mikudagur 3. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 144 - 3. august 2005
Ólavsøkukonsertin 2005 var ein
roynd. Konsertin, sum plagdi at
vera Føroya størsta tónleikatiltak,
royndi at endurnýggja seg. Men
royndin miseydnaðist so illa, at
man kann tosa um eina
samleikakreppu
ÓLAVSØKUKONSERTIN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tónleikaupplivingarnar vóru nógvar og
góðar, summar enntá heilt góðar, men í tí
lítið hugnaliga Kommunuskúlagarðinum
standandi á hørðum svørtum asfalti,
tyktust fleiri av bólkunum fullkomiliga
feilbookaðir.
Ólavsøkukonsertin og kanska í stóran
mun sjálv ólavsøkan er eitt ball. Fólk
koma fyri at drekka seg full, syngja,
dansa og hoppa til tónleik. Hetta er ikki
ein lurtikonsert, tað var týðiligast, tá Deja
Vu við eini góðari framførslu av
droymandi og sveimandi tónleiki næstan
tømdu Kommunuskúlagarðin. Men eisini
tann annars sera góða framførslan hjá Go
Go Blues var stórt sæð uttan samband við
áhoyrararnar, tað var ikki fyrr enn í allar
seinasta lagnum, at Go Go ordiliga fingu
fatur í áhoyrarunum. Tim Christensen var
tann einasti, sum spældi fyri einum
rættiliga fullum garði, men eisini hetta
virkaði galið, stórir partar av
áhoyrarunum lurtaðu ikki. Hetta hóast
Tim og bólkurin vóru fantastiska góðir.
Har var ikki tann veitslan, sum plagar at
vera, fólk ballaðust sjálvt um tónleikur
var, ikki við tónleikinum.
Vandamikið trýst
Beint áðrenn Tim fór á pallin, vóru nógvir
fløskuhálsar, tí so nógv fólk royndi at
Ólavsøkukonsertin er f
Harðligu Synarchy
Synarchy vunnu Pop Top konsertina, byrjaðu tí Ólavsøkukonsertina.Synarchy var sum ein
ljóðmúrur við trummum, bassi, tveimum gittarum, ljómborðum og sangara. Tónleikurin
var næstan symfonisktkendur tungmálmur við einum trummihelviti undir og sera vøkrum
melodilinjum oman á, bornar av eini góðari orkumiklari songrødd. Sjálvt í teimum
friðarligu pettunum minti trummuleikarin okkum á, at vit ikki skuldu slappa av, við
dupultpedaltrummisløgum, sum ljóðaðu, sum maskinbyrsur í millum køldu betong-
veggirnar.
Hetta var ein ordiliga spennandi bólkur, sum umframt at ljóða væl sá hamrandi væl út.
Klæðini vóru gjøgnumførd, og tónleikararnir headbangaðu og livdu og andaðu
tungmálm á pallinum. Hetta var hvørki lurtaravinarligt ella pent, men harðligt og næstan
djevilskt uppá tann feita mátan.Tá Synarchy spældi,var lítið av fólki komið á konsert,men
teirra trúgvu áhoyrarar stóðu fremst og headbangaðu.
Ikki so tendraður punkur
Føroya virknasti bólkur eitur Paradox. Teir tríggir ungu popp punkararnir hava spælt á
hvørjum tanga seinastu tíðina, og hava á onkran hátt eisini megnað at spælt eina fløgu
inn. Teir eru blaðungir, spæla ordiliga væl, og eru langt síðan vorðnir tannáringa idol í
Føroyum. Løgini eru fín og fangandi, og tann unga røddin á sangaranum gevur popp
punkinum eina ungan dám, sum klæðir honum.Tað er fantastiskt at hoyra ein blaðungan
drong syngja "The innocense of childhood never dies".Tað sagt,so var Ólavsøkukonsertin
nokk tann ringasta konsertin, eg havi sæð við Paradox. Teir tyktust ikki so tendraðir, sum
oftað fyrr.Tann stóri pallurin gjørdi fjarstøðuna millum tónleikararnar dekan ov stóra, og
hetta darvaði teir.
Og so kókaði tað
Lama Sea er ein fantastiskur bólkur.Tá eg lurtaði eftir teimum á Ólavsøkukonsertini slóg tankin
meg "Hava Lama Sea eingi miðal hampa løg". Øll løgini vóru hamrandi góð.Teir løgdu fyri við
"Fitta sanginum", og eg var seldur í somu løtu, eisini hini løgini hjá bólkinum, sum "Everything I
touch turns into gold" "He kicked my ass" og "Woody Allen" eru so ræðuliga fangandi og glað,
at eg longu gleði meg til eina fløgu frá bólkinum. Teir tolkaðu eisini løgini "Take me on" hjá
Franz Ferdinand og "You really got me" hjá The Kinks, og fingu løgini at ljóða, sum teirra egnu.
Teir eru Føroya glaðasti bólkur og tað smittar, eg hevði elskað at sæð Lama Sea seinni á
konsertini við fleiri áhoyrarum.Tí sjálvt við so fáum áhoyrarum kókaði frammanfyri pallin.
Og so rýmdi
fólkið
Deja Vu vóru uttan iva tann minst hóskandi bólkurin, sum
spældi á Ólavsøkukonsertini. Framførslan var góð, teir spældu
ordiliga væl, og tann sveimandi melodiski popp rokkurin var í
støðum frálíkur. Serliga tað fyrsta lagið, tað sera Pink Floyd
kenda "Confused", var gott. Men framførslan raplaði saman í
"The River", sum slettis ikki riggaði. Hetta tømdi
kommunuskúlagarðin. Hóast fleiri av hinum løgunum hjá
bólkinum eisini vóru góð, var sambandi við áskoðararnar
einki. Deja Vu egnar seg væl í intimari karmum, men á
Ólavsøkukonsertini megnaði bólkurin slettis ikki uppgávuna.
Føroya Meistarar
Go Go Blues vunnu luttøkuna
á Ólavsøkukonsertini í Prix
Føroyar.Teir eru allir
framúrskarandi tónleikarar,
Bólkurin er Føroya meistari í
tónleiki, Rógvi er Føroya
meistari í trummum, Arnold
er Føroya meistari í bassi, og
saman vunnu teir Prix
Føroyar.Veika liðið Uni, er
einki veikt lið. Sjálvt um hann
ikki er Føroya meistari í gittari
ella sangi, so er hann ein fínur
gittarleikari og sangari, sum
dryppar av blues.Teir spældu
eina ordiliga góða konsert,
sum hevði fingið fólk at
trampa við í bluesklubbum
kring allan heim. Men á
Ólavsøkukonsertini tyktist
bólkur eitt sindur
feilbookaður.Tað var ikki fyrr
enn dú dú dú lagið "I’m
gone" at ordiligt lív kom í.
Men tá var eisini fyrsta
ordiliga hoppiveitslan á
konsertini.
Á, tey deilig
Gentubólkurin Poppkorn spældi e
meðan ljóðfólkið hjá Tim Christen
eitt sindur óruddiligt.Tónleikurin e
lutvíst live.Tær spældu trý løg: "Ge
vælframleitt og fangandi poplag, s
og Nalja løgini "Sjeikurin" og "Á, ta
og tær hava ment seg nógv. Lillian
á einum palli. Men á Ólavsøkukons
betri.Tær hava vant við dansivenja
eitt sindur ov fimleikakend, og kun