
rann oljan úr klútinum og
niður eftir motorinum, men
lukkutíð stóðst ikki skaði
av hesum.
Í vestarnar
Vit lótu okkum í bjarging-
arvestarnar fyri at tryggja
okkum, at aðrir siglarar
fingu fatur á okkum, um
eldur kom í bátin, og vit
noyddust at leypa í havið.
Til tess at tryggja mær, at
telda og myndir ikki end-
aðu í havinum, um ringast
vildi til, pakkaði eg telduna
í lugarinum og setti hana
aftast í bátinum.
Ungi sjógarpurin, Magni,
sum var við okkum á ferð-
ini, var vorðin eitt sindur
ótryggur við umstøðurnar
og hevði hug at sleppa í
annað bát. Um WHF’in
róptu vit á bátin, Hera úr
Kollafirði, sum tók 13 ára
gamla dreingin umborð á
opnum havi.
Hetta gekk eftir bókini…
Vit
loysti
úr
Ulsta
hóskvøldið um 18-tíðina,
og vit løgdu at undir Havn-
arskrivstovuni í Havn um
01.30-tíðina leygarmorg-
unin.
Ein góð og hendingarrík
ævintýrferð var at enda
komin.
Við hesum er sjálv ferða-
frásøgnin
liðug,
men
Sosialurin, sum var við í
bátaferðini í Hetlandi, hev-
ur onkra aðra grein í skjátt-
uni, sum vit fara at venda
aftur til.
andi fyri at eldur kom í bátin
Soleiðis sá út, tá ið vindurin
minkaði, og sjógvurin
slætnaði. Her eru feðgarnir,
Jógvan og Kjartan Mørkøre
saman við triðja bátsfelaga í
tungum sjógvi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í felagshúsinum í Ulsta á Yell hugnaðu vit okkum við sangi og guitarspæli
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bátar liggja í Ulsta og bíða eftir líkindum at fara undir heimferðina
Mynd: Anfinn Norðfoss
Og her er so báturin, Ethel,
sum vit vóru við í Hetlandi.
Opin bátur við presending
sum verju
Mynd: Vilmund Jacobsen