leygardagur 23. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
27
- Harragud, tað er bara ein
málningur, og eg eri ikki nakað
heimsnavn við øllum mínum
umdømi uppá spæl. At mála er
ein gongd, og mínir fyrstu
málningar eru dømi um, hvar eg
var staddur í míni listarligu
gongd tá. Tað órógvar meg ikki,
at teir eru vánaligir, tí tað hevði
ikki sama týdning fyri meg at
mála tá, sum tað hevur nú, sigur
Hanni, men leggur eitt sindur
hugsunarsamur afturat, at hesin
mátin at fata síni gomlu avrik
kanska bara ein verjumekanisma
fyri ikki at kenna seg so
sárbæran.
- Eg má viðganga, at eg eri
sera spentur uppá at síggja,
hvussu tíðarinnar tonn fer at fara
við málningunum, eg havi málað
seinastu fimm árini. Teir havi eg
lagt alt mítt lív og mína sál í, so
tað hevur ein heilt annan
týdning, sigur Hanni, sum annars
ikki gongur serliga høgt upp í at
fáa listarliga góðkenning.
- Eg hevði logið, um eg segði,
at eitt vánaligt ummæli ikki rørir
meg. Men fyri meg snýr tað seg
fyrst og fremst um, at eg trívist
við tí, eg geri. So kann góðkenn-
ingin koma í aðru røð, og eg vil
ikki hava hana fyri einhvønn
prís, sigur Hanni, sum heldur vil
hava 20 veruliga áhugaðar
áskoðarar, enn fleiri hundrað,
sum koma at finna sær ein
málning, sum hóskar til sofuna.
- Tað hevði verið ræðuligt, um
øllum dámdu mínar málningar.
Eg skuldi helst ikki verðið orsøk
til eina massapsykosu. Men eg
veit, at mínir málingar irritera
nógv fólk, og tað haldi eg er fínt,
sigur Hanni, sum viðgongur, at
tá hann letur ein málning av
hondum er hann vorðin ein vøra,
sum kann keypast og seljast, sum
so mangt annað.
Málingurin sum umbering
Hetta skal tó ikki skiljast sum, at
málningurin er vorðin týdnings-
leysur. Tað er hann ikki, tí tað er
framvegis sera umráðandi fyri
Hanna, at hvør einasti málingur
er haldbarur við dýpd og
innihaldi.
- Eg verði bara noyddur til at
gera meg lidnan við málningin.
Trupulleikin við at vera lista-
maður er, at tú allatíðina ert
noyddur at sýna fram og selja
málingarnar fyri at kunna liva av
tí. Varð tað upp til mín, tók eg frí
til bara at mála í eini trý ár, so eg
slapp at savna meg um tað, sum
hendi millum meg og løriftið og
onki annað. Men tá tað ber ikki
til, royni eg at fáa tað listarliga
og tað praktiska at ganga upp í
okkurt slag av eind, sum er til at
liva við, sigur Hanni, og sipar
samstundis til støddina á máln-
ingunum. At málningarnir fyri
tað mesta eru rættiliga smáir
kemst lutvíst av, at tað ger teir
bíligari og lættari at flyta aftur
og fram. Smáu myndirnar loyva
eisini Hanna at dyrka sín tokka
til teknirøðir, har hann kann
mála framhaldssøgur við
nógvum leiklutum í nógvum
rúmum og løgum.
- Løriftið er mín leikpallur, har
eg sleppi at avprøva ymsar leik-
lutir uppá sama máta, sum ein
sjónleikari, ímyndi eg mær. Men
málningurin er eisini ein
umbering fyri at sleppa at lufta
nøkrum tonkum ella hugarensli,
sum tú helst ikki vilt siga hart,
sigur Hanni, meðan prátið vendir
aftur til løgnu menniskjuni á
myndunum.
Ofta tykist tað sum, at málarin
hevur fangað og avdúkað tey í
eini støðu, har tey ikki kenna seg
serliga væl. Tey eru antin
rættiliga kiksaði ella ikki heilt
fullfør og tykjast so forfjónaði, at
tú tekur synd í teimum.
- Tú kanst eisini venda tí við
og siga, at hóast hesi
menninskjuni tykjast forfjónað
og ófullfør, blóma tey inni í síni
egnu lítlu mynd og lítla
melankolska heimi. Eg avdúki
tey ikki av óreinheit ella
skaðafrøði, men tí eg haldi tey
vera áhugaverd.
Ivin og frælsið
Tey flestu tykjast vera samd um,
at Hanni Bjartalíð er ein einari
millum føroysk myndlistafólk.
Men sjálvur heldur Hanni ikki,
at munurin millum seg og nógva
føroyska myndlist er so stórur,
sum fólk vilja vera við.
- Munur veldst altíð um, hvat tú
samanber við. Nógv føroysk
myndlist líkist so nógv hvørji
aðrari, at beinanvegin onkur víkir
eitt sindur frá, virkar tað ógvus-
ligt og kollveltandi. Fyrstu ferð
dáman hjá mær (finsk lista-
kvinna, blaðkv.) var inni í Lista-
skálanum, helt hon, alt savnið
vera eina afturlítandi framsýning
hjá sama málara. Av og á skilji eg
eisini væl, at tað kann síggja
soleiðis út við fremmandum eyg-
um, tí landslagsmyndirnar eru so
ráðandi. Tá so eg komi við mín-
um menniskjum og øðrvísi ver-
um, sær tað út sum eg í alla mátar
geri nakað heilt annað, enn øll
onnur. Men soleiðis síggi eg tað
ikki.
Listarliga heldur Hanni seg
liggja tættast at abstraktari
ekspressionismu. Hetta er eisini
er eitt av eyðkennunum fyri nógv
av teimum kendu føroysku
myndlistafólkunum, eitt nú
Ingálv av Reyni, sum eisini
hevur verið ein støðugur íblástur
hjá Hanna. Men alt hetta kjakið
um stíl hevur ikki serliga stóran
týdning fyri Hanna.
- Tað er eitt sindur av eini
oyðimarkargongd, um tú heldur
teg skula skapa tín egna stíl, tí
alt er gjørt fyrr. Ungir málarar
royna typiskt at eftirlíkna
stílinum hjá stórum málarum, og
tað er eisini í lagi, tí tað gevur
góða venjing. Men fyrr ella
seinni mást tú menna tína egnu
hondskrift sum málari, um tínar
myndir skulu fáa eitt listarligt
haldvirði. Tað er tað, eg allatíð-
ina arbeiði uppá, men tað krevur,
at tú torir at líta á teg sjálvan
Lítir tú á teg sjálvan?
- Viðhvørt. Fyrr leitaði eg, tí
eg kendi meg ótryggan. Nú leiti
eg fyri at koma víðari og fyri at
menna mítt egna málaramál.
Tíbetur hvørvur tann ørkymlandi
listarligi ivin sum frá líður, og
okkurt slag av frælsi kemur í
staðin
Hvørva fyrimyndirnar eisini?
- Tær broytast allatíðina og
fylla minni í huganum. Men eg
eri framvegis hugtikin av teimum
kvinnuliga føroysku málararnum,
til dømis Ruth Smith og Elinborg
Lutzen. "Mánadúgvurnar" hjá
Díðriki á Skarvanesi fáa meg
eisini altíð at steðga á. Ein
frálíkur málningur sum, hóast
hann er málaður einaferð í fyrru
helvt av 1800 talinum, er fínt
boð uppá modernaða list.