leygardagur 23. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 139 - 23. juli 2005
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Hann festir sær í enn eina
sigarett og skeitir eitt sindur
forherðaður at sínum málningum
á vegginum aftanfyri seg.
Typiskar Hanni Bjartalíð myndir,
sovorði eitthvørt tvey ára gamalt
kundi teknað, vildi onkur sagt
- Ja, hatta havi eg hoyrt nakrar
ferðir, men børnum dáma
faktiskt yvirhøvur ikki mínar
myndir. Tey tíma ikki sovorðið,
tey sjálvi kundu havt teknað.
Sjálvandi ikki. Eg tími heldur
ikki hugnaligar myndir av
vøkrum fólkum og landsløgum,
eg sjálvur kundi havt málað.
Tað siðbundna órógvar
So í staðin málar Hanni
menniskju við alt ov stórum
høvdi, onkur manglar ein arm og
onkustaðni fara fiskar svimjandi
framvið í leysari luft. Naivi-
stiskar, hevur onkur kallað
myndirnar, men Hanni er bara
lutvíst samdur
- Mínar myndir eru ikki naivi-
stiskar, um man harvið meinar,
at tær eru framhald av
naivismuni, sum fyrst av øllum
var ein uppreistur móti listarligu
siðvenjuni í 1800 talinum.
Barnsliga úttrykkið líkist kanska,
men tað er eitt listarligt mál, eg
havi valt, fyri at skapa eitt nakið,
knívskorið og rátt úttrykk. Ikki
fyri at mótmæla nøkrum sum so.
Listarliga heldur Hanni seg
hinvegin hava nógv í felag við
sonevndu Art Brut greinina. Art
Brut fór heilt yvir í hina gjónna,
tá tað ráddi um at dyrka tað
sermerkta og einstaka, fullkomi-
liga leysrivið frá øllum sosialum
og mentanarligum ávirkanum.
"Tann ráa visiónin" verður
hendan listagreinin eisini nevnd,
sum setur øll normalitetshugtøk
úr gildi, fyri at koma aftur til tað
upprunaliga.
- Flestu av Art Brut málarar-
num hava verið sinnisjúkir, so í
so máta kenni eg ikki nakran
beinleiðis skyldskap við teir.
Men hetta, at teir vendu blindað
eygað til øll listarlig rák og
siðvenjur hevur altíð tiltalað
meg, sigur Hanni, og leggur
áherðslu á, at hansara myndir
ikki eru ein roynd at herma eftir
barnatekningum.
- Um lítli sonur mín og eg
tekna tvær akkurát líka
barnsligar myndir av sama
fiskitúri, merkir tað ikki, vit hava
teknað somu mynd. Hann dugir
ikki at tekna øðrvísi. Tað dugi
eg, og tí órógva atlit til siðbund-
nar skuggar, ljós og neyvar smá-
lutir mína tekning. Eg má
arbeiða sera hart uppá at gera
tað, sum eitt barn ger av sær
sjálvum, fyri at fáa okkurt bein-
leiðis og nakið fram í myndina.
- Harragud, tað er bara ein
málningur
Sermerkti stílurin hjá Hanni er
úrslit av 20 ára royndum og
trimum árum á listaskúla í
Finlandi. Hann seldi sína fyrstu
mynd sum 19 ára gamal fyri eitt
kartong av sigarettum, men
hevur verið hugtikin av myndlist,
alt hann kann minnast. Og hann
var ein heilt lítil smádrongur, tá
hann fyrstu ferð sjálvur fann
uppá at fara á listaframsýning.
- Eg kann ikki hava verið
serliga gamal, tá eg fór á
fernisering hjá Hans Jacob Gler-
foss á Klaksvíkar Bókasavnið.
Eg ánaði ikki, hvat ‘fernisering’
merkti og líka lítið, hvat ein
listamaður var fyri nakað. Eg
minnist ikki tær einstøku mynd-
irnar, men ógvusliga huglagið í
teimum gjørdi stórt inntrykk
uppá meg. Ivaleyst vóru mínar
fyrstu myndir eisini ein roynd at
líkjast Glerfoss.
Hanni hevur tað rættiliga av-
slappað við sínum fyrstu máln-
ingum, og heldur tað ikki vera
pínligt at síggja teir aftur, hóast
stílskiftið tykist vera rættiliga
kollveltandi.
Tað er eitt sindur av ein oyðirmarkargongd, um teg heldur teg skula skapa tín egna stíl, tí alt er gjørt fyrr, og onki er í grundini nýtt longur, sigur Hanni Bjartalíð, listamaður
Mynd: Bárður Lydersen
Hanni Bjartalíð:
- Fínt um eg irriteri fólk
Fyri Hanna Bjartalíð er tað at mála drímegin í at liva. Alneyðugt, meðan tað
stendur uppá, men tá málningurin er liðugur, er hann ein vøra, sum kann
keypast og seljast, sum so mangt annað. Góðkenningin kemur í aðru røð, og
fyribils er Hanni nøgdur við at irritera fólk eitt sindur