mikudagur 3. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 • mikudagur • 3. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Bragdið skipar fyri Kvinnurenning
Tíðindaskriv
Bragdið
Ítróttarfelagið Bragdið í
Havn skipar á fyrsta sinni
fyri kvinnurenning í Føroy-
um. Ætlanin er, at kvinnu-
renningin skal verða eitt
afturvendandi
tiltak.
KVINNURENNINGIN
2005 verður leygardagin
20. august kl. 16:00.
Áhugin fyri renning er
alsamt vaksandi í Føroyum.
Eitt nú eru rennikappingar
fastir tættir á summarstevn-
unum, og luttakaratalið er
stútt vaksandi hjá monnum
og ungdómi. Nú er so tíðin
komin til at kvinnurnar
finna renniskógvarnar fram
og mýkja vøddarnar. "Burt-
ur við "bilringum" og
"appelsinhúð" og inn við
føstum afturpørtum"!
Renningin
er
ætlað
kvinnum
yvir
18
ár.
Teinurin er umleið 4,2 km,
og sera vælegnaður til bæði
at renna og ganga.
Byrjað
verður
við
upphiting kl. 15:45 á
parkeringsøkinum
við
Studentaskúlan í Hoydøl-
um. Síðan verður runnið/-
gingið eftir gøtuni oman til
tyrlupallin yviri við Strond,
farið verður eftir Ringveg-
num til Hvítanesvegin og
oman aftur til Studenta-
skúlan. Teinurin verður
runnin/gingin 2 ferðir.
Tiltakið
verður
ikki
skipað sum ein vanlig
kapping, so heiðursmerki
verða ikki til tær skjótastu
kvinnurnar, men vinningar
verða lutaðir millum allar
luttakarar, sum koma á mál.
Tilmelding fer fram á
heimasíðuni
hjá
athletics.fo, og seinasta
freiðst at melda til tiltakið
er fríggjadagin 19.08.05,
kl. 12:00. Luttakaragjaldið
er kr. 50,00, og verður
goldið, tá ið startnr. verða
avheintað við startøkið kl.
15:00 - 15:30.
Í síðstu viku skrivaði
20 ára gamli vágbing-
urin Símun Samuel-
sen undir ein trý ára
sáttmála við íslendska
felagið Keflavík. - Eg
helt, at eg skuldi taka
møguleikan, nú hann
var har, sigur Símun
Fótbóltur
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tá leikararnir hjá Keflavík
savnaðust aftur eftir ein
stuttan summarsteðg týs-
kvøldið, var ein nýggjur
leikari í hópinum. Talan er
um Símun Samuelsen, ið
Keflavík hevur keypt úr
VB, og hann skal styrkja
tann offensiva partin hjá
liðnum.
Aðrir føroyskir leikarar,
ið hava spælt í Íslandi, hava
sum oftast gjørt styttri sátt-
málar, men Símun Samuel-
sen himpraðist ikki við at
binda seg trý ár fram í
tíðina.
- Teir vildu hava ein trý
ára sáttmála, og tá umstøð-
urnar eru góðar, eri eg ikki
bangin fyri at binda meg,
sigur Símun úr Íslandi.
Sáttmálin skuldi undir-
skrivast áðrenn 1. august, tá
transfer-vindeygað
lat
aftur, og tí kundi Símun
ikki nýta alt ov langa
umhugsunartíð,
áðrenn
hann setti undirskriftina á
sáttmálan.
Aftur á landsliðið
Símun Samuelsen hevur
spælt ein skrásettan A-
landsdyst, og tað var ímóti
Kasakstan á Svangaskarði
fyri tveimum árum síðani,
tá Føroyar vann 3-2.
Enn hevur Henrik Larsen
ikki sent boð eftir Símuni
aftur, men Símun hevur
ofta verið sæddur sum ein
framtíðar maður á føroyska
landsliðnum.
Tað var Krzysztof Pop-
czynski, ið lokkaði Símun
norður til Gøtu at spæla, og
her vóru fleiri, ið fingu
eyga á evnaríka vágbingin.
Seinni fór hann aftur til
heimbygdina at spæla, og í
ár hevur hann eisini gjørt
vart við seg á vinstra vongi
hjá VB.
Hansara avrik hava eisini
verið við til at lyfta VB úr
botninum, har teir stríddust
at byrja við. Og ungi
vágbingurin hevur ætlanir
um at spæla seg aftur á
landsliðið,
men
hann
ásannar samstundis, at tað
er eingin sniðgøta innaftur í
landsliðshitan.
- Eg havi vónir um at
koma aftur á landsliðið,
men eg kann bara gera mítt
besta, tí tú kanst ikki sníkja
teg aftur á landsliðið, sigur
Símun Samuelsen.
Hann er tó bjartskygdur
um, at tað skal eydnast
honum aftur at umboða
Føroyar á hægsta stigi.
- Eg haldi altíð, at útlitini
fyri at koma aftur á
landsliðið eru góð, men tað
er altíð upp til venjaran at
taka støðu, sigur hann.
Íslendskar røtur
Keflavík liggur ein hálvan
tíma frá høvuðsstaðnum
Reykjavík,
og
Símun
Samuelsen hevur familju í
økinum.
Abbi hansara er nevniliga
íslendingur, og tað at hann
hevur familju í økinum ger
tað munandi lættari at fella
til í nýggja umhvørvinum.
Felagið
hevur
eisini
útvegað Símuni eina íbúð,
og hann flytur inn í
næstum.
Símun væntar, at hann
seinni fer at fáa sær eitt
starv við síðuna av fótbólti-
num. Tað er rættiliga ym-
iskt, hvussu nógv leikarar-
nir hjá Keflavík arbeiða við
síðuna
av
fótbóltinum.
Nakrir arbeiða als ikki,
meðan aðrir hava full- ella
hálvtíðarstarv
umframt
fótbóltin.
Kappingin í Íslandi er
bert átjan dystir, og nú eru
seks dystir eftir at kapping-
arárinum. Keflavík hevur
eisini tveir dystir í UEFA
Cup í august ímóti týska
felagnum Mainz, og ta
avbjóðingina gleðir Símun
seg til.
Keflavík liggur í løtuni á
triðja plássi í Landsbanka-
deildini í Íslandi. Liðið
hevur nítjan stig fyri tólv
dystir. Lítil møguleiki er at
fanga tey ovastu liðini, ið
eru FH og Valur, ið hava
ávikavist 33 og 27 stig.
Fyrsti dystur hjá Keflavík
verður á heimavølli 7.
august ímóti botnliðnum
Þrótti R, og tá sleppur
Símun vónandi at vísa sítt
virði í bestu íslendsku
deildini.
Símun roynir
eydnuna í
Íslandi
Fakta
um Símun
Samuelsen
Føddur:
21.05.1985
Feløg:
VB, GÍ og Keflavík
A-landsdystir:
Ein landsdyst ímóti
Kasakstan tann 27.
apríl
2003,
sum
Føroyar vann 3-2
Símun Samuelsen hevur leikt ein A-landsdyst fyri Føroyar, og tað
var ímóti Kasakstan á Svangaskarði tann 27. apríl 2003. Hann
vónar, at boð aftur verða eftir honum til føroyska landsliðið