týsdagur 3. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 189 - 3. oktober 2000
gult cyan magenta svart
ANSIÐ VÆL EFTIR
HESUM MONNUNUM
Sosialurin - 311820
MÁNADAGIN 14/10 FARA TEIR
AT FREMJA STØRSTA
MILLIÓNKVETTI Í FØROYA SØGU
Á STARAVEGI 5 Í HAVN
Nøvnini á monnunum eru Jarnhold Nattestad og Vinjard Johansen.
Teir eru siðst sæddir á Staravegi 5. Har fara teir sum høvuðs-
menn at leggja lunnar undir Føroya størsta hvítvøruhandil.
Konkurrentarnir eru í døpurhuga um ætlan teirra.
Vápnini, teir nýta, eru:
• Føroya størsta úrval av hvítvørum
• Føroya lægstu hvítvøruprísir
Møtið stundisliga leygardagin 14/10 kl. 9.00
á Staravegi 5, tá Jarnhold og Vinjard fara til verka!
STARAVEGUR 5 • 100 TÓRSHAVN
TELEFON 31 49 50
R.
C.
Effersøes
g
øt
a
E
yst
ari
Ringv
eg
ur
Staravegur
Smyrilsvegur
Falkavegur
Heykavegur
UPPI
Á
HÁLSI
T
ja
l
d
u
r
s
v
e
g
u
r
Mett ástað
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Tillukku VB
LOKSINS eydnaðist tað einum av okkara elstu
fótbóltsfeløgum, Vágs Bóltfelag ella betri kent sum
VB, at vinna føroyskameistaraheitið í fótbólti í bestu
deildini. Hetta er stórfingna og gullrandaða føð-
ingardagsgávan, sum spælarar, venjarar og hjálp-
arfólk hjá liðnum, nú kunnu lata sínum egna felag
í gávu á 95 ára degnum. Vakrari og betri gávu
kundi heimbygdin ikki fingið á hesum stóra degi.
TAÐ er so ikki uttan stríð, strev og sveitta, at 1.
deildarliðið hjá VB hevur vunnið sær sæti í gull-
stólinum í kappingini í ár. Liðið hevur vunnið eitt
uppiborið meistaraskap.
NEYVAN nakrantíð í føroyskari fótbóltssøgu hava
so mong ynskt so nógv gott fyri so fá, sum henda
dagin, tá VB skuldi standa sína seinastu styrki-
roynd: at vinna á B36, sum fyri bert eini viku síðani
vann erkafíggindanum HB neisir. Tað er ikki ov
nógv sagt, at nærum allar Føroyar krossaðu fingrar
fyri VB, vágbingum og Vági henda dagin. Hóast
øll eru sær sjálvum næst í fótbóltskappingum, so
átti VB heiðurspoláss í mongum hjørtum henda
seinasta leikdagin í landskappingini.
TAÐ vildi eisini verið ótrúliga spell, um hesin so
týðandi søguligi og psykologiski sigurin glapp
vágbingum av hondum á sjálvari málstrikuni av-
gerandi dagin, nú liðið hevði spælt seg fram til
oddasessin. Men tað vildi so til, at VB-spælararnir
eisini henda dagin vístu gott spæl og vóru sera
málsøkjandi. Men B36 spældi eins væl henda
dagin, og tað var um reppið, at B36 handaði
erkafíggindanum í Havn, HB sigurin. Úrslitið 2-1
til VB var uppiborið. Tann besti vinnur, og soleiðis
var eisini henda dagin. VB vann sína fyrstu fótbólts-
landskapping nakrantíð við manér. Vit ynskja teim-
um tillukku.
Á sama hátt sum landsliðið fær sjóvað okkum
føroyingar saman sum fólk og gevur samleikanum
ítøkiligt innihald, so fær 1. deildarliðið hjá VB sjóvað
saman vágbingar í heimbygdini og runt um landið
alt og fær givið samleikanum at vera vágbingur
innihald. Eftir mongu brotasjógvarnar í 90-unum,
har nettupp Vágs bygd mundi vera tað plássið í
landinum, sum var ringast rakt, kemur ein slíkur
sigur - um enn tað bara er eitt spæl - sera væl við.
Hann fløvar. Hann gevur sjálvsálit. Hann er við til
at styrkja og menna aftur trúnna uppá - ikki bara
tað at vera vágbingur - men eisini at framtíð er í
heimbygdini, framtíð er í at skapa lív og livilíkindi
fyri komandi ættarliðum á hesum plássinum hóast
mongu bakkøstini.
EIN kann kanska loyva sær at siga, at ein slíkur
sigur psykologiskt er nógv meira verdur enn bæði
nýggjur Smyril og útlitið fyri nýggjum vinnuvirkjum
og harvið er hann eitt vælkomið lot í seglini á tí
útjaðaraskútu, sum politikarar siga seg hava lagt
kjølin til. Peningur og stórar ætlanir eru avgerandi
fyri framburði og vøkstri, men eisini tey menn-
iskjansligu virðini, sum vit eru felags um, hava so
sanniliga eisini stóran týdning. Og hvat hevur størri
menniskjansligt virði í Vági í hesum døgum enn
júst heimliga fótbóltsliðið! Enn einaferð vágbingar
og Vágs bygd - hjartaliga tillukku.
Ja, dáttligt komu boðini
hósdagin tann 07. sept.,
at tú góða Lydia ikki
vart ímillum okkum
longur.
»Best sum sólin fagr-
ast skínur, deyðin inn
um dyrnar trínur.« Ja,
sannleikan í hesum orð-
um mugu vit ásanna enn
einaferð. Lítið vardi tað
meg, at vit sóust fyri
síðstu ferð, tann dagin á
keiini, tá ið Vesturvón
kom heim av fiskiskapi.
Siti og hugsi um teg, og
tankarnir leita aftur í tíðina til barnaárini, har vit
sum smágentur leiktu við barnsins lætta lyndi. Tíðin
var okkara, lívið ljóst og lætt fyri framman. Vit
gjørdust tilkomnar, blivu giftar, fingu børn. Ja, tíðin
rennur sum streymur í á. Árini gingu, børnini vuksu,
fóru hvør í sína ætt.
Góða Lydia, tú vart ein góð kona og mamma. Tú
gekst høgt uppí børnini, tey vóru títt eitt og alt. Tú
fjálgaði um heimið og altíð vart tú blíð at koma inn
til. Altíð vart tú tilreiðar at rætta eina hjálpandi
hond og tað mundu vera fáar konfirmatiónir tú ikki
vart biðin at kóka tínar vælumtóktu kleynir.
Gott var vinalagið og samanhaldið millum okkum
konurnar »niðri í Stretinum«.Tíðin var ein onnur.
Vit vitjaðu ofta hvørja aðra, sótu við stokkum, fóru
túrar við børnunum. Óteljandi ferðir vóru vit við
teimum á seiðabergi.
Ja mong og rík eru minnini.
Ymiskt er sum lagnutráðurin verður spunnin. Bert
57 ára gomul varð tú kalla heim til Harran. Títt
lívsljós var niðurbrunnið.
Góði Christian, Tommy, Torfinn, Christly og
Tony-Heri. Stórur er saknurin, tit hava mist eina
góða konu og mammu. Eg havi djúpa samkenslu
við tykkum. Eg hugsi nógv um tykkum í hesu sváru
tíð.
Svárt má tað eisini vera hjá tær, Siggi-Mia, tí
Lydia var tín eygnasteinur.
Má harrin styrkja tykkum í sorgini.
Góða Lydia, tú verður ikki gloymd, men í hjart-
anum væl goymd
Vinkona tín Kristina
Orsakað av prentvillum, prenta vit hesi minningarorð
umaftur.
Blaðstjórnin
Minningarorð
Lydia Johannesen
f. 04.02.1943 - d. 07.09.2000
Leygarkvøldið varnaðist ein
ung kvinna, at onkur hevði
verið í so langfingraður
móti henni.
Hon var saman við nógv-
um øðrum til veitslu í ítrótt-
arhøllini á Hálsi, tá hon
brádliga varnaðist, at onkur
Tað er eftir øllum at døma
nógv grind við Føroyar fyri
tíðina. Fríggjadagin fekk
løgreglan boð um, at ein
stórur flokkur av springar-
um var sæddur við flesjar-
nar.
- Tað eydnaðist kortini
ikki at fáa fatur á springar-
unum, tí teir hildu við tann
spentar ál — ella við sjógv
á baki — eystur í hav, greið-
ir vakthavandi á støðini í
Havn frá.
st
Savnsmynd
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var um tvey tíðina
sunnumorgunin, at alarm-
sentralurin fekk boð um, at
eldur var í einum ruskílæti
við Velbastaðvegin í Havn.
Ruskílæti
stendur
við
Barnagarðin við Velbastað-
vegin, og vildi illa til, so
festi eldurín í bygningin eis-
ini.
So illa var nú kortini ikki
statt. Tað eydnaðist at
sløkkja eldin áðrenn, og tað
var gott, tí sambært vakt-
havandi á støðini í Havn, so
kundi stórskaði staðist av.
Springaraboð við Flesjarnar
Eldur í við
barnagarð
Vildi illa til, so kundi eldur verið komin í
Barnagarðin við Velbastaðvegin sunnu-
náttina. Eldur var í einum ruskílæti, men
tíbetur fekk eldurin ikki fatur í klædningin
Sum skilst so er eldurin í
ruskílætinum helst ásettur.
Vakthavandi sigur, at tey
hava frætt um 12 til 14 ára
gomul ungfólk, sum hava
verið
í
økinum
beint
frammanundan, men at tað
kortini ikki hevur eydnast
løgregluni at finna tey.
- Tí ber ikki til at siga,
um tað eru tey ella ikki.
Hinvegin kann talan eisini
vera um, at onkur — av
ósketni — hevur tveitt
onkra glóð niður í ruskílæti,
og so eru tað ikki tey ungu,
sum hava ábyrgdina, sigur
vakthavandi.
var farin avstað við frakk-
anum og taskuni.
Um tað er av tilvild ella
tað er við fríum vilja, skal
vera ósagt, men í fyrsta um-
fari hevur kvinnan boðað
løgregluni frá í teirri vón,
at fáa frakka og tasku aftur.
Taska og
frakki stolin
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin