Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 144 - 3. august 2005 Tann fyrsta útlendska matvøruhjálpin er nú komin til Niger, men tað fer at taka fleiri dagar at fáa hjálpina fram til øll tey svøltandi HUNGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í gjár vóru umboð fyri ein bretskan hjálparfelagsskap í bygdini Bamou við mjøli og ymsum øðrum matvør- um, sum vórðu býttar ímill- um 180 mammur og børn teirra. Men fleiri mammur noyddust tómhentar heim- aftur, tí hjálparfelagsskap- urin hevði ikki fingið nóg mikið av mati til øll. Mammurnar mugu ugga seg við, at ein spanskur hjálparfelagsskapur ætlandi kemur við meiri mati til Bamou fyrsta dagin. Bamou er í landspartin- um Tahoua. Myndugleikar- nir í Niger siga, at støðan er serliga álvarssom har, men at hungursneyðin eisini er farin at gera um seg í trim- um øðrum landspørtum. ST heldur, at umleið 3,5 milliónir fólk ella meiri enn ein fjórðingur av fólkinum í Niger hava ov lítið til matna. Av teimum eru 800.000 børn. Heimsmat- vørustovnurin World Food Program fer at býta umleið 4.000 tons av matvørum út teir næstu dagarnar, og gongst eftir ætlan verða umleið 23.000 tons býtt út teir báðar næstu mánaðar- nar, skrivar Reuters. Svikin børn Gerandisdagurin hjá nógvum brøvnum í Eyst- urgrønlandi er sera trup- ul, tí børnini fáa als ikki neyðuga umsorgan, sigur danski filmsleikstjórin Karen Littauer við sjón- varpið DR. Karen Littauer hevur verið nógvar ferðir í Grønlandi og kennir viðurskiftini væl. Hon sigur, at í teimum smáu bygdunum í Eysturgrøn- landi eru nógv børn, sum hava tað ringt. Ein orsøk er, at foreldrini drekka ov illa, men harð- skapur er eisini ein or- søk, sigur hon. Bente With, sum er formaður í felagsskap- inum Grønlandske Børn, váttar tað, sum Karen Littauer sigur. - Vit vita, at børn ganga køld og svong. Vit vita, at børn verða mis- brúkt kynsliga, og at tey eru fyri øðrum harð- skapi, sigur Bente With við DR. Sjálv heldur hon, at politikararnir eiga at leggja uppí, tí blokk- stuðul loysir ikki ein trupulleika sum hendan, sigur hon. Roykibann á veg Higartil hava Írland, Noreg, Italia, Svøríki og Malta sett fólki forboð fyri at roykja á matstov- um og vertshúsum, og nú fyrireika politikararnir í Fraklandi eina tilsvarandi lóg har. Kanningar vísa, at politikararnir fáa dygga undirtøku í hesum máli. Seinasta vikuskiftið vísti ein kanning, at heili 72 prosent av teimum spurdu taka undir við einum forboði ímóti royking á matstovum og vertshúsum, og 33 pro- sent svaraðu, at tey ætla sær at vitja matstovurnar oftari, tá roykibannið kemur í gildi. 15 prosent søgdu tað øvugta. Hagtøl vísa, at umleið 35 pro- sent av øllum vaksnum fransmonnum roykja, og í øðrum kanningum hava 44 prosent av roykjar- unum sagt, at tey kenna seg órógvað av royki frá øðrum, tá tey sita á mat- stovu. Fronsku heilsumynd- ugleikarnir siga, at hvønn dag doyggja 180 fransmenn av sjúkum, sum kunnu tengjast at royking. Sjey teirra hava kortini ongantíð fest sær í. Nokia-stjórin fer frá Aðalstjórin í finsku stór- fyritøkuni Nokia, Jorma Ollila, hevuir kunngjørt, at hann leggur frá sær 1. juni næsta ár, og sam- stundis hevur nevndin í fyritøkuni gjørt av, at Olli-Pekka Kallasvuo skal taka við. Hann er í løtuni leiðari á fartele- fondeildini hjá Nokia. Jorma Ollila byrjaði at arbeiða hjá Nokia í 1980. Hann hevur verið aðal- stjóri tey seinastu trettan árini, og eygleiðarar eru á einum máli um, at hann hevur verið sera dugna- ligur. Hinvegin er greitt, at tann næsti stjórin fær eina stóra avbjóðing. Nokia hevur í dag umleið 33 prosent av altjóða fartelefonmarknaðinum, men kappingin frá ameri- konskum og asiatiskum fyritøkum er hørð. Tað hevur elvt til harða prís- kapping, sum aftur ávirk- ar rakstrarúrslitið. Nokia hevur tó onga neyð. Herrfyri kunn- gjørdi fyritøkan, at hon hevði næstan seks milli- ardir krónur í avlopi fyrra hálvár í ár. Tað var kortini minni, enn fíggj- armarknaðurin hevði væntað, og virðið á partabrøvunum í fyritøk- uni fall eisini nógv. Keypa nógvar teldur Danir keypa teldur sum ongantíð fyrr, og tað eru serliga tær berbaru teld- urnar, sum eru væl um- tóktar. Teir fyrstu seks mán- aðarnar í ár vórðu næstan 475.000 teldur seldar í Danmark. Tað er tað mesta nakrantíð og um- leið 30 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Ein orsøk er kortini, at fleiri stórar fyritøkur so sum Danske Bank og Nykredit hava keypt nýggjar teldur ístaðin fyri tær gomlu, men tann privata sølan er eisini vaksin nógv. Mett verður, at í dag eru næstan tvær teldur í meðal í hvørjum húsi í Danmark. Mest selda teldumerk- ið í Danmark er Hewlett- Packard, sum átti 24 prosent av marknaðinum fyrra hálvár í ár. Síðani komu Dell við 18 pro- sentum, IBM við 13, og Fujitsu Siemens og Acer áttu 12 prosent í part. Hóast mótmæli frá Senatinum hevur George W. Bush, for- seti, sett tann um- strídda John Bolton at umboða USA í ST TILNEVNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Demokratarnir í Senatinum hava roynt alt til tess at forða fyri, at John Bolton bleiv valdur til at at um- boða USA í ST. Teir hava undir avhoyringum avdúk- að, at hann er alt ov snar- sintur, at hann fleiri ferðir er farin burtur frá vanligari mannagongd og hevur gingið egnar leiðir, og at hann hevur havt ilt við at samstarva við onnur. Men mánadagin misti forsetin tolið við Senatin- um og boðaði frá, at hann hevði nýtt eina heimild í stýrisskipanini, sum sigur, at forsetin kann tilnevna ST-sendimannin uttan góðkenning frá Senatinum. Í slíkum førum er starvs- tíðin hjá sendimanninum kortini avmarkað, og John Bolton er tí fyribilssettur til 1. januar í 2007. Tað ikki hent síðani 1948, at ein amerikanskur forseti hevur tilnevnt ein ST-sendiharra uttan góð- kenning frá Senatinum, og demokratisku senatorarnir halda tað vera óheppið, at USA skal hava ein sendi- mann í ST, sum ikki hevur fingið ta vanligu góðkenn- ingina. Men Bush sigur, at hann og stjórnin kunnu ikki bíða longur. - Hesin sessurin er alt ov týdningarmikil, til at hann kann standa tómur, serliga nú landið er í kríggi, og nú ætlanir eru um nýskipanir í ST, segði forsetin, tá hann kunngjørdi avgerð sína. ST-diplomatar hava roynt at doyva kjakið um John Bolton, og Kofi Annan var eisini varin, tá hann gjørdi sínar fyrstu viðmerkingar til tilnevningina. - Tað er í lagi, at ein sendimaður leggur trýst á, men ein sendimaður eigur at hava í huga, at hann skal sannføra 190 aðrar ella í hvussu er ein stóran meiri- luta av teimum, skal hann fáa nakað burturúr, segði ST-aðalskrivarin. Hann legði afturat, at sjálvur ætlar hann sær at samstarva við John Bolton sum um- boð fyri amerikanska for- setan og stjórn hansara. UTTAN ÚR HEIMI Nú fáa børnini at eta Heykurin skal samstarva John Bolton verður roknaður sum ein av heykunum í Bush-umsitingini. Nú skal hann umboða USA í ST Mynd: Reuters