týsdagur 3. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYÐUN KLAKSTEIN
– Tær almennu rakstrarútr-
eiðslurnar vaksa við himm-
alrópandi ferð, og tað er
full-komiliga
burturvið,
heldur formaðurin í Sam-
bandsflokkinum.
– Tað er ørskapur at lata
almennu rakstrarútreiðsl-
urnar vaksa so nógv, tá pri-
vata vinnulívið og handils-
lívið hevur tað gott, sigur
Edmund Joensen.
Hann vísir á, at vøksturin
í rakstrarútreiðlunum er ein-
ar 400 milliónir í ár, og tá
tað eisini verið tikið við í
myndina, at landskassin er
sloppin undan rentuútreiðsl-
EYÐUN KLAKSTEIN
- Tað er óført, at tað ber til
at koma við einum fíggjar-
lógaruppskoti, sum stað-
festir ein framhaldandi
vøkstur í føroyska búskap-
inum. Tað fegnast vit eisini
um, sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður í Javnað-
Gongdin er hættislig
Edmund Joensen kallar stóra vøksturin í almennu rakstrarútreiðslunum fyri
ørskap, og heldur búskapargongdina verða hættisliga
um í sambandi við banka-
málið, er talan um ein
vøkstur upp á næstan 600
milliónir.
– Hetta má verða størsti
vøksturin í Føroya søgu og
boðar frá eini hættisligari
búskapargongd. Her eru
ongar sparingar í rakstrin-
um, men til dømis bara ein
støðug hækking av útreiðsl-
unum til umsitingina, sigur
Edmund Joensen
Eingin uppsparing
Hóast seinastu fíggjarlóg-
irnar hava givið fitt yvir-
skot, saknar Edmund Joen-
sen at síggja nógv umtalaðu
uppsparingina hjá lands-
kassanum.
– Innistandandi í Lands-
bankanum er vaksið við
umleið 250 milliónum síð-
ani hetta landsstýrið tók við
í 1998, og tí má eg spyrja,
hvar uppsparingin, sum
skuldi verið gjørd í hesum
gullárunum hjá føroyska
búskapinum, er.
Edmund Joensen heldur,
at landsstýrið roynir at fáa
fíggjarlógina at síggja betri
út, enn hon í veruleikanum
er.
– Avlopið verður sagt at
verða 481 milliónir, men tað
er áðrenn avdráttir, og tí er
veruliga avlopið 347 milli-
ónir. Tá vit so av royndum
vita, at landsstýrið støðugt
kemur við eykajáttanarlóg-
um gjøgnum árið, er mynd-
in ikki so ljósareyð, sum
landsstýrið vil gera hana til,
sigur Edmund Joensen.
– Tá vit so eisini hugsa
um, at landsstýrið ætlar at
loysa og avskaffa ríkisveit-
ingina, ber til at staðfesta,
at so er liðugt við vælferð-
arsamfelagunum og íløgum
í tunnlar og annað. Tað
prógvar hetta fíggjarlógar-
uppskotið.
Edmund Joensen stúrir fyri búskapargongdini í Føroyum.
Hann heldur, at talan er um ørskap at lata almennur
útreiðslunar vaksa nógv
Fegnast um
búskaparvøksturin
Formaðurin í Javnaðarflokkinum fegnast um framhaldandi búskaparvøkstur í
Føroyum, men er ivasamur mótvegis stóra avlopinum á fíggjarlógaruppskotinum
arflokkinum um fíggjarlóg-
aruppskotið hjá landsstýr-
inum, sum varð almanna-
kunngjørt fríggjadagin.
– Roknað verður við um-
leið 5 prosentum í búskap-
arvøkstri komandi ár, og tað
er gott. Hinvegin kunnu vit
so staðfesta, at sjálvt í so
góðum tíðum ber tað ikki
til hjá okkum at klára okk-
um uttan ríkisveitingina úr
Danmark, tí verður tann
lítla milliardin í blokkstuðli
frároknað, er talan um eitt
hall upp eina hálva milliard.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at samgonguflokkarnir,
sum vilja av við ríkisveit-
ingina, hava nakað at hugsa
um, tá føroyski búskapurin
sjálvt í góðum tíðum hevur
blokkstuðilin fyri neyðini.
Taka nógvar pengar
frá fólki
Landsstýrið roknar við ein-
um avlopi upp á ein hálva
milliard á fíggjarlógini
næsta ár.
– Tað eru nøkur ting í
samfelagnum, sum hava
verið forsømd seinastu
árini, og har neyðugt er við
stórum íløgum. Eitt nú tá
talan er um Landssjúkra-
húsið og eldraøkið, og tí
kanst tú ivast eitt sindur í
stóra avlopinum, heldur for-
maður Javnaðarfloksins.
– Tað er púra rætt, at allar
íløgurnar kunnu ikki gerast
í senn, tí búskapurin skal
ikki hitast enn meira, men
Jóannes Eidesgaard ivast í, um tað er rætt at taka so
nógvar pengar frá fólki í skatti og avgjøldum, tá avlopið á
fíggjarlógini framhaldandi er so stórt
tað eru nakrar av íløgunum,
sum verða gjørdar uttan-
lands, og tí ikki seta meira
ferð á føroyska búskapin.
– Harafturat er tað eisini
eitt sindur ivasamt, um tað
er rætt at taka so nógvar
pengar frá fólki í skatti og
avgjøldum, tá avlopið fram-
haldandi er so stórt, sigur
Jóannes Eidesgaard.
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 189 - 3. oktober 2000
Nr. 189 - 3. oktober 2000
EDVARD JOENSEN
Fuglafirði: Enn ein tunnil
er liðugur inni í berginum
við havnarlagið í Fuglafirði.
Høllin, sum nú er sprongd,
er tann fjórða og kostar um-
leið hálvasættu millión
krónur.
Grótið, sum komið er úr
tunnlinum, er brúkt til víðk-
an av havnarlagnum í
Fuglafirði. Havsbrún hevur
júst bygt nýggjar fóðursiloir
og goymsluhøll, og er hetta
sett á økið, sum er planerað
við tunnilsgróti.
Ætlanir eru um ein tunnil
aftrat, sigur Pætur Joensen,
býarverkfrøðingur í Fugla-
firði. Og tað grótið skal so
aftur nýtast til ífyllu undir
nýggjari útbygging hjá
Havsbrún.
Fuglafjarðar Kommuna
manglar bæði goymslurúm
og havnarøki, sigur Pætur
Joensen. Tá grótið verður
brúkt til útfylling í havnini,
fæst umleið sama økið, sum
fæst av gólvvídd inni í fjall-
inum. Nýggja høllin inni í
berginum er umleið 2.300
fermetrar, og tað fæst sama
vídd av havnarøki, tá fylt
verður út. Soleiðis fær
kommunan dupult burtur úr
at spreingja hol inn í bergið.
Tað fáast umleið 26.000
kubikmetrar av gróti burtur
úr einum slíkum tunnli.
Fuglafjarðar Kommuna
ger arbeiðið, sigur býar-
verkfrøðingurin í Fugla-
firði. Kommunan leigar am-
boð og fólk frá landsverk-
frøðinginum. Hetta er fólk,
sum hevur arbeitt við tunn-
ilspreinging og tí kennir til
arbeiðið.
Fuglafjarðar Kommuna
eigur goymsluhølini inni í
berginum, men leigar tey út
til felagið Bergfrost, sum
Enn ein
tunnil í
Fuglafirði
Goymslurúmið í berginum við
havnarlagið í Fuglafirði økist,
samstundis sum fylt verður út í
sjálvari havnini. Tá tunnil verður
sprongdur inni í berginum, verður
grótið nýtt til undirlag á sjónum
Grótið úr tunnlinum verður brúkt til undirlag undir útbyggingini hjá Havsbrún
Mynd: Edvard Joensen
umsitir økið. Hetta felagið
leigar so aftur til onnur, sum
hava brúk fyri eitt nú frysti-
rúmum
ella
vanligum
goymslurúmum, sum eisini
eru inni í berginum. Eitt nú
alifóður verður goymt har
inni, sigur Pætur Joensen.
Umhvørvisliga hevur tað
eingi árin, at sprongt verður
inn undir bygdina, sigur
Pætur Joensen. Frástøðan
millum hallirnar er so stór,
at tað er als eingin vandi
fyri, at tað sjunkar ella í
ringasta falli søkkur saman.
Fólk eru ógvuliga tolin og
hava vant seg við, at tað
ristir eitt sindur, tá sprongt
verður. Eisini verða tey
ávarað hvørja ferð, sigur
hann.
Av øðrum arbeiðum,
Fuglafjarðar Kommuna er í
ferð við, nevnir býarverk-
frøðingurin, at vegur verður
gjørdur Vesturi í Bø. Har
eru nøkur hús, sum ongan
veg hava, og samstundis
verður nýggj útstykking
gjørd við umleið átta grund-
stykkjum. Kostnaðurin fyri
ta verkætlanina liggur um
einar fýra-fimm milliónir.
Pætur Joensen sigur, at
eftirspurningurin
eftir
grundstykkjum í Fuglafirði
er stórur. Talan er í stóran
mun um burturfluttar fugl-
firðingar, sum koma aftur,
sigur hann. Fólk, sum ar-
beiðir í Fuglafirði og helst
vil búgva á staðnum.
Vatnverkið í Fuglafirði er
útbygt, men neyðugt verður
at fáa eina vatngoymslu,
sum helst má gerast í fjøll-
unum onkustaðni. Men enn
er tann ætlanin ikki komin
longur enn til umhugsunar,
sigur býarvekfrøðigurin.
Kommunan hevur nýliga
gjørt nýggja brandstøð og
nýggj læknahøli eru eisini
innrættað. Úti á Kambdsali
er planerað og gjørt klárt til
ein bygning, sum elektrik-
aravirki í Fuglafirði fer at
byggja.
SVEINUR TRÓNDARSON
Fólk á Saltnesi vaknaðu við
kaldan dreym um fýratíðina
sunnumorgunin. Uttanfyri
hoyrdist gresj av mettali,
sum fór singlandi eftir veg-
num, eftir at hava tikið
knappar fjøruti metrar av
stakitti við sær á vegnum.
Talan er um ein bil, sum
var á veg úteftir. Stutt eftir
svingið úr Runavík hevur
bilførarin, sum var einsa-
mallur í bilinum, eftir øllum
at døma mist tamarhaldi á
bilinum. Eftir bremsispor-
unum á vegnum at døma,
hevur hann roynt at bremsa,
men tað hevur einki hjálpt.
Bilurin er síðani farin inn
í ein garð, sum hann hevur
jarðlagt, so gott sum allan.
- Hann hevur kvett einar
19 pelar av og skrætt alt
stakitti niður, sigur vakthav-
andi á løgreglustøðini í
Runavík.
Sum skilst á løgregluni,
so er tað eitt harrans undur,
at maðurin, sum var einsa-
mallur í bilinum er á lívi.
Bilurin er so illa farin, at
løgreglumenninir,
ikki
sóðu, hvat slag av bili talan
var um.
- Nei, hann var ótrúliga
ljótur at síggja til. Og tað er
ófatuligt, at førarin, sum er
ein 30 ára gamal maður, er
komin frá óhappinum við
lívinum, sigur vakthavndi.
- Bilurin var snøgt sagt í
smasta smildi, leggur hann
afturat.
Sum skilst, so er førarin
helst slongdur úr bilinum,
sum er rullaður runt fleiri
ferðir áðrenn hann er steðg-
aður. Tá fólk kom á staðið,
lá maðurin frammanfyri
bilin, og hann var illa at
holdum komin.
Boð vórðu send eftir
sjúkrabili alt fyri eitt, og tí
kom maðurin skjótt undir
læknahond.
Ov nógv ferð og rús-
drekka hava eftir øllum at
døma verið orsøkin til
ferðsluóhappi. Vakthavandi
á støðini í Runavík sigur, at
sporini í vegnum — og
garðurin, sum hann sá út
aftaná — geva ábendingar
um, at bilurin hevur koyrt
heilt óvanliga skjótt.
- Vit hava eisini mistanka
um, at bilførarin hevur verið
ávirkaður av rúsdrekka. Tí
er blóðroynd tikin av hon-
um, sigur vakthavandi í
Runavík, sum eins og eig-
ararnir av húsunum, bilurin
fór skreiðandi framvið, var
skelkaður av hendingini.
Tað er nú ikki so løgið
heldur, tí umframt at hava
skrætt stakitti niður, er ein
partur av tí slongdur inn
gjøgnum gongsvindeyga.
So tað er ikki so løgið, um
tey hava fingið sær ein
skelk.
Bilurin í smæsta smildri
Tað var eitt Guds undur, at bilførarin ikki lá eftir á, tá
hann knústi sær bilin á Saltnesi sunnunáttina, sigur
løgreglan í Runavík
So ótrúligt tað enn ljóðar,
so slapp bilførarin við
lívinum, tá hesin bilurin
varð smildraður sundur á
Saltnesi um fýratíðina
sunnunáttina.
Bilførarin, var einsa-
mallur í bilinum, var helst
slongdur úr bilinum.
Mynd: Jens Kr. Vang