mikudagur 3. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2005
11
Signar P. Heinesen
Havi bíðað eftir eini slíkari
ólavsøkurøðu nú í um 15 ár
- og endiliga var hon har.
Ein
røða,
har
Føroya
Løgmaður stendur fram á
røðarapallin og vísir leiðina
frameftir, setir sær fyri at
skipa ein dans, sum vit øll
eiga okkara lut í og sum
skal vera við til at menna
tjóðina í eini tíð, sum
verður lýst við orðinum
avbjóðingar, men sum væl
kundi verið lýst sterkari
uttan at gera ov nógv av.
Mín
meting
er,
at
strategiskt er tjóðin hótt og
hevur verið tað tey seinastu
15-20 árini. Tað sigur so
eitt sindur um tíðarhori-
sontin í útsøgnini strateg-
iskt hótt. Tað merkir nevni-
liga ikki, at gerandisdag-
urin í dag er hóttur. Heldur
ikki um konjunkturarnir
ganga annan vegin ella hin.
Tað, sum eg leggi í hetta
hugtak, ein strategiskt hótt
tjóð, er tað, sum hendi so
mongum samfeløgum, sum
vit
einans
kenna
frá
søgubókum - tey mistu
taktina við restina av um-
heiminum og tað rák, sum
ikki stóð til at venda, og tey
fóru í upploysn innanífrá.
Visiónin og veruleikin
Ólavsøkurøðan bar eisini
boð um tað strategiska
kyksendi, sum er veruleikin
í løtuni. Strategiskt kyks-
endi merkir heilt ítøkiliga,
at tess fleiri prosjekt vit
seta í verk við teirri ætlan
at menna okkum, tess
djúpari
fella
vit
í
strategisku hóttanina. Tað,
vit seta í verk, er ikki í takt
við
restina
av
um-
heiminum. Uttan at nema
við staklutir í tí skitsu, sum
ólavsøkurøðan legði fyri
dagin, er tað mín meting, at
fleiri teirra bera boð um tað
kyksendi, sum er veruleikin
í dag og sum hevur eina 15
ára langa søgu.
Men tað broytir ikki tann
veruleikan,
at
landsins
hægsta embæti hevur blást í
lúður. Tí fyrsta fortreyt fyri
at vinna strategiskt fótafesti
aftur er ikki, at alt skal
gerast rætt, men at persón-
urin
aftanfyri
landsins
ovasta embæti setir sítt
politiska álit í veð fyri
framburðinum. At landsins
ovasta embæti trínur dansin
og setir sær fyri at skipa.
Eingin kann rokna við at
sleppa
burturúr
einum
kyksendi uttan at snáva og
fara skeivur - ikki bert
viðhvørt,
men
kanska
verður tað reglan heldur
enn undantakið eina drúgva
tíð frameftir. Tí har er ein
orsøk til, at vit eru komin,
har vit eru, og hesar orsøkir
verða ikki broyttar eftir
einum degi ella einum
valskeiði.
Eftir at hava hoyrt ólav-
søkurøðuna 2005 eri eg
lítið í iva um, at hendan
samgongan fær eina upp-
living av altjóða umheimi-
num, sum ikki er stórvegis
øðrvísi
enn
seinasta
samgonga fekk av donsku
stjórnini, nevniliga at hvør
einstakur heimsborgari ar-
beiðir fyri sær og sínum.
Ein føroysk fullveldisætlan
var í andsøgn við ætlanina
(t.e. uppgávuna) hjá danska
forsætismálaráðharranum
og danska fólkatinginum,
og føroyska ætlanin undir
seinastu samgongu fekk
onga hjálp frá donsku
stjórnini - heldur øvugt.
Soleiðis er eitt vinnuligt
átak úr Føroyum í andsøgn
við tey átøk, sum gjørd
verða úr øðrum londum, og
mangt bendir á, at tann
mótstøðan,
sum
er
væntandi uttanífrá, enn
einaferð fer at koma óvart á
Føroya Landsstýri. Íslend-
arar arbeiða fyri íslend-
skum
áhugamálum
og
grikkar
fyri
grikskum
áhugamálum. Tað, sum
vísir seg at vera mark í tí
sambandi, er mentanin,
fólkið, tjóðin. Jødarnir eru
helst besta dømi í so máta,
sum uttan mun til formlig
landamørk, eru kendir fyri
at arbeiða fyri ísraelskum
áhugamálum.
Almennu
Føroyar hava mær vitandi
ikki enn alment víst eina
búna javnvág millum tey
vøkru orð, sum søgd verða
til ymisku hátíðarhaldini
ymsa staðni í heimi og tann
veruleika, sum goymir seg
handan tjaldini - mangan á
somu hátíðarhaldum. Men
tað kemur.
Visión og tað, sum fær
fjallið at flyta seg
Eingin av hesum veikleik-
um við ólavsøkurøðuni - og
tí, sum býr aftanfyri -
broytir tó tann veruleika, at
landsins hægsta embæti
hevur sett sítt politiska álit í
veð fyri at vinna framá.
Heldur landsins hægsta
embæti fast í hesum máli,
ivist eg ikki í, at vit røkka
tí. Hetta uttan mun til,
hvussu ørkymlandi gongd-
in kann sýnast og uttan
mun til, um vit skulu um-
vegis nakrar blindgøtur og
vera fyri stórum missi
onkustaðni.
Næsta stigið á leiðini er
nevniliga heldur ikki at
gera alt rætt, men at fáa
samlaðu skipanina at hanga
nóg væl saman í praksis,
soleiðis at nakar strategisk-
ur stirðil er í henni. At sláa
ringin. Stevið kemur, sum
dansurin gongur.
Tann eini spurningurin,
sum fær altavgerandi týdn-
ing í sambandi við strateg-
isku støðu tjóðarinnar, er
spurningurin
um
álit
millum manna. Spurning-
urin um fólkið hevur álit á
landsins stýri í praksis.
Spurningurin
um
hin
einstaki hevur nakra orsøk
til yvirhøvur at samskifta
við
landsins
almenna
apparat í einum ítøkiligum
máli, tí tann einstaki hevur
álit á, at har er ein vilji til
felags fatan. Spurningurin
um hin einstaki av góðum
grundum kann rokna eina
avtalu við landsins almenna
apparat sum eina avtalu og
eitt signal sum eitt signal -
verdugt sum liður í einum
ítøkiligum initiativi.
Hin spurningurin, sum
fær altavgerandi týdning í
sambandi við strategisku
støðu
tjóðarinnar,
er
spurningurin um at fáa
initiativ til høldar. Spurn-
ingurin um tað í praksis ber
til at byggja eitt initiativ
upp í bitum, soleiðis at tað
endar við at gerast eitt
realistiskt átak við megi í.
Hesin
spurningurin
er
neyvt tengdur at spurningi-
num um álit millum manna.
Tí uttan eitt ítøkiligt álit á
ítøkiligar persónar, sum
sita á ítøkiligum sessum í
sambandi
við
ítøkilig
initiativ
verður
einki
initiativ bygt upp, har fleiri
og fleiri fólk verða fingin
við. Tað ber snøgt sagt ikki
til. Einki initiativ kann
byggjast á rættarmál eins
lítið og nakað initiativ í
dagsins veruleika kann
byggjast á pening eina - tá
skulu størri upphæddir til,
enn vit eru von við her á
klettunum.
Hóast landsins hægsta
embæti hevur formliga
ábyrgd av hesum viður-
skiftum, er veruleikin tó
tann, at tað er trupult hjá tí
persóninum, sum røkir
hetta embæti, í praksis at
røkka út, har skaðin verður
gjørdur. Tí skaðin liggur
ikki í lógum og reglum,
men í teim virðum, sum
liggja til grund fyri teirri
atferð, sum verður útint í
praksis millum leiðararnar
hjá teim 6-7.000 fólkunum,
sum starvast í fólksins
tænastu.
Hóast strategiska læru-
bókin sigur okkum, at hetta
næsta stigið skal eisini vera
fingið uppá pláss, áðrenn
nakað strategiskt fótafesti
er í eygsjón, haldi eg meg
vera so mikið vísan í
teknunum i sól og mána, at
til ber at siga, at ólavsøku-
dag 2005 var fyrsti dagur í
15 ár, har tað aftur er
strategisk meining í at fara
undir nakað ítøkiligt vinnu-
ligt prosjekt við støði í
Føroyum, sum á nakran
hátt er ætlað at bróta mørk
av týdningi.
Veruliga avbjóðingin
Soleiðis, sum eg haldi meg
hóma gongdina, er veruliga
avbjóðingin hjá okkum smá
50.000 borgarum úti í
Atlantshavi, at eitt hóskiligt
mál í takt við umheimin
kann vera, at í 2010 eru
minst
tríggjar
føroyskt
stýrdar fyritøkur fremstar á
altjóða pallinum á sínum
øki og minst ein teirra skal
hava umsetning í milliard-
skala.
Eitt slíkt mál kann land-
sins hægsta embæti ikki
orða í løtuni, skal hann
hava nakað trúvírði millum
eitt fólk, sum er komið sær
út av takt við veruleikan í
umheiminum. Tí verður tað
orðað her niðri frá gólvi-
num. Uttan at seta sær mál
av tí slagnum hava vit onga
strategi í takt við um-
heimin, og vit berjast
framhaldandi í kyksendi.
Tað sigur samstundis
nakað um, hvussu stór av-
bjóðingin er.
Sjálvur beri eg ongan
ótta fyri, at vit kunnu
megna hetta, um landsins
hægsta embæti heldur fast í
uppgávuni. Stykki fyri
stykki. Fet fyri fet. Mál fyri
mál. Eisini um tað hendir,
at vit í meldrinum tað næsta
árið ella tvey missa tey
mest týðandi aktivini í
landinum av hondum, eins
og tað eisini væl kann
henda,
at
vit
missa
peningin,
sum
aktivini
góvu av sær, í átøkum, sum
vístu seg at vera til fánýtis.
Um tað hendir, kunnu vit
kanska minnast aftur á, at
hóast trolaraævintýrið eftir
seinna heimsbardaga var
ein búskaparlig sorgarsøga,
vísti tað seg at gerast
byrjanin til eina strategiska
sólskinssøgu. Men hóast
Føroyar fingu strategiskt
fótafesti aftur í fimti-
árunum og fóru at byggja
land og binda saman aftur
tað, sum var pettað sundur í
smástykkir, er tað helst
eingin okkara, sum ynskir
sær at vera partur av eini
forsøgu, sum líkist henni,
tey tá upplivdu. Og vónandi
verður tað fótafestið, sum
nú er í eygsjón, drúgvari
enn tey 40 árini, sum dýrt
keyptu tøkini eftir seinna
heimsbardaga skuldu vísa
seg at røkka.
Onkursvegna havi eg ein
varhuga av, at tíðin er
búgvin til at venda gongd-
ini, og at hon verður vend í
næstum. Eg síggi onga
orsøk til at bíða eftir lógar-
broytingum hesum viðvíkj-
andi.
Málið hjá
løgtingsform
anninum
Símun Mittún,
Saltangará
Í eini grein, Árni Dahl
hevði í bløðunum, spottar
hann
løgtingsformannin
fyri hansara málburð í
einari viðmerking, sum
hann hevur havt í bløð-
unum. Tað má Árni sjálv-
andi hava lov til.
Eg haldi bara, at tað er
dekan og langt úti, at ein
málmaður
»niðurger«
mannin á handan hátt ístað-
in at ganga eftir innihaldi-
num í greinini.
Árni Dahl skal minnast
til, at løgtingsformaðurin
hoyrir einum ættarliði til,
sum eg sjálvur, ið fekk sína
7 ára málsligu útbúgving í
føroyskum, í einum ofta
vánaligum bygdaskúla í
fimmtiárinum.
At vit ikki eru perfektir í
føroyskum
máli,
sum
málfrøðingurin Árni Dahl,
ið kanska hevur studerað
málið mesta av lívi sínum,
er keðuligt fyri okkum,
sum bert hava nevndu 7 ára
lærdóm í føroyskum.
Tó, vil eg siga, at um tað
er soleiðis, at vit »gomlu«
frá skúlanum í fimmtiári-
num ikki í bløðunum skrift-
liga kunnu blanda okkum í
tí demokratisku tilgongd-
ini, uttan at verða »niður-
gjørdir« av betrivitandi
málfrøðingum
uppi
á
fjallinum, tá haldi eg
okkara demokrati er komið
á eina síðugøtu.
At enda vil eg viðmerkja,
at eg havi eina ella tvær
ferðir skrivað til ein pro-
fessara í okkara móðumáli
- hann býr í Kirkjubø -.
Ikki hevur hann nevnt eitt
orð um mín málburð, men
hevur minst einaferð ringt
til mín fyri at tosa um
innihaldið í brævinum.
Palli Dalsgaard
Borgarstjórin í Miðvági,
Napolion
Magnussen,
hevur
eina
áhugaverda
grein í Dimmalætting, týs-
kvøldið 12. í h.m. har hann
viðger á ein skilagóðan hátt
samanlegging
av
teim
smærru
kommununum.
Hann sigur, sum rætt er, at
tíðin er farin frá teim smáu
kommununum, og at fyri-
munirnir við størri eindum
eru fleiri enn vansarnir.
Sjálvur havi eg av og á ditta
mær í bløðunum, at koyrt
undir
bygdaráðslimirnar
her á oynni, at fáa teir at
fara undir fyrireikingar til,
at fáa okkara oyggj saman í
eina kommunu. Men tað
sær út sum her rínir einki
við, fyri mær at vísa seg,
sova bygdaráðini her ein
Tornerosusvøvn
hvat
samanlegging
viðvíkur.
Hvat hesir bygdaráðslimir
hugsa, veit eg ikki, men tað
sær út fyri okkum uttan-
fyristandandi, at teir sita og
verja hvør sítt kongaríki.
Um so er, so eru teir á
skeivari leið, ein má ikki
lata seg velja í eitt bygda-
ráð, einans fyri at sleppa at
sita har sum limur. Tað er
ikki nokk, tað má fylgjast
við, tí tíðin stendur ikki í
stað, hon broytist alla tíð-
ina. Eitt ið Napoleon
Magnussen vísir á er
barnaansingin, ið er so
ovurhonds dýr, tað er hon
sanniliga eisini her hjá
okkum.
Og
Napoleon
meinar at Vágoyggin er
ikki nóg stór til eina
kommunu, hann vil enntá
hava Vestmanna og Kvívík
við. Hvat so við okkara
smáu bygdum her á oynni,
sigur hettar tykkum ikki
tað, at her er tíð at handla.
Tað er stór synd fyri tað
unga fólkið, at ikki oyggin
er samanløgd fyri árum
síðani. Farið og setið sjøtil
á, fái ein avstemning í
hvørji bygd, so tit fáa at
vita hvat fólkið vil. Er eitt
fleirtal ímóti samanlegg-
ing, ja, so gerst ikki við, so
hava tit gjørt tykkara
skyldu í fyrsta umfari. Tað
verður av onkrum ført
fram, at fara tær smærru
kommunurnar her saman
við teimum størru, so fer
skattaprosenti upp, tí tær
størru kommunurnar hava
nokk so stóra skuld. Tað
kann vera nakað um tað,
men vit mugu gera okkum
greitt, tað verður eingin
framburður
við
lágum
skattaprosenti. Eitt ið fólk á
teim smærru plássunum
stúra fyri, um kommun-
urnar verða samanlagdar
er, at smáplássini detta
burtur ímillum. Tey detta
ikki meira burtur úr, enn
tey longu nú gera. Saman-
leggingin kemur at geva
teim ungu á smærru pláss-
unum fleiri møgleikar enn
tey hava sum er.
Kommunusamanlegging
Ólavsøkurøðan 2005