mikudagur 3. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á fyrsta arbeiðsdegi
sínum sum ríkisum-
boðsmaður, fekk
Søren Christensen,
nýggi ríkisumboðs-
maðurin, sína fyrstu
uppgávu á tingi.
Hann skal svara sjey
spuringum frá Høgna
Hoydal
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað eru beinleiðis polit-
iskar metingar hjá nýggja
ríkisumboðsmanninum, tá
hann í samrøðu við Útvarp-
ið m. a. sigur, at yvirtøku-
lógirnar og uttanríkispolit-
isku heimildarlógirnar geva
Føroyum størri sjálvræði
enn nakað annað øki í
heiminum, sum er í ríkis-
felagsskapi.
Tað heldur Høgni Hoy-
dal, formaður í Tjóðveldis-
flokkinum, sum longu á
fyrsta arbeiðsdegi ríkisum-
boðsmansins alment setti
fram skrivligan fyrispurn-
ing.
Høgni Hoydal heldur tað
eisini verða talan um polit-
iskar metingar, tá ríkisum-
boðsmaðurin sigur: - at tað
er loyvt andstøðuni at hava
sina egnu hugsan um lóg-
irnar, men at lógirnar eru
samtyktar soleiðis »at et
flertal efter en god og sund
demokratisk
diskussion
bestemmer, hvad reglerne
er, og det er det der er sket
her.«
Høgni Hoydal sigur, at
atfinningarnar hjá and-
støðuni mótvegis viðgerð-
ini av lógunum á løgtingi,
ið m. a. elvdu til misálit á
løgmann,v erða beinleiðis
settar til viks, tí Ríkisum-
boðið sigur talan hava verið
um »en god og sund demo-
kratisk diskussion«.
Tí vil Høgni Hoydal hava
at vita, hvat Ríkisumboðs-
maðurin byggir sínar niður-
støður á, og um vit kunnu
vænta, at ríkisumboðið fer
at hava ein virknan leiklut í
føroyskum politikki fram-
eftir - bæði í almenning-
inum og á løgtingi, hóast
hann ikki er fólkavaldur.
Teir sjey spurningarnir,
sum Høgni Hoydal vil hava
ríkisumboðsmannin
at
svara, eru hesir:
1. Nær og hvar er tann
gongdin farin fram í
sambandi
við
yvir-
tøkulógir
og
uttanríkispolitiskar
heimildarlógir,
sum
Ríkisumboðsmaðurin í
Útvarpi Føroya tann 1.
august 2005 lýsti so-
leiðis: "At det er jo en
del af et demokratis
spilleregler, at et flertal
efter en god og sund
demokratisk diskussion
bestemmer, hvad regler-
ne er, og det er det der
er sket her." ?
2. Hvat ítøkiligt hevur
verið "en god og sund
demokratisk debat" í
sambandi við løgting-
sins viðgerð av bæði
donsku og føroysku
yvirtøkulógini og uttan-
ríkispolitisku heimild-
arlógini, og hvat byggir
Ríkisumboðsmaðurin
sínar staðfestingar á?
3. Veit Ríkisumboðið um
nakað annað parlament
í heiminum, sum eftir
trimum vikum og við-
gerð á miðjari nátt, fyri
fyrstu ferð hevur sam-
tykt, at eitt parlament í
einum
øðrum
landi
hevur alt valdið, og at
ein onnur stjórn og eitt
annað parlament hava
allar heimildir í uttan-
ríkismálum - uttan at
fólkið
hevur
verið
spurt?
4. Veit Ríksumboðið um
Gallup-kanningina frá
juli 2005, ið vísir, at ein
meiriluti av føroyingum
er ímóti uttanríkispolit-
isku heimildarlógini, og
at meira enn ein triðing-
ur av teimum spurdu,
ikki vita, hvat tey skulu
halda? Heldur Ríkisum-
boðið, at hetta er tekin
um "en god og sund
demokratisk debat"?
5. Er nýggi Ríkisumboðs-
maðurin ósamdur við
fráfarandi Ríkisumboð,
Birgit Kleis, sum við
Sjónvarp Føroya hevur
sagt, at hon heldur ikki,
at nakað serligt nýtt er í
uttanríkispolitisku
heimildarlógini?
6. Tá Ríkisumboðið sigur,
at Føroyar hava meira
sjálvræði enn nakað
annað øki í heiminum,
sum er partur í einum
"ríkisfelagsskapi", hvat
samanber hann so Før-
oyar við, og hvar aðra-
staðni í heiminum verð-
ur nakað rópt fyri ein
"ríkisfelagsskapur",
sum ikki er millum
sjálvstøðug
lond
(hvussu verður ríkisfe-
lagsskapur
róptur
á
enskum)?
7. Hvørji onnur øki ella
dømi sipar Ríkisum-
boðið til, tá hann sam-
anber føroysku støðuna
við onnur? Er tað Ís-
land, sum longu fyri
meira enn 100 árum
síðani hevði vunnið sær
størri sjálvræðið enn
føroyingar hava og sum
ongantíð
samtykti
donsku grundlógina? Er
tað Isle of Man? Eru tað
Cook Islands og Niue,
sum eru sjálvstøðugur
limir í altjóða felags-
skapum í egnum navni
og hava egna grundlóg?
Eru
tað Aruba
og
Niðurlendsku
Antill-
urnar, sum hava egna
grundlóg og ikki eru
løgd undir niðurlendsku
grundlógina? Eru tað
Puerto Rico og North-
ern Mariana Islands?
Ella er tað Micronesia,
ið gjørdist sjálvstøðugt
við stuðli og 20 ára
skiftistíð frá USA?
4
Nr. 144 - 3. august 2005
Sjey spurningar
til ríkisumboðs-
mannin
Stjórin í Vinnuhúsin-
um fegnast um, at
einskiljingartilgongdi
n í næstum fer av
bakkastokki. Hann er
samdur við lands-
stýrinum um, at
peningurin frá sølun-
um av almennum
ognum fyrst og
fremst skulu nýtast til
at niðurrinda uttan-
landsskuldina
EINSKILJING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
- Hatta ljóðar sum heild
skilagott. Tað er rættiliga
positivt, at politikararnir
hava tikið sær um reiggj og
sett gongd á einskiljingar-
tilgongdina.
Stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, fegnast um
ætlanirnar hjá landsstýr-
inum at einskilja ein stóran
part av almennu fyritøk-
unum. Hann vísir á, at
Vinnuhúsið
seinastu
mongu árini hevur strongt á
fyri at fáa ferð á ein-
skiljingarnar, og nú tykist
endiliga gongd verða kom-
in á.
Í løgmansrøðuni á ólav-
søku kom undan kavi, at
landsstýrið hevur sett eina
tíðarætlan fyri nær tær
ymisku einskiljingar verða
framdar. Millum annað
hevur landsstýrið sett sær
fyri at einskilja Føroya
Lívstrygging, Fiskavirking,
Elektron og Farmaleiðir,
umframt partar av Føroya
Banka, Føroya Tele og
Atlantic Airways komandi
ár.
Skuld og íløgur
Í Degi og viku í gjár segði
løgmaður, Jóannes Eides-
gaard, seg vænta, at góðar
tvær milliardir krónur fóru
at koma burturúr ein-
skiljingunum.
Spurdur,
hvat upphæddin skuldi
nýtast til, svaraði løgmað-
ur, at tað fyrst og fremst var
uttanlandsskuldin
hjá
Føroyum sum skuldi niður-
rindast.
Hesum sjónarmiði er Jan
Mortensen samdur í.
- Eg er rættiliga samdur
við løgmanni í hesum. Tað
er
ógvuliga
týdningar-
mikið, at peningurin ikki
fer í "umløb", og heldur
verður nýttur til at niður-
rinda skuld, so vit fáa meira
luft á fíggjarlógini. Eg
haldi eisini, at vit eiga at
nýta ein part av peningin-
um til íløgur í framtíðina,
tað verið seg í útbúgving og
gransking, heldur stjórin í
Vinnuhúsinum.
Arbeiðsgevararnir taka undir
við landsstýrinum
Søren Christensen,
nýggi
ríkisumboðsmaðurin,
hevur longu fingið
fyrstu uppgávuna frá
Høgna Hoydal: Sjey
spurningar, har hann
skal útgreina tað, hann
segði við útvarpið
mánakvøldið