Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 3. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Anna Sofía Mouritsen, úr Sørvági, vanliga nevnd Diddan, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági sunnudagin, 87 ára gomul. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra mamma, vermamma, omma, langomma og systir okkara, Anna Sofía Mouritsen úr Sørvági, vanliga nevnd Diddan, Andaðist á Ellisheiminum í Miðvági 31. juli, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kedron í Sørvági, hósdagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Tormóð Tey ið vilja minnast Didduna kunnu lata eina gávu til Zarepta 31. juli 2005 fekk Áki Ellendersen handað silvur- heiðursmerki frá Dansk VVS fyri framúrskarandi úrslit sítt á útbúgvingini sum "VVS-, tag og facade- montør" vanliga nevndur blikksmiðjur. Áki gjørdist sostatt bestur í árganginum hjá CEU-Kolding og fekk 11,15 miðal. Áki hevur lært í 4 ár í blikksmiðjuni hjá Mariu Poulsen á Hálsi. Læru- meistari var Heri Petersen. 1. august fylti Helgir Thomsen í Hvalba 70 ár. Helgir er hamarsmaður og hvalbingur við stórum H. Har er hann føddur og hevur búð alt sítt lív og báðar vegir er hann ættaður haðani. Foreldrini vóru Anina og Júst. Tríggjar dagar eftir, at Helgir varð føddur, bleiv Júst 40 ár, og sostatt høvdu teir báðir hálvrundar og rundar føðingardagar somu ár, seinastu ferð tá Júst bleiv 85 og Helgir 45. Í 1962 giftist Helgir við Ebbu og fingu tey børnini Andor, Øssur og Jónvør. Í yngri døgum var hann til sjós, og í fleiri ár í Før- oyingahavnini og róði út. Sum nógvir aðrir føroy- ingar hevði hann ikki sæð Føroyingahavnina aftur í mong ár, men hetta eydn- aðist í fyrrárið, og varð tað ein stórhending fyri hann. Men mest hevur hann gingið upp í kolaarbeiðið í Hvalba, og fyri hetta hevur hann eisini fingið heiðurs- tekin. Nógvum ferðafólk- um hevur hann víst kola- námini, og spurdur hvussu hann kundi greiða frá á øllum hesum tungumálum, plagdi hann bara at siga, at tað gekk fínt, tí øll fóru væl nøgd avstaðaftur. Seyð hevur hann eisini dámt væl at fingist við, men nú er minni av tí. Helgir verður ynskt hjartaliga tillukku og alt tað besta framyvir. 70 ára føðingardagur Áki Ellendersen: Nýútlærdur blikksmiður