Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2005 23 Komandi vikuskiftið verður nógvur talv- aktivitetur við bæði FM í snartalvi og landsdysti TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Leygardagin 6. august verður føroyameistarskap- urin í snartalvi leiktur í Læraraskúlaauluni. Í fjør vann Helgi Dam Ziska rættiliga suverent, og í ár verður hann mettur at vera favorittur at endurtaka bragdið. Byrjað verður væntandi kl. 13.00. Ynskt verður, at telvarar boða frá luttøku á staðnum nakað áðrenn fyrsta umfar. Sí meira í vikuni um tíðspunkt og annað um FM-snarkapping- ina á www.faroechess.com. Snarmeistarar seinastu 10 árini: 1995: Martin Brekká 1996: Torbjørn Thomsen 1997: Carl Eli N. Samuelsen 1998: John Rødgaard 1999: Eyðun Nolsøe 2000: Finnbjørn Vang 2001: John Rødgaard 2002: John Rødgaard 2003: John Rødgaard 2004: Helgi Dam Ziska Hugnin í hásæti Siðvandi landsdysturin millum Føroyar og íslend- arar á norður- og eystur- landinum verður leiktur sunnudagin 7. august og mánadagin 8. august. Vest- menningar hýsa fyrra dyst- in, meðan seinni dysturin fer fram í klaksvík. Hesir hugnaligu lands- dystir millum vinartjóðir- nar hava síðani seinast í 70- unum verið leiktir á øðrum hvørjum ári. Í Akureyri í 2003 vunnu íslendarar tepr- an sigur á einum heldur skerdum føroyskum liði og umvent varð sama søga galdandi, tá føroyingar vunnu stórsigur í Tórshavn í 2001. Mangir telvarar minnast aftur túrarnar til Ísland við einum breiðum smíli. Við hesum sermerktu lands- dystum stendur tað sosiala aspektið hjá teimum flestu væl meira framarliga enn tað ítróttarliga. Hampiliga sterkt føroyskt lið Tíggju telvarar manna lið- ini bæði. Helst verða nakrar útskiftingar á føroyska liðnum frá fyrsta til seinna dystin. Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen og Helgi D. Ziska fara eitt nú at royna seg antin báðar ella ein av døgunum. Ætlanin var, at John Arni Nilssen skuldi vera á føroyska fyrsta borðinum, men hann mátti tíverri geva avboð. Íslendarar hava sum oftast sterka manning á ovaru borðunum, meðan niðara helvtin - serliga tá telvað verður í Føroyum - plagar at vera nakað veikari enn tann føroyska. Íslandsdysturin fyri framman EM fyri landslið verður í hesum døgum leiktur í svenska býnum Gøteborg. Flestu av teimum fremstu liðunum eru sera væl mannaði. Hollendska liðið, við millum annað Ivan Sokolov og Jan Timman, hevur fingið flúgvandi byrjan eftir trý umfør. Sí http://www.goteborgchess2 005.se/ Í fyrsta umfari revsaði Sokolov bulgarska mót- støðumann sín við harðastu viðferð. GM Sokolov (2691) - GM Georgiev (2532) EM fyri landslið - Gøte- borg (1), 30.07.2005 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Ric3 Rif6 4.Rif3 a6 5.e3 e6 6.b3 Bb4 7.Bd2 Byrjanarspælið hjá hvítum tykist kanska tolið og varið, men ansar svartur sær ikki, kann, sum í hesum talvi, skjótt enda heilt galið 7...0-0 8.Bd3 dxc4 9.bxc4 c5 10.0-0 Ric6 11.Rie4 cxd4 12.exd4 Be7 13.Be3 b5 Djarvur, men ikki serliga gevandi leikur 14.cxb5 Rib4 15.Rixf6+! Bxf6 16.Be4 Rid5 17.Fd3 g6 18.a4 Hvítur hevur eina finnu meir og góða støðu. Og tá er Sokolov eirindaleysur 18...axb5 19.axb5 Bb7 20.Bh6 Re8 21.Rxa8 Fxa8 22.Rie5! Rie7?? Støðu- mynd Í torførari støðu, fer svartur tó heilt skeivur. Sokolov svarar vakurt: Støðumynd eftir 22...Rie7 23.Ff3! Hvítur hóttur Bxb7, umframt Fxf6 og har eftir Fg7 mát og eisini Fxf7+. Svartur missur bisp eftir 23...Bxe5 24.Bxb7 og gavst hann tí 1-0 Talvið hesa vikuna Súkkling á Ólavsøku Mikukvøldið 27. juli skipaði Tórshavnar Súkklu- felag fyri súkklukapping á Hálsi. Vaksin og unglingar súkklaðu teinin: Heykavegur - Starvegur - Falkavegur - Tjaldursvegur- Heykavegur sum er uml 650 m. Og børnini súkklaðu runt um parkeringsøki millum Poul Hansen og Bergmotors, tað er uml 250 m runt. Úrslitini frá súkkling á Ólavsøku 05 vóru hesi Dreingir árg 97-99, 10 umfør 1 Ragnar Kruse 2 Rasmus Mohr Nielsen 3 Tóri Nielsen 4 Sonni Højgaard 5 Meinhard Olsen 6 Andrias Dam 7 Sveinur Kass Joensen Erland Magnussen útgingin Gentir árg 97-99, 10 umfør 1 Birita Dam 2 Bergfríð Lassen 3 Ása E. Nielsen 4 Hildur Poulsen 5 Guðrun Eyðfinnsdóttir Dreingir árg 94-96, 15 umfør 1 Bogi Høgnason Eriksen 2 Sofus Andreasen 3 Jóanis Albert Nielsen Teitur Lassen Ólavur Dam Harladsen Niklas Magnusson Janus E. Nielsen David Eriksen Kristan Johansen Gentir árg 94-96, 15 umfør 1 Miriam Eriksen Dreingir árg 91-93, 20 umfør 1 Harald Joensen 2 Jens Pauli Johansen 3 Beinir Højgaard Unglingar, 30 min + 1 umfar 1 Torkil Veyhe 2 Sigmund Olsson 3 Bergur Ingemarson Menn árg 66-87, 30 min + 1 umfar 1 Eli J. Christiansen 2 Esmar Joensen 3 Hans Krossstein +40, 30 min + 1 umfar 1 Geyr Gilsteinson 2 Eyðfinn Lenvig 3 Ingemar Johansen 4 Erling Olsson Tórshavnar Súkklufelag skipari fyri súkklukapping um ólavsøkuna Mynd: Bárður Lydersen FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Vegna plásstrot kom hend- an myndin ikki við í blaðið í gjár, og vit prenta hana tí í dag. GÍ vann ólavsøkudag steypafinaluna ímóti grannunum úr Fuglafirði. Úrslitið gjørdist 4-1 til GÍ. Málini skutu Hanus Jacob- sen, ið skeyt trý mál, og Áslakkur Petersen. Málið hjá ÍF skoraði Gunnar Nielsen uppá brotsspark. Steypavinnarar 2005 gjørdist GÍ. Her er liðið avmyndað eftir dystin á Tórsvølli Mynd: Álvur Haraldsen Steypavinnarar 2005