mikudagur 3. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 144 - 3. august 2005
Landsliðsspælarin
hevur gjørt av at
halda fram í Coventry
í eitt ár afturat, og tað
er møguleiki fyri, at
hann verður í
felagnum í uppaftur
eitt ár afturat
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Um tvær vikur - mikudagin
17. august - verður HM
undankappingardystur
á
heimavølli. Tá fara Føroyar
at fáa vitjan av Kypros.
Ítróttarliga tykist talan fara
at verða um mest tøttu og
harvið spennandi avbjóð-
ingina, sum tað er møgu-
leiki fyri í hesari undan-
kappingini.
Uppgerðin
verður
á
Svangaskarði. Takið hjá
føroyska liðnum verður at
fáa eitt uppaftur betri úrslit,
enn tað var, tá ið Føroyar í
oktober megnaðu 2-2 á
Kypros.
Føroysku
málini
á
Kypros skoraðu Claus Bech
Jørgensen og Rógvi Jacob-
sen ella tveir av útisetun-
um.
Í gjár varð nevnt, at
Rógvi Jacobsen og KR
hava skift venjara. Tað
hevur ikki gingið væl hjá
KR, og hóast Rógvi hevur
talst millum teir bestu, so
hevur hann ikki havt sama
eyðsýnda leiklutin í Íslandi,
sum hann í fleiri ár hevur
havt í føroyskum fótbólti.
Men eingin ivi er um, at
landsliðsvenjarin fer at
senda boð eftir Rógva, og
at hann er upplagdur møgu-
leiki millum teir fyrstu
ellivu.
Sami arbeiðsgevari
Tá ið Claus Bech Jørgensen
fyrr í summar var í Føroy-
um og spældi landsdyst
ímóti Írlandi, var tað ikki
greitt, hvar hann skuldi
spæla fótbólt eftir summar-
steðgin. Claus hevði tá
tilboð frá feløgum í donsku
superliguni umframt at
Coventry, sum hann hevur
spælt fyri tvey tey seinastu
árini, vildi hava hann at
halda fram í felagnum.
Tá ið hann var í Føroyum
og spældi móti Írlandi, lá
tað í luftini, at hann eisini
næsta ár skuldi spæla í
Coventry, og nú hevur 29
ára gamli Claus Bech
Jørgensen gjørt av, at hann
eisini næsta árið skal spæla
í Coventry. Sáttmálin varð
undirskrivaður fyri fýra
vikum síðani.
- Umstøðurnar broyttust
heilt í felagnum, tá ið
Mickey Adams í vetur
loysti Peter Reid av sum
venjari. Eg kenni tað so-
leiðis, at hann hevur álit á
mær. Eg var við í flestu
dystunum, eftir at hann var
komin í felagið, og í fyri-
reikingardystunum
til
nýggja kappingarárið havi
eg eisini fingið nógva
spælitíð, sigur Claus Bech
Jørgensen.
Mickey Adams hevur
rættuliga ruddað í spælara-
hópinum. Sáttmálaskeiðið
hjá nógvum spælarum var
runnið í summar. Umframt
Claus Bech Jørgensen hava
toppskjúttin Andrew Mor-
rell, álopsspælararnir Gary
McSheffrey, Trevor Benja-
min og Dele Adebola, mið-
vallarin Stephen Hughes og
verjuspælarin
Richard
Shaw skrivað undir nýggjar
sáttmálar
Harafturímóti
hevur
venjarin ikki viljað longt
samstarvið við veteranar-
nar Tim Sherwood og Steve
Staunton, sum báðir áður
hava verið á eingilska
landsliðnum, og sum báðir
síðsta kappingarár vóru
nógv skaðaplágaðir.
Millum nýggju spælarar-
nar í Coventry eru mál-
verjin Clayton Ince, sum er
keyptur úr Crewe, og
álopsspælarin James Scow-
croft, sum er keyptur úr
Leicester. Fyri einari viku
síðani boðaði hjálparvenj-
arin, fyrrverandi stórspæl-
arin Adrian Heath, frá, at
hann fór úr felagnum og til
Derby County. Í gjár varð
sagt, at hjálparvenjarin
hevur iðrað seg um ta
avgerðina, og nú heldur
hann fram í Coventry, har
hann er í høgum metum.
Málið hjá Coventry er at
halda seg uppi í miðjuni í
næstbestu deildini. Fyrsti
landskappingardysturin
verður nú leygardagin á
útivølli móti Norwich.
- Eg gleði meg at fara
undir nýggja kappingar-
árið. Tað er upp til mín
sjálvan at gera av, um eg
skal verða longri enn eitt ár
afturat í felagnum. Í nýggja
sáttmálanum stendur, at um
eg spæli í minsta lagið
helmingin av dystunum
næsta ár, so skal sáttmálin
leingjast við einum ári
afturat, sigur Claus Bech
Jørgensen, sum um tvær
vikur aftur verður at síggja
á landsliðnum móti Kypros.
Tá ið hann síðst spældi
móti Kypros gekk tað bæði
væl og minni væl. Í 1.
hálvleiki var hann sera væl
upplagdur, og hann skoraði
eitt fínt mál við høvdinum.
Eftir steðgin kom hann ikki
á vøllin aftur. Hann hevði
brotið óstbeinið, og tað helt
honum burtur frá besta lið-
num, inntil Mickey Adams
um
ársskiftið
gjørdist
venjari í Coventry. Síðani
hevur tað gingið sum eftir
ánni hjá Claus, og tað eigur
at fara at koma føroyska
landsliðnum til góða.
Kroati royndarvenur í
Klaksvík, og í gjár
skuldi gerast av, um
Tony Paris næstu
árini skal vera venjari
í Klaksvík
KÍ
Jóannes Hansen
Loksins er ein loysn funnin
á, hvussu skil skal fáast á
stóru skuldini, sum Klaks-
víkar Ítróttarfelag hevur
drigist við.
KÍ hevði kallað til tíð-
indafundar í gjárkvøldið
klokkan 17.30. Í fráboð-
anini varð sagt, at tað eitt
nú fór at verða kunnað um
avtalu, sum felagið hevur
gjørt við Norðoya Spari-
kassa
og
Klaksvíkar
Kommunu um KÍ høllina.
Avtalan ber við sær, at
eitt nýtt partafelag, sum
Norðoya Sparikassi og KÍ
eiga hvør sín helming í,
skal yvirtaka høllina og
harvið skuldina. Samstund-
is skal stuðulin frá Klaks-
víkar Kommunu til høllina
hækka so mikið, at tað
bæði verður pláss fyri at
avdraga skuldina og at gera
íløgur, soleiðis at høllin,
sum í mong ár hevur verið
rættuliga slitin, skal um-
vælast. Eitt nú skal gólvið
skiftast, og kjallarin inn-
rættast soleiðis, at UEFA
krøvini verða gingin á
møti.
Fyrrverandi
meistara-
venjarin hjá KÍ, Tony Paris,
hevur vitjað í Klaksvík
síðani fyri Ólavsøku. Tað
hevur ljóðað, at hann skal
vera venjari hjá KÍ næstu
árini. Á middegi í gjár var
sáttmáli ikki undirskriv-
aður. Seinnapartin skuldi
gerast av, um Tony Paris
verður í Klaksvík næstu
árini, ella um hann ikki
verður har norðuri.
Í fráboðanini til tíðinda-
fundin varð eisini sagt, at
málini, sum felagið hevur
sett sær fyri at røkka inntil
2009, skuldu leggjast á
borðið á fundinum. Hetta
verður vent aftur til í morg-
in.
Ein kroatiskur álopsspæl-
ari royndarvandi í Klaksvík
mánakvøldið. KÍ hevur
fingið samband við hann í
Svøríki, har hann hevur
spælt. Í vikuni skal gerast
av, um hann skal spæla við
KÍ tað, sum er eftir av
hesum árinum.
KÍ er næstaftast í For-
mula deildini. Sunnudagin
skulu klaksvíkingar spæla
landskappingardyst
í
Runavík.
Todi móti
Lyn
Ógvuliga nógv
varð mánadagin
gjørt burtur úr
dramatisku hend-
ingini leygar-
morgunin, tá ið
Todi endaði á
sjúkrahúsinum
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Í kvøld klokkan átta
fara Start og Todi
Jónsson at spæla á
heimavølli móti Lyn.
Tað er ikki greitt, um
Todi Jónsson verður
millum
teir
fyrstu
ellivu, men tað kann
væl hugsast, at hann
verður tað, um hann
rættuliga er komin fyri
seg eftir stóra skelkin
leygardagin.
Todi
vandi við Start bæði í
fyrradagin og aftur í
gjár.
Í norskum og donsk-
um fjølmiðlum varð í
fyrrakvøldið
nógv
gjørt burturúr tilburð-
inum leygarmorgunin,
tá ið Todi eina løtu var
uttan vit og endaði á
sjúkrahúsi.
Kona Toda, Andrea,
verður endurgivin fyri
at siga, at hon eina løtu
kendi tað soleiðis, at
Todi fór at doyggja.
Eftir at hann hevði
havt ógvuslig krampa
herðindi
og
hevði
givið ljóð frá sær, var
hann lívleysur í eina
løtu, áðrenn hon aftur
fekk
samband
við
hann.
Umframt orsøkirnar
til líkfalsliga herðindi,
sum Todi í gjár varð
endurgivin fyri at siga
her í blaðnum, verður
lagt afturat, at íbúðar-
umstøðurnar ivaleyst
hava
viðvirkað
til
strongd. Síðani Todi
kom til Kristiansand
hevur hann búð á
gistingarhúsi. Konan
og øll trý børnini hava
verið saman við hon-
um, og hann hevur
vant ógvuliga nógv.
Í hesi vikuni flytir
Todi í nýggja íbúð.
Spurningurin er so,
hvussu tað fer at hiln-
ast hjá honum á vøllin-
um í kvøld, tá ið Start
fer at fáa vitjan av Lyn.
KÍ skuldin fingin upp á pláss
Claus hevur skrivað undir
nýggjan sáttmála
Landsliðsspælarin hevur gjørt av at halda fram í Coventry í eitt ár afturat, og tað er møguleiki
fyri, at hann verður í felagnum í uppaftur eitt ár afturat