mikudagur 3. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 144 - 3. august 2005
Tøkk
Vit takka inniliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara
Poul Klein Johannesen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum vóru um okkum í Danmark
og til tykkum, sum her heima løgdu alt til rættis.
Tøkk fyri friðarløtuna í kirkjuni kvøldið fyri
jarðarferðina.
Tøkk fyri stuðul til kirkjuna, blómur og kransar
og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hvíldar.
Fyri tey avvarðandi
Elsa
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Jacobina Heinesen
Norðragøta
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til heimahjálpir og røktarfólk.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Magnus, Ása, Jón, Sólvá, Herborg, Anna og Ingolf
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu
okkum silvurbrúdleypsdagin 4. juli ógloym-
andi.
Heilsan
Edith og Fredag
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
3. august. Nikodemus. Dagurin verður hildin til
minnis um farisearan, sum kom til Jesus á náttartíð
(Jóhs. 3, 1-21). Halgisøgur siga, at eftir deyða Jesu
varð Nikodemus kristnaður og doyptur av ápostl-
unum Pæturi og Jóhannesi.
Grikst navn, ið merkir sigur yvir fólkinum.
Dagurin verður eisini róptur ólavsøka síðara, til
minnis um, at bein Ólavs vórðu flutt í kirkjuna og
løgd í skrín. 3. august í 1030 varð hann lýstur at vera
heilagur maður.
70 ára føðingardagur
Mikudagin 3. aug verður Ámundur Berthelsen,
Strendur 70 ár. Dagurin verður hildin í Missións-
húsinum frá kl 19:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 1. august fylti
Kristoffur Klakkstein í
Klaksvík 70 ár.
Tíðin
rennur
sum
streymur í á, og ein per-
sónur, sum eg seti ógvu-
liga høgt, er vorðin 70 ár.
Mær er sagt, at hann er
næstyngstur av 5 systkj-
um, og at hann er av rask-
astu monnum bæði á
sjógvi og landi; men í
hugaheimi
mínum
er
hann bara abbi á Brekku,
hóast hann ikki er veru-
ligi abbi mín.
Frá tí eg kann minnast,
eri eg komin í heimið hjá
Petru og Kristoffur, og
altíð hava tey verið líka
góð við meg. Hvar hann
fór, um tað so var í egn-
ingarskúrin ella á fót-
bóltsvøllin, hevði hann
meg við sær, og altíð hev-
ur hann víst sera stóran
áhuga fyri tí, sum eg havi
tikist við.
Við hesum fáu orðum
fari eg at takka tykkum
fyri alt, sum tit hava verið
fyri meg.
***
Hjartaliga tillukku á 70
ára degnum, og Harrin
signi teg ríkliga og gevi
tær mong góð ár afturat.
Rógvi
Eini 300-350 fólk
vóru á brúdleyps-
veitslu á Hotel Før-
oyum, tá ið Meinhard
Jacobsen og Fríðunn
Hansen giftust leygar-
dagin
Leygardagin giftist ein av
okkara fremstu vinnulívs-
monnum, Meinhard Jacob-
sen, stjóri á Føroya Fiska-
virking.
Meinhard
og
konan,
Fríðunn (fødd Hansen),
hava livað saman í fleiri ár
og eiga fimm børn. Tað
yngsta er nakrar mánaðir,
og tað elsta er 11 ár.
Tað var Jógvan Fríðriks-
son, prestur, sum gifti tey
bæði í Fríðrikskirkjuni á
Toftum.
Eini 300-350 fólk vóru á
brúdleypsveitsluni,
sum
stóð á Hotel Føroyum.
Meinhard er sonur Jørg-
en og Josefinu Jacobsen á
Toftum, og Fríðunn er
dóttir Kristin og Marjun
Hansen á Argjum.
Nýgiftu hjúnini búgva í
Traðarbrekku í Havn.
Kristoffur Klakkstein á 70 ár
Ein heilsan til Kristoffur Klakkstein á 70 ára føðingardegnum
Meinhard og Fríðunn giftust leygardagin