Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norröna aftur klár at sigla leygardagin ÁKI BERTHOLDSEN Í hesi vikuni verður Norrøna aftur klár at seta í millumlandasigling. Hendan seinasta mánaðin hevur hon verið á skipa- smiðju í Fredericia, har ymiskt er gjørt við hana, eitt nú skuldi broytingar gerast umborð fyri at lúka altjóða skipasýniskrøvini. Størsta broytingin um- borð er, at biladekkið er býtt sundur í tríggjar deildir við vatntættum skottum, so at um sjógvur skuldi komið inn á biladekkið, sleppur hann bara um ein part av skipinum, og ikki um alt skipið. Somuleiðis eru bulb- ar gjørdir upp á reyvuna á henni, tað er eisini gjørt fyri at kunna halda krøvini um flótievni. Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at hetta arbeiðið er nú komið so langt, at Norrøna verður klár at seta í millumlandasigling aftur nú leygardagin . Fyrsta fráferðin verður úr Hanstholm leygardagin, til Føroya og so fer hon avstað aftur mánadagin. Millumlandasiglingin hevur verið so mikið væl eydnað, at tað hevur verið neyðugt at sigla fleiri ferðir, tí tað er ov lítið bara at sigla eina ferð. Í vetur er siglingin skipað Norrøna hevur á beding í ein mánaða , men nú er hon liðug aftur og verður sett í sigling leygardagin ÁKI BERTHOLDSEN Næsta ár skal Lands- sjúkrahúsið umvælast fyri 35 milliónir krónur. Tað er í hvussu so er ætlanin hjá Landsstýrin- um. Í uppskotinum til fíggj- arlóg fyri komandi ár, sum er løgd fyri tingið, hevur landsstýrið sett 35 milliónir av til at umvæla Landssjúkrahúsið fyri. Í ár vóru 10 milliónir settar til umvælingar, so næsta ár er upphæddin meiri enn trýfaldað. Landsstýrið sigur, at tað hevur leingi verið ill- gruni um, at bygningar- nirhjá Landssjúkrahúsin- um eru rættiliga illa farnir. Fyri 13 árum síðani byrjaði arbeiðið at um- væla bygningarnar, men í kreppuni, var játtanin tikin av og tá helt arbeiðið uppat. Í fjør setti landsstýrið so eina kanning í verk av støðuni. Úrslitið av hesi kanning vísir, at illgrunin um, hald var í illgrun- anum um, at standurin var heilt ringur og at vandi er fyri, at bygningarnir fara fyri heilt fyri skeyti, um ikki okkurt verður gjørt heilt skjótt. Kanningin vísir, at bæði bygningar og in- stallatiónir krevja stórar ábøtur. Nakrar av hesum ábøtum eru so álvarsligar, at ábøtur mugu gerast heilt skjótt. Tilsamans verður mett, at umvælingarnar fara at kosta 208 milliónir. Landsstýrið ætlar, at arbeiðið skal byrjað næsta ár og hevur skotið upp at seta 35 milliónir av til endamálið. Ætlanin er so, at arbeiðið skal halda fram út í eitt til í 2010, tá ið alt skal vera liðugt. Stórt viðlíkhald Annars krevur Lands- sjúkrahúsið eisini stórt viðlíkahald fyri at bygningarnir ikki skulu forfella upp aftur meiri. Og tá ið arbeiðið at um- væla teir er liður, krevst eisini eitt vælskipað viðlíkahaldsarbeiðið, so at Landssjúkrahúsið ikki aftur kemur í somu støðu sum nú. Landsstýrið roknar við, at tey komandu árini fer viðlíkahaldsarbeiðið at kosta 68 milliónir. Men tað er kortini ongin serstøk játtan sett av til tað endamálið. Landssjúkra- húsið um- vælast fyri 35 mió –Bygningarnir eru í so ringum standi, at verður onki gjørt heilt skjótt, fara teir fyri skeytið soleiðis, at líka vikur siglur hon tvær ferðir og ólíka vikur siglur hon eina ferð ímillum Hanstholm og Havnina. Umframt at farmurin er nógvur, er tað eisini alsamt fleiri ferðafólk at flyta. Fyrsta túrin eru eini 80 ferðafólk við og annan túrin aftur skulu 100 ferðafólk við. ÁKI BERTHOLDSEN Tey, sum verða dømd fyri siðamisbrot, eiga at kunna fáa sálarfrøðiliga viðgerð, tá ið tey hava sitið. Tað heldur Landsstýrið, og tí er uppskot sett fram um at játta pening til enda- málið á fíggjarlógini fyri komandi ár, sum varð løgd fyr itingið herfyri. Landsstýrið sigur, at í Danmark er tað so, at táið fólk, sum eru dømd fyri siðamisbrot, hava sitið eina tíð, fáa tey tilboð um sálar- frøðiliga viðgerð, um tey annars verða mett at vera skikkað til tað. Men sum støðan er nú, hevur psykiatriska deild Landssjúkrahúsinum afturvíst einum ynski frá kriminalforsorgini um at átaka sær uppgávuna at veita fólki, sum eru dømd fyri siðamisbrot psykolog- iska og, ella psykiatriska viðgerð. Hinvegin heldur krimi- nalforsorgin, at tað er neyð- ugt, at slík viðgerð kann veitast í Føroyum.Víst verð- ur á, at hetta er ein vaksandi trupulleiki og at tað tí er neyðugt, at psykiatriska deild verður før fyri at veita hesa viðgerðina. Hendan viðgerð skal fara fram um eitt longri ella styttri við- gerðarskeið. Landsstýrið sigur, at yvir- høvur er psykiatriska deild ógvuliga ovbyrjað, eisini innan onnur øki. Tí hevur Helena Dam á Neystabø gjørt av at hækka játtanina so mikið, at ein sálarfrøðingur kann setast í starv afturat og tað hevur hon skotið upp í uppskot- inum til fíggjarlóg fyri komandi ár. Fólk sum eru dømd fyri siðamisbrot fáa sálarfrøðing Kriminalforsorgin heldur, at tað er neyðugt, at slík viðgerð kann veitast í Føroyum Siðamisbrot er ein vaks- andi trupul- leiki í Føroy- um. Tí halda bæði Landsstýrið og Kriminal- forsorgin, at tað er neyðugt, at tey fólk, sum verða dømd fyri siðamisbrot, eisini kunnu fáa sálarfrøðiliga hjálp, tá ið tey hava sitið 6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 189 - 3. oktober 2000 Nr. 189 - 3. oktober 2000 JAN MÜLLER -Eg fari ikki at úttala meg uppá bakgrund av einum referati av fundi, sum hevur verið í einum lokalum velj- arafelag. Eg vil fegin hoyra frá teimum sjálvum, hvat tað er teir hava sagt. Hetta sigur Høgni Hoydal í eini viðmerking til úttalilsini hjá tveimum av landsstýris- monnum Fólkafloksins í Sosialinum í fríggjadagin. Tá søgdu Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen, at teir kunnu ikki taka undir við gongdini í fullveld- ismálinum, og at vit nú eiga at arbeiða fyri einum stig fyri stig politikki mótvegis dønum. – Verður hasin boðskap- urin ikki avsannaður, so er tað Fólkaflokkurin sjálvur, sum má finna út av, hvat hann vil sigur Høgni Hoy- dal og heldur fram: – Mín støða er fullkomiliga greið. Vit hava gjørt nakrar avtalur í samgonguskjalinum, og vit hava sagt í tinginum, hvussu vit skulu arbeiða, og tað hava vit hildið fult út. Hann vísir á, at tað er av- gerandi, tá vit eru í eini sam- ráðingarstøðu, at vit vita, at høvuðsendamálið hjá okk- ara samráðingarmótparti er at fáa split í samgonguna, og tá er tað ógvuliga um- JAN MÜLLER -Vit liggja í samráðingum við donsku stjórnina og hava har eina púra greiða strategi. Tað verður so ikki á einum veljarafundi , sum Sosialurin refererar frá, at tað verður kunngjørt, hvussu tað gongur í teimum samráðingunum sigur Anf- inn Kallsberg, løgmaður, sum sigur tað vera púra í leysum lofti, tá Sosialurin ber tíðindi fram frá fundi hjá Vága Fólkafloksfelag í farnu viku. Løgmaður við- gongur tó, at hann kann ikki gera aðrar viðmerking- ar, tí hann var ikki við á fundinum. Tað vóru tó tveir av lands- stýrismonnunum hjá Fólka- flokkinum, Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm, sum eisini vóru rættiliga av- gjørdir, tá teir úttalaðu seg til blaðið fríggjadagin. Løg- maður heldur tað tó vera langt millum yvirskrift á forsíðuni og innihald í blaðnum henda dagin, har flokkurin varð sagdur at hava broytt kós í fullveld- ismálinum. - Eg kenni í hvussu er einki til hasa broytingina í fullveldismál- inum, sum sipað verður til Hydro og Texaco rýma Fríggjadagin varð skeltið hjá oljufelagnum Texaco tikið av húsavegginum í Vágsbotni og flaggið hjá oljufelagnum Norsk Hydro varð tikið niður fyri seinastu ferð. Tey bæði oljufeløgini, sum hava hildið til í fyrrv. bygning- inum hjá Trygd á Statoil og BP bora næsta ár Oljufelagið Statoil, sum er ein av operatørunum á Føroyaøkinum, hevur eftir øllum at døma fingið hendur á einum boripalli, soleiðis at Statoilbólkurin kann bora longu næsta summar. Sambart fyritøk- uni Bassoe Offshore Con- sultants, sum javnan ger støðuna á boripallsmarkn- aðinum upp, so hevur Statoil gjørt avtalu við risastóra oljupallsfelagið Transocean um leigu av boripallinum Sovereign Exploerer í 105 dagar næsta ár. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindi váttað. Ætlanin er at bora ein brunn við Før- oyar á 1000 metra dýpi og ein vestan fyri Írland. Eisini BP hevur sambært somu fyritøku gjørt avtalu um leigu av boripallinum Jack Bates desember í ár alt næsta ár. BP skal bora vestan fyri Hetland og møguliga tveir brunnar á 1100 metra dýpi við Føroyar. Sum skilst roynir Ame- rada Hess sum operatørur á Føroyaøkinum at finna ein boripall, og her verður Transocean Leader nevndur. Eftir øllum at døma verða tað so helst boraðir fleiri brunnar við Føroyar næsta ár, nakað, sum kemur heldur óvænt- að, nú tað hevur verið gitt, at feløgini fóru at hava trupult við at finna bori- pallar til økið. Ætlanin um at vera í felag um ein pall verður tí neyvan til nakað. Bryggjubakka, fingu ikki leitiloyvi í 1. útbjóðing- arumfari og lata tí skriv- stovur sínar aftur og rýma av landinum. Orsøkin til at tey fara er tann, at feløgini fingu ikki loyvi at leita eftir olju í hesum umfarinum. Fólkaflokkurin ikki broytt kós Fólkaflokkurin má finna út av hvat hann vil ráðandi, at menn eru ábyrgd- arfullir og loyalir, og at tú er greiður yvir tínum útmeld- ingum. Høgni Hoydal vísir á, at hetta mál hevur bygt á púra greiðar avtalur millum sam- gongupartarnar og løgtings- samtyktir og samráðingarnar eru farnar fram við púra greiðum avtalum við mót- partin, og tað er tað, sum man má halda seg til. – Hevur tú varhugan av, at Fólkaflokkurin er við at fáa kaldar føtur og er við at draga í land aftur í full- veldisspurninginum? – Eg geri ikki viðmerk- ingar til tað, sum Fólka- flokkurin ger. Vit hava skipað eina samgongu. Anfinn Kallsberg er sam- gonguleiðari. Hann hevur sagt púra klárt og týðuligt, at tað einasta, sum skal góðtakast í samráðingun- um millum Føroyar og fleksibilitetur í. Hvussu vit fáa donsku stjórnina at spæla við uppá nakað pos- itivt, tað verður so kynstrið frameftir. Anfinn Kallsberg vísir á, at vit fáa einki ígjøgnum uttan partarnir semjast. Sum støðan er nú, sær tað ógvuliga svart út. M.a. vilja danir hvørki diskutera ella samráðast um tann fíggjar- liga partin, sum er ein týð- andi partur av øllum. Tí er tað ikki lætt. Uppá fyrispurning hvussu verður við nógv umrøddu fólkaatkvøðuni sigur løg- maður, at hon verður líka so skjótt sum vit hava ein sáttmála, ið hevur tað inni- hald, ið vit meta Føroya fólk kann taka undir við. Men hann verður heldur ikki fyrr enn tá. Nær tað verður veldst um, hvussu samráðingarnar ganga. Og hvørjir møgu- leikar eru fyri at semjast. Uppá fyrispurning um vit kunnu koma forbí eitt løg- tingsval, áðrenn nakað hendir sigur løgmaður, at tað vónar hann ikki. – Eg vóni at tað er so frægt av vilja til at røkka eini avtalu, at tað verður áðrenn næsta val. sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður. Um samráðingarnar við danir sigur løgmaður ann- ars, at trupulleikin er tann, at vit hava ein mótpart, sum ger, at vit bara stampa í sama stað. – Tað er eingin Danmark, er ein fólkarætt- arlig avtala tvs. ein avtala, sum inniber suverenitet. Formaður Tjóðveldis- floksins sigur, at annað er ikki at samráðast um, tí tá er tað í veruleikanum nýggj heimastýrislóg vit tosa um. Eru onnur signal frá sam- gonguni, so má hetta vera nakað, sum Fólkaflokkurin tekur upp innanhýsis. Í hesum sambandi verður móttøka, har núverandi og komandi viskiftafólk hjá TRYGD, eins og vinir og kenningar hjá Pálli, eru vælkomin at støkka inn á gólvið í høvuðsskrivstovuni í Tórsgøtu 16, hósdagin 5. oktober, millum kl. 15 og kl. 17. M—tt¿ka Páll Kunoy er settur í starv sum deildarstjóri í nýstovnaðu sjóvátryggingardeild okkara frá 1. oktober 2000.