Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 • mikudagur • 3. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Á ráðstevnuni »Fiski- skapurin komandi árini« hjá Fiskirann- sóknarstovuni herfyri varð breitt orðaskifti um fiskivinnuna, sum fleiri fegnaðust um; millum annað varð lagt upp til at betra um samstarvið mill- um vinnu og vísindi FISKIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri tann 6. juli fyri ráðstevnuni »Fiskiskapurin komandi árini« og mong vóru á einum máli um, at ráðstevnan eydnaðist væl. Meðan tað stóð greitt, at ráðstevnan birti upp undir vónir um eina nýggja menning av samstarvi millum Fiskirannsóknar- stovuna og vinnuna, sam- stundis sum fiskifrøðingar vórðu hartaðir fyri sínar veiku síður, so kom ymiskt annað eisini fram, sum vit ikki náddu at fáa við í okk- ara frásøgn aftan á stevn- una. Millum annað tók Bjørn Kalsø fiskimálaráðharri upp í Útvarpinum aftan á ráðstevnuna, at tann vána- liga ráðgevingin føroyingar hava fingið frá ICES kann hava samband við, at vit ikki hava gjørt okkara fyri- treytir nóg greiðar. Eitt annað av hjartamál- unum hjá fiskimálaráðharr- anum varð undir orða- skiftinum í Útvarpshøllini tikið upp av Ingeborg Vinter, formanni í Føroya Arbeiðarafelag, nevniliga spurningurin um, hvussu umsetilig fiskiloyvini eiga at vera. Ingeborg Vinter eftirlýsti eina størri virðing fyri fiskiloyvunum og meinti, uttan at mæla til at gjald verður lagt á tey, at reiðarí, ið fáa tillutað fiski- loyvi, eiga ikki uttan víðari at kunna selja hesi. Undir orðaskiftinum hevði eisini Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta og ein av stovnarunum av Vónini, orðið fleiri ferðir. Sum ein av teimum, ið hava gingið á odda innan menn- ing av trolveiði í Føroyum, verður Olaf Olsen av mongum mettur at hava eitt sera stórt innlit í fiskivinnu. Hetta gav at bíta aftan á at Kristin Rasmussen hevði sagt, at veiðiorkan hjá skip- unum hækkar við fleiri prosentum um árið; tá svaraði Olaf Olsen, at um so var, hevði tørvur ikki verið á mongum skipum í flotanum aftan á øll tey ár, sum eru liðin við somu skipum í rakstri. Tá ið Jákup Reinert eftir- lýsti hagtøl frá fiskivinn- uni, vísti Olaf Olsen á, at Beta, reiðaríið hjá Cuba- trolarunum, hevur fleiri túsund brævorðnarar og í rúgvuvís av digitalum data við upplýsingum frá ára- tíggjum av áhaldandi fiski- skapi við somu skipum, ið hava roynt á somu fiski- leiðum eftir somu fiska- sløgum. Hjalti í Jákupstovu kom tá upp í leikin og segði, at víst er saknur á hagtølum frá fiskivinnuni, um vit síggja burtur frá Cuba- trolarunum. Línumenn tóku eisini orðið fleiri ferðir og fíltust á, at Fiskidaganevndin á hesum sinni hevur mælt til at skera niður í fiskidøg- unum hjá teirra skipabólki, nakað sum Kjartan Hoydal gav teimum viðhald í; hann meinti nevniliga, at býtið millum skipabólkarnar eig- ur at verða endurskoðað, og at hetta ikki eigur at koma í bland við býtið av fiski- døgum. Eitt annað sum línumenn eftirlýstu var størri áhugi og meira hjálp frá fiski- frøðingum í at fáa til vega meira vitan um viðurskifti, so sum streymur og atferð hjá fiski. Ein vinnulívsmaður helt aftan á stevnuna, at før- oyskir fiskifrøðingar gera stór framstig, og at vit kanska áttu at givið teimum størri status. – Hvør veit. Okkara egnu fiskifrøðingar eru kanska meira kunnigir enn nógvir av teirra starvsbrøðrum innan ICES, segði hann. Breitt orðaskifti um fiskivinnu fekk góða móttøku Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, segði eftir ráðstevnuna, at tann vánaliga ráðgevingin, føroyingar hava fingið frá ICES kunnu hava samband við, at vit ikki hava gjørt okkara fyritreytir nóg greiðar Mynd: Jens Kristian Vang Nógv fólk var møtt til ráð- stevnuna »Fiskiskapurin komandi árini« í útvarpshøllini Mynd: Jens Kristian Vang