Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 144 - 3. august 2005 VIÐMERKINGAR Olaf Olsen Formaðurin í Búskaparráð- num sigur, at tað má ikki koma uppá tal at geva stuðul til fiskiflotan, hvørki til olju ella nakað annað, tí tað elvir bara til, at ein tillaging av flotanum verður seinkað. Nú veit eg ikki, hvussu nógv búskaparfrøðingar læra um fiskivinnu, serstak- liga føroyska fiskivinnu, men óiva siga teir sum so mangir aðrir - bæði føroy- ingar og aðrir, sum hava ve- rið í útlondum og útbúgvið seg - at hví er tað so serstakt fyri Føroyar? Eru Føroyar øðrvísi í so máta enn onnur lond? Hetta havi eg hoyrt mang- ar sagt, sum koma heimaftur eftir at hava verið í útlond- um eini 10 ár ella so. Men tað hevur verið sagt við teir, at tit kenna ikki viðurskiftini í Føroyum nóg væl. Eisini danir og aðrir, sum koma til Føroyar í leiðandi arbeiðum, siga tað sama. Tað verður ikki argumenterað nógv ímóti teimum, tí tað er ikki so lætt at seta orð á tað, sum skilir Føroyar frá øðrum samfeløgum, hóast munirnir eru har. Tað, sum eg eisini havi lagt til merkis, er, at táið hesir - bæði føroyingar og útlendingar - hava verið eini 10 ár í Føroyum, so siga teir tað sama við teir, sum tá koma nýggir til Føroyar, at tit kenna ikki nóg væl til føroysk viðurskiftir. Hetta havi eg eygleitt í eini 30 til 40 ár. Tí eri eg eitt sindur afturhaldin við at góðtaka so skrásikkur úttalilsir beinan- vegin. Eg skal ikki leggja teimum ungu tað til last, at teir gera tað, tí sum nevnt er hetta ein vanlig gongd, men sum nevnt, tey læra tað við tíðini. Eitt hugskot. Tað er sagt nógv negativt um studningin til fiski- vinnuna. Nú verður tosað so nógv um gransking, og tað sær út til, at roynt verður at finna nakað at granska í. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at granska, hvønn týdning tað hevur havt fyri føroyska samfelagið, at studningur varð latin til fiskivinnuna? Avleiðingar hevði hann jú, bæði positiv- ar og negativar. Hvat mundi viga mest? Torført táið stórur munur er á mál og mentan. Eg havi mangan hugsað, at tað má hava verið ómetaliga torført at sannført koloni- harrar í t. d. afrikonskum londum um, at viðurskiftini hjá teimum eru ikki tey somu sum í Evropa. Hjá einum lokalum persóni í Uganda má vera torført at argumentera fyri, hvussu tey lokalu forholdini eru har, við ein persón frá Englandi. Hann frá Uganda skal tosa á enskum máli, sum hann helst ikki dugir so sera væl, umframt at tað kanska ikki finnast ensk orð fyri teimum vendingum, hann vildi brúkt á sínum egna máli. Onglendingurin nýtir sítt móðurmál og tær vendingar, sum passa í hansara heimlandi, og sum helst ikki hava sama týdning á ugandiskum. Táið vit vita, hvussu torført tað kann vera millum føroyskt og danskt, og millum Føroyar og Dan- mark, hvussu ómetaliga tor- ført má tað ikki vera millum ugandiskt og enskt, og mill- um Uganda og England! Vit vita, at nøkur av tiltøkunum, sum eru framd í Grønlandi, hava havt syndarligar fylgj- ur fyri nógvar grønlending- ar, hóast grønlendingar hava ikki mótmælt, helst tí teir hava resignerað, tí ikki hevur borið til at greiða nóg væl frá á grønlendskum fyri donskum og danskttalandi myndugleikum. Vestas livir av stuðli. Eg veit, at eg verið lagdur undir at halda, at vinnulívið skal bara fáa ivaleyst av stuðuli. Tað hevur pressan gjørt nógv fyri at undir- byggja. Hon málar ofta viðurskiftini svart/hvít. Eg eri ikki vísur í, at tað er rætt at lata fiskivinnuni ískoyti til at byrgja upp fyri órími- ligu oljuprísunum, men at vera so kategoriskur at siga, at tað má ongantíð koma uppá tal at lata stuðul, tað er ov trongskygt og óbúgvið. Vit kunna taka eitt dømi. Vindmyllufyritøkan Vestas, sum jú heldur ikki er ókend í Føroyum, er ein fyritøka, sum umsetir fyri milliardir. Ein stór orsøk til, at hon er komin fyri seg, er, at USA og serstakliga Kalifornia, hevur latið nógvan stuðul til vindorku, og tí hevur tað loyst seg fyri Vestas at framleiða vindmyllur. Eg sá í donskum bløðum nýliga, at Vestas var bangin fyri, at USA fór ikki at halda fram við at lata stuðul til vind- orku, og tað kom at hava ógvisligar fylgjur fyri Vest- as, men nú vóru teir aftur glaðir, tí tað varð samtykt av amerikumonnum, at teir vildu halda fram við at lata stuðul til vindorku. Sjálvur haldi eg, at tað hevur gingið ov spakuliga við at útbyggja vindorkuna í Føroyum. Hevði tað verið rætt at lati stuðul til vindorku í Føroy- um, kanska til at pumpa vatn niðaneftir til at nýtt aft- ur, táið tørvur varð á tí. Hevði tað ikki verið ein ávís trygd í tí, um ikki annað? Onkur granskar tað kanska. Nakrar hugleiðingar um búskap og stuðul Heini Olsen Privilegium Orðið privilegium rennir mær aftur og aftur til hugs, og so var eisini henda dagin undir ólavsøkugóðveðri- num, hetta hvussu privilig- erað vit eru í dag at búgva í Føroyum. Okkurt staðarnavni ber enn gálgaheiti; men á Vagli- num sást hvørki gálgi ella biddari, og undir øllum ør- kymlandi ólavsøkumeldri- num sást hvørki á politi- støðini, við parlamentið við Tinghúsvegin ella við ministats-ministeriið í Tinganesi ein einasta maskinpistól, og okkara kæru fólkavaldu og hinir V.I.P.-ararnir gingu eftir skrúðgonguna uttan body- gards av nøkrum slag so púrasta leysir - rætt sum vanlig fólk okkara millum. Hóast minningardagur teirra sjólætnu hvønn 1. november enn sum áur minnir okkum á náttúrunar veldi, so hava vit á turrum ikki í nýggjari tíð haft so stórar melduródnir, gosfjallavan- lukkur, glopraregn, hungur og neyð, sum úr øðrum londum næstan dagliga í fjølmiðlunum berast innar í føroysku stovurnar at hava aftur við einum kaffimunni, og tíbetur eru nú heili seksti ár runnin, síðan herbúgv- andi føroyingar fórust av krígsávum - nei, ikki heilt, syrgilig deyðsvanlukka stóðst ár eftir kríggið av funnum spreingiknøtti. Nú eri eg tíverri eingin tungumálsnildingur, og komin til húsa fór eg tí at fregnast í donsku fremm- andaorðabókini um, hvat hon mundi vita um hetta so ofta afturvendandi gylta orðið privilegium at siga, og merkir tað eftir henni at døma serrættindi ella kanska lógarbundnan fyri- mun, um eg havi skilt tað rætt. Privatisering Nøkur orð longur uppi á blaðsíðuni datt eg av tilvild niður á annað orð og tað, sum har hekk uppi í. Hetta forvitnisliga orðið var privat: (lat. privatus), pp af privare berøve Undir privation stendur : (lat. privatio berøvelse), og um tað nú danska orðið privatisering stendur: (af privatio berøvelse) overføre ejendom fra offentlig til privat eje. Leita vit nú í donsk-før- oysku orðabókini, síggja vit, at privatisering við eitt sindur av góðum vilja kann gerast til einskiljing - hetta í løtuni so halga orðið hjá hvørjum einasta politikara. Hinvegin er berøve rætt og slætt umsett til: taka (frá) - ræna (frá) Robin Hood, P. M. Dam og teir Úr Bretlandi kennir hvørt barn søguna um Robin Hood, sum rændi frá teim fáu ovurhonds ríku at geva teim mongu fátæku. Í Svøríki er sama søgan um Lasse-Maja, í Noregi um Gest Borson, og soleiðis hevur næstan hvør tjóðin sína ránsmannahetju. Í gomlum døgum mundu okkara egnu Flokksmenn helst vera í so flekkutir til at gerast fólkahetjur; men í okkara tíð kom Petur Mohr Dam, sáli, við tí hugskoti kanska at royna at javna tað sindrið av virðum, sum í Føroyum var, út millum manna, hetta mest fyri at vit sjálvi skuldu fáa áhuga fyri at varðveita og virðisøkja egnu ognir úr tí tilfeingi, sum er á hesum oyggjum og kring hesar klettar. Ólavsøkurøða javnaðar- løgmans, Palleba og Marsanna Hóast ein av partamonum hansara inniliga sást geispa har handan blaðið, helt ein av eftirmonnum Peturs, Jóannes Eidesgaard, løg- maður, 975 ár eftir deyða Ólavs Halga, spelkin og vælupplagdur eina sera góða og áhugaverda ólav- søkurøðu. Andstøðan hevði inní- millum hug at smílast eitt sindur ivingarsamt; men so er sær siður á landi. Tó helt eg ikki pettið um einskiljing (privatisering = berøvelse = ræning) vera rættiliga í tráð við brøðralag og javnað, hetta uttan spurnartekin at ræna ogn teirra mongu at selja teim fáu fyri freistandi løtuvinn- ing, sum eftir stuttari tíð er brúktur og ognin horvin í aktiur - at enda oftast í út- lendskar konsernir - sum eingin veit, hvør eigur, og sum í hvussu er ikki síggjast aftur í lummanum hjá Palleba og Marsonnu. Spell at kippa hønur, ið verpa gullegg Nú eri eg helst avoldaður í hugsunarhátti; men løgið ljóðar tað at selja Føroya Banka, sum eftir kreppuna hevur rindað milliardaupp- hædd beinleiðis niður í fólksins felagskassa og tað júst eftir mannagongdini hjá Robin Hood, P. M. Dam og hinum fólkahetjunum, hetta at hugsa um slitmannin og tey, ið minni formáa sær fyri onkursvegna eisini at sleppa teimum upp í part. Hvussu er við hinum ætl- aðu ræningunum - orsakað: einskiljingunum - veit eg ikki; men skulu tit ræna, so rænið við skili og nærlagd- ari longtíðar avleiðingar- kanning (konsekvensana- lysu), so tað yvir langt áramál kemur heildini til góðar og ikki verður sum at kippa hønuna, ið verpir gulleggini. Á ólavøku 2005 Ymiskt úr orðabókunum Tinnitus og ein »tsunami-ungi« Edmund Joensen Kastar tú ein stein uppi á landi, so hoyrist um tú rakar. Kastar tù ein stein á sjógv so breiðast ringarnir í sjónum. Soleiðis søgdu teir gomlu. Eg kastaði fyri kortum ein lítlan fittan politiskan stein. Fullveldisýlini hoyrdust úr øllum ættum, og súgur kom í sjógvin. Sá út sum ein »tsunami-ungi« var á veg. Bæði Finnur Helmsdal, Heri Ziska og kendi skúla- maðurin Árni Dahl eru í bløðunum við viðmerking- um. Tað kennist sum teir allir meira og minni hava gloymt, at orðaskiftið snúði seg um at útvega pening til døgverðar til tey gomlu. Finnur Helmsdal er rættuliga illur, sum ikki eina ferð. Hann rør upp undir, at tað eru sambands- menn sum eiga og syngja sangin »Give me more«. Fyri fáum døgum síðan minti partamaðurin hjá Finni, Vagnur Mikkelsen, í bløðunum á, at Fullveldis- landsstýrið byrjaði loysing- ina, ikki við at økja um veitingarnar til tey gomlu og veiku, men við at geva full- veldisløgtingsmonnum eina av størstu lønarhækkingum sum sædd er í Føroyum. Sambandsmenn tóku ikki undir. Hvør var tað sum sang: »Give me more?« Heri Ziska brúkar í síni grein næstan alla blaðrúmdina til at siga frá, hvat hann ikki hevur sagt. Út móti endanum í greinini kemur hann álíka- væl við onkrum ítøkiligum og kemur til nøkunlunda somu niðurstøðu sum Vagnur Mikkelsen. Hann vísur á, at tað, at løgtings- meirilutin hevur valt at brúka tann pening sum er tøkur (og nakað afturat) til løgtingshús, løgmannssæti, stuðul til rækjuskip og skatta-lættar, merkir t.d. at tað ikki er nóg mikið av peningi til tey gomlu og veiku. Hetta er jú »logikkur fyri høsn«. Tá man so hevur í huga, at fullveldismeirilut- in á løgtingi aftrat hesum eftir trimum árum hevur minkað tøka peningin við meira enn 1.200 milliónum krónum, so eru bæði pensionistar og allir aðrir føroyingar til fulnar greiðir yvir, at tað má ganga galið. Árni Dahl er mettur sum ein dugnalig- ur skúlamaður og samstund- is av mær mistonktur fyri at vera reindyrkaður full- veldismaður. Hann hevur eisini havt mín greinastubba til viðgerðar. Eg loyvi mær at ganga út frá, at ein so dugnaligur skúlamaður góðtekur inni- haldið, tá íð einastu við- merkingar hansara eru, at eitt eyka »n« og eitt »ð« ikki eru komin við. Gamli lærari mín gjørdi hvat hann kundi fyri at læra meg stavseting. Hann rætt- aði allar mínar stavivillur, men tá hann gav karakter, legði hann nógv størri vekt á sjálvt innihaldið. Eftir stendur at fullveldismenn framvegis eru bebbaræddir fyri at hoyra og lesa um fruktirnar av tí mannminkandi og skaðiliga politikki, sum undanfarna fullveldissam- gonga stóð fyri. Hetta kem- ur alt týðuligari og týðulig- ari til sjóndar sum tíðin líð- ur. Eg skilji teir so sera, sera væl.