Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2005 5 Shaky leingir konsert- ferðina Shakin Stevens sum í vikuskiftinum fer á pallin í Klaksvík á Summar Festivalinum, hevur júst avgjørt at leingja konsertferðina við tveimum mánað- um. Eftirspurningurin er vorðin so stórur, eftir at Shaky er vorðin aktuellur aftur á enska hitlistanum við stak- fløguni Trouble, sum er ein væl eydnað end- urtulking av sanginum hjá amerikonsku song- kvinnuni Pink. Shaky hevur tí gjørt av at spæla konsertir árið út, sjálvt um hann í løtuni eisini sigst at arbeiða við nýggjum tilfari. Tveir mánaðir eru lagdir afturat skránni og fara teir at fevna um ymisk kend og væl vitjað spælistøð kring stórar partar av Onglandi, Skotlandi og heimstaðið hjá sangaranum, Wales. Eftir ætlan verða konsertir spældar í kendum spælistøðum, so sum Manchester Opera House, New- castle City Hall, Preston Guildhall, York Opera House og um miðjan december fer Shaky á pallin í tiltikna Shepherds Bush Empire í bretska høvuðsstaðnum Lond- on. Sangarin, sum í fjør var eitt hitt best selj- andi tónleikanavnið á danska popptindinum, kom fyrr í ár inn um bretska Top 5 við dupultu savnsfløguni The Collection. nud Ein illveðursdag á heysti í 1999 fór argjamaðurin, Kjartan Festirstein, á sjógv í eini roynd at fáa fatur á einum horni, hann misti í eini hvirlu. Nú seks ár seinni sær hann hornið aftur fyri fyrstu ferð HORN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósdagurin 9/9-99. Hesin dagurin við øllum níggju- tølunum fer seint í gloymskuna hjá í dag 17 ára gamla argjamanninum Kjartani Festirstein. Í illveðri er hann á veg út á Argir eftir venjing á Musikkskúlanum. Brádliga tekur ein hvirla hornkassan hjá Kjartani, og kassin fer á flog. Kjartan roynir at fáa hendur á kassanum aftur, men ólukkutíð verður Kjartan tikin við brotunum á Argjalandi og rekur skjótt frá landi. Lítla løtu seinni er hann eini 70 metrar frá landi. Í lívsvanda rópar Kjartan alt, tað hann er mentur, eftir hjálp, og stutt eftir leypa táverandi blaðmaðurin á Sosialinum, Høgni Mohr, og Hannus Petersen á blám- an fyri at bjarga smádrong- inum. Til alla eydnu eydn- ast tað Høgna og Hannusi at fáa Kjartan upp á turt í øllum góðum. Upprunin til sjálvan til- burðin á Argjum á heysti í 1999, hornið hjá Kjartani Festirstein, sá kortini eingin nakrantíð nakað aftur til. – Hatta er mítt Seinnapartin mánadagin støkkur sløkkiliðsmaðurin og froskmaðurin, Heiðrikur Christiansen, inn á gólvi á Miðlahúsinum í Vágsbotni. Seinastu góðu tvey árini hevur hann havt eitt horn liggjandi í fýrrúminum heima við hús, sum hann, í samband við eina van- lukku, fann á botninum við Skansabryggjuna í Havn fyri sløkum tveimum árum síðan. Stutt eftir, hann hevði funnið hornið, kom honum til hugs, at møguliga var tað hornið hjá Kjartani, sum var rikið ein kvartan fjórð- ing úr Argjalandið yvir á Skansabryggjuna við Mol- an í Havn. Henda illveðursdagin á heysti 1999, tá Kjartan Festirstein fór á sjógv, var Heiðrikur annar av monn- unum, sum var á staðnum fyri sløkkiliðið í Havn. – Eg havi eina tíð hugsa um tað møguliga kundi vera hornið hjá Kjartani, sum eg havi havt liggjandi í fýrrúminum, og at tað kundi verið stuttligt hjá honum at sæð aftur. Eg havi sett hornið eitt sindur í stand, men tað hevur verið so leingi á botni, at tað neyvan fæst at spæla aftur, greiðir Heiðrikur Christian- sen frá. Vit vóru skjót at ringja til Kjartan Festirstein, og spyrja hann um hann hevði stundir til at koma framvið at hyggja eftir horninum. Hann játtaði, og góðar 20 minuttir seinni var hann á Miðlahúsinum. – Jú hatta er tað hornið, eg misti handan dagin, er Kjartan skjótur at við- merkja, tá hann ber eyga við hornið aftur. Hornið sær ikki út av nógvum í dag. Rustað og gjarvaksið. Kjartan Fest- irstein vildi kortini fegin hava hornið í varðveitslu, hóast tað neyvan fæst stór- vegis tóni úr horninum aftur. Eitt gott minni um eina hendingaríkan tilburð. Hornið komið heimaftur – Drongurin rópti um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjarta- skerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð. Høgni Mohr, bjargingarmaður í Sosialinum 10.09.99 ” Seytjan ára gamli Kjartan Festirstein við horninum á staðnum, har hann datt á sjógv fyri 6 árum síðani Mynd: Bárður Lydersen Henda myndin er tikin stutt eftir, at tann tá 11 ára gamli Kjartan Festirstein er komin upp á turt aftur. Mynd: Savnsmynd