Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 139 - 23. juli 2005 Herfyri var rættilig innrás í amerikanska høvuðsstaðnum av grønlendarum. Ikki færri enn einir 130 grønlendarir vitjaðu, og høvi var eitt stórt grønlendskt átak til frama fyri grøn- lendsku ferðavinn- una, handil, um- hvørvið, samstarvs- møguleikar við amerikanarar og ikki minst ein rúgva av politiskum fundum í sokallaðu Joint Committee nevndini GRØNLENDSK VITJAN Halla Nolsøe Poulsen Washingthon Fyri at byrja við tí síðsta, so var Joint Committee nevndin sett á fundinum millum Grønland, Danmark og USA í august 2004 í grønlendska býnum Igaliku, har partarnir samráddust um at endurnýggja verjusáttmálan frá 1951. Sum liður í hesi avtalu var avgjørt at víðka um samstarvið, soleiðis at Grønland og USA kundu í felag finna fram til onnur øki, har møguleiki var fyri samstarvi. Hetta var annar fundur í nevndini, men undirnevndir hava í uml. eitt ár arbeitt við fyrireikingum, og hevur denturin ligið á at finna samstarvsmøguleikar á útbúgvingar- og granskingar økinum, umhvørvisøkinum og handil og ferðavinnuøkinum. Hesaferð vóru nýggj konkret átøk løgd fram fyri nevndina, sum so tók støðu til, um víðari skuldi farast, í og hvønn mun. Cruiseskip eisini í Grønlandi Á handils- og ferðavinnu økinum var tað amerikanska Department of Commerce, vinnumálastýrið, sum var vertur fyri eini stórari messu, har fyrilestrar vóru um Grønland fyri amerikanarunum, og um USA fyri grønlendarunum. Umboð fyri grønlendskar fyritøkur høvdu síðani høvið at hitta amerikanskar fyritøkur og møguligar kundar, og skapa sær sambond. Eitt av høvuðsendamálunum við messuni var, at útbyggja samstarvið og samhandilin so mikið, at grundarlag verður fyri beinleiðis flogsambandið og títtari sjóferðslu millum londini bæði. Við hesum átaki og tí fokus ið hervið varð sett á Grønland, vónaðu stigtakarirnir at birta lív í og seta ferð á vinnulívið í Grønlandi. Ein av grønlendsku luttakarunum fortaldi mær, at júst sum í Føroyum, so hava tey í Grønlandi sæð fleiri og fleiri av teimum stóru ferðamannaskipunum leggja til seinastu árini. Eg fann á internetium eitt yvirlit, ið fortaldi, at í mun til í 2003, so øktist talið av atløgum í 2004 við 42%. Hetta má sigast at verða ein stór framgongd, og er hetta kanska góð tíðindi fyri føroysku ferðavinnuna eisini. Grønlandsfestivalur Eitt annað, meira mentanarligt átak, ið samstundis eisini er til frama fyri ferðavinnuna, fór eisini av bakkastokkinum seinasta vikuskiftið. Hetta var ein stór Festival of Greenland, á einum av kendastu og størstu nátturusøguligu søvnunum í heiminum, Smithsonian National Museum of Natural History (NMNH). Í stuttum byrjaði hetta átak við, at leiðslan av tí deildini, ið eitur Arctic Studies, vendi sær til grønlendska heimastýrið umvegis donsku sendistovuna, og skeyt upp at hava ein grønlands-dag á savninum. Hetta varð hildið at vera eitt stak gott hugskot, og grønlendska mentamálaráðið játtaði at stuðla tiltakinum. Í fyrstani var ætlanin at hava eina framsýning av fotomyndum og nakrar fyrilestrar um Grønland, men sum tíðin leið, gjørdist átakið størri og størri, til tað til síðst endaði við, at bátasmiðjur, træskerari, smúkkudesignari, listafólk, trummudansarir og eitt heilt kór komu til Amerika at luttaka. Á NMNH-savninum duga tey sera væl at fáa livandigjørt teirra framsýningar, og so var eisini í hesum føri. Tupilakkar og kajakkir Festivalurin byrjaði við, at grønlendsk listafólk fríggjamorgunin byrjaðu at tilgera teirra listhondverk runt um í bygninginum. Ein sat og skar Tupilakkar (lítlar maskur úr reinsdjórahorni ella moskusoksahorni), og ein sat og gjørdi prýðislutir úr feittsteini. Eitt av tí mest áhugaverda var ein ungur maður, ið sat og bygdi eina kajak. Tann bert 21-ára gamli Maligiaq Padilla úr Sisimiut er ein av dugnaligastu kajakbyggjarum í Grønlandi, og hevur bygt yvir 100 kajakkir tey síðstu árini. Hann var bert 12 ár, tá hann abbi hansara byrjaði at læra hann at byggja. Abbin var ein av teimum dugnaligastu kajak-veiðumonnunum í Grønlandi. Kajakkin hann bygdi á savninum í Washington var hálvgjørd áðrenn tey komu til USA, men hann skuldi so gera hana lidna frammanfyri gestunum hetta vikuskiftið. Tað var sera áhugavert at síggja hvussu ágrýtin og dugnaligur hann var, og sunnudagin tá eg hugdi framvið savnið, var kajakkin ikki at finna! Tá eg spurdi, segði onkur mær, at hann var í ferð við at mála hana uttanfyri. Eg hugdi so útum, og har á grasinum á The Mall, sat so ein ungur maður og málaði eina svarta kajak. Tað man verða fyrsta kajak sum hevur staðið á plenuni uttanfyri stjórnarbygningin, Capitol! Góð reklama Ein av fyrireikarunum av festivalinum var Smithsonian Associates, ið er eitt slag av áhugabólki, ið arbeiðir fyri at upplýsa fólk um søvnini (tað eru 15 søvn runt í býnum, um man telur djóragarðin við), og læra fólk at brúka tey, umframt at tey skipa fyri ymiskum upplýsandi tiltøkum, so sum hesum festivali. Teir túsundtals limirnir í áhugabólkinum eru millum 45- 75 ára gomul, hava høga útbúgving, og eru flest væl fyri peningaliga. Tí var tað ein stórur vinningur fyri Grønland, at hesi vóru við í tiltakinum, tí reklamuvirðið er sera stórt. Fyri nøkrum árum síðani var ein líknandi festivalur gjørdur um Malta, og hetta økti munandi um ferðafólkatalið í tíðini aftaná. Fríggjakvøldið var festivalurin settur alment. Uml. 500 fólk vóru boðin til fyrilestur um Grønland, ið grønlendski mentamálaráðharrin Henriette Rasmussen helt. Innan hetta hevði m.o. fyrrverandi landsstýrisformaðurin Jonathan Motzfeldt boðið vælkomin, og aftaná fyrilesturin segði sjálvur forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen, ið var í Washington í heilt øðrum ørindum, nøkur orð. Maskudansur Eitt av stuttligastu innsløgunum hetta kvøldið var grønlendska Makka Kleist, ið framførdi ein maskudans. Hon kom á pallin, við helvtini av andlitinum málað, og segði, at hon meðan hon málaði restina, kundi greiða frá um dansin. Grønlendski maskudansurin var nær við at doyggja út, eftir at Grønland varð kristna, segði hon. Bara nakra fáa staðni á Vesturgrønlandi hevði dansurin yvirlivað, men í dag var dansurin liður í undirvísingini í skúlunum. Tað eru nøkur høvuðselement í dansinum: Tú fortelur aldrin, at Størsta grønlenska átak Inngongdin til savnið