Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 144 - 3. august 2005 at vit kunnu meta um og fylgja við førleikanum hjá næmingum og skúlum. Vit hava sett okkum fyri at endurskoða miðnámsútbúgving- arnar. Ætlanin er at gera nýggja miðnámsútbúgvingarskipan, og neyðugar íløgur verða gjørdar í skúlabygging. Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, sum kunnu tryggja vinnuni starvsfólk við neyvum førleika, skulu setast á stovn. Eitt nú er tørvur á einum hotell- og mat- stovuskúla, sum skal útbúgva kokkar, tænarar, ferðaleiðarar og onnur, sum starvast í hesi vinnu. Møguleikar skulu vera at um- skúla fólk á arbeiðsmarknaðin- um, so at tað verður lættari at laga seg til nýggjar vinnur. Umhugsað verður at seta í verk eina skipan, har arbeiðsleys kunnu fáa sær eina styttri útbúgv- ing, samstundis sum tey fáa út- goldið eina upphædd, ið svarar til arbeiðsloysisgjaldið. Vit ætla at seta á stovn lærdan háskúla, ið skal fevna um eitt nú hægru útbúgvingarnar á Fróð- skaparsetrinum, útbúgvingar til sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og pedagogar eins og hægri útbúgv- ingarnar á Handilsskúlanum. Somuleiðis eigur ein KT-kjarni við bachelor-, master- og Ph.D.- útbúgvingum at verða skipaður, eins og ein masterútbúgving í løgfrøði. Gransking og nýmenning Gransking og nýmenning er ein triði grundarsteinur undir Visjón 2015. Vit skulu stimbra hugskots- menning, so at nýggir vinnu- møguleikar verða skaptir. Okkara mál er, at í 2015 verða 3% av BTÚ nýtt til gransking og menning, harav eigur helvtin at koma frá tí almenna og helvtin frá tí privata. Landsstýrið ætlar at seta á stovn ein grunn til at fíggja gransking og nýmenning. Sum innskot í grunnin skal fara ein triðingur av inntøkum landskass- ans frá einskiljingunum - upp til 1 mia. kr. Setast skal á stovn ein gransk- ingarlund, sum skal leggja dent á lív- og ílegutøkniska gransking. Hesin stovnur skal hava ein miðsavnandi leiklut í at brúka granskingarúrslit til vinnulig endamál, og soleiðis gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg í aljtóða kapping. Granskingarumhvørvið verður styrkt við m.a. at fáa í lag sam- starv millum granskingarstovnar og lærda háskúlan. Somuleiðis er neyðugt at styrkja netverk og samstarv við útlond, millum ann- að við luttøku í ES-verkætlanum, har okkara samstarvsmøguleikar vaksa munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virkið granskingar- umhvørvi. Til tess at samskipa játtanirnar til gransking skal verandi gransk- ingarbygnaður umskipast. Sett verður á stovn Føroya Vísindaráð, ið skal orða yvirskipaða gransk- ingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjartrygd. Í ráðnum sita løg- maður, avvarðandi landsstýris- menn og umboð fyri vinnu og gransking. Íverksetan Ein fjórði grundarsteinur er íverksetan. Fyri okkara kapping- arføri er tað serliga týdningar- mikið, at vit hugsa um íverksetan og produktivitet. Okkara íverksetarar skulu hava bestu fyritreytir. Tað merkir íverksetaraskipanir, fíggingar- møguleikar, góð skattlig viður- skiftir, greiðar lógarreglur, smid- lig fyrisiting - og positivan íverk- setanarhugburð sum heild. Landsstýrið fer at virka fyri at broyta viðtøkurnar hjá Framtaks- grunninum, so at grunnurin oftari enn nú leggur seg eftir at gera íløgur í nýtt virksemi við tolnum og váðafúsum kapitali. Landsstýrið ætlar at samskipa stuðulsskipanir til tess at geva vinnuligum verkætlanum lættari atgongd til kapital og fer at skapa góðar karmar fyri granskingar- og sáðkapitalgrunnum og einum venturekapitalmarknaði. Føroyingar eru sera gávuríkir. Tað fingu vit enn eina ferð prógv um undir drotningavitjan- ini herfyri, tá vit upplivdu, hvussu nógv fólkið runt um í landinum hevði at vísa fram, og hvussu væl varð skipað fyri. Mongu summar- tiltøkini bera sanniliga boð um hetta sama. Vinnuspírar skorta ikki. Teir skulu bara fáa møguleika at vaksa, so at teir eisini kunnu geva vinnuligt íkast. Kunningar- og samskiftistøkni Ein fimti grundarsteinur er kunn- ingar- og samskiftistøkni. Nýtslan av kunningar- og sam- skiftistøkni í einum samfelagi hevur stóran týdning fyri produk- tivitetin og harvið eisini fyri bú- skaparvøksturin, so sum OECD - felagsskapurin fyri búskaparlig- um samstarvi og menning - eisini hevur víst á. Landsstýrið er samt um, at tað almenna hevur týðandi uppgávur, tá ið tað snýr seg um at menna nýtsluna av kunningar- og sam- skiftistøkni. Landsstýrið ætlar: • at 15% av húsarhaldunum hava breiðband við árslok í 2006, og at útbreiðslan við árslok í 2008 er millum fimm tær bestu í OECD • at fyrisitingin miðvíst skal talgildast, so borgarar og virki kunnu avgreiða síni viður- skifti við tað almenna elek- troniskt • at í 2006 skulu allir føroyingar hava høvi til ókeypis at ogna sær eina talgilda undirskrift. Í minsta lagi 30% av øllum før- oyingum skulu hava útvegað sær talgilda undirskrift í 2007 Einskiljing av almennum fyritøkum Ein sætti grundarsteinur undir visjónini er tann heildarætlan, sum landsstýrið nú leggur til tess at einskilja ymsar fyritøkur og ognir hjá landskassanum. Endamálið við at einskilja er millum annað at skipa greitt mark millum almenna og einskilda geiran, at víðka um møguleikan hjá fólki og fyritøkum at gerast partaeigarar og at frígera al- mennan kapital. Ætlanin fevnir um at einskilja Føroya Banka, Atlantsflog, Før- oya Tele, Farmaleiðir og Føroya Lívstrygging. Somuleiðis er ætl- anin at selja útlánsrøðirnar hjá Húsalánsgrunninum í 2006 í sambandi við, at grunnurin verð- ur umskipaður við nýggjum bú- staðarpolitiskum endamáli. Framtaksgrunnurin hevur boðað frá, at Fiskavirking verður boðin út til sølu í heyst. Einskilt verður eftir leiðreglun- um hjá landsstýrinum, ið byggja á opinleika og fult gjøgnumskygni. Vælferð Eg legði fyri við at siga, at enda- málið við visjónini er at skapa vælferð. Vælferð fyri tann ein- staka og vælferð fyri samfelagið alt. Tí í Føroyum skulu vit trívast og mennast, og øll skulu hava sømulig lívskor í einum tryggum vælferðarsamfelagi. Samhalds- festi og ábyrgd millum borgara og myndugleika skulu vera í hásæti. Vælferðarsamfelagið skal støð- ugt endurskoðast og nýskipast. Ein virkisætlan fyri brekað- politikk skal leggjast til rættis, so at vit røkka tí atkomiliga sam- felagnum, har fólk við breki hava somu møguleikar at vera við í samfelagsvirkseminum sum onn- ur. Eitt vælferðarráð skal útgreina, ráðgeva og birta upp undir breitt kjak um vælferðarviðurskifti. Fólksins visjón Rúmd er ikki í hesi røðu at við- gera allar lutir í Visjón 2015. Eg havi nevnt nakrar av grundar- steinunum, men sjálvandi kemur ætlanin at fevna um eina røð av øðrum týdningarmiklum viður- skiftum - so sum skatta- og vinnupolitikk, mentan, komm- unuskipan, samferðsluútbygging- ar, orku- og umhvørvismál, ar- beiðsmarknaðar-viðurskifti og hagtøl. Í heyst fer landsstýrið at koma við einum breiðari og meiri út- greinaðum teksti um, hvørji ítøkilig mál, ið landsstýrið ynskir at seta fyri samfelagið. Vit ynskja eitt breitt orðaskifti um hesar ætlanir, og fyrsta stigið verður at leggja eitt vinnupolitiskt rit fyri løgtingið til aðalorða- skiftis í september. Vit trúgva og vóna, at Visjón 2015 kann gerast ein fólksins visjón. Ein tjóðarinnar visjón, sum vit øll taka undir við. Visjón 2015 er ikki ein fjarur dreymur. "Visjón 2015" verður "Føroyar 2015", um ætlanin fær undirtøku. Ikki bert politiska undirtøku - frá samgongu og frá andstøðu - men undirtøku í øllum liðum í samfelagnum. Hjá lands- myndugleikum, kommunum, í vinnulívi, millum verkamanna- feløg, arbeiðsgevarafeløg og ikki minst hjá áhugafeløgum og hvørj- um einstøkum borgara. Støðan í dag Hyggja vit at støðuni í samfelag- num, eru útlit fyri, at búskapar- liga stillstøðan heldur fram. Fólkatalið veksur tó framvegis. Í 2004 vórðu vit 165 fleiri, soleiðis at vit við ársskiftið vóru 48.379 fólk. Arbeiðsloysið er framvegis minni í Føroyum enn í Norður- londum sum heild, men hóast seinastu tølini vóru lækkandi, liggur tað um 4%. Støðan í Suðuroy er verri enn aðrastaðni í landinum. Har er arbeiðsloysið oman fyri 8%, tó at har hómast ávís framgongd. Prísvøksturin er lítil, og hóast stór spjaðing er millum ymsu vørubólkarnar, var miðal prís- vøksturin minni enn 1,7% sein- asta ár. Frá 1989 til 2003 høvdu Føroy- ar eitt avlop á handilsjavnanum, um skipini ikki verða uppítald, men síðan hevur verið hall. Í fjør var hallið 80 mió. kr. BTÚ verður í løtuni mett at liggja um 10 mia. kr. Búskaparliga støðan og stóra skerjingin í heildarveitingini síggjast aftur í landskassans rakstri. Roknskapurin fyri 2004 vísti hall uppá 152 mió. kr. Búskapurin er í løtuni merktur av bæði afturgongd í konjunktur- unum og stórum altjóða avbjóð- ingum. Av hesum ávum hevur stígur verið í tí búskaparligu framgongd, sum vit annars hava upplivað árini frammanundan. Búskapurin hevur hesi seinastu trý torføru árini kortini víst seg at vera nóg mótstøðuførur, so at vit ikki hava fingið stórt arbeiðs- loysi, fráflyting ella umfatandi sosialar trupulleikar. Tað almenna hevur verið ført fyri at virka stabiliserandi, tí fíggjarliga mót- støðuførið er gott. Fleiri av vinn- unum hava eisini víst seg at hava verið nóg sterkar til at varðveita arbeiðsplássini. Høvuðsmálið við rikna búskap- arpolitikkinum er at stimbra virksemið mest møguligt, so búskaparpolitisku raðfestingarnar fara at virka arbeiðsskapandi. Nú eingin vøkstur er í inntøkum landskassans, er avbjóðingin at leggja fíggjarpolitikkin soleiðis Sambandstingmenn lýða á løgmansrøðuna ólavsøkudag Mynd: Bárður Lydersen Framhald av síðu 25