mikudagur 3. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høvuðsnavnið á konsertini
Tim Christensen fór á pallin
eina løtu eftir miðnátt. Danski
tónleikarin og tónasmiðurin
hevur bæði, sum einstak-
lingur og í Dizzy Mizz Lizzy
givið nógvan tónleik út av
ymiskari góðsku, nýggjasta
fløgan Honeyburst er friðarlig
og innilig, og brýtur frá tí
tónleikinum, sum Tim fyrr
hevur gjørt. Hetta fjøllbroytni
merkti eisini konsertina.
Fyrstu løgini vóru í rokkutta
endanum, uttan at verða
serliga fangandi.Tað var ikki
fyrr enn vakra inniliga lagið
"Surfing the Surface", at konsertin gjørdist ordiliga góð, í rokkpettinum fór alt at kóka.Tíanverri slapp gittarleikarin Lars at
syngja næsta lag, og tað var eitt ringt lag, hetta drap aftur allan stemningin.
Konsertin gjørdist tó betur og betur, við fleiri løgum av Honeyburst, sum "Whispering at the top of my lungs" og "Right next
to the right one", í seinna lagnum vóru tendrarar og skrálandi áskoðarar í niðurløgunum. Tá teir spældu Dizzy Mizz Lizzy lagið
"Silverflame" fór alt at kóka. Konsertin var ordiliga góð, serliga í teimum inniligu løgunum var tað frálíkt, men samstundis vóru
karmarnir ikki serliga væl egnaðir til hetta slagi av konsert.
Nr. 144 - 3. august 2005
17
fyrst og fremst eitt ball
sleppa inn á konsertøkið. Hetta hevði
stóran bíðirøðir við sær, bæði við
sølulúkuna, og við inngongdina í garðin.
Við inngondina stóð ein durðavørur við
eitt lítið portur, og slapp einum og einum
inn, trýstið var øðiligt, og tað kendist eina
løtu hættisligt. Durðavørurin var heldur
ikki sína uppgávu vaksin. Hann ilskaðist
inn á trýstið, og royndi at kroysta aftur
ímóti, fólk vóru sostatt illa kroyst. Hetta
er sera óheppið og kundi havt ein
sorgarleik við sær.
Tómt konsertøki
Tá Tim fór av pallinum hvurvu
áhoyrararnir aftur. Terji og Føstufressar
spældu fyri umleið helvtini av
áhoyrarunum. Hetta er ein samleikakreppa
hjá 20 ára gomlu konsertini, ið noyðist at
endurskoða sítt konsept.
Um konsertin vil gerast til annað enn
byrjanarballið á ólavsøku, og vil tekkjast
eini eldri áhoyrarafjøld, so er Kommunu-
skúlagarðurin ikki eitt verandi stað.
Betong og asfalt tykist øðiliga
ósjarmerandi samanborið við sand og gras
í hugnaligum bygdaumhvørvi. Eg skal
verða tann fyrsti at viðganga, at eg ikki
tími at standa í tímavís í
Kommunuskúlagarðinum, um eg heldur
kann sita á Gøtusandi ella niðri á Sand á
Sandi. Umhvørvið má vera hugnaligt, tað
er eitt krav frá eldru áhoyrarunum.
Men spurningurin er, um hví konsertin
skal hava eldri áhoyrarar. Konsertin hevur
havt yvir 3000 áskoðarar í nógv ár. Tað
eru serlig yngru ólavsøkugestirnir, sum
brúka konsertina sum eitt slag av
byrjanarballi. Í ár mistu fyrireikararnir
nógvar av hesum áhoyrarunum, møguliga
tí teir, stutt sagt, ikki høvdu ráð til høga
prísin á atgongumerkjum, sum var
kroystur upp av dýru hýruni hjá Tim
Christensen.
Sonur Óla í
russarahúgvu
Side Effect gevur seinni í
ár fyrstu fløguna út. Ólav-
søkukonsertin var tí ein
smakksroynd av hvat vit
kunnu vænta okkum, og
tað ljóðaði lovandi. Bólk-
urin hevur onkuntíð fyrr
tykst rættuliga leitandi.
Serliga
hevur
Ludvík
Breckmann teirra MC ofta
hevur vassað út, har hann
ikki grinnur. Men á Ólavs-
økukonsertini
var
alt
hetta burtur.
Bólkurin
tykist at hava funnið sína
hill. Ludvík var betri enn
nakrantíð fyrr. Hann hev-
ur sterka útstráling á pal-
linum, og eina fína men
rættuliga smala rødd. Tá
hann heldur seg til tað,
sum hann megnar, er tað
ordiliga feitt,og tað gjørdi
hann hesuferð.
Pápi Ludvík, Óli Breck-
mann var millum áhoyrar-
arnar, og hann smíltist tá
sonurin kom á pallin í
russarahúgvu. Óli hevði
onga
viðmerking
um
framførsluna,
men av
smílinum at døma hugn-
aði hann sær. Tað hevði
hann eisini orsøk til. Side
Effect
spældu
góðan
harðligan teknorokk, og
gjørdu tað væl. Áhoyrar-
arnir vóru ikki nógvir,men
livdu væl við.
Tekstirnir vóru á ensk-
um og føroyskum, og
hóast rýmini tyktust eitt
sindur hjálparleys í støð-
um, vóru tey sjarmerandi
á onkran hátt.
Umframt teirra egnu
løg, spældi Side Effect
Murder #1 hjá MC-Hár, og
teir spældu hann, sum
hann altíð átti at verða
spældur, inn í lagið vóru
blandaði tekstpettir úr
Ólavsøkurappinum,
og
henda eitt sindur freka
tolking, riggaði ordiliga
væl. Hetta lagið fekk fólki
enn meira við, og tá
Mikkjal Gaard úr Sic kom
á pallin at syngja seinasta
lag,kom ordiliga gott lív í.
gu Poppkorn
eina stutta konsert á stóra pallinum,
sen setti útgerðina upp. Hetta virkaði
er upptikin áðrenn, men røddirnar eru
et the party on", sum er eitt ordiliga
sum Kári Jakobsen hevur skrivað til tær,
ann deiliga Havn". Eg hoyrdi tær á MjúS
n, sum syngur, er, sum fødd til at standa
sertini vóru eisini dansarinnurnar nógv
ara, og tað sáðst.Tó tyktist koreografiin
ndi verið eitt sindur meira kekka.
Tim Christensen
Terji og Føstufressar
spældu øll tey gomlu
føstufressaløgini og
nøkur av teirra nýggju
løgum, har vóru klass-
ikarar sum "Kvøld á
Tinganesi", "Lívið er á
okkara gáta", "Mamma"
og "Apokalypsa", og
hæddarpunktið vakra
lagið "Eyðstein".
Føstufressar eru allir
millum bestu føroysku
tónleikararnar, og teir
spældu, sum ein
dreymur. Men tíanverri
sang Terji ikki so reint
alla tíðina, tað var
rættuliga keðiligt, tí
løgini og tónleikararnir
vóru so øðiliga góð.
Umframt gomlu
løgini vóru eisini nýggj
føstufressaløg á
skránni, okkurt hevur
Terji longu spælt í Prix
høpi, men har var eisini
okkurt heilt nýtt.Tá
Terji fór á pallin vóru
nógvir av áhoyrarunum
rýmdir, og tá hann fór
av pallinum, rýmdi
restin.
Á ferð í Fressaland
Eingin lurtaði og eingin svaraði
Ólavsøkukonsertin hevur ein keðiligan vana at taka fullkomiliga ókend donsk orkestur við føroyskum sangarum við á
Ólavsøkukonsertina,og seta tey at spæla seint.Fyri nøkrum árum síðan var tað Rowan og í ár Super Sonic,har Edmund
"fyrrverandi Chase" Jakobsen syngur. Bólkurin spældi væl, og hóast trummuleikarin ikki var nakar Føroya meistari, so
var tónleikurin góður harður rokkur. Edmund brúkti røddina nógv annarleiðis, enn hann gjørdi í Chase, og tað klæddi
honum. Men áhoyrararnir vóru slettis ikki við. Edmund dugdi slettis ikki at avlesa hetta, og bleiv við at spyrja
áhoyrararnar: "Vilja tit hava rokk" uttan at nakar ønti honum aftur. Men hóast teir fullkomiliga líkaglaðu áhoyrarnar,
sum hvurvu ein fyri og annar eftir, so blivu Super Sonic við at spæla.
Eittveitii
Tá Eager to Please endiliga sloppu á pallin, var klokkan tólv minuttir
í fýra, konsertin hevði verið seinkað alt kvøldið, og fyrireikararnir
høvdu kroyst so nógv nøvn inn á skránna,at einki pláss var fyri seink-
ingum. Tá Tim Christensen so spældi fleiri eykaløg, varð einki pláss
eftir til seinasta bólkin. Hetta var synd fyri Eager to Please, og ov
vánaligt fyriskipað.
Teir byrjaðu undir hinum orkesturnavninum Orkestriii her Vestriii
og spældu útvarpshittið "Eittveitiii". Síðan fóru teir undir sína egnu
skrá og løgdu fyri við "Iron man" hjá Black Sabbath. Teir 200
áhoyrarnir, sum enn vóru í garðinum vóru sera við uppá tað.
Tá klokkan gjørdist fýra varð ljóðannleggið sløkt, men Eager to
Please spældu víðari, aftan á eina løtu var eisini ljóðið á pallinum
sløkt, og tá góvust teir. Bólkurin spælir sín 70’ára rokk framúr væl, og
hevði uppiborðið at sloppið at spælt.