Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2005 25 Harra formaður. Hvar enn vit eru stødd á polit- iska pallinum, so ynskja vit øll, at Føroyar skulu vera eitt gott land at búgva í - eitt vælferðarsamfe- lag. Einar Føroyar við einari væl- ferð, sum ger, at vit øll eiga møguleikan til eitt virðiligt og virkið lív. Føroyar eru eitt gott land at búgva í, eingin ivi um tað. Men í løtuni er tíverri stillstøða í bú- skapinum, og ikki allir partar í samfelagnum virka nóg væl. At tíðirnar skifta, er einki nýtt fyribrigdi, tí føroyski búskapurin hevur altíð verið opin og ávirk- aður av til dømis altjóða fiska- prísum, rentustigi og oljuprísum. Vit mugu tó sanna, at støðan í dag er øðrvísi, enn vit onkuntíð fyrr hava sæð. Alheimsgerðin við broyttum handilsmynstri land- anna millum hóttir partar av okk- ara vinnu. Lond, sum vit fyrr sóu sum fjarskotin og tilafturskomin, eru í dag okkara kappingarneytar. Hetta eru lond, sum hava eitt løn- arstig, ið bert er ein brotpartur av okkara. Vit noyðast tí at viðurkenna, at vit frameftir ikki kunnu byggja okkara kappingarføri á, um vit hava eitt lágt lønarlag, ella um vit hava eitt tilfeingi svimjandi kring oyggjarnar, men vit mugu alt meira byggja kappingarførið á okkara vitan og hegni til at skapa nýggjar vinnur, samstundis sum vit áhaldandi menna og betra um verandi vinnu. Føroyar 2015 Føroyar standa á einum vegamóti. Hetta krevur, at stórar politiskar avgerðir verða tiknar. Tað eru avgerðirnar, vit taka nú, sum skulu vísa, um vit megna at tillaga okkum treytirnar í einum alheimsgjørdum búskapi. Tað var í hesum anda, at lands- stýrið um ársskiftið setti sær fyri at gera eina heildarætlan - eina strategi - fyri samfelagið. Eina ætlan, sum røkkur nógv longur enn hetta valskeiðið. Ivaleyst hava fleiri hug at spyrja: "Visjón fyri 2015 - og so ikki megna at loysa teir trupul- leikar, sum hoyra degnum í dag til ? Hví 2015 og ikki 2005 ?" Men kanska er tað júst tí, at vit ikki hava lagt dent á langtíðarætl- anir, at vit ferð eftir ferð verða tikin á bóli av dagsins trupulleik- um. Eru tíðirnar góðar, sum tær hava verið, so hava vit lyndi til ikki at síggja fram um nøsina, tí alt gongur jú upp á stás. Eru tíð- irnar hin vegin verri, sum tær eru nú, so halda vit, at vit hava nóg mikið í dagsins trupulleikum. Úrslitið er so, at vit geva okkum ikki stundir til at taka stórar og framskygdar avgerðir. Visjónin er, at Føroyar í 2015 verða millum bestu lond at virka og liva í. Vit ynskja, at Føroyar skulu verða samfelag við sterkum búskapi, har arbeiði er til allar hendur, og har dygdargóðar sosi- alar skipanir tryggja øllum eitt virðiligt lív. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt við greiðum og fram- sóknum ætlanum. Eg vil nýta hetta høvið at taka fram nakrar høvuðstættir í tí ætlan, landsstýrið í løtuni arbeiðir við. Alheimsgerðin Ein av grundarsteinunum undir Visjón 2015 er, at Føroyar skulu vera virknar í alheimssamfelag- num. Til tess krevst, at øll lið í samfelagnum vera við, soleiðis at vit kunnu taka við teimum av- bjóðingum og møguleikum, sum alheimsgerðin hevur við sær. Landsstýrið ynskir at styrkja samstarvið við Evropa, og hevur tí sett sær fyri at fara undir sam- ráðingar við Evropasamveldið um ein víðkaðan samstarvssátt- mála, sum umfatar tey fýra fræls- ini - vørur, tænastur, kapital og persónar. Sáttmálin skal eisini lata upp fyri samstarvi um t.d. gransking og tøkniliga menning, kunningar- tænastur, umhvørvi og útbúgving. Ein sáttmáli av hesum slag við ES vil skapa karmar fyri tættari politiskum og búskaparligum samstarvi millum Føroyar og restina av Evropa. Landsstýrið hevur somuleiðis sett sær fyri, at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Í ver- andi støðu fer slíkur limaskapur ikki at gera Føroyar til part í EBS samstarvinum, men vil fáa í lag, at Føroyar vinna sær tey fýra frælsini við Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Harumframt kunnu Føroyar fáa fríhandil við tey fjúrtan triðjalondini, ið EFTA hevur fríhandilssáttmálar við, og sum umboða 290 mió. fólk. Útbúgvingarreformur Annar grundarsteinur undir Visjón 2015 er útbúgving. Tað verða útbúgving og vitan, ið verða avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta framtíðar av- bjóðingum. Útbúgving er besta íløgan, sum menniskjað og sam- felagið kunnu gera í framtíðina. Neyðugt er við einum útbúgv- ingarreformi. Fyri ikki so nógvum árum síð- an var almenna hugsanin, at eftir lidnan fólkaskúla bíðaði arbeiðs- marknaðurin. At fara undir víðari lestur var ikki fyri øll, og fleiri taldu dagarnar, til skúlin var liðugur, tí nú byrjaði lívið. Heilt soleiðis er ikki longur. Tí greitt er, at í nútíðarsamfelagnum kann arbeiðslívið gerast trupult, hevur tú ikki eina førleikagevandi út- búgving. Tað er tí hugaligt at síggja, at ungdómar í dag eru tilvitaðir um, at útbúgving er atgongumerki til eina góða yrkisleið. Tey ungu hava ásannað, at arbeiðsmarknað- urin er broyttur. Skulu tey hava framgongd, er útbúgving ein fyri- treyt. Vit eru tó ikki komin á mál, langt frá tí, tí hóast okkara hagtøl ikki eru heilt neyv, er greitt, at útbúgvingarstøðið í Føroyum stendur ikki mát við fremstu lond í heiminum. Ein fyritreyt fyri, at hesin part- ur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Tað mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar sínar til fulnar - einki annað er nóg gott! Okkara mál er tí: • at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggj- ar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsút- búgving • at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkis- útbúgving • at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving Útbúgving skal raðfestast fremri enn nakrantíð. Lærarin hevur eitt týdningar- mikið og ábyrgdarfult starv. Hjá honum liggur ein sera stór av- bjóðing, tí tað er hann, sum skal fáa hvønn einstakan næming at mennast. Ein av størstu uppgávum verð- ur at menna verandi lærarar og at seta nýggjar og eins góðar kreftir við. Sama er við skúlaleiðslun- um. Hesar eru avgerandi fyri, hvørt skúlar virka til fulnar. Ein góð skúlabyrjan er avger- andi fyri, hvussu skúlagongdin fer at eydnast. Vit ynskja tí at styrkja um skúlabyrjanina, so at skúlin frá fyrsta degi fjálgar um hvønn einstakan næming. Málførleikin í føroyskum skal betrast, samstundis sum styrkt verður um undirvísingina í ensk- um, so at næmingarnir í fólka- skúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt. Vit mugu leggja munandi størri dent á at taka kunningar- og samskiftistøknina við í undirvís- ingina í fólkaskúlanum. Vit seta dygdarmetingarskipan av fólkaskúlanum í verk, soleiðis Ólavsøkurøða løgmans 2005 – Ein av grundarsteinunum undir Visjón 2015 er, at Føroyar skulu vera virknar í alheimssamfelagnum. Till tess krevst, at øll lið í samfelagnum vera við, soleiðis at vit kunnu taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum alheimsgerðin hevur við sær, segði løgmaður m. a. í løgmansrøðuni á Ólavsøku Mynd: Bárður Lydersen Framhald á næstu síðu