leygardagur 23. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 139 - 23. juli 2005
Uppskotið til nýggja
irakska grundlóg
gevur kvinnunum
færri rættindi, enn
tær høvdu, tá Saddam
Hussein ráddi.
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tær illa lýddu sharia-lógir-
nar fáa stóra ávirkan á ta
komandi iraksku grundlóg-
ina, og tað rakar serliga
kvinnurnar.
Uppskotið er ikki liðugt
enn, men sambært einum
skjali, sum New York
Times hevur fingið fatur á,
fáa tær iraksku kvinnurnar
færri rættindi, enn tær
høvdu, tá Saddam hussein
sat við valdið. Innihaldið í
skjalinum er eisini likið út í
Irak, og fyrr í vikuni gingu
kvinnur mótmæølisgongu í
Bagdad.
Sambært
skjalinum
stendur í grundlógarupp-
skotinum, at í framtíðini
kunnu irakskar kvinnur
ikki giftast ella skiljast,
uttan at skyldfólk teirra
góðkenna tað. Haraftur-
ímóti nýtist monnunum
ikki slíka góðkenning, um
teir ætla at gifta seg, og
teimum nýtist heldur ikki at
spyrja skyldfólkini, ætla
teir sær at fara frá konuni.
Tað er nóg mikið, at teir
siga tað við hana tríggjar
ferðir,
stendur
í
upp-
skotinum.
New York Times vísir á,
at hetta er eitt stórt afturstig
fyri kvinnurnar, tí tá stýrið
hjá Saddam Hussein sat við
valdið í Bagdad, høvdu tær
iraksku kvinnurnar størri
rættindi enn kvinnur aðra-
staðni í tí arabiska heimin-
um. Nú skulu tær aftur laga
seg eftir sharia-lógunum
eins og kvinnurnar í hinum
londunum.
Í løtuni virkar Irak eftir
einari
fyribilsgrundlóg,
sum amerikanararnir høvdu
eina ávísa ávirkan á, og
sum tryggjar kvinnum og
monnum somu rættindi. At
kvinnurnar nú aftur missa
síni rættindi verður roknað
sum ein sigur fyri teir
átrúnaðarligu og politisku
leiðararnar hjá shiamuslim-
unum. Teir hava alla tíðina
sagt, at Islam eigur at vera
meginreglan í teirri nýggju
grundlógini.
Tjóðartingið í Bagdad
skal hava tað endaliga
grundlógaruppskotið tann
15. august, men fyribils er
einki, sum bendir á, at
kvinnurnar kunnu vænta
sær nakrar ábøtur til ta tíð,
skrivar New York Times.
Fyri trimum mán-
aðum síðani bleiv
George W. Bush,
forseti, fluttur í
skundi í eitt bumbu-
skýli, tí onkur vænt-
aði álop á Hvítu
Húsini.
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani atsóknirnar tann 11.
september í 2001 hevur
amerikanska
flogvápnið
havt sera neyvt eftirlit við
øllum
flogførum,
sum
koma í amerikanskt loft-
rúm, men kortini hava ikki
færri enn 3.400 flogfør og
tyrlur
brotið
trygdar-
reglurnar.
Í
loftrúminum
yvir
høvuðsstaðnum Washing-
ton eru serligar reglur gald-
andi. Eitt nú hava hvørki
flogfør ella tyrlur loyvi at
koma inn yvir eitt øki, sum
er 5.000 ferkilometrar stórt,
men tað hevur víst seg at
vera trupult at fáa flog- og
tyrluskipararnar at halda
hesa regluna, skrivar AP.
Fyri tveimum mánaðum
síðani
kom
eitt
lítlið
Cessna-flogfar
inn
um
trygdarmarkið,
og
tað
gjørdi, at løgreglan flutti alt
fólkið úr Hvítu Húsunum
og Kongressini alt fyri eitt.
Ein mánað frammanundan
hendi tað sama, og tá bleiv
George W. Bush, forseti,
fluttur niður í bumbuskýlið
undir Hvítu Húsunum. Í
síðsta mánað fóru ávaring-
artólini eisini í gongd, tí tá
var eitt flogfar komið ov
nær frítíðarstaðnum hjá
forsetanum, Camp David.
Ein hoyring í Umboðs-
mannatinginum fyrradagin
avdúkaði, at trygdarskip-
anin virkar ikki nóg væl, tí
samstarvið ímillum tær
ymsu trygdartænasturnar er
ikki nóg gott. Eitt nú kom
fram, at tænasturnar ávara
ikki hvør aðra, og at tær eru
alt ov seinar at kunna hvør
aðra, tá okkurt er á vási.
Maðurin
fjalir seg
Liiljana Karadzic-Zelen,
sum er gift við bosniaser-
biska generalinum Rado-
van Karadzic, heldur
uppá, at hon hevur ikki
sæð mann sín tey seinastu
fýra árini.
Við blaðið Evropa sigur
hon, at hon hevur ikki
borið eyga við mannin síð-
ani 2001, og at hon veit
ikki, hvar hann er. Hon
leggur afturat, at tey bæði
børnini, ein sonur og ein
dóttur, hava ikki sæð
pápan síðani 1998. Sjálv
var hon saman við honum
hálvan annan tíma í 2001,
sigur hon.
ST-krígsbrotsmanna-
dómstólurin fyri gamla
Jugoslavia hevur ákært
Radovan Karadzic fyri
krígsbrotsverk í borgara-
krígnum í Bosnia, sum
vardi frá 1992 til 1995.
Ákæran bleiv sett fram
longu fyri tíggju árum
síðani, men enn er gen-
eralurin ikki funnin. Hann
er millum annað ákærdur
fyri at hava havt høvuðs-
ábyrgdina, tá næstan 8.000
menn og dreingir vórðu
myrdir í bosniska býnum
Srebrenica á sumri í 1995.
Fjord Line
heldur tørn
Teir báðar seinastu mán-
aðarnar hava reiðaríini
Fjord Line og Color Line
kappast um ferðafólkini á
rutuni ímillum Vestur-
noreg
og
Hanstholm.
Kappingin
byrjaði,
tá
Color Line setti eina ferju
inn í siglingina, sum Fjord
Line higartil hevur havt.
Leiðslan í Fjord Line
sigur við Bergens Tidende,
at reiðaríið flutti 5,8
prosent færri ferðafólk til
Danmarkar í mai mánað
samanborið
við
sama
mánað í fjør, men at at í
juni var ferðafólkatalið
hálvt annað prosent størri
enn í juni í fjør. Hohne
Haugsdal
á
kunning-
ardeildini
sigur
við
Bergens Tidende, at um-
leið 1.000 ferðafólk eru
við hvønn túrin, og tað eru
tey nøgd við. Ferjan hjá
Fjord Line tekur 1.600
ferðafólk.
Kunningarstjórin
hjá
Fjord Line, Atle Kvamme,
sigur við Bergens Tidende,
at tann veruliga kappingin
um ferðafólkini byrjar ikki
fyrr enn eftir summar-
siglingina. Hann sigur, at
reiðaríið fer at gera alt fyri
at varðveita síni ferðafólk,
tí meiri enn 60 prosent av
teimum, sum sigla við
Fjord Line, ferðast við
ferjuni til og úr Danmark.
Tí hevur danmarkarrutan
sera stóran týdning fyri
reiðaríið, sigur hann.
Sjáldsom
gongu-
stjørna
Ein stjørnufrøðingur hjá
amerikonsku rúmdarum-
sitingini NASA hevur
funnið
eina
higartil
ókenda gongustjørnu 149
ljósár ella meiri enn
14.000 milliardir kilomet-
rar úti í rúmdini.
Tað
sjáldsama
við
gongustjørnuni, sum hev-
ur fingið navnið HD
188753 Ab, er, at hon
hevur ikki eina, men
tríggjar sólir. NASA sigur,
at eins og Jupiter er
gongustjørnan av gassi,
men at hon átti als ikki at
verið til, tí tyngdarmegin
frá teimum trimum sólun-
um togar í hana og sleingir
hana út í ta tómu rúmdina.
Men kortini er hon har, og
tí noyðast serfrøðingarnir
at endurskoða sínar van-
ligu uppfatanir, skrivar AP.
Fyri tíggju árum síðani
kendu serfrøðingarnir bara
gongustjørnurnar í okkara
egnu
sólskipan,,
men
nýggj tøkni hevur gjørt, at
tey seinastu árini hava teir
funnið 140 stjørnur um-
framt fleiri gongustjørnur.
Men HD 188753 er tann
einasta, sum hevur tríggjar
sólir.
Giftist
skeivum
manni
Hendan søgan er eitt gott
dømi um, at tað ræður um
at hava oyruni opin, tá ein
skal giftast.
Indiska brúðurin svaraði
játtandi, tá hon bleiv
spurd, um hon vildi giftast
við brúðgóminum Merhaj.
Men har var ein trupul-
leiki. Bróðgómurin æt ikki
Merhaj, men Siraj. Av
misgáum hevði maðurin,
sum skuldi víga tey, mis-
tikið seg, soleiðis at hann
nú hevði gift ta ungu
kvinnuna við bróðurinum
hjá tí rætta brúðgóminum.
Tí stóð í vígslubrævinum,
at hon var gift við Merhaj
og ikki Siraj.
Blaðið Press Trust of
India skrivar, at brúðurin
bleiv send heim aftur til
foreldrini dagin eftir. Nú
skulu tey eldru í báðum
ættunum so gera av, hvørj-
um av brøðrunum tann
unga kvinnan er gift við.
Kvinnurnar í Irak missa
fleiri rættindi
Týsdagin mótmæltu kvinnur í Bagdad, at tann nýggja grundlógin tekur rættindi frá teimum.
Mynd: Reuters
Bush fór í bumbuskýlið
Eitt flogfar kom ov nær Hvítu Húsunum, og so mátti Bush í
bumbuskýlið.