leygardagur 23. juli 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 139 - 23. juli 2005
ÚTLENDINGURIN
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Í 1959 valdi ein 18 ára gamal
týskur drongur at fara til Føroya
at vitja í summarfrítíðini.
Avgerðin um at fara til Føroya í
nakrar vikur skyldaðist hansara
stóra áhuga fyri smærri oyggjum
og oyggjabólkum. Einsamallur
fór hann umborð á Tjaldri og
legði avstað norðureftir til lítlu
Føroyar, sum hann lítið og einki
visti um frammanundan. Sigurd
Simonsen, táverandi leiðari á
Kunningarstovuni, beindi fremm-
anda unglingan í fyrsta umfari til
Mykinesar.
Ófriðarlig hippie-tíð
Lítið varnaðist ungi týskarin
afturi í 1959, at ferð hansara til
fjarskotnu oyggjarnar var
byrjanin til eina gongd, sum
skuldi koma at mynda og broyta
hansara lív. Drongurin æt Ulf
Timmermann, og í dag, 46 ár
eftir hansara fyrstu ferð í
Norðuratlantshavi, hevur hann
búð í Føroyum í 31 ár og er
vorðin ein sonn legenda fyri allar
teir túsundtals næmingar, sum
hann hevur undirvíst í latíni og
týskum á Studentaskúlanum í
Hoydølum.
- Sjálvur eri eg uppvaksin á
eini lítlari oyggj í Norðsjónum
við navninum Föhr 20 kilometrar
sunnanfyri danska markið, sum
er eitt sindur minni enn
Sandoyggin. Haðani stavaði mín
áhugi fyri oyggjasamfeløgum. Á
mínum túri í 1959 hitti eg ein
mann við navninum Christian
Haraldsen, sum tá var lærari í
týskum í Hoydølum, og vit fingu
beinanvegin gott samband við
hvønn annan. Vit hildu sam-
bandið við líka eftir mína fyrstu
ferð í Føroyum, og eg vitjaði
aftur í sekstiárunum. Í 1974,
beint áðrenn hann skuldi fara frá
fyri aldur, spurdi hann meg, um
eg var sinnaður at koma at
undirvísa eini tvey ár í týskum í
Hoydølum. Eg, sum tá var giftur
til Svøríkis og hevði undirvíst á
miðnámsskúlum har, segði ja til
tilboðið, og hetta var so byrjanin
til mítt lív í Føroyum, greiðir 64
ára gamli Ulf Timmermann frá,
tá vit hitta hann í heimi hansara í
Eysturbýnum í Havn.
Ulf sigur, at tey seinast í
sjeytiárunum keyptu húsini hjá
hesum sama Christiani Harald-
sen, og síðani tá hava tey havt
tað somikið gott í Føroyum, at
hetta eftir øllum at døma gjørdist
teirra endastatión. Men hvussu
var tað so at koma til Føroya og
niðan á Studentaskúlan í Hoy-
dølum miðskeiðis í sjeyti-
árunum?
- 70´ini var eitt sera óróligt
tíðarskeið. Uppreistrarsinnaða
68-ættarliðið var í hæddini.
Stemningurin kundi mangan vera
ágangandi, og við tað at eg var
føddur afturi í 1941, var eg tá
vaksin frá hesum ráki. Eg
minnist serliga, tá kinesiski
leiðarin Mao Zedong doyði í
1976, júst meðan eg tók
pedagogikum á miðnámsskúla
niðri í Roskilde. Allur skúlin,
bæði lærarar og næmingar,
savnaðust og høvdu minningar-
hald um hendan hópdráps-
mannin. Í dag er hetta jú langt
úti at hugsa sær, minnist Ulf
Timmermann aftur. Hann leggur
afturat, at málstríðið í Hoydølum
eisini liggur frammarlaga í
hansara minni. Hetta snúði seg
um, at næmingar mótmæltu, at
próvtøkurnar gingu fyri seg á
donskum.
Men stóð Ulf Timmermann so
í andsøgn til ágangandi
68´ararnar?
- Nei. Eg havi ongantíð verið
politiskt engageraður og taki
sum heild frástøðu frá øllum
politiskum slagorðum. Eg meti,
at menniskju, sum gerast virkin á
politiska økinum ella geva til
kennar sínar politisku sannfør-
ingar, missa á ein ella annan hátt
sítt frælsi. Tey verða beinanvegin
bólkaði og ákærd fyri at renna
politisk ørindi, hvørjaferð tey
úttala seg, og tí havi eg hildið
meg burtur frá hesum, sigur Ulf.
- So alt í alt var talan um eina
ófriðarliga tíð, minnist Ulf aftur.
Doktari í navnafrøði
Hóast ein á dialektini væl hoyrir,
at Ulf er útlendingur, gerst tú
skjótt varur við, at maðurin ikki
ger eitt einasta málsligt mistak,
meðan hann tosar. Áhugin hjá
Ulf Timmermann hevur eisini
verið á málsliga økinum, og
hetta sæst aftur í akademisku
yrkisleið hansara. Hann hevur
lisið latín, grikskt og germansk
mál við universitetinum í
Keypmannahavn, Lund og
Uppsala í Svøríki, og hevur hann
latín og týskt sum høvuðsfak frá
Uppsala. Í 1998 gjørdist hann
doktari í Keypmannahavn, við
einari dr. phil. ritgerð, sum snúði
seg um eitt so óvanligt evni sum
norðurlendsk fólkanøvn á
frísiskum øki. Sambært Ulf var
orsøkin til hetta ein stórur áhugi
fyri navnafrøðini.
Í løtuni er málsnillingurin í
gongd við eina føroysk-týska
orðabók, og verður hetta tann
fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
Við góðari hjálp frá Jóan
Hendriki Winther Poulsen og
Hanusi Samuelsen situr Ulf
dagliga og arbeiðir, og handritið
til nýggju orðabókina skal eftir
ætlan latast Mentamálaráðnum
um nýggjársskiftið.
- Um peningur er tøkur, vóni
eg, at orðabókin kemur út um
eitt ár ella so, sigur Ulf Timmer-
mann um hansara núverandi
verkætlan, sum hevur havt við
sær, at hann ikki hevur undirvíst
á Studentaskúlanum seinasta
árið, men fingið stuðul frá land-
inum fyri sítt arbeiði við orða-
bókini.
Umframt sítt lærarastarv, sína
doktararitgerð og sína orðabók
luttekur Ulf javnan við greinum í
útlendskum akademiskum tíðar-
ritum. Hann greiðir frá, at hann
Ulf Arnold Timmermann
Føddur í 1941 í Kiel,Týskland
Uppvaksin á norðurfrísisku oynni Föhr
Studentur á Föhr í 1960
fil.kand. í Uppsala í Svøríki í 1966 í týskum og latíni
Studentaskúlalærari á svenskum miðnámsskúlum frá 1966-68
Ph.D.-lesandi í Uppsala frá 1968
Studentaskúlalærari í Hoydølum frá 1974
dr.phil. í Keypmannahavn í 1998
Giftur í 1972
Fýra børn í aldrinum frá 21-29 ár
CV
Ulf flýddi und
- Lívið í Týsklandi eftir kríggið var sera nógv ávirkað av tíðarskeiðnum undir Adolfi Hitler, og hetta var ein av orsøkunum til,
burtur frá týskum trongskygni og út til meiri frælsi, sigur 64 ára gamli týskarin Ulf Timmermann, sum hevur búð og undirvíst
Sum nýklaktur studentur í Norðurtýsklandi
flýddi hann undan leivdum nazismunnar.
Burtur frá týskum trongskygni og út til størri
frælsi. Í 1974 gjørdust Føroyar hansara heim,
og í samrøðu við Sosialin hugleiðir týski mál-
snillingurin Ulf Timmermann m.a. um
ágangandi 68-ættarliðið í Hoydølum, einum
serføroyskum stórabeiggja-kompleksi, sínum
heldur øðrvísi áhuga fyri navnafrøði og um
avleiðingarnar av Seinna veraldarbardaga