mikudagur 3. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 144 - 3. august 2005
Atgongumerkini til
Summar Festivalin
eru farin at ganga
undan. Nýggjasta
uppgerðin vísir, at
4.750 atgongumerki
eru seld, og nú verða
bara 250 atgongu-
merki afturat seld í
forsølu. Endaliga
skráin er nú kunn-
gjørd
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað verða sera nógv fólk til
Summar Festivalin í ár.
Forsølan hevur gingið
sera væl, og nýggjasta upp-
gerðin hjá fyrireikarunum
vísir, at 4.750 atgongu-
merki eru seld.
– Undirtøkan er heilt
ótrúlig, og tað fegnast vit
um. Vit hava avmarkað for-
søluna til 5000 atgongu-
merki til hvønn dagin. Tí
selja vit bara 250 atgongu-
merki afturat fyribils, sigur
Steintór Rasmussen, sum er
ein av fyrireikarunum.
Summar
Festivalurin
verður
fríggjadagin
og
leygardagin, og skráin fyri
festivalin er júst kunngjørd.
Hon sæst millum annað á
heimasíðuni hjá festival-
inum
-
www.summarfestivalur.fo
McFadden fríggja-
kvøld og Shaky
leygarkvøld
Fyrireikararnir hava nú al-
mannakunngjørt skránna
fyri festivalin, og tað verður
nógv spennandi at hoyra
bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið.
Báðar dagarnar spæla
stór føroysk og útlendsk
tónleikanøvn.
Fríggjakvøldið
verður
írski Brian McFadden høv-
uðsnavnið, meðan bæði
Shakin'
Stevens,
Ana
Johnsson og Anne Linnet
verða at hoyra leygarkvøld-
ið. Umframt tey stóru útl-
endsku nøvnini eru nógvir
spennandi føroyskir bólkar
við bæði kvøldini.
Í ár verða tríggir pallar á
Summar
Festivalinum.
Stóri pallurin er aftur í ár á
Vágsbø, men afturat hon-
um verða nú tveir aðrir
pallar. Á Flags-pallinum
fara fleiri bólkar at spæla,
meðan Silva-pallurin fer at
hýsa tónleiki, undirhaldi,
gykli og dansi.
– Vit halda okkum hava
sett saman eina sera spenn-
andi skrá, har børn og vaks-
in í øllum aldri kunnu fáa
tveir framúr góðar festival-
dagar við heimskendum og
landskendum tónleiki og
undirhaldi, siga fyrireikar-
arnir.
Gongur strúkandi við forsøluni
til Summar Festivalin
Skráin
Fríggjadagur 5. august 2005
Stóri pallur
Flags pallur
Silva pallur
19.30
Dólgarnir
20.15
The Dreams
21.00
Dansishow
21.30
Lawetz
22.15
Poppkorn
22.30
Úlpurnar
22.45
Gykl
23.00
Brian McFadden (I)
00.30
Týr
02.00
Festivaldansur
All That Tain
Leygardagur 6. august 2005
Stóri pallur
Flags pallur
Silva pallur
15.00
Barna & Trøllashow
16.30
Science Fiction
16.45
Fívil og undirhald
17.00
Silvi
17.15
Brandur
17.45
Gykl og gaman
18.00
Anne Linnet (DK)
19.00
I AM
19.30
Ola Nordskar (NO)
20.00
Ana Johnsson (SE)
21.00
Tvey av Kamarinum
21.30
Fríur pallur
22.00
Shakin’ Stevens (UK)
23.30
Eyðun & Terji
00.30
Straight Ahead
01.15
Dynamitt
02.00
Festivaldansur
Showmenn
Eivør Pálsdóttir er
við á fleiri nýggjum
íslendskum fløgum
og fern ú eisini at
royna seg sum lærari
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Íslendski
føroyavinurin
Jens Guð hevur júst verið í
Føroyum á G! festivali og
skrivar jaliga um tiltakið í
Frettablaðnum undir yvir-
skriftini;
Skinkufeit
festival.
Hann veit annars at siga
úr
Íslandi,
íslendingar
framvegis
fegnir
læna
Eivør Pálsdóttir og meta
hana sum eina av sínum
egnu. Kanska gleðiligt,
men tó metir Jens, at hetta
er eitt sindur løgið.
Eivør er nú við á eini
savnsfløgu,
ið
nevnist
»Íslendsku divurnar«. Ein
nýggj fløga nevnist eisini
»Acoustic Iceland« har 20
av teim best umtóktu sang-
arunum í Íslandi luttaka við
akkustiskum løgum. Har
eru t.d. Bubbi, Rómeo og
Júlia, Eivør við Við geng-
um tvø.
Jens er Eivør fjeppari um
ein háls, og tað kennist
honum eitt sindur løgið, at
íslendarar soleiðis »læna«
føroysku Eivør til eina
fløgu, nevnd Acoustic
Iceland.
Lærari
tað nýggjasta er, at Eivør
nú fer at royna seg sum
lærari í sangi. Songskúli
Mariu og Siggu, ein skúli
fyri ungar sangarar, lýsir nú
við, at Eivør er ein av lær-
arum teirra hendan kom-
andi veturin.
Tær siga við Jens Guð, at
Eivør er ein av størstu
sangarum í dag, hon hevur
tað tær nevna klassiska
bakgrund, og tær vilja fegn-
ar, at næmingarnir sleppa at
nema sær kunnleika frá
teim bestu innan popptón-
leikin. Eivør skal taka sær
av tannárinum, ið longu
hava roynt seg innan popp-
tónleikin.
Eivør sum lærari