leygardagur 23. juli 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2005
35
Sangirnir til Miðnáttar-
sangin á ólavsøku eru
flest allir fólkaogn, men
tað er nú lættari at syngja
við, tá man hevur sang-
hefti. Tí hevur Tórshavnar
kommuna
aftur
í
ár
prentað sanghefti, sum
fáast ókeypis í Snarskiv-
uni og á Kunningarstov-
uni. Harumframt fáast
heftini á Vaglinum áðrenn
og meðan sungið verður.
Sanghefti er komið
– Vit spældu har úti
við Skansan, og so
kom mamman og
segði, at nú fóru
menninir at
spreingja. So máttu
vit bara fara eitt
sindur burturfrá, siga
fimm gentur úr Havn
BARNAFRÍTÍÐ
Týsdagin upplivdu hesar
fimm genturnar nakað,
sum tær neyvan munnu
hava sæð so ofta: At nakrir
menn sprongdu niðri í fjør-
uni har Yviri við Strond.
Hesar fimm genturnar og
ein drongur spældu har í
nánd, tá nakrir menn, sum
arbeiða við at leggja ein
kloakk, fyrireikaðu seg til
eitt skot.
Mamma ta einu gentuna
kom oman til børnini, og
bað tey fara eitt sindur
burturfrá.
Á henda hátt kundu tey
síggja tað, sum fór fram,
samstundis sum tey vóru
uttanfyri sjálvt arbeiðsøkið,
um okkurt ikki gekk sum
tað skuldi.
Fyrst blástu menninir
tríggjar ferðir í eitt horn, og
síðani var sjálv spreinging-
in, sum ljóðaði nokkso har í
oyrunum á børnunum. Eftir
ta væleydnaðu spreinging-
ina blástu teir aftur í horn-
ið, fyri at vísa at nú var
vandin av.
Og so høvdu børnini
upplivað, hvussu ein ber
seg at við at spreingja fyri
eini kloakk Yviri við
Strond í Havn.
Aftaná fóru børnini nið-
an á sjálvan Skansan at
spæla. Har dáma teimum
serliga væl at spæla rundan
um tær stóru kanónirnar,
sum har eru.
Tíbetur loystu tær einki
skot av!
Eitt skot og annað
Børnunum dáma væl at spæla á Skansanum, serliga við tær stóru kanónirnar – f.v. Durita
Heinesen (9 ár), Simona Heinesen (14), Gunnvá Gunnarsdóttir Jacobsen (9), Allan Mouritsen
(10), Helena Gunnarsdóttir Jacobsen (12) og Rannvá Djurhuus Carlsen (10)
Myndeigari: Bjørg Djurhuus
Heðin handaði Astu blómur
Í samband við, at Kioskin
hjá Astu í gongugøtuni í
Havn verður 70 ár á ólav-
søku, handaði borgarstjórin
í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen, Astu eitt
blómutyssi
fríggjadagin
fyri døgurða.
- Vit eru grannar hjá
kioskini, og Asta er ein
býarmynd.
Kioskin
er
eisini ein partur av sam-
leikanum í býnum, og tí
valdu vit at handa henni eitt
blómutyssi fyri drúgva
tænastu, sigur borgarstjórin
í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen.
Tað var í 1935, at reyða
kioskin við Havnará varð
sett upp. Asta hevur arbeitt
í kioskini, síðan hon var 18
ár.
Nýtt Frøði útkomið
Í Frøði nummar 1 fyri
2005 eru greinar um
valskipanir, tsunami, kol-
vetni í undirgrundini,
heimadoktarar,
Møl-
heyggjar á Sandi, stara-
loppuna og eitt nýtt met,
sum hitin á Landgrunn-
inum setti í 2003.
Í greinini »Val, val, val
– nú tingið mannast skal«
greiðir
hagfrøðingurin
Petur Zachariasen frá ym-
iskum valskipanum, og
hann viðger eisini nakrar
vansar við galdandi løg-
tingsvalskipan. Tað verð-
ur gjørt við fleiri áhuga-
verdum taldømum, og
okkurt boð verður givið
um, hvussu valskipanin
kundi verið broytt, so
tingmannabýtið passaði
betur við valúrslitini.
Annan jóladag í fjør
rakti ein hervilig tsunami
stóran part av londunum
kring Indiahav, og síðani
hevur nógv verið tosað um
hetta fyribrigdi. Ein av
sjálvsøgdu spurningunum
í hesum sambandi er, um
ein slík alda kann raka
okkum. Henda spurning
viðger Lis Mortensen á
Jarðfrøðisavninum
í
áhugaverdari grein. Henn-
ara niðurstøða er, at ein
tsunami kann raka Føroy-
ar, tí Føroyar vórðu raktar
av eini tsunami fyri 7.200
árum síðani, og tað kann tí
sjálvandi henda aftur.
Í greinini »Kolvetni í
undirgrundini«
greiðir
jarðalisfrøðingurin Heri
Ziska frá, hvørjar treytir
skulu uppfyllast, um olja
skal finnast í undirgrund-
ini. Millum treytirnar eru,
at kolvetni er framleitt, at
goymslugrýti var til staðar,
at fellur vóru til staðar, og
at alt hetta var til staðar til
røttu tíð. Hetta eru týdn-
ingarmiklastu faktorarnir,
sum teir, sum leita eftir
olju í føroysku undir-
grundini, kanna fyri tíð-
ina. Við greiðum myndum
og
einfaldum
orðum
megnar Heri at greiða frá
hesum fyri flest okkara
ógvuliga torskilta evni.
Elin Súsanna Jacobsen
gav í fjør út eina søgurit-
gerð, har hon viðger elstu
partarnar av heilsuverks-
søgu okkara og í greinini
»Heimadoktara« greiðir
hon frá hesum áhuga-
verda og ikki sørt gátu-
føra partinum av heilsu-
verkssøguni.
Í fleiri av teimum sein-
astu útgávunum av Frøði
hava plantufrøðingar av
Náttúrugripasavninum
greitt frá áhugaverdum
støðum í Føroyum. Hesu
ferð greiðir Anna Maria
Fosaa frá áhugaverda
plantulívinum á Møl-
heyggjunum á Sandi, sum
er eitt av fáu náttúruøkj-
um okkara, sum er friðað.
Dorete Bloch er komin
til grein nummar fýra í
greinarøðini um skaða-
djór í Føroyum, og tað er
staraloppan, sum er undir
sjóneykuni hesuferð. Sum
vant greiðir Dorete frá,
hvussu vit kunnu fáa
trupulleikar av staralopp-
uni, eins og nøkur góð ráð
verða givin um, hvussu
hon verður bast.
Í summar hava mong
havt á orði, at tað hevur
verið naka kalt í veðrinum.
So var ikki við hitanum á
sjónum innast á Land-
grunninum, tí í 2003 máldi
Fiskirannsóknarstovan
hægsta sjóvarhitan nakran-
tíð á kanningarstøðini við
Oyrargjógv. Hesum greiðir
havfrøðingurin Karin Mar-
greta Larsen frá í greinini
»Hitin á Landgrunninum
sett nýtt met«, har hon eis-
ini viðgerð spurningin, um
hetta er eitt tekin um nógv
umrøddu alheims upphit-
ingina.