Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Leygardagin varð skipað fyri pallborðsfundi í Norð- urlandahúsinum. Kjakast varð um korini hjá teimum brekaðu í Føroyum, sum mangan detta burturmillum. Fleiri enn hundrað fólk vórðu savnað um pallborð- ið. Tey sum mannaðu borð- ið vóru Doris Hansen fyri MBF, Turid Askham sum umboð fyri foreldrini, Tór- bjørn Jakobsen landsstýris- maður við undirvísingar- og mentamálum, Helena Dam á Neystabø landsstýrismað- ur við almanna- og heilsu- málum, Rúna Sivertsen løg- tingskvinna og Petra Joen- sen stjóri á Almannastov- uni. Fyrireikararnir løgdu pol- itikarunum eina við, at til- takið verður fylgt upp seinni. Gongur striltið í Eysturoynni Hvør limur í panelinum hevði eitt innlegg á seks minuttir, har tey gjørdu sín- ar metingar á økinum. Síð- ani var frítt orðaskifti. Áhoyrararnir kundu seta pallborðinum spurningar. Eitt mál, sum nógv varð tosað um, var viðurskiftini hjá teimum brekaðu í Eyst- uroynni, har lutfalsliga nógv brekað eru. Foreldur saman við kommunum royna í løtuni at fáa ein stovn upp á beinini, men vantandi heimildir hava forðað hesum arbeiðnum, og tí er einki hent enn tí viðvíkjandi. Politikararnir kundu bara geva lyfti um at fáa viðurskiftini í rættlag um eitt ár, men tað hildu foreldrini verða og long tíð at bíða. Helena Dam á Neystabø segði á fundinum, at ein ar- beiðsbólkur er settur at fáa í lag eina heildarráðgeving fyri foreldur at brekaðum fyri árslok 2001. Turid Askham legði tvey uppskot fram á fundinum. Hon setti ynski fram vegna foreldur at børnum, sum eru á Sernámsdeplinum ella á Trøðni, at foreldrini fáa eitt umboð í skipanina fyri at teirra ynski eisini kunnu verða hoyrd. Eisini skeyt hon upp, at foreldur kunnu sleppa at royna hjálpartólini á Hjálp- artólamiðstøðini. Í hesi royndartíðini kunnu tey staðfesta, um hetta hjálpir teirra barni. Lógirnar skulu út á netið Foreldrini heittu á stjóran á Almannastovuni um at leggja allar kærur og úr- skurðir av hesum kærum út á internetið. Hetta kann lætta munandi um hjá fleiri foreldrum, tá tey hava í hyggju at senda eina kæru inn. Eisini er neyðugt at leggja tær reglur út, sum Almannastovan arbeiðir eft- ir í slíkum málum. Rúna Sivertsen setti fram uppskot í sambandi við stovnar, har brekað halda til. Foreldur eiga at kunna søkja um eitt ávíst dagatal fyri børnini, um tey ikki hava tørv á ansing hvønn dag. Fleiri foreldur kenna seg noydd at søkja um fult pláss, tí annars kunnu tey at enda standa við ongum. Við hesum ber eisini til at spara fleiri pláss á stovn- unum. Eisini kom fram at fleiri sakna tann fjálga og trygga barnagarðin á Trøðni, sum hann var fyrr. Tað hepnast ikki eins væl hjá øllum brekaðum børnum at koma í umhvørvið hjá frískum børnum. Tí skuldi møgu- leikin enn verið opin hjá teimum, sum ynskja tað, at seta børnini í barnagarð á Sernámsdeplinum. Fara at fylgja upp Lítið ítøkiligt kom burturúr fundinum, men stýrisbólk- urin, sum hevur fyrireikað fundin, var sum heild sera væl nøgdur við tiltakið. Stýrisbólkurin hevur ætl- anir um at fylgja hesum upp, so forðað verður fyri at hetta fer í gloymibókina Fara at minna aftur á tey brekaðu Stórur tørvur er á einum tilhaldi hjá brekaðum í Eysturoynni, har ein stórur partur av okkara brekaðu búgva. Í løtuni eru eingi tilboð, men politikararnir hava onga bráfeingisloysn loysn. Fyrireikararnir fara at taka málini uppaftur seinni Pallborðið fekk fleiri góðar spurningar frá foreldrunum. Frá vinstru eru tað Tórbjørn Jakobsen, Rúna Sivertsen, Helena Dam á Neystabø, Petra Joensen, Turid Askham og Doris Hansen Mynd: Jan Müller Fyrireikararnir vóru sum heild væl nøgdir við tiltakið leygardagin, og heilt fitt at fólki varð komið saman í Klingr- uni Mynd: Jan Müller Býráðini í Tórshavn og Aberdeen hava undirskriv- að eina samstarvsavtalu. Nú verður fyrsti fundurin mill- um býirnar. Nevndin fór úr Føroyum sunnudagin og kemur heimaftur mikudagin 4. oktober. Avtalan hevur millum annað til endamáls at menna vinnusamstarvið millum býirnar. Eisini kann Tórs- havnar Býráð fáa góð ráð í sambandi við eina komandi oljuvinnu. 23. august í ár gjørdi Tórshavnar Býráð eisini samstarvsavtalu við Stavan- ger í Noregi. SíS aftur. Tey fara at minna pol- itikararnar aftur á trupul- leikar hjá brekaðum í Før- oyum. Annars var pallborðs- fundurin ikki tað einasta, sum var á skránni henda dagin. Fyri stuttum varð ein sangkapping útskrivað, og burturúr tí er ein fløga kom- in. Á konsert seinni um kvøldið vórðu sangirnir á fløguni spældir, og fløgan kundi fáast til keyps. Ein nevnd frá Tórs- havnar Býráð legði í gjár leiðina til Aber- deen á fyrsta fundin millum býirnar Býráðið á fund í Aberdeen 8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 189 - 3. oktober 2000 Nr. 189 - 3. oktober 2000 Telefonbókin 2001 Telefonbókin 2001 Í mars 2001 verður tele- fonbókin fyri ár 2001 borin út til allar fastnets- telefonfelagar í Føroy- um. Virki og stovnar skulu boða frá um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt í næstu útgávu. Týsdagin 31. oktober 2000 er sein- asta freist, at koma við rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2001 (vanliga telefonyvirlitið). Rætt- ingarblað til Hvítu síður er á síðu 548 í telefonbókini 2000, ið skal sendast til: Teknisk avgreiðsla, Før- oya Tele, Postboks 27, FO-100 Tórs- havn ella faks 31 79 68. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tín- um telefonnummari, við undirstrik- ingum, eykaupptøkum og undirupp- tøkum. Prísurin er 57,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undirstriking, eyka- upptøku ella undirupptøku. Búmerkið: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er 1.500,00 kr (ikki íroknað mvg). Talið av búmerkjum í Hvítu síð- um er avmarkað. att: Teleforlagið Postboks 27 · 110 Tórshavn · tel 30 30 30 · fax 30 30 31 www.nummar.fo · info@nummar.fo Hvítu síður Gulu síður Seinasta freist at lata broytingar inn er týsdagin 31. oktober 2000 Týsdagin 31. oktober 2000 er seinasta freist, at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum. Skráset- ingar-/rættingarblað til Gulu síður er á síðu 547 í tele- fonbókini 2000, ið skal sendast til Teleforlagið. Prísir: (A)+(D) Standardlýsing . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 650,00 (B) Stórt navn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 50,00 (C) Innramming . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr. 100,00 (E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) kr. 20,00 Litlýsingar: Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møgul- eiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostn- aður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.250,00. GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg! ÓLAVUR Í BEITI Sambært fíggjarlógarupp- skotinum fyri 2001 verða inntøkurnar mettar til 3,5 mia. Sammett við fíggjar- lógina fyri 2000 er tað ein vøkstur í inntøkunum uppá 205 mió. kr. ella 6,2 %, og ein vøkstur í útreiðslunum uppá 168 mió. kr. ella 5,9%. Men vøksturin er størri í inntøkunum enn í útreiðsl- unum, so RLÚ avlopið verður 37 mió. kr. ella 8,3% hægri, sigur fíggjarmálaráð- harrin í sínum viðmerking- um til uppskotið, sum lagt er fram. Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen sigur, at tað hevur gingið væl búskapar- liga í Føroyum seinastu árini. Reali vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni hevur verið 5,5 % í miðal um árið seinastu fimm árini, og vøksturin í virkseminum er framvegis stórur. Tað eru tó tekin um linking í virksem- inum innan fiskivinnuna, og høgu oljuprísirnir og rentu- hækkingarnar bera á sama borði. Men tað eigur ikki at undirmetast, at fyrireiking- arnar og vónirnar til eina komandi oljuvinnu hava stimbrandi árin á virksemið í landinum. – Útgoldna A-inntøkan er vaksin 10% fyrstu 8 mánaðirnar í ár sammett við somu tíð í fjør. Tað sæst aftur í inntøkum landskass- ans. Útreiðslur Sambært viðmerkingunum eru útreiðslurnar settar til 2,850 mia. kr. á fíggjarlóg- ini fyri 2000, men vera nú mettar til at verða 2,971 mia. kr. ella 121 mió. kr. hægri enn á fíggjarlógini. Av hesum er higartil í ár søkt um eykajáttan fyri 43 mió. kr. til lógarbundnar út- reiðslur, serstakliga pen- siónir og aðrar almannaút- reiðslur, verður greitt frá í viðmerkingunum. Til løgur eru 20 mió. kr. í ónýttum játtanum fluttar frá 1999 til 2000, tí arbeiðið ikki varð liðugt í 1999. Eykajáttan til ÓLAVUR Í BEITI Og í seinna spurningi spyr Heðin Mortensen, løg- tingsmaður, um fyrilit eru tikin fyri tí Europeiska sátt- málanum um lokalt sjálv- ræði, tá viðvíkur kommu- álitinum, kommunulógini, kommunuvallógini, íløgu- markinum hjá kommunum og eftirlitinum við komm- unum? Í viðmerkingunum sigur Heðin Mortensen, at Stýris- skipanarlógin sigur okkum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti. – Hesin rættur kann út- innast undir eftirliti frá landsstýrinum og eftir nærri ásetingum í løgtingslóg. Men hesin rættur er eingin rættur, um hann verður stik- aður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarun- um, ikki skipað egin viður- skifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, er brot framt á stýrisskipanarlógina. Alskyns broytingar – Í donskum rætti verður hildið, at landið kann av- marka, men ikki taka av Yvirskotið um hálva milliard Fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 vísir eitt avlop aftaná rakstrar-, løgu- og rentuútreiðslur (RLÚ) uppá 482 mió. kr. Kommunurnar missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar Hvat mark heldur løgmaður, at grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, vil Heðin Mortensen hava at vita frá løgmanni ÓLAVUR Í BEITI Eyðun Viderø, løgtings- maður, hevur spurt Bjarna Djurholm, um samferðslu- málaráðhaarin er sinnaður at fáa til vega pening til kanning og umvælan av grótkastinum við bátahylin í Skálavík? Og um so er, nær kann roknast við, at neyðugu kanningarnar verða settar í verk? spyr Eyðun Viderø. Í viðmerkingunum, sigur Eyðun Viderø, at undir fíggjarkreppuni varð avrátt, at eingin peningur varð latin úr landskassanum til fígg- ing av uppgávum í komm- ununum, og sostatt høvdu kommunurnar hvør í sínum lagi ábyrgdina av øllum íløgu- og rakstrarútreiðsl- um, ið annars ikki vóru ábyrgd landskassans sam- bært lóg. – Ymist er, hvussu fíggj- arorkan er hjá kommun- unum í mun til støddina, men nógvar av stóru íløg- unum í m.a. havnaútreiðslur megna smærru kommunur- nar ikki. Eitt er, at lands- kassin frammanundan hev- ur verið við til at fíggja hesar, men verri er nú, tá týðandi ábøtur skulu gerast. Støðið máðað burtur Og Eyðun Viderø greiður frá grótkastinum við báta- hylin í Skálavík, har tað vísir seg nú, at grótið aftan á brimuppgang hevur lagt seg og er partvíst flutt so- leiðis, at í summum førum er støðið máðað burtur undan, og at grótið er dottið inn fyri innsiglingina, og er hetta á veg til at byrgja fyri sigling úr og í bátahylin. – Uppgávan at umvæla hetta er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, og tí má haldast, at her fara stór virði fyri skeyti, og at um ikki so langa tíð, so er bátahylurin ónýtiligur. Og Eyðun Viderø heitur á samferðslumálaráðharran um saman við serkønum frá landsverkfrøðinginum at taka málið upp nú og vísa ein vilja til at tryggja hesi virði og møguleikarnar hjá tí fólki, ið har býr. Játtan til bátahylin í Skálavík Uppgávan at umvæla er fíggjarliga so stór, at kommunan sjálv ikki er før fyri at bøta um skaðan, sigur Eyðun Viderø í viðmerkingunum til fyrispurning Strandfaraskip Landsins og Postverk Føroya er uppá 22 mió. kr. Eykajáttan til van- ligar rakstrarútreiðslur er uppá 13 mió. kr og til aðrar játtanir 10 mió. kr. Og fíggjarmálaráðharrin sigur, at serlig orka má set- ast á at basa óskilinum við teim afturvendandi eyka- játtanum á økjum, sum ikki átti at komið óvæntað á stýrini, so eykajáttanir bert verða brúktar til óvæntaðar útreiðslur, sum stinga seg upp í fíggjarárinum, og sum tað ikki var møguligt at vita, tá fíggjarlógin varð gjørd. Búskapargrunnar Karsten Hansen boðar eisini frá í viðmerkingunum at nú skal búskapargrunnur setast á stovn og í henda grunn verða settar allar inntøkur, sum ikki skulu nýtast í næstu framtíð. Endamálið er at forða fyri, at inntøkur frá t.d. oljuvinnuni umvegis landskassan verða slúsaðar inn í búskapin, sigur Karst- en Hansen. Og í skiftisgrunnin, sum eisini skal setast á stovn sambært viðmerkingunum, verða settar inntøkur, sum skulu nýtast til at tryggja eina javna og trygga gongd frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap í Før- oyum í sambandi við, at føroyingar taka fulla ábyrgd av landinum. Tað, sum verður latið í grunnin, er yvirskot landskassans og møguligar inntøkur, sum kunnu koma av, at almennar fyritøkur verða settar á partabrævamarknaðin, sigur Karsten Hansen. Og fíggjarmálaráðharrin tekur saman um og sigur, at hóast stóra búskaparvøkst- urin, sum vanliga hevur við sær hækkandi prísir, hægri lønir og størri íløguhug, so hevur tað eydnast at reka ein varligan fíggjarpolitikk, soleiðis at yvirskotið í landskassanum hevur ligið um eina hálva milliard fleiri ár á rað, skuld er niðurgold- in, og gjaldføri landskass- ans er nógv betrað. Eyðun Viderø kommunala sjálvræðið. Men tá nú landsstýrið frem- ur alskyns broytingar í tí veruliga valdsbýtinum mill- um land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskip- anarlógina. – Tí við at seta mark fyri kommunalum íløgum – utt- an nakra skilagóða frágreið- ing um, hvussu komið er fram til upphæddina – við at áleggja kommunum upp- gávur uttan samstundis at lata kommunurnar fáa sam- svarandi størri part av skattainntøkunum, við at broyta kommunlógina eftir útlendskari fyrimynd, við at broyta kommunuvallóg, eft- ir at uppstillingin er gjørd, við at taka av skúlanevnd- irnar í óðum verkum – við øllum hesum og øðrum við sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrin- um. – Vit síggja tíverri, at okk- ara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðl- ar, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin. Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo