leygardagur 23. juli 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Næstu ferð:
Doru á Torvlaðnum úr Rumenia
Nr. 139 - 23. juli 2005
31
millum ár og dag hevur skrivað
nógvar greinar um mál og
navnafrøði til útlendsk tíðarrit,
og skrivingin við síðuna av
arbeiðinum hevur verið eitt ítriv,
honum hevur dámt sera væl.
Stórabeiggja-kompleksið?
Eftir 31 ár í Føroyum skuldi Ulf
Timmermann havt fortreytir fyri
at úttala seg um føroyska sam-
felagið, og spurdur, hvørji
høvuðseyðkenni hann hevur
varnast gjøgnum árini í Føroy-
um, dregur Ulf ymisk føroysk
lyndiseyðkenni fram.
- Føroyingar elska at hoyra
onnur rósa teimum. Sum
útlendingur verði eg ferð eftir
ferð spurdur, um tað ikki er gott
at vera í Føroyum, og tað er eins
og fólk beinleiðis fiska eftir rósi
frá teimum útlendingum, sum
koma hendavegin. Fatan mín er,
at hetta lyndið møguliga kemst
av einum gomlum stórabeiggja-
kompleksi, sum føroyingar hava
yvirfyri Danmark, sigur Ulf
Timmermann við einum skeivum
smíli. Men so gerst hann aftur
meiri álvarsamur.
- Eitt annað eyðkenni
føroyinga er, hvussu stóran
leiklut familjan hevur í tykkara
mentan og sosiala lívi, og hóast
vit hava vinir her á landi og
kenna nógv fólk, er tað skjótt at
koma at standa eitt sindur uttan-
fyri, tá ein ikki hevur familju í
landinum, sum støðan jú er hjá
okkum. Hóast mong góð forhold
við fleiri føroyingar er talan altíð
um eitt mark fyri sosiala sam-
bandinum, so leingi man ikki er í
familju. Í Føroyum er familjan í
fremstu røð, greiðir Ulf Timmer-
mann frá. Hann leggur afturat, at
júst hesin sentrali familjuleiklut-
urin í føroyskari mentan er eisini
at finna í ávísum økjum í Svø-
ríki, haðani kona hansara er, men
í t.d. Týsklandi hevur familjan
als ikki sama sentrala leiklut.
- Og til seinast kann eg nevna,
at føroyska samfelagið í ein mun
er eyðkent av løtuvinningum.
Føroyski mentaliteturin ber í ein
mun brá av løtuvinningum fram
um langsiktaðar vinningar. Hetta
stuttskygni er eftir mínum tykki
t.d. sjónligt í politikki og vinnu-
lívinum, metir Ulf Timmermann.
Nazitýskland
At verða føddur í Týsklandi í
1941 er í sær sjálvum nakað,
sum fær tey flestu at rakna við.
Annar Veraldarbardagi var júst
brostin á, tá Ulf varð borin í
heim í Norðurtýsklandi, og Ulf
er ikki bangin fyri at siga, at
kríggið hevur havt stóra ávirkan
á hansara nationala samleika.
Hóast hann hevur livað í
Føroyum seinastu 31 árini, hevur
hann fylgt væl við gongdini í
týska samfelagnum, men hann
undirstrikar samstundis, at hans-
ara tjóðskaparkensla ikki hevur
nógv rúm.
- Men hóast mín samleiki sum
týskari ikki er serliga sterkur,
havi eg ein sterkan regionalan
samleika, sigur Ulf og sipar til
barnaárini og heimstaðin í lokal-
samfelagnum í Norðsjónum.
Ulf Timmermann sigur seg
minnast endan á krígnum, og
árini eftir kríggið standa sterk í
minninum. Spurdur, hvat forhold
hann í dag hevur til Seinna
Veraldarbardaga, nazismuna og
Adolf Hitler, fer Ulf
Timmermann í holt við at greiða
frá, hvussu hann hevur upplivað
hendan søguliga sorgarleik.
- Hóast kríggið endaði í 1945,
hildu tey somu fólkini í stóran
mun fram í teimum somu
sessunum, sum tey høvdu sitið á
undir krígnum. Útskiftingin var
ikki so stór, og tí var nazisman
als ikki deyð í Týsklandi, hóast
stóra fallið var farið fram. Eg
upplivdi tí leivdirnar av krígnum
gjøgnum øll skúlaárini í
Týsklandi, og upp ígjøgnum
fólka- og studentaskúlaárini vóru
t.d. lærarar, sum framvegis hildu
fast um nationalsosialistisku
hugsjónina. Hetta var ein
óbehagilig tíð, greiðir ein
opinskáraður Ulf Timmermann
frá.
Lívið í Týsklandi eftir kríggið
var á henda hátt sera nógv
ávirkað av tíðarskeiðnum undir
Adolfi Hitler, og hetta var ein av
orsøkunum til, at hann fór til
Keypmannahavnar at lesa eftir
lokið studentsprógv. Ungi
maðurin vildi burtur frá týskum
trongskygni og út til meiri frælsi,
sum hann sjálvur tekur til. Men
hvønn leiklut høvdu foreldur
hansara undir krígnum?
- Sum ungur var pápi sum so
nógv onnur hugtikin av Hitler.
Hann var sivilverkfrøðingur og
arbeiddi á týskum skipasmiðjum,
sum bygdu herskip, so orsakað
av sínum arbeiði hevði ein
ítøkiligan leiklut undir krígnum.
Mamma var harafturímóti meiri
skeptisk. Hennara stóra ynski var
at fáa eina universitetsútbúgving,
men undir krígnum vóru tað bert
limir í nazistaflokkinum, sum
fingu peningaligan stuðul. Hóast
hennara stóra dreym um
universitetið var mamma so
mikið prinsippføst, at hon
noktaði at melda seg inn í
nazistaflokkin, og tí fekk hon
ongantíð sítt ynski uppfylt og var
heimagangandi húsmóðir alt sítt
lív, sigur Ulf Timmermannm.
Móðir Ulf livir framvegis, og í
mai mánaði í ár fylti hon 90 ár.
Undir føðingardegnum fór hon at
tosa um farnar tíðir og nevndi, at
hon einaferð, í 1935, sá Der
Führer. Og Ulf greiðir frá, at tað,
sum stóð mammuni fremst í
huganum, var, hvussu fantastiska
bergtakandi eygu Hitlers vóru.
- Men sannleikin er, at hvørki
mamma, pápi ella størsti parturin
av týska fólkinum í 1930´unum
vóru greið yvir, hvat í veru-
leikanum ætlað var. Hitler tosaði
um at endurreisa Týskland og
fyrst og fremst koma Versailles-
sáttmálanum til lívs, sum líka
síðani Fyrra Veraldarbardaga
hevði avmarkað rættindini hjá
týsku tjóðini. Adolf Hitler vildi
koma stóra týska arbeiðsloysin-
um til lívs og endurreisa búskap-
in, og tá hann við stórari succés
fekk vent búskaparligu gongdini,
kveikti hann eina vón og tendr-
aði ein anda í fólkinum, sum gav
honum møguleikan til at halda
fram. Hitler hevði sum kunnugt
fantastisk evni at forføra, og
størsti parturin av týska fólkinum
visti einki ítøkiligt um jøda-
týning, Holocaust og Auschwitz,
sigur Ulf Timmermann.
Hann leggur afturat, at týska
fólkið í veruleikanum varð í
trimum bólkum undir Hitler: ein
lítil minniluti, sum gjørdi
mótstøðu. Ein sera stórur
líkasælur miðalbólkur, og til
seinast ein minniluti, sum av
øllum alvi aktivt stuðlaði Hitler-
stjórnini.
- Sorgarleikurin er, at tann
stóri miðalbólkurin, sum í
veruleikanum var nógv tann
størsti parturin av íbúgvunum í
Týsklandi, atkvøddi fyri Hitler í
1933, sigur Ulf Timmermann
afturlítandi.
Men tíðin lekir øll sár, og Ulf
metir, at við tíðini er Annar
Veraldarbardagi í størri mun
vorðin ein søgulig hending
heldur enn eitt persónligt trauma.
Hann metir tað vera týdningar-
mikið fyri týska fólkið at
fyrihalda seg opið til tað, sum
hendi, tí mong hava lyndi til at
gloyma, fortreingja og strika
árini frá 1933-1945 úr heims-
søguni.
- Men hinvegin eru onnur, sum
bert tosa um árini millum 1933
og 1945, sum um øll heimssøgan
er farin fram hesi 12 syrgiligu
árini, og tað er at fara í hina
grøvina, sum t.d. bretarnir eru
herviligir til. Alt skal síggjast í
eini heild, og vit skulu minnast
til, at týska søgan er altso yvir
1100 ár, slær Ulf Timmermann
fast.
Føroyar er heimið
Prátið er at enda komið, og Ulf
bjóðar kurteisliga seinastu smá-
køkuna, áðrenn vit skiljast. Í ein-
um seinasta spurningi um fram-
tíðarætlanir hansara sigur Ulf:
- Okkum hevur dámt sera væl í
Føroyum, annars høvdu vit jú
ikki havt verið her øll hesi árini.
Fyri meg hevur tað havt stóran
týdning, at børnini hava fingi
loyvi at vaksa upp í so tryggum
og góðum umstøðum, og hóast
tey nú øll fýra eru vaksin og fáa
ella hava fingið sær útbúgving á
universitetum uttanlanda, kundu
eg og konan hesi árini á ongan
hátt ynskt okkum aðrastaðni enn
í Føroyum, sigur týski latín-
lærarin og navnafrøðingurin at
enda.
dan nazismuni
at eg fór til Keypmannahavnar at lesa eftir lokið studentsprógv í Týsklandi. Eg vildi
t í Føroyum seinastu 31 árini.
Mynd: Bárður Lydersen