Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sætta bókin um Harry Potter hevur longu sligið síni egnu met. Næstan sjey milliónir eintøk fóru yvir- um handilsdiskin í USA fyrstu 24 tímarnar. Í New York Times samanber ummælarin Harry Potter við ikki minni kenda Luke Skywalker frá Star Wars Ingrid Bjarnastein Gandakallurin, ið nøkur elska, og onnur elska at hata, er aftur. Sætta bókin um Harry Potter kom út fyri eini viku síðani. Mestsum allur bókaheimurin var á gosi, dagarnar áðrenn Harry Potter and the Halfblooded Prince skuldi verða útgivin. Bók- handlar kring allan heim høvdu opið út á náttina fyri at kunna geva forvitnum lesarum eitt ein- tak av bókini. Og ikki heilt óvæntað, seldi bókin 6,9 millión- ir eintøk bert tann fyrsta dagin - og bara í USA. Til samanbering- ar seldi fimta bókin Harry Potter og Føniksfylkingin "bara" fimm milliónir eintøk eftir somu tíð. Loyniligt Sjáldan verður gjørt so nógv burturúr eini bókaútgávu, og eisini fingu bókhandlar strong boð um, ikki so mikið sum at vísa húsan á bókini fram í sjón- varpinum ella aðrastaðni áðrenn sjálvan útgávudagin. Sjálvt ikki eskjurnar kundu standa frammi í handlinum. Men hví verður alt hetta hóvastákið gjørt burturúr? Bókin fær um dagarnar blandað ummæli frá ummælarum kring heimin. Politiken heldur, at J.K. Rowling hevur sum rithøvundur gjørt eitt betri arbeiði enn í undanfarnu bókunum. Ummæl- arin hjá New York Times heldur somuleiðis, at bókin inniheldur eitt frálíkt samanspæl millum teir ymisku persónarnar. NYT vil eisini vera við, at Harry Potter kann samanberast við Luke Skywalker, og at brot av søgu- gongdini eisini kunnu síggjast aftur í Star Wars filmum. Eisini í Berlingske Tidende fáa Potter og hansara fólk framúr viðmæli. Kari Sønsthagen gevur bókini fimm út av seks møgu- ligum stjørnum. Heimsskaldskapur Fyri at venda aftur til ummælið í New York Times, samanber um- mælarin Potter-bøkurnar við stóran heimsskaldskap, sum til dømis Ringanna Harri hjá J.R.R Tolkien. Ikki kann sigast annað enn, at tað eru stór orð at fáa við á vegnum. Jyllands-Posten ber hinvegin ikki bert rósandi orð til bókina. "Tað slepst ikki undan, at nakað av tómgongd er í bókini... Men hóast tað, kann ein gleðast yvir smittandi forteljigleðina hjá Rowling..." skrivar Jyllands- Posten. Hvussu er ella ikki, so megnar Rowling at rúnarbinda fleiri milliónir lesarar í fleiri tímar við sínum gandakynstrum. Hon vekir innara barnið í flestu vaksnum fólkum og minnir okkum á, at vit øll viðhvørt hava brúk fyri at flýggja inn í ein ókendan heim. Ein heim, har hon við gávumild- ari hond stroyir við skemtiligum hendingum, álvarsmálum, myrkri og einum hugflogi, ið fer hægri upp enn hjá teimum flestu. Og samanlagt verður hetta til ein fantastiskan cocktail, ið inni- heldur allar tær røttu eindirnar, ið skapa spennandi og hugtakandi bøkur. Metseljarar í donskum bókabúðum: Fagrar bókmentir: 1. Dan Brown, Da Vinci mysteriet 2. Dan Brown, Engle og dæmoner 3. Boisen/Stockman, Michael Laudrups tænder 4. Christian Jungersen, Undtagelsen 5. Sara Blædel, Kald mig prinsesse 6. Lind/Thorsen, Nynnes dagbog 2 7. Morten Ramsland, Hundehoved 8. Camilla Stockman, Nyforelskelse og andre cykelstyrt 9. Maria Helleberg, Den hellige Knud 10. Paul Auster, Brooklyn Dårskab Yrkisbókmentir: 1. Boisen/Stockman, Michael Laudrups tænder 2. Michael Baigent et. Al., Helligt blod, hellig gral 3. Michael Jeppesen, Før ørerne falder af 4. Erik Bolie, Politikens Handyman 5. Tor Nørretranders, Menneskeføde 6. Sofia Manning, Coaching 7. Mireilli Guiliano, Franske kvinder bliver ikke fede 8. Lucy Knox, Sommerfristelser på webergrillen 9. Lene Hansson, Du er hvad du spiser 10. Sissel-Jo Gazan, Sig ja! Endurminningar: 1. B.S. Christiansen, Et liv på kanten 2. Annelise Bistrup, Margrethe 3. Herbert Pundik, Det er ikke nok at overleve 4. Lars Werge, Drømmeholdet 5. Erik Brandt, Brandt 6. Stig Ørskov et.al, Mærsk - manden og magten 7. Preben Wilhjelm, Fra min tid 8. Bill Clinton, Mit liv 9. Fersmark/Tejlman, Maria 10. Paul Dahl, Jægersoldat i en terrortid Kelda: www.gad.dk, 22.07.05 130 ára gamal metseljari Meir enn 130 ár eftir at hann doyði, liggur franski høvundurin Alexandre Dumas, hann sum skrivaði Teir tríggir Musketer- arnir, ovast á metseljaralistum við "spildurnýggjari" skaldsøgu. Tað var Dumas-granskarin Claude Schopp, sum av tilvild fekk frænir av, at Dumas var í ferð við at skrivað handritið til eina skaldsøgu, tá hann doyði í 1870. Handritið til bókina Le chevalier de Saint-Hermine er ongantíð útgivið fyrr, men partar av tí stóðu at lesa sum framhalds- søga í einum fronskum blað um tað mundi - tó uttan at nakar visti, at hetta var byrjanin til eina skaldsøgu. Le chevalier de Saint-Hermine er eitt klassiskt Dumas ævintýr, sum ferð fram í Fraklandi fyrstu árini undir Napoleon. Eitt av hæddarpunktunum er ein blóðug lýsing av slagnum við Trafalgar, har lesarin millum annað fær at vita, hvør, sambært Dumas, veruliga skjeyt admiral Nelson. At søgan í ávísan mun er ein sjálvævisøga tykist lítil ivi vera um. Pápi Dumas var nevnliga ein av rivalunum hjá Napoleon, og søgan lýsir ein ungan mann, sum hevnir pápa sín, sum er vorðin vanærdur av einum krígssinn- aðum einaræðisharra. Nýggja Dumas verkið hevur fingið framúr góð ummæli. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at bókaelskarar fá eina fyrstu út- gávu av einum stórmenni innan franskar bókmentir í hondina. Harry Potter í stjørnukríggi Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo Ummælarar eru ikki á einum málið um, hvussu væl J.K. Rowling megnar at rúnarbinda sínar lesarar hesu fer. Irving bólgnar John Irving fjepparar hava nú fingið lesitilfar til restina av summarfrítíðini. Seinasta bókin hjá John Irving kom út í síðstu viku, og er hon enn rúgvusmikl- ari, enn bøkurnar hjá Irving annars. 848 síður fyllir Until I find you um sjónleikarin Jack Burns, sum leitar eftor bæði sínum samleika og pápa sínum. Ferðin gongur ígjøgnum ein tatovør heim, gentu- og dreingja- skúlar umframt ymisk Holly- wood umhvørvi. Bert eina viku eftir útgávuna liggur bókin sum nr. 13 á amerikanskum metseljar- alistum.