mikudagur 3. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sigrid Rasmussen
fylti Miðlahúsið í
Vágsbotni á tremur
tvey kvøld á rað á
ólavsøku. Hølini í
Tórsgøtu góvu kon-
sertunum passaliga
intimar karmar, ið
hóskaðu væl til
friðarligu og inniligu
framførsluna hjá
Sigrid og hennara
bólki
UMMÆLI
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sigrid hevur eina fantast-
iska góða rødd, og røddin
var alla tíðina í miðdeplin-
um, afturat sær hevði hon
bleytt undirspæl av Gunnar
Guttesen á tangentum og
Rúna Eysturlíð á gittara.
Teir kýndu sínum ljóðfør-
um soleiðis, at tónleikurin
alla tíðina stiðjaði røddina.
Her var í líka stóran mun
talan um evnini til at vita,
nær tað var hóskandi ikki at
spæla, og hetta dugdu teir
sera væl. Tónleikurin var
ofta rættuliga minimalist-
iskur, og tað klæddi fram-
førsluni.
Konsertin var í trimum
partum. Fyrsti partur var
við vøkrum stillum løgum,
sum egnaðu seg væl til
røddina hjá Sigrid, fleiri av
teimum vóru skrivaði til
hennara, og hóast nakrar av
R’n’B lótunum úr hennara
fortíð av og á snýktu seg
inn, var hesin parturin av
konsertini frálíkur. Okkurt
av løgunum var eisni rættu-
liga soulkent á tann góða
klassiska mátan.
Egin løg
Sigrid roynir í løtuni sínar
veingir sum sangskrivari. Í
øðrum parti av konsertini
sang Sigrid saman við
Lailu Carlsen fýra heima-
gjørd løg. Røddirnar á
hesum báðum songkvinn-
um riggaðu øðiliga væl
saman: tann myrka røddin
hjá Lailu og tann ljósa hjá
Sigrid.
Løgini høvdu ein kontri-
kendan dám, og vóru á
onkran hátt eitt sindur
fangandi, men vóru sam-
stundis rættuliga einstáttaði
og keðilig. Tey høvdu
partar, sum vóru góðir, men
sum løg riggaðu tey ikki
ordiliga. Tey brutu nógv frá
fyrru løgunum og kýndu
als ikki líka nógv fyri
røddini hjá Sigrid, sum hini
løgini gjørdu. Hugskotini
vóru fín, og í samstarvi við
lagskrivarar ella framleið-
arar kann Sigrid óivað
skriva góðan tónleik, men
hendan fyrsta royndin var
ikki nøktandi.
Tað frægasta av teimum
nýggju løgunum var »So-
called
paradise«,
hetta
lagið var ognað eini gentu,
sum doyði í fjør, og Sigrid
sang tað við nógvum hjarta
og meinti tað ordiliga nógv.
Men sjálvt hetta lag var
ikki betur enn næst best.
Gospel løg
Sigrid endaði konsertina
við at syngja siðbundnu
gospel løgini »Wait in the
Water« og »Halleluja«.
Hetta
gjørdist
hæddar-
punktið á konsertini, løgini
klæddu henni so avbera
væl, og endiliga kom rødd-
in ordiliga til sín rætt, hetta
var so øgiliga vakurt.
Nr. 144 - 3. august 2005
15
Sigrid sang sum ein eingil
Sigrið Rasmussen sang eisini saman við Lailu Carlsen fýra heimsgjørd løg. Røddir teirra riggaðu sera væl saman
Mynd: Jan Müller
Sera nógv fólk nýttu høvið at síggja og hoyra Sigrið Rasmussen og hennara fólk í Miðlahúsinum á ólavsøku
Mynd: Jan Müller