mikudagur 3. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 144 - 3. august 2005
Tað hevur gingist væl við innsavn-
anini av myndum, serliga nógvar
eru komnar frá tí fyrsta og tí týska
“Skálabergi”. Tunnligt er tó enn við
myndum frá “Nærábergi”, “Draga-
bergi” og “Sjúrðabergi”.
Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi, verð-
ur nú skrivað, og kemur, um alt
gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer
serliga at snúgva seg um krígsárini
við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina
umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi
og týska Skálabergi.
Í hesum sambandi sóknast høv-
undurin eftir myndum frá æviskeiði
hansara. Í fyrstu atløgu hava allar
myndir, sum hava nakað við virki og
lív hansara áhuga. Tað verið seg
myndir umborð á skipi, ikki bara
myndir av Kaj, men eisini av lív-
inum umborð. Myndir av monnum,
sum sigldu við Kaj hava áhuga og
eisini myndir umborð á trolarum,
sum brøður hansara førdu. Eg havi
eisini áhuga fyri myndum tiknum
umborð á øðrum trolarum, av før-
oyskum trolarum undir fiskiskapi.
Gerandismyndir av arbeiðsgevar-
anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava
stóran áhuga.
Liggja tit inni við slíkum myndum,
so hevði eg verið ógvuliga fegin, um
tit settu tykkum í samband við meg.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík
Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo
Myndir til ævisøguna um Kaj
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
rithøvundur
Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára
skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni.
“Næráberg”, “Dragaberg”, “Sjúrðarberg”
Eftirlýsing: Einaferð Kaj hevði frítúr, avgjørdi manningin á “Sjurðarberg” at teir
skuldu hjálpa tí unga stýrimanninum, Martin Sivertsen, at sláa metið fyri skjótan
túr. Teir strevaðust heilt út av nálinini og tað eydnaðist. Túrurin hevur verið
miðskeiðis í fimtiárunum og teir royndu eystanfyri. Veit nakar at siga frá hesum
túri?
Sjóbjargingarstøðin
MRCC-Tórshavn
Tlf: +298 351300 • Fax: +298 351301
Telex: 81200 TLGR FA
Inmarsat C: 423 116210 • Inmarsat B: 323 116220 (voice)
323 116221 (Fax)
Fráboðan um
seismikkvirksemi
Lýst verður,at seismiskar kanningar verða gjørdar á
hesari havleið.
61º21’N
004º57’W
61º17’N
004°49’W
61°12’N
004°56’W
61º17’N
005º03’W
Gardline Geosurvey kannar havleiðina.
Kanningarnar
verða
gjørdar
vegna
Statoil
Exploration.
Byrjað verður umleið……… 02-08-2005
Arbeiðið tekur væntandi.…… 7-10 Dagar
Skipanavn…………………… Sea Surveyor
Kallibókstavir/Flagg………… C6QL6/Bahamas
Fiskiveiðiumboð…………… Eli Lassen
Samband fæst við skipið á VHF rás 16.
Upplýsingar um kanningararbeiði fáast frá
Tórshavn Radio, á telefon 351300, ella á telefax
351301.
Eisini verður víst til heimasíðuna www.mrcc.fo
Mentamálaráðið
Yrkisdepilin
Starv sum
yrkisnevndaskrivari/málsviðgeri
í Yrkisdeplinum er leyst at søkja
Freistin at søkja starvið er 8. august 2005, kl. 16.00.
Útgreinað lýsing er á heimasíðuni hjá Mentamála-
ráðnum (www.mmr.fo) og á heimasíðuni hjá
Yrkisdeplinum (www.yrkisdepilin.fo).
Internet