mikudagur 3. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2005
29
Ellis- & avlamis-
heimið í Vágum
Barnsburðar-
avloysari
til aktivering o.a. umsorganararbeiði.
Til Ellis- og Avlamisheimið í Vágum og okkara Dag-
stovnatilboð verður søkt eftir avloysara til aktiver-
ing o.a. umsorganararbeiði.
Starvið er 32 tímar um vikuna.
Tíðarskeiðið: Uml. 1. sept. 2005 og 32 vikur fram
(farloyvi + feria).
Ynskiligt er at fáa starvsfólk við ergoterapeutiskari
heilsu- ella námsfrøðiligari útbúgving.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir, at
kunna arbeiða sjálvstøðugt og opinleika fyri møgu-
ligum nýggjum avbjóðingum og broytingum.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at stíla til
formannin í stýrinum, Dánial Christoffersen og
sendast til heimið áðrenn 16. august 2005.
Meira fæst at vita við at ringja til leiðaran tlf.332600
ella ergoterapeutin 220289.
Setanartreytir sambært avvarðandi sáttmála við
Fíggjarmálaráðið.
Avloysari til
Tórshavn Radio
Hervið verður lýst eftir avloysara fyri fjarritara sum
skal í farloyvi.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
• Ganga lurtivakt.
• Tilkallivakt (bakvakt).
• Luttaka í venjingum.
• Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini.
Førleikakrøv:
• Nautiska, fjarritara ella aðra viðkomandi
útbúgving.
• Arbeiðsroyndir frá sjóvinnu ella royndir
við radiosamskifti.
• Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum
og enskum máli.
• Kunnleika til teldur.
• Góð samstarvsevni.
Setanin er tíðar avmarkað til eitt ár.
Starvið sum fjarritari verður at seta frá 1.september
2005.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí.
Tænastustaðurin er í løtuni Tórshavn Radio.
Skrivlig umsókn við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum, skulu vera stovninum í
hendi í seinasta lagi 15. august 2005.
Umsóknir skulu sendast til:
MRCC Tórshavn
Postsmoga 1120
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at ringja til
313524 og tosa við virkandi leiðaran,Jóhan J.Jakobsen.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Avloysari fyri
leiðsluskrivara í
barnsburðarfarloyvi
Vegna starvsfólk í barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir leiðsluskrivara til Vinnumálaráðið at byrja 12.
september 2005 og í uml. 12 mánaðir fram.
Arbeiði fevnir um:
• Landsstýrismannaskrivari
• Dagføringar av heimasíðuni
• Fyrifallandi skrivstovuarbeiði, t.d.
•
rættlestur
•
málsavgreiðsla
•
journal og postavgreiðsla
Vit hugsa okkum, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi
útbúgving
• hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
• kunnleika til EDV á brúkarastøði
• góð samstarvsevni
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú
sjálv/sjálvur verður við til at skapa, til tíðir strævið,
men samstundis sera áhugavert og mennandi við
góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið
fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um-
framt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, viðmælum o.ø. verða
sendar til:
Vinnumálaráðið
Postrúm 377
110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin
9. august 2005.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Vinnumálaráðið á telefon 35 60 60.