leygardagur 23. juli 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 139 - 23. juli 2005
-Vit eru sum kristin
kallað í tænastu teim-
um til hjálpar, íð hava
ein likamligan ella
sálarligan tørv.
Kristnin er kallað í
arbeiðsklæði til tess at
prædika og gera misk-
unnarverk. Kirkjan
hevur eina dupulta
dagsskrá, t.e. missión
og diakoni segði Jógv-
an Fríðriksson m.a. í
prædiku síni í Skála
kirkju, tá Fjarðastevn-
an varð hildin herfyri.
Vit prenta prædikuna
Skála kirkja 7. s. e. trinitatis
1. tr. : Markus 8,1-9.
Ein løgin kensla bylgist
mær barmi í, nú kirkjan í
tímanum undan døgurða
vitjar hvørt húski og sigur
frá einum matundurið. Tað
sá annars ikki væl út fyri
nøkrum
døgum
síðani.
Løgið tyktist tað mær at
skula tosa um mat á einum
prædikastóli, meðan fleiri
eldri
og
førleikaskerd
møguliga mistu játtanina til
døgurðan. Hugsanin vitjaði,
at vit sum fólkakirkja við
øllum okkara føgru orðum
við dagsins prædiku kundu
missa trúvirðið. Tíbetur
varð ein loysn funnin á
hesum trupulleika, men best
var, um vit ongantíð vóru
komin í hesa støðuna.
Fyri nógvum árum síð-
ani, í sekstiárunum í undan-
farnu øld, orðaði hin kendi
týski guðfrøðingurin Dor-
othee Sølle henda setningin
"deyðin av breyði eina".
Dorothee Sølle var anda-
liga kveikt av frælsisguð-
frøðini, og hon royndi at
vísa á tey bleytu virðini í
eini tíð, har vápnini og tey
køldu virðini sum jarn og
betong settu dagsskránna.
Menniskjan doyr av breyði
eina er ein væl troffin út-
søgn. Tað skal meira til lív
og trivnað enn breyð.
Breyðið er ein fortreyt fyri
lívinum, men tað er ikki
nóg mikið í sjálvum sær. Til
trivnað og vælveru krevst,
at menniskjan hevur nakað
av liva av og nakað at liva
fyri. Talan er um eina anda-
liga dimensión, og fyri
Dorothee Sølle er tað týdn-
ingarmikið, at hin kristna
trúgvin, trúgvin á Jesus,
sæst aftur og fær fylgir í tí
borgarliga
og
politiska
lívinum.
Dorothee Sølle hevur
skrivað hópin av bókum, og
vit megna ikki í eini præd-
iku at lýsa hugsan hennara.
Tað mesta av tí, hon hevur
sagt, kveikir hugans virki,
sjálvt um nakað tykist
fremmant. Tað avgerandi er
ikki, um tikið kann vera
undir við øllum ein guð-
frøðingur sigur. Tað avger-
andi er at duga kynstrið at
lurta og lata seg kveikja, so
ein sjálvur kann koma til
eina greiða fatan og niður-
støðu.
Útsøgnin hjá Dorothe
Sølle "um deyðan av breyði
eina" hóskar væl inn í
okkara heimligu samfel-
agsstøðu. Tað er valla rætt,
at vit sum samfelag hugsa í
gróthørðum virðum og
gloyma tey veikaru í sam-
felagnum. Tað haltar í tí
samfelagsligu raðfesting-
ini, tá tey gomlu, sjúku og
menningartarnaðu vegna
tvørrandi fíggjarjáttan ikki
fáa ta røkt og tey tilboð,
sum vit annars við faklig-
um førleika kunnu røkka.
Vit mega varnast týdning-
in av teim bleytu virð-unum.
Til trivnað, vælveru og
lívsins uppihald er tað ikki
nóg mikið at hoyra tíðindini
um vegagerð, tunlar og
flogvøll. Tað er lívsneyðugt
at lívga andan, sál og sinnið.
Vit
mega
hava
eitt
viðkomandi sosialt medvit.
Eitt vælvirkandi samfelag
eigur at geva tí yngra ættar-
liðnum gætur, so tey hava
atgongd til hollan skúla og
yrkismenning. Ungdómurin
fær eisni gott í beinini av
kveikjandi og mennandi frí-
tíðarvirksemi. Eitt vælvirk-
andi samfelag eigur har-
afturat at hava ein hollan
eldrapolitik. Tað er all-
neyðugt, at dyrnar hjá teim
gomlu, íð búgva heima,
verða opnaðar, og eitt liv-
andi fólk sum likamligur
andi ber døgurðan á gátt.
"Góðan dag. Nú koma vit
við døgurðanum. Vit ynskja
tygum ein góðan dag, at
tygum mega njóta matin."
Tað snýr seg um mat á
borðið, og kirkjan eigur
ikki einvíst at tala inn í ella
út í samfelagið. Hin kristna
kirkjan hevur ábyrgd og
livir ikki í eini friðhalgaðari
sonu, har lívsins viðurskifti
verða mett óviðkomandi.
Tað vit vanliga kalla guðs-
dýrkan t.d. prædika, lov-
sangur og bøn er bara ein
partur av virksemi teirra
kristnu. Vit eru sum kristin
kalla í tænastu teimum til
hjálpar, íð hava ein likam-
ligan ella sálarligan tørv.
Kristnin er kallað í ar-
beiðsklæði til tess at præd-
ika og gera miskunnarverk.
Kirkjan hevur eina dupulta
dagsskrá, t.e. missión og
diakoni.
Í hesum verki er Jesus
teim kristnu ein fyrimynd. Í
allar mátar er Jesus væl
meiri enn alt annað. Hug-
tikin av Jesusi prísa vit Guðs
navni, at hann so sjónliga
hevur opinberað sín kær-
leika. Tess størri rúmd hin
stilla løtan í kvirru og djúp-
hugsni fær í okkara guðs-
trúgv, tess glaðari verður
trúgvin, tess hvøllari ljóðar
lovsangurin til Guðs heiður
og tess heitari slær hjartað,
tá vit síggja medmenniskjað
í neyð og svárari støðu.
Ein kristin kirkja er í síni
allýsing missionerandi. Hin
upprisni Jesus hevur givið
tey væl kendu dóps- og
missiónsboðini : "Mær er
fingið alt valdið í himli og á
jørð. Farið tí og gerið øll
fólkasløgini til lærusveinar
mínar, við tað at tit doypa
tey til navns faðirsins og
sonarins og hins heilaga
anda, og við tað at tit læra
tey at halda alt tað, íð eg
havi boðið tykkum. Og sí,
eg eri við tykkum allar
dagar alt til veraldar enda."
(Matt. 28,18-20)
At prædika evangeliið
um Jesus er uppgáva teirra
kristnu. Til hetta eru skip-
aðar tænastur. Í kirkjuni
hava vit prestarnar, sum á
ein serligan hátt eru kall-
aðir sum hirðar og um-
sjónarmenn kirkjuliðsins.
Prestarnir eru andaligir
leiðara, og teirra fremsta
uppgáva er at prædika ev-
angeliið, umsita sakrament-
ini og fremja kirkjuligar
gerðir, t.d. sálarrøkt. Aftur-
at prestunum kunnu vit
nevna tænasturnar sum
deknur,
urguleikari
og
klokkari. Kirkjutænararnir
gera eina drúgva og trúgva
tænastu í orðisins boðan.
Eisini leikfólkið hevur
eina virkna uppgávu í hes-
um prædikandi verki bæði í
og uttan fyri kirkjubygn-
ingin. Hugsa vit um fólka-
kirkjuna kunnu vit nevna
Heimamissiónina, Kirkju-
liga Missiónsfelagið, karis-
matikara og aðrar bólkar.
Hetta virksemið í missións-
og meinigheitshúsum hevur
verið mongum til signingar.
Alt er týdningarmið, men
serliga er at frøast um
barna- og ungdómsarbeiðið.
Sunnudagsskúlin er eitt
vælsignilsi og gevur børn-
unum eina andaliga barlast,
og júst í hesum døgum eru
summarlegurnar. Tað er
ríkidømið í sjálvum sær, at
Jesu navn verður nevnt fyri
børnum og vaksnum í tí
heimliga og í tí almenna
rúminum.
Hugsa vit um tann verk-
liga partin av kristnu trúnni
er myndin ein onnur. Vit
hava nógv tænandi fólk,
sum sjálvboðin gera ein
góðan gerning. Vit kunnu
nevna tænastufólk í kirkju-
ligum høpi, t.d. reingerð,
køksarbeiði
og
annað
handverk. Hugtakandi er at
síggja nakrar eldsálir í
millumtjóða hjálpararbeiði.
Nøkur virka í tí heimliga og
savna inn klæðir og heilig-
vág, meðan onnur vitja fá-
tæk støð úti í heimi. Harrin
signi hvønn og ein í sínum
gerningi.
Men hugsa vit um fólka-
kirkjuna, so er tað undr-
unarvert, at vit ikki hava
kallað fólk í tænastu sum
diakonar. Skriftin umtalar
hesa tænastu við stórum
orðum. Hin fyrsti kristni
pínslavátturin,
Stefanus,
var
diakonur.
Stefanus
virkaði fyri Harran, tá hann
í tí elstu kristnu kirkjuni
gjørdi tænastu við borðini.
At virka fyri Harran er
meira enn orðsins tænasta.
Andans kraft er sterk, og
bæði í orðsins og verkligari
tænastu
mega
vit
lata
okkum fylla við anda Guðs.
Meðan Stefan var steinaður
til deyða, bað hann fyri
atsóknamonnunum : "Harri
Jesus, tak tú ímóti anda
mínum!" Og hann fell á knæ
og rópaði við harðari rødd :
"Rokna teimum ikki hesa
synd uppí!" Og í tí hann
hetta segði, sovnaði hann
burtur." (Aps. 7,59-60)
Nakað av hesi sjón er
teim kristnu gagnlig, at vit
duga at síggja, at hvør
Harrans
tænari
hevur
óendaliga høgt virði, tí allar
orðsins tænastur og hvør
handalig tænasta er stór-
bær. Í Harrans víngarði er
eingin lítil tænasta. Øll
verk útinnt í Jesu navni eru
stórar tænastur.
Tann missiónerandi kirkj-
an er kallað í tænastu, og vit
mega sum kristin hava dirvi
at ganga inn í tað almenna
rúmið. Tað er mikið lættari
at halda seg innanveggja í
eini kirkju. Men vit eru sum
kirkja
kallað
at
bera
evangeliið út til fólkið og
heimsnins fólkasløg. Farið
út í allan heimin, segði
Jesus, og vit hava lyndi at
fara inn og lata dyrnar aftur
eftir okkum.
Jesus ræddist ikki tað
almenna rúmið. Í dagsins
prædiku er hann staddur á
heidnamanna jørð eystan
fyri Galileavatnið. Her í tí
fremmanda var stór manna-
múgva komin saman. Jesus
talaði lívsins orð og gjørdi
miskunnarverk. Ein deyvur
varð grøddur, so oyru hans-
ara opnaðust, og tungan
talaði ræðið. Fólkamongdin
prísaði Jesusi fyri undur-
verkið og segði ovfarin av
bilsni: "Alt hevur hann
gjørt væl, eisini deyv letur
hann hoyra og málleys
tala." (Mrk. 7,37)
Her í tí fremmanda varn-
ast Jesus, at mannamúgvan
hevur einki at eta. Ein
áhugaverd
útsøgn
um
Jesus, at hann gevur tí tími-
liga gætur. Hann ikki bara
varnast trupuleikan, men
tekur sjálvur stig til at
metta fólkið. Jesus rópar
lærusveinar sínar til sín og
sigur: "Mær tykir hjartaliga
synd í hesi mannamúgvu, tí
at í tríggjar dagar hava tey
nú dvølt hjá mær, og einki
hava tey at eta. Og lati eg
tey fara fastandi avstað
heim til sín, tá munnu tey
fáa maktarloysi á veginum,
og summi av teimum eru
komin langan veg."
Soleiðis er Jesus, hann
hevur umsorgan bæði fyri
likami, sál og anda. Ein rík
útsøgn um son Guðs, frels-
ara heimsins, at hann tók
hjartaliga synd í manna-
múgvuni, tí tey einki høvdu
at eta. Umsorgan og kær-
leiki, soleiðis kenna vit
Guð, tá hann gav heiminum
einborna son sín sum frels-
ara. Umsorgan og kærleiki,
soleiðis kenna vit Jesu
sinnalag.
Kærleikin
er
markleysur, hann er ikki
stað- og tíðarbundin. Kær-
leiki Guðs fevnir tað trygga
og kenda líkasovæl sum tað
fremmanda økið, har trúgv-
in hevur annað innihald enn
Ísraels Guð.
Lærusveinar Jesu hildu,
at uppgávan var møtimikil.
"Hvaðani skal nakar her í
oyðimørkini kunna metta
hesi við breyði?"
Hetta máttloysið vitjar
viðhvørt Harrans tænara,
og vit hava lyndi at stara
okkum blind í uppgávuni.
Ístaðin fyri at stara okkum
blind í uppgávuni, eiga vit
at hyggja uppá á Jesus, íð
hevur kallað okkum í
tænastu. Tað ómøguliga
verður tá mangan møguligt,
tí Jesus er sum lívsins Harri
svarið til heimsins neyð.
Sjey breyð vórðu brotin
og vælsignað av Jesusi.
Skarin settist niður á jørð-
ina og át seg mettan. Ein rík
løta saman við Jesusi.
Lærusveinarnir
hentaðu
upp í sjey tægur av molum,
íð vórðu til avlops.
Við atliti at missión og
diakoni vella fram nógvir
spurningar. Hvar og millum
hvørji ynski eg at prædika
Kristus? Havi eg dirvi at
virka for Kristus í tí
fremmanda á einum øki,
sum eg sjálvur meti er
fremmant fyri Kristusi?
Fær Kristus loyvi at kalla
meg í sína tænastu, ella seti
eg sjálvur skránna fyri
mínum virksemi.
Við atliti at tænastuni er
vert at minnast orð Jesu, at
tað er vandamikið at velja
tey frá, íð tykjast óverdug.
Tí Harrin Guð "letur sól
sína rísa fyri illum og
góðum og letur regna niður
yvir rættvís og órættvís."
(Matt. 5,45) Amen.
Missión og diakoni
- meðan breyðini ganga!
Jógvan Fríðriksson, prestur nam í prædiku síni herfyri við eitt
sera nógv umrøtt mál í samfelagnum, matur til tey eldru