Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 23. juli 2005 29 nakrantíð á altjóða palli tú fer at dansa, tað skal verða eitt yvirraskilisi og dansurin lærir børn at kenna ræðslu, og at reagera uppá hesa. Sum Makka segði, um tú "frysti" og ikki reageraði, so kundi tað verða deyðiligt, og tey vóru so fá, so tey høvdu ikki ráð at missa nakran. Børnini lærdu at reagera, við at síggja hvussu tey vaksnu gjørdu, tá tey gjørdust kløkk. Tá hon var liðug við maskuna var hon ikki longur Makka. Heldur ikki menniskja, heldur ikki ein andi ella eitt djór, men ein samanvevjing av hesum trimum, ið ikki var bundin av siðvenju, sosialum normum ella øðrum menniskjaskaptum forðingum. Hon hoppaði runt á pallinum, leyp niður á gólvi og dansaði aftur og fram millum áskoðararnar og sang og rópti, ella, meira rann aftur og fram, tí tað var ikki ein dansur sum vit vanliga kenna dans. Knappliga lá hon á gólvinum frammanfyri onkrum undrandi gesti, og knappliga flenti hon hart í kýki at onkrum bara hon sá. Frammanfyri meg sótu tvey børn, kanska um 7-8 ára aldur, og tá hon nærkaðist okkara bonki, sá eg hvussu tey førkaðu seg longur og longur inn í setrini. Hon sá tey eisini væl, og at tey vóru bangin, men ístaðin fyri at ræða tey og hyggja at teimum, so dansaði hon frammanfyri konuni, ið sat frammanfyri børnini, og gálvaði og flenti at henni. Á henda hátt lat hon tey merkja at tey vóru bangin, men eisini at hon ikki vildi teimum nakað ringt, og at tey ikki skuldu ræðast hana. Ein av gestunum, ið hon stillaði seg frammanfyri at dansa - tá hon einaferð hugdi burtur, og so aftur at honum - segði BØ við hana, og tá bleiv hon kløkk! Tað var hon nokk ikki von við, og allur salurin mundi skræðna í látri. Hetta vísti bara, at maskudansurin er ein sera livandi framførðsla, ið ongantíð fylgir eini fastari skrá, men harafturímóti lagar seg til hvussu áskoðarin ger og reagerar. Kórsangur Síðani sang frálíka Aavaat kórið nøkur løg, og ein trummudansari framførdi eitt lag/dans. Limirnir í Aavaat kórinum búgva øll í Danmark (uttan ein, sum býr í Svøríki), men eru hóast hetta sera tætt knýttir at Grønlandi. Aavaat kórið verður mett at verða tað besta grønlendska kórið ið er, og hava tey eisini verið runt í stórum parti av vesturheiminum og umboðað Grønland. Í 2000 vóru tey við tá Margreta Drotning var á almennari vitjan í Stórabretlandi hjá Elisabeth Drotning, og í Skotlandi eisini. Mangir føroyingar munnu hava hoyrt kórið, tí á hvørjum árið hava tey eina felagskonsert við íslenskum og føroyskum kórið í Keypmannahavn. Tey eru ikki so mong í tali, men ljómurin var sera góður, tá tey vóru komin í gongd, øll ílætin grønlendska tjóðbúnan. Eitt sindur smæðin at byrja við, men tá tey so sungu grønlendska tjóðsangin, og øll reistu seg, mentust tey, og var hetta ein sera rørandi løta. Endabrestur Sunnudagurin kom, og festivalurin endaði. Somuleiðis sum fríggjakvøldið, var ein almennur fyrilestur um Grønland hildin, og eftir hetta vóru gávuhandanir av ymsum slag til allar fyrireikararnar. Tann júst lidna kajakkin var latin savninum sum gáva, og áskoðarirnir klappaðu óført, tá ungi bátasmiðjurin einsamallur bar kajakkina uppá pallin. Lítillátin sum hann var slapp hann sær við skundi niður aftur, og goymdi seg millum fólki. Enn einaferð kom maskudansarin á pallin, og framførdi, og aftaná komu so tveir trummudansarir, og framførdu. Hetta var sera áhugavert, tí sjálvt um tær báðar, tann 15-ára gamla Tinka og eg veit ikki hvussu gamla Anna, framførdu trummudans, so minti tað meg um føroyskan dans, á tann hátt at tær líkasum førdu eina samrøðu í dansinum. Tann ungan gentan byrjaði, sang og dansaði tætt móti tí gomlu, fyri til síðst at kyssa hana á báðar kjálkar, og legði trummuna frá sær. So segði tann gamla á enskum, well, I have to answer her, at hon mátti svara aftur, og so gjørdi hon tað sama. Tíverri greiddu tær ikki frá, hvat dansurin snúði seg um gjøllari, men tað minti meg um tá man ríður ediling í føroyskum dansi, bara at tað var millum yngra og eldra ættarliðið. Anna Thastum, ið byrjaði at dansa trummudans sum 52-ára gomul hevur síðani arbeitt fyri, at grønlendsk børn skulu hava møguleikan at læra henda sið, og er tað nú ein møguleiki tey hava í grønlendska fólkaskúlanum. Seinast á skránni á Grønlandsfestivalinum var enn einaferð Aavaat kórið. Tey endaðu við at syngja ein fosturlandssang, ið framsøgumaðurin segði, at tey av og á bara máttu syngja, tí hann snúði seg um Grønland, og hvussu tað var at verða burturstaddur frá tí heimi, tú hoyrir til. Eg haldi við vissu eg hoyrdi nøkur snøft ymsa staðni frá, tá tey endaðu, tí tað var einastandandi vakurt at hoyra, og sjálvt um man ikki skilti eitt orð tey sungu, so nýttist tær ikki at skilja, tónleikurin var ikki til at taka feil av. Úti er gott, men heima er best. Spennandi verður at fylgja við, hvussu avleiðingarnar verða av átakinum, um tað fer at føra t.d. fleiri ferðfólk til Grønlands, og um tað kann verða við til at lata upp amerikanska marknaðin enn meir fyri grønlendskum vørum. Anna og Tinka dansa Kajakkin Aavaat kórið