mikudagur 3. august 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kimi Raikkonen
blásti eitt pinkalítið
sindur av lívi aftur í
kappingina um
heimsmeistaraheitið í
formel 1, tá hann kut-
aði 10 stig av leiðsluni
hjá Fernando Alonso,
soleiðis at einans 26
stig eru teirra millum
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Raikkonen
vann
trygt
frammanfyri Schumacher-
brøðrunum Michael og
Ralf. Michael Schumacher
lá á odda fyrstu 36 umferð-
irnar, men í øðrum pit-
stoppið koyrdi Raikkonen
tvær umferðir longur enn
Michael Schumacher, og
slapp
framvið
honum.
Dekkini hjá eldra Schu-
macher beiggjanum vóru
nú í so ringum standi, at
Raikkonen skjótt var langt
frammanfyri hann. Tá teir
skuldu í pit triðju ferð var
Raikkonen
25
sekund
frammanfyri Michael Scu-
macher,
og
Raikkonen
misti ikki fyrsta pláss í pitt-
inum.
Tann einasti, sum kundi
havt hótt Raikkonen, var
Juan Pablo Montoya, sum
lá á øðrum plássið aftan á at
Michael Schumacher var
farin í pit aðru ferð, Mon-
toya hevði einans tvey pit-
stop. Kolumbianarin var tó
tann
óhepni
McLaren
koyrarin sunnudagin, á 40.
umferð misti bilurin ferð-
ina, og hann koyrdi beint í
garaguna.
Alonso og Fisichella
vóru ikki serliga sannfør-
andi
í
tíðarkoyringini
leygadagin, við ávíkavist
xx og xx byrjanarstøðu.
Men hetta var lítið av
miklum - koyringin var
tann ringasta hjá Renault
liðnum alt hetta kapp-
ingarárið. Eitt níggjunda
pláss til Fisichella og ell-
inta pláss til Alonso vístu
greitt, at hetta ikki var
teirra dagur. Fisichella lá til
at fáa eitt áttanda pláss.
Men megnaði ikki at halda
bilin á breytini, tvær ferð
koyrdi hann útav í sama
skjóta vinstrasvingi. Lið-
stjórin Flavio Briatore sá
ikki væl nøgdur út.
Longu á fyrstu umferð
var Alonso óheppin, hann
var
hálvavegna
komin
framvið Toyota bilinum hjá
Ralf Schumacher, tá brems-
urnar hja yngra Schu-
macher beiggjanum læstu,
við tí úrslitið at Alonso
varð kroystur av breytini,
og høgra bakhjól hjá Schu-
macher oyðilegði gronina á
bilinum hjá Alonso. Alonso
noyddist beint í pit, at skifta
gronina, og endaði sostatt
aftastur.
Henda fyrsta umferðin
gjørdist sera hendingarík,
Rubens Barrichello var eitt
sindur naskur, og rendi upp
í reyvina á bilinum hjá
Trulli. Gronin á Ferrari bil-
inum hjá Rubens brotnaði
og smápettir ruku í allar
ættir. Rubens fór beint í pit
at skifta gronina, og kom
útaftur beint frammafyri
Alonso. Jaques Villeneuve
koyrdi stutt aftan fyri
Barrichello, og royndi at
venda uttan um rokið av
smápettum, við tí úrslitið at
hann rendi beint á Christian
Klien, sum koppaði runt.
Óhappið sá sera ræðandi út.
Men Klien slapp óskaddur,
Red Bull bilurin var so illa
farin, at Klien ikki fekk
hildið á.
Hin Red Bull bilurin,
tann hjá David Coulthard,
koyrdi við nógvari ferð
beint á eitt pettið, sum var
dottið av bilinum hjá
Alonso, bilurin slongdist av
breytini, og kundi heldur
ikki halda fram.
Toyota hevði haraftur-
ímóti ein góðan dag. Í byrj-
anini var eitt sindur av
stríði millum Ralf Schu-
macher og Jarno Trulli,
men seinasta partin av
koyringini var Ralf Schu-
macher væl skjótari, og
endaði næstan ein hálvan
minutt framman fyri liðfe-
lagan. Tað hevur gingist
heldur illa hjá Toyota sein-
astu koyringarnar, so eitt
triðja.- og eitt fjórða pláss
eru sera nøktandi fyri
japanska liðið.
Michael
Schumacher
fekk annað pláss, og hóast
hann var illa hóttur av
yngra bróðrinum seinasta
partin av koyringini, og
misti
fyrsta
pláss
til
Raikkonen, so er lítil ivi
um, at hetta var eitt gott
vikuskifti fyri Ferrari og
Schumacher.
Sjeyfaldi
heimsmeistarin fekk fyrstu
byrjunarstøðu leygardagin
fyri 64. ferð. Hetta er bert
einaferð minnið enn Ayrton
Senna megnaði, hetta er eitt
av teimum einastu metun-
um, sum týskarin ikki
hevur. Eisini megnaði hann
at verða á odda í longur enn
helvtina
av
koyringini.
Hetta er væl betur enn
Ferrari hevur verið í ár.
Hjá BAR-Honda er eydn-
an vend, hesuferð fingu teir
fyrstu ferð í ár tveir bilar í
stigini. Button fekk eitt
fimta pláss, og Takuma
Sato, sum eftir øllum at
døma er á veg burtur úr
formel 1 fekk áttanda pláss
og eitt stig.
Williams-BMW bilarnir
høvdu eina sera ringa tíðar-
koyring og byrjaðu sum
nummar xx og xx, men
megnaðu báðir at koyra seg
í stigini. Hetta gevur lið-
num eitt sindur av uppreisn,
tí seinastu mánaðarnir hava
verið sera ringir.
Formel 1 fer nú í summ-
arfrí í tríggjar vikur. Næsta
koyringin verður í Turka-
landi.
24
Nr. 144 - 3. august 2005
Kanska Kimi klárar tað
Nr.
Koyrari
Bilslag
Tíð
Stig
1.
Kimi Räikkönen
McLaren-Mercedes
1.37.25.552
10
2.
Michael Schumacher
Ferrari
+35,5 sekund
8
3.
Ralf Schumacher
Toyota
+36,1 sekund
6
4.
Jarno Trulli
Toyota
+54,2 sekund
5
5.
Jenson Button
BAR- Honda
+58,8 sekund
4
6.
Nick Heidfeld
Williams-BMW
+68,3 sekund
3
7.
Mark Webber
Williams-BMW
+1 umferð
2
8.
Takuma Sato
British American Racing Honda
+1 umferð
1
9.
Giancarlo Fisichella
Renault
+1 umferð
10.
Rubens Barrichello
Ferrari
+1 umferð
11.
Fernando Alonso
Renault
+1 umferð
12.
Narain Karthikeyan
Jordan-Toyota
+3 umferðir
13.
Tiago Monteiro
Jordan-Toyota
+4 umferðir
14..
Felipe Massa
Sauber-Petronas
+7 umferðir
givin Christijan Albers
Minardi-Cosworth
+11 umferðir
givin Jacques Villeneuve
Sauber-Petronas
eldur
givin Juan Pablo Montoya
McLaren-Mercedes
tøkniligur trupulleiki
givin Robert Doornbos
Minardi-Cosworth
bremsur
givin David Coulthard
Red Bull Racing
óhapp
givin Christian Klien
Red Bull Racing
óhapp
HM fyri koyararar
1
Fernando Alonso
87
2
Kimi Raikkonen
61
3
Michael Schumacher
55
4
Jarno Trulli
36
6
Juan-Pablo Montoya
34
9
Ralf Schumacher
32
5
Rubens Barrichello
31
8
Giancarlo Fisichella
30
7
Nick Heidfeld
28
10 Mark Webber
24
HM fyri lið
Renault F1
117
McLaren-Mercedes
105
Scuderia Ferrari
86
Toyota Racing
68
BMW WilliamsF1
52
Red Bull Cosworth
24
BAR Honda
20
Sauber Petronas
14
Jordan Toyota
11
Minardi Cosworth
7
Kimi Raikkonen hevði hetta
vikuskiftið fingið ein
Mercedes motor, sum helt
bæði í venjingum, tíðarkoyr-
ingini og sjálvari koyringini
Mynd: Reuters