mikudagur 3. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2005
27
til rættis, at hallið á fíggjarlógini
ikki veksur, samstundis sum
fíggjarlógin ikki skal tálma
virkseminum í landinum.
Konjunkturarnir venda - tað
vita vit. Men at fáa eina smidliga
og væleydnaða tillaging av bú-
skapinum til broyttar altjóða for-
treytir, tað krevur meira av okk-
um sum samfelag. Tað krevur, at
vit hava evni og dirvi til at broyta
vinnuliga bygnaðin, hóast tað
gongur summum ímóti og krevur
aðrar vinnuligar reglur enn tær,
vit eru von við.
Átøk, sum landsstýrið
fer at fremja
Limaskapur í sonevndu kumu-
leringsskipanini verður nú veru-
leiki. Skipanin fer at geva før-
oyskum vinnulívi breiðari rá-
vørugrundarlag og betri kapp-
ingarføri.
Nýggjur sáttmáli við Ísland, ið
fevnir um tey fýra frælsini, verður
eftir ætlan undirskrivaður seinast
í august.
Landsstýrið fer at nútímansgera
FAS-skipanina, so hon kann
gerast eitt størri íkast til búskapin
Tryggingarlóggávan
skal
broytast, so at hon samsvarar við
ES-lóggávuna. Útlendsk trygg-
ingarfeløg fara at kunna virka í
Føroyum, og føroysk tryggingar-
feløg fáa atgongd til útlendskar
marknaðir.
Nú ein munandi størri upphædd
er avsett á fíggjarlógini til menn-
ingarhjálp, ynskja vit at menna
okkara førleika í menningar- og
neyðhjálpararbeiði.
Millum annað verður arbeitt
við eini verkætlan í Peru, har okk-
ara vitan og førleiki á fiskivinnu-
økinum kann gera stóra nyttu.
Ætlanin er at fáa sáttmála und-
irskrivaðan við Peru, sum um-
framt ítøkiliga menningarhjálp
eisini fevnir um fríhandil og
fiskivinnusamstarv.
Í seinna útbjóðingarumfarinum
fingu átta oljufeløg loyvi at leita
eftir og framleiða olju og gass.
Hetta eru týdningarmikil stig á
leiðini at staðfesta, um farast
kann undir vinnuliga kolvetnis-
framleiðslu á føroyskum øki.
Royndarboringar verða næsta
summar.
Á
fiskivinnuøkinum
verða
fiskidagarnir komandi ár upp-
gjørdir á annan hátt. Frá at rokna
í døgum, verður nú roknað í tím-
um. Landsstýrið arbeiðir við at
gera fiskivinnuna burðardyggari,
so at fiskatilfeingið verður gagn-
nýtt til fulnar.
Landsstýrið mælir til, at niður-
skurðurin í fiskidøgum komandi
fiskiár verður 2%. Harumframt
verður mælt til, at fiskidagatalið
fyri ymisku veiðibólkarnar verð-
ur lækkað, soleiðis at broytingin í
útrokningini ikki økir veiðitrýst-
ið.
Vit fara í heyst at áseta neyvari
reglur um fiskiskapin eftir svart-
kjafti undir Føroyum, millum
annað so at svartkjaftaskip ikki
sleppa at royna, har hjáveiða av
botnfiski er ov stór.
Landsstýrið leggur dent á at
varðveita og menna verandi
møguleikar, sum fiskiveiðuav-
talur við onnur lond og millum-
landa felagsskapir geva. Haraftur-
at verður arbeitt við at útvega
fjarfiskiflotanum nýggj veiðu-
rættindi.
Landsstýrið fer at orða ein yvir-
skipaðan orkupolitikk og dagføra
lóggávuna viðvíkjandi fram-
leiðslu, flutningi og sølu av rav-
magni, so at framtíðar orkuút-
bygging fer væl við náttúruni.
Løgtingið
hevur
samtykt
nýggja havumhvørvisverndarlóg,
og í næstum verða kunngerðir
settar í gildi, sum fara at áleggja
skipum og bátum at avhenda
burtur-kast, oljuleivdir og spilli-
vatn til móttøkustøðir á landi.
Tørvur er á munagóðum fram-
tøkum á almanna- og heilsuøkin-
um, bæði viðvíkjandi lóggávu og
tænastum.
Arbeitt verður við at orða ein
yvirskipaðan barna- og ungdóms-
mentanarpolitikk eins og ein
almennan ítróttapolitikk.
Landsstýrið arbeiðir somuleiðis
við einum pensjónsreformi, sum
skal byggja á tríggjar súlur:
Fólkapensjónina, samhaldsfasta
og eina eftirlønaruppsparing eftir
avtalu millum løntakarar og ar-
beiðsgevarar.
Gjørd verður ein verklagslóg
fyri at nøkta tørvin á røktarheims-
og sambýlisplássum til eldri.
Harafturat skulu tær ymisku
skipaninar í eldrarøktini saman-
sjóðast, so at ábyrgdarbýtið kann
gerast greiðari.
Ein fólkaheilsupolitikkur fyri
komandi trý árini verður nú
orðaður, sum millum annað legg-
ur dent á lívsdygd og heilsu. Byrj-
að verður í skúlunum, har børn
kunnu fáa frukt og grønmeti. Fýra
mió. kr. eru settar av til hesi átøk
í ár.
Nýggi bústaðarpolitikkurin er
eitt av týdningarmiklu átøkunum
hjá landsstýrinum. Farið er nú
undir at nøkta stóra tørvin á fjøl-
broyttari bústaðarbygging, og
fyrsta stigið verður at umskipa
Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunn-
in til eitt partafelag. Samstundis
verður farið undir næsta stigið við
at gera eina lóg um lutaíbúðarfe-
løg.
Fyrsta skúlatilboð til menn-
ingartarnaðar næmingar, sum eru
lidnir við 9. flokk, er nú veruleiki.
Í junimánaði varð hesin skúli,
sum liggur í Runavík, tikin í
nýtslu.
Arbeitt verður við at fremja
umfatandi broytingar á sernáms-
frøðiliga økinum, har ráðgevingin
verður flutt nærri at brúkaranum,
og tiltøkini kring einstaka barnið
verða samskipað. Fyrireikingar
verða gjørdar at seta á stovn
royndarskipan við einari ser-
tænastueind í Eysturoynni og
einari í Tórshavnar kommunu.
Skúlin á Trøðni verður almenn-
ur serskúli við egnum skúlastjóra,
skúlastýri og egnari játtan frá 1.
januar í 2006.
Eitt týdningarmikið mál, sum
hevur fingið mikla umrøðu, og
sum tað er átrokandi at greiða,
eru trupulleikarnir við arbeiðs- og
uppihaldsloyvum. Ein útlend-
ingapolitikkur verður tilevnaður,
sum hevur so breiða politiska
undirtøku sum gjørligt.
Kommunala
sjálvstýrið
og
ábyrgdin skulu styrkjast, so at vit
fáa greiðari skilnað millum lands-
uppgávur og kommunuuppgávur.
Fyri at skipa hesa tilgongd mugu
kommunalu eindirnar verða nóg
stórar til at kunna átaka sær
uppgávur at umsita sjálvstøðugt.
Við mongu samanleggingunum,
sum hava verið seinastu tíðina, er
longu komið væl ávegis.
Virknan uttanríkispolitikk
Dagurin í dag er søguligur!
Yvirtøkulógin og uttanríkis-
politiska lógin, tvær lógir, sum
víðka um okkara heimildir og
styrkja okkara sjálvstýri, koma í
gildi í dag.
Á ólavsøku í fjør boðaði eg frá,
at sjálvsstýrismálið skuldi gerast
ein søk fyri ta breiðu fjøldina, har
føroyingar sjálvir taka avgerðir-
nar. Við yvirtøkulógini kunnu vit
siga, at hetta nú er veruleiki.
Sjálvsstýrismálið er vorðið okk-
ara. Nú stendur tað til føroyingar
sjálvar at gera av, nær málsøki
skulu yvirtakast.
Við uttanríkispolitisku lógini,
sum gevur okkum heimild til at
samráðast egna vegna, og við
Fámjinsskjalinum, sum tryggjar
ávirkan Føroya á uttanríkis- og
trygdarpolitisk mál, kunnu vit nú
virka munandi meira sjálvstøðugt
og verða sjónligari í uttanríkis-
politikki. Hetta er eisini ein av-
gerandi fyritreyt, nú vit skulu
vera við í alheimsgerðini.
Landsstýrið fer at yvirtaka tey
málsøki, sum tað heldur vera rætt
og neyðugt at yvirtaka. Tey fyrstu
verða fjølmiðlaábyrgdarlóg, upp-
havsrættur, vinnulóggáva og til-
búgving. Fólkakirkjan er stóra
yvirtøkan, sum samgongan hevur
sett sær fyri. Fólkakirkjan verður
á føroyskum hondum 1. januar í
2007.
Danska stjórnin hevur nú
skrivliga viðurkent, at Føroyar
eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti
sambært altjóðarætti. At so er,
hava vit ongantíð ivast í.
Hesar báðar lóggávurnar hava
fingið drúgva og til tíðir rættiliga
hvassliga viðgerð. Ja, vit sóu fyri
fyrstu ferð eitt misálit á ein løg-
mann í kjalarvørrinum á hesari
tingviðgerð.
Tað eru vit, sum taka avgerð-
irnar, og tað er gjøgnum løgting-
sins avgerðir, at vilji fólksins
kemur til kennar. Tí var tað so
umráðandi, at vit ikki ivaðust,
men hildu rimmarfast um okkara
fatan, sum løgtingið eisini sam-
tykti við lóg.
Vit síggja nú donsku stjórnina
viðurkenna, at føroyingar og dan-
ir hava ymiska fatan av formligu
viðurskiftunum landanna millum,
og tað sigur hon seg hava virðing
fyri.
Stjórnarskipanarnevndin fer nú
undir aftur arbeiði sítt og leggur
fram álit áðrenn 31. desember í
2006. Stjórnarskipanin fer mill-
um annað at áseta, hvussu vit
skulu bera okkum at, um vit velja
at siga upp verandi ríkisrættarligu
støðu okkara.
Harra formaður.
Landsstýrið hevur nógv jørn í
eldinum.
Vit hava ítøkiligar ætlanir um at
greiða dagsins trupulleikar, men
so sanniliga eisini ítøkiligar ætl-
anir um langtíðarloysnir, sum
skulu bera samfelagið fram.
Mong mál, nógvar ætlanir og
stórar avbjóðingar. Tað er okkara
politiska dagsskrá, og vit nýta
høvið at bjóða øllum góðum
kreftum til at lyfta saman við
okkum.
Eg vóni, at henda tingsetan
kann gerast ein nýggj byrjan, har
vit saman - andstøða og sam-
gonga - arbeiða fyri, at okkara
samfelag verður eitt av heimsins
bestu.
Við hesum ynski eg øllum
Guds signing, eina góða tingsetu
og eina góða ólavsøku.
Løgmaður segði, at landsstýrið fer at
taka yvir tey málsøki, sum tað
heldur vera rætt og neyðugt at taka
yvir. Tey fyrstu verða
fjølmiðlaábyrgdarlóg,
upphavsrættur, vinnulóggáva og
tilbúgving. Fólkakirkjan er stóra
yvirtøkan, sum samgongan hevur
sett sær fyri. Fólkakirkjan verður á
føroyskum hondum 1. Januar í 2007
Mynd: Bárður Lydersen