Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2005 25 við eitt plátufelag og kunna liva av tónleiki, men grundleggjandi hevur Sigrið bæði beinini á jørðini og sigur, at ambitiónirnar eru einfaldar. – Tað týdningarmesta er at gerast ein betri tónleikari. At kunna vera til íblástur fyri onnur og geva fólki nakað. Um onkur steðgar mær á gøtuni og takkar fyri eina framførslu, eg havi havt, ja, so havi eg langt síðani gjørt mín dreym til veruleika, sigur Sigrið við einum smíli. Í løtuni hevur hon ætlanir um at geva út eina fløgu, men fíggjarligi parturin er altíð tað, sum voldir mest høvuðbrýggj fyri ein sáttmálaleysan tónleikara. - So tú mást endiliga skriva, at eg søki stuðul til mína nýggju fløgu, sigur Sigrið flennandi. Í samband við undanfarnu fløguætlan, sum ikki gjørdist veruleiki, hevur Sigrið nógv nýtt tilfar liggjandi, sum hon sjálv hevur gjørt, og tí hevur hon góðar møguleikar at kasta seg út í nýggjar ítøkiligar ætlanir. Áhugin er til staðar, neyðugu kontaktirnar eru har, og grundleggjandi fer Sigrið við áræði undir uppihaldið í Noregi. – Grundleggjandi eri eg bjartskygd, og eg haldi á, eisini í mótgongd. Mín sál livir og andar fyri tónleik, og mítt ynski er at gera tónleikin til mítt livibreyð. Men trúgvin á Gud hevur stóran týdning fyri meg, og Hann havi eg við mær allastaðni, har eg fari, leggur Sigrið dent á. Countrygirl Á tónlistarliga økinum hevur Sigrið roynt eitt sindur av hvørjum. Frá hennara bakgrund í brøðrasamkomuni Ebenezer í Havn er gospeltónleikurin hennara uppruni, sum hon eisini hevur tikið við sær inn í vaksnamannalívið, og hon hevur havt óteljandi framførslur á gospeltónlistarliga økinum. Í 1997 tók hon tey flestu av fótum og gjørdist partur av gentubólkinum Grace. Popp- bólkurin fekk nógva umtalu, ikki minst heima í Føroyum, og ferðaðust tær víða við sínum tónleiki. Tær tríggjar kvinnurnar vóru eisini á MTV, men bólkurin fór í søguna í 2001. Spurningurin er so, hvønn tónleik Sigrið sjálv ynskir at gera og framføra í framtíðini? – Gospel er tað, sum stendur mær nærmast, men satt at siga føli eg, at eg ikki rættiliga havi funnið mína egnu hill ella niché. Eg eri opin fyri øllum og leiti helst eftir eini fusión av ymsum genrum, og t.d. havi eg seinastu tíðina roynt eina kombinatión av country og rock, greiðir Sigrið frá. Spurd, um tað er haðani, cowboyhatturin stavar, er Sigrið skjót at svara. – Nei nei, tað er bert tí tað er modernað, sigur Sigrið flennandi. Kostnaðurin Við mongu royndunum gjøgnum árini veit Sigrið, hvat krevst, um tað skal eydnast henni at fullføra síni ynski um eina tónlistarliga yrkisleið burturav. Hon er í rætta umhvørvinum og hevur samband við »tey røttu fólkini«, bæði í Noregi og í London. Men krøvini eru stór, tí tað er ein ørgrynna av evnaríkum tónleikarum, sum stríðast fyri at fullføra dreymin. Sigrið greiðir frá, at kostnaðurin fyri eina tilveru í glamourøsa tónleikaheiminum kann vera, at tú av og á í ov stóran mun kennir teg noyddan at gera kompromis við tínar egnu meginreglur. Hetta var t.d. hennara uppliving í gentubólkinum Grace. – Eg upplivdi í tíðini í Grace, at eg varð noydd til at syngja ymiskt, sum eg í veruleikanum ikki kundi umboða, og tí var verkætlanin í ein mun dømd frammanundan, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. Sum tónleikari mást tú duga at siga stopp, tá tú metir, at tú ikki kanst umboða tað, tú gert. Tað merkir ikki, at tú skal vera ómøguligur og ongantíð kunna gera nøkur kompromis, tí so tú kemur tú jú ongan veg. Men tað snýr seg um at finna eina javnvág, sigur Sigrið Rasmussen. Spurd, um tað var ímóti hennara sannføring at vera promoverað sum eitt sex- súmbol í Grace, er Sigrið avgjørd. – Tað, at onkur »finds you attractiv«, er ein erlig søk, og tað er eftir mínum tykki ikki ein trupulleiki. Trupulleikin í Grace var fyri mítt viðkomandi meiri tónlistarliga innihaldið, slær sangfuglurin fast. Miðlahúsið bíðar Sigrið Rasmussen hevur í ár sagt nei takk til báðar teir stóru festivalarnar í Føroyum. Hon sigur seg vera perfektionist og metir, at tað tilfarið, hon hevur í løtuni, hóskar betri til friðarligari og minni tiltøk, og einasta høvið at hoyra Sigrið í Føroyum í summar verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni tann 28.-29. juli. Saman við hennara yndispianisti Gunnari Guttesen og guitaristinum Rúna Eysturlíð fer Sigrið at framføra nógv av tí allarnýggjasta í Vágsbotni á ólavsøku. – So talan verður um eina frumframførslu av spildurnýggjum tilfari hjá mær, sigur sangfuglurin at enda, sum nú fer at royna nýggjar leiðir á ferð síni mót himni. ndisliga sangfuglin gar mær á gøtuni og takkar fyri eina framførslu, eg havi havt, ja, so havi eg langt síðani gjørt mín dreym til veruleika, sigur 30 Mynd: Bárður Sigrið framførir í Miðlahúsinum í Vágsbotni 28. og 29. juli frá kl. 22.30-23.30 bæði kvøldini. Tónleikarararnir afturat Sigrið vera pianisturin Gunnar Guttesen og guitaristurin Rúni Eysturlíð. Kostnaðurin verður 70 kr.