leygardagur 23. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
21
G!
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Út ímóti 1000 fólkum
mundu hava leita sær á G!
hetta fyrsta kvøldið. Jón
Tyril fyrireikari segði at tey
vóru tikin av bóli av teim-
um nógvu vitjandi. Tiltakið
hóskvøldið skuldi bara
verða eitt slag av upphiting,
fyri tey sum komu at tjalda.
Ætlanin var at hava tiltakið
í Losjuni við Gøtugjógv,
men áhugin frammanundan
var so stórur, at fyrireikar-
arnir avgjørdu at flyta tað á
pallin á spæliplássinum.
Hetta vísti seg at verða eitt
gott hugskot.
Bólkarnir Lama Sea, The
Story Ends, Braquet, Mari-
us og Villmenn spældu teir
nógvu áhoyrarnar heitar í tí
heldur ráliga og gráa før-
oyska summarkvøldinum.
Tá Lama Sea fóru á pallin
klokkan 20 vóru einans
100-150 fólk komin á spæli-
plássi, men fangandi og
festligi tónleikurin hjá bólk-
inum, setti beinanvegin lív í
og alt fleiri fólk komu.
Gøtu kommuna hevur í
samstarvi við G! bjóða
øllum gøtuborgarum á G!,
og 870 av teimum 1040
høvdu hóskvøldið verið og
fingið sær armband, og
eingin ivi var um, at nógv
gøtufólk var millum áhoyr-
arnar hetta kvøldið.
Vilstar VaGinas
Íslendsku VaGinas skuldu
spæla klokkan 22, men
meldaðu avboð í síðstu
løtu. Tá G! umboð fóru á
flogvøllin, vóru ongar Va-
Ginas har. Leiguflogfarið
tær skuldu koma í var end-
að í Hetlandi. Tað var ikki
heilt greitt um flogfarið
ikki fann til Føroyar ella
um onnur orsøk var til trup-
ulleikarnar hjá VaGinas.
Fyrireikararnir harmað-
ust um hetta, og søgdu at
VaGinas fóru at royna aftur
í dag, og at arbeitt var við at
finna eitt nýtt pláss til tær í
annars tøttu skránni fyri
festivalin.
Ikki bert góða veðrið setir sín dám á. Eisini góði hýrurin
millum G!-ararnar sæst aftur allastaðnis.
Mynd Jan Müller
Nógv fólk á upphitinG!
Lívligt er í Gøtu í dag…. Tey ungu tjalda
millum skúlan og vøkru kirkjuna og hava eitt
fantastiskt útsýni
Mynd Jan Müller