leygardagur 23. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 139 - 23. juli 2005
TÓNLEIKUR
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
– Onkuntíð føli eg, at eg ikki eri
nakrastaðni yvirhøvur, er tað
fyrsta, hon sigur, tá hon verður
spurd, hvar hon er stødd í síni
tónlistarligu yrkisleið.
Songkvinnan úr Tórshavn,
Sigrið Rasmussen, stendur á
einum vegamóti. Trý ára long
bachelorútbúgving í sangi á
Thames Vally University í
London er júst farin aftur um
bak, og Sigrið hevur gjørt av, at
hon ikki fer í holt við
yvirbygningin á universitetinum í
London. Í øllum førum ikki í
fyrstu atløgu.
Og Sigrið hevur upplivað eitt
sindur av hvørjum seinastu trý
árini í Eysturlondon. Vónbrot,
niðurtúrar og harðir dagar hava
verið á menuini, men eisini
nýggjar, spennandi og mennandi
upplivingar. Og hon setti
punktum við at verða kosin besti
sangari á stóra og viðurkenda
universitetinum.
Beiskar royndir
Sigrið letur ongan iva vera um,
at hon er glað fyri seinastu trý
árini og metir, at hon er ment
sera nógv, tí umframt at syngja
hevur hon eisini lært at skriva,
komponera, framleiða og
samskipa tónleik. Hon greiðir
frá, at hon í dag í nógv størri
mun kann framføra sítt egna
tilfar, og tí hevur hennara
tónleikur fingið enn størri
týdning fyri hana persónliga.
– So ein kann róliga siga, at eg
fari úr Onglandi við eini rúgvu
av royndum við í viðførinum,
sigur Sigrið við einum smíli.
Men samstundis ger hon greitt,
at lívið sum tónleikari ikki bert
er ein dansur á rósum, og at talan
eisini hevur verið um mótgongd í
stórbýnum.
– Tónleikaheimurin er ein
harður og náðileysur heimur, og
nógvir vandar liggja og lúra.
Kappingin millum øll talentini er
hørð, og tú kanst sera lætt verða
útnyttaður, sigur Sigrið.
Hon greiðir frá, at hon av og á
hevur varnast, at fólk bert eru úti
eftir at útnytta hana við
persónligum vinningi fyri eyga,
og hesar upplivingar hava verið
ræðandi, samstundis sum tær
eisini hava ment hana.
– Tað kann vera hart ikki at
hava álit á fólkunum kring teg og
teimum, tú samstarvar við,
staðfestir Sigrið. Spurd, hvat hon
ítøkiliga meinar, tá hon tosar um
mótgongd og vónbrot, fer hon at
greiða frá, at hon fyri stuttum var
fyri einum stórum vónbroti.
– Síðani á jólum havi eg
arbeitt við eini fløgu, og eg havi
havt ein sáttmála við eitt
sokallað »underground«
plátufelag í London. Alt var klárt
at geva út, men tað vísti seg
tíverri, at hetta plátufelagið hevði
lovað meiri, enn tað megnaði at
halda. Ósemjurnar og misálitið
fekk meg at siga stopp, og tað
var ein torfør avgerð sjálv at
avlýsa eina verkætlan, sum eg
hevði lagt so nógva orku í,
greiðir ein opinskárað Sigrið
Rasmussen frá.
Hjálpti neyðstøddum
børnum
Umframt hennara skúlagongd,
virðisløn fyri besta sangara og
fløguætlanir hevði Sigrið onnur
jørn í eldinum í London. Í
tilafturskomna økinum Hackney
tók Sigrið sær av einum
barnakóri í eini samkomu, og
undirvísti Sigrið teimum í sangi.
Felags fyri hesi børnini, sum
vóru frá 11 til 16 ára gomul, var,
at tey øll høvdu eina trupla fortíð
og livdu undir hørðum
umstøðum. Sigrið greiðir frá, at
flestu teirra válaðu svikin,
forsømd og einsamøll í fátæka
býarpartinum. Sigrið røkti hesa
uppgávu av sínum eintingum,
uttan at undirvísingin hevði
nakað tilknýti til skúlagongdina.
– Tað hevur stóran týdning
fyri meg at kunna hjálpa øðrum,
sum ikki hava somu møguleikar
sum eg. Hesi børnini vóru so
evnarík men høvdu onga
vegleiðing og ongan at taka sær
av teimum, og arbeiðið í hesi
samkomuni fekk størri og størri
týdning fyri meg persónliga, tí
eg fekk so nógv burturúr sjálv,
greiðir Sigrið frá. Gospelkórið
hjá Sigrið við myrku børnunum
úr London framførdi eisini í eini
stórari kirkju, og henda dagin
minnist Sigrið sum eitt
hæddarpunkt gjøgnum tey trý
árini í Onglandi.
– You touched some hearts
today, søgdu áhoyrararnir aftaná
konsertina, og hetta var ein
fantasisk uppliving, minnist
Sigrið aftur. Og tá hon aftur fer
at vitja London, leggur hon fyrst
og fremst leiðina framvið hjá
børnunum, sum hon knýtti so
sterk bond til.
Nýggjur kapittul
Men London er nú fyribils
fortíð, og eitt nýtt kapittul byrjar.
Eftir summarfrítíðina í Føroyum
fer Sigrið til Noregs at royna
nýggjar leiðir á gomlum gøtum.
Hon hevur búð í Noregi frá 1995
til 2001, og ørindini eru at fáa
ferð á tónlistarligu yrkisleiðina.
Við eini rúgvu av royndum í
viðførinum byrjar sostatt eitt nýtt
tíðarskeið fyri hennara
viðkomandi, og sjálv sigur
Sigrið, at tað heila í
veruleikanum er rættiliga opið.
Hon greiðir frá, at hon hevur
samband við fleiri topp-
professionellar tónleikarar og
fingið nógvar nýggjar kontaktir í
Noregi, og væntandi fer ein fløga
at spyrjast burturúr í framtíðini.
Endamálið er at fáa ein sáttmála
Mótvindur herdi y
Mótgongd í London hevur ment hana, og við
eini rúgvu av royndum í viðførinum fer
føroyski sangfuglurin Sigrið Rasmussen nú
undir ein nýggjan kapittul í Noregi. Í samrøðu
við Sosialin greiðir Sigrið frá beiskum men
mennandi royndum í London, arbeiði
hennara við neyðstøddum børnum, tíðini í
norska gentubólkinum Grace og nýggju
ætlanum hennara í Noregi
– Tað týdningarmesta er at gerast ein betri tónleikari. At kunna vera til íblástur fyri onnur og geva fólki nakað. Um onkur steðg
ára gamla Sigrið Rasmussen úr Tórshavn, sum eftir trý ár í London nú fer til Noregs at royna seg