mikudagur 3. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2005
19
BÚSKAPUR, VALUTA,
OG ARBEIÐSLOYSI
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Í juli mánaða hevur lut-
fallið millum dollar og euro
ligið rættiliga konstant,
aftaná stóra euro-fallið sum
brast á aftaná fólkaatkvøð-
urnar
í
Frankaríki
og
Hollandi, har nýggja ES-
grundlógin bleiv vrakað. Í
juli hevur ein eura givið
millum 1,20 og 1,22 dollar.
Tó var kursurin eitt stutt bil
heilt niðri á 1,88.
Tann politiska óvissan,
sum støðan í Frankaríki og
Hollandi, og harvið í øllum
euro-økinum við 12 luttak-
andi londum førdi til, at
fokus flutti burtur frá tí
amerikanska búskapinum,
sum framvegishevur nakr-
ar álvarsligar struktur-veik-
leikar.
Henda
óvissan
gjørdi, at euran fall frá um-
leið 1,30 til eitt væl lægri
virði uppá umleið 1,20
dollar.
Hevur US-dollar mist
damp og megi?
Hóast fleiri búskaparlig
hagtøl úr USA í seinastuni
hava verið positiv, so hevur
dollarin mist framdriftina,
sum hann hevur havt sein-
astu
mánaðirnar
ella
kanska hálva árið. Ameri-
kanski landsbankin, The
Fed hevur seinastu tíðina
javnan hækkað tað "stuttu"
rentuna við 0,25%, so hon
nú er 3,25%, meðan euro-
peiski ECB hevur hildið
fast um 2%. Tí hevur tað
verið fyrimunur hjá summ-
um at gera íleggingar í
USA og í dollar, og eftir-
spurningurin eftir dollar
hevur verið stórur.
Búskaparvøksturin var
eisini í 2. kvartali góður í
USA, uppá 3,4%. Hetta er
væl meira enn í flestu ES-
londum.
Smáir glottar í
Týsklandi og
Frankaríki
Hetta lægra virðið á euro
hevur, eftir lærubókini, við
sær, at tað skuldi verið lætt-
ari at útflutt vørur ú euro-
økinum. Helst er tað hetta,
sum hevur fingið fram-
tíðarvónirnar í týska vinnu-
lívinum at batna. IFO-
stovnurin í München hevur
spurt 7000 týsk virkir um
teirra framtíðarvónir. Fyri-
spurningurin gav eitt index-
tal fyri juli uppá 95, sum er
ein vøkstur uppá 1,7 síðan
juni. Við øðrum orðum ein
klár framgongd.
Men framvegis er bú-
skaparligi vøksturin í Týsk-
landi lágur. Og arbeiðsloys-
ið er tað hægsta síðan
kreppuna í 1930-unum. 5
milliónir ganga arbeiðs-
leys, ella umleið 10% av
arbeiðsfólkinum. Í teim
"nýggju" londunum í eyst-
ara parti av landinum eru
umleið 20% arbeiðsleys. Tí
eru fólk blivin meira sparin,
keypa minni, ferðast minni.
Í Frankaríki er arbeiðs-
loysið nakað líka høgt sum
í Týsklandi. Men seinastu
tølini siga tó frá einum
lítlum bata, so kanska
gongur tað rætta vegin.
Juni-tølini søgdu 10,1%,
sum er ein minking uppá
0,1% í mun til mai.
Hvat vísir arbeiðs-
loysistalið í USA?
Nógv fólk trúgva at hagtøl
ella statistikkur er tað sama
sum tað rætta, sannleikin.
Ja, ja- men hvat? Tað veldst
millum annað um hvørjir
spurningar verða settir, og
hvussu teir verða settir.
Tabellin omanfyri sigur at
5,0% eru arbeiðsleys í
USA, heimsins størsta bú-
skapi. Og tað er væl lægri
enn í euro-økinum, har tað
er 8,8%.
Men ein grein í seinasta
nummar av "The Eco-
nomist" setir spurnartekin
við, um hetta tal eisini sigur
sannleikan sum hann er.
Blaðið vísir til eina rapport,
sum landsbankin The Fed
(stytting av Federal Re-
serve Bank) hevur lagt
fram. Hon sigur, at arbeiðs-
loysistalið kann vera eitt
misvísandi tal, tá metast
skal um, hvussu stórar
óbrúktar kreftir eru í bú-
skapinum at taka til. Eitt
arbeiðsloysistal uppá 5,0%
svarar til 7,5 milliónir fólk.
Men kanska er rætta talið
nógv hægri. Rapportin
roknar út, at kanska eru
12,6 milliónir fólk veruliga
arbeiðsleys, ella yvir 8%.
So, roknað á henda hátt eru
líka nógv arbeiðsleys í
USA, sum tað eru í Euro-
økinum.
Arbeiðsleysur
ella ikki?
Skal ein persónur roknast at
vera arbeiðsleysur, skal
hann vera tøkur á arbeiðs-
marknaðinum, og hann skal
royna at skaffa sær arbeiði.
Við øðrum orðum, fólk
sum eru sjúk, óarbeiðsfør,
sum søkja sær útbúgving
ella bara "ganga heima"
ella eru droppaði heilt út, -
tey vera ikki roknaði at vera
arbeiðsleys. Tað at søkja
sær arbeiði kann í sjálvum
sær vera fulltíðar-jobb.
Í góðum tíðum kunnu
nógv, sum fyrr ikki hava
søkt arbeiði, aftur melda
seg sum arbeiðssøkjandi. Tí
svingar tað procenttalið,
sum vísir hvussu stórur
partur
av
fólkinum
í
arbeiðsføra aldrinum eru
til taks á arbeiðsmarknað-
inum. Tey, sum droppa út úr
arbeiðsfjøldini, detta eisini
burturúr arbeiðsloysistal-
inum. Ein høvuðstendensur
seinastu 40-50 árini hevur
bæði í USA og Europa
verið, at alt fleiri kvinnur
søktu og fingu jobb. Men í
USA sær út sum henda
gongd er uppsteðgað.
"Vidne til virkeligt
komediespil"
Ofta hevur verið víst á
struturellu problemini í
amerikanska búskapinum,
eisini kallað "the twin
deficits", sum vísir til ovur-
tóra hallið á handils- og
gjaldsjavnanum og harnæst
til hallið á fíggjarlógini.
Í "Børsen" (1.8.05) skriv-
ar Bradford Delong, sum
var vara fíggjarmálaráð-
harri hjá Bill Clinton, at um
vit hyggja at stjórnini hjá
Bush "bliver vi vidne til et
virkeligt komediespil, der
skal foregive, at der nu-
værende budgetunderskud
ikke er noget problem."
Lítið verður tosað um tey
vaksandi problemini, og
Delong heldur, at "situa-
tionen er, at der er ikke
nogen politikere, som er
med til at sætte dagsorde-
nen, der så meget som for-
søger at styre USA mod en
mere
ansvarlig
finans-
politik." Delong heldur at
USA, sum er tann størsti og
sterkast búskapurin í heim-
inum og sum hevur dollar-
an sum reserva-valuta, átti
at gingið á odda. Men tað
hendir ikki.
Bradford Delong endar
grein sína við hesum orð-
um, sum ikki eru mild móti
Bush-stjórnini: "Hele Bush
-administrationen
har
præsteret en stribe af
ledelsesfejl, så hvorfor
skulle man beskæftige sig
med spørgsmålet om dens
elendige financielle ledel-
se?"
Eingin ivi kann vera um,
at kikarin aftur fer at venda
burt frá politisku problem-
unum í ES, og aftur til
álvarsligu fíggjarligu-bú-
skaparligu
problemini,
sum lúra í USA, og sum
kunnu føra til kreppur av
somu dimensiónum, sum
tann gamla í 1930-unum.
Smáglottar í europeiska búskapinum,
Kritikkur av fíggjarleiðsluni hjá Bush
Búskaparlig hagtøl
Vøkstur í BNP
Arbeiðsloysið
2005 (mett) %
(seinasta) %
USA
3,5
5,0
Euro-økið
1,3
8,8
Týskland
1,1
11,6
Frankaríki
1,5
10,1
Italia
- 0,2
7,8
Bretland*)
2,2
4,8
Svøríki*)
1,9
5,2
Danmark*)
2,1
5,8
*) ikki í euro-økinum. Kelda The Economist 30.7.05