Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 144 - 3. august 2005 Vit nevndu í gjár á hesum staði, at løgmansrøðan á Ólav- søku ár var ein onnur røða enn vanligt hevur verið. Hetta varð sagt í jaligum týdningi. Framløga løgmans brýtur frá undanfarnum løgmansrøðum við tað, at hon viðurkennir, at Føroyar eru á einum vegamóti og at vit tí noyðast at hava eina strategi fyri framtíðina. Vit eru tí ikki samd við teim- um, sum finnast at røðuni, tí hon snýr seg so nógv um framtíðina. Landsstýrið noyðist undir givnu umstøðunum at krita skógvarnar nú. Tað ein kann harmast um, er, at tær politisku útgreinigar og umhugsingar, sum framløgan ber boð um, ikki eru gjørdar longu fyri fimm-seks árum síðan. Men tá var dagskráin sum kunnugt ein onnur. Framløga løgmans nevnir seks grundarsteinar undir lang- siktaða politikki landsstýrisins nevniliga Eu-samstarv, útbúgvingarreformar, gransking og nýmenning, íverkset- an, kunningar- og samskifti og einskiljing. Av hesum seks grundarsteinum kann bert ein gerast ein snávingarsteinur og tað er einskiljingin, sum longu er farin av kósini. Tann í framløguni fyrst nevndi grundarsteinuirn er spuringurin um nútímansgerð av okkara útbúgvingar- skipan frá niðast til ovast.. Hetta kemur í síðstu løtu, og líta vit at útheiminum, so hava framkomin lond langt síðan viðurkent, at her liggur ein tíðandi lykil til framtíðina.Tað verður ført fram, at útbúgving og vitan eru avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum. Útbúgv- ing er besta íløgan, sum menniskjað og samfelagið kunnu gera í framtíðina. Hetta er so satt, sum tað er sagt og neyðugt er tí við einum útbúgvingarreformi. Landstýrið vísir á, at fyri ikki so nógvum árum síðan var almenna hugsanin, at eftir lidnan fólkaskúla bíðaði arbeiðsmarknaðurin. At fara undir víðari lestur var ikki fyri øll, og fleiri taldu dagarnar, til skúlin var liðugur, tí nú byrjaði lívið. Heilt soleiðis er ikki longur. Tí greitt er, at í nútíðarsamfelagnum kann arbeiðslívið gerast trupult, hevur tú ikki eina førleikagevandi útbúgving. Víst verður á, atútbúgvingarstøðið í Føroyum stendur ikki mát við fremstu lond í heiminum.Ein fyritreyt fyri, at hesin partur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Tað mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar sínar til fulnar. Málini her eru: at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgv- ing, at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving og at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving. Hetta merkir, at útbúgving skal raðfestast fremri enn nakrantíð. Fólkaskúlin skal mennast, læraraførleikar ølkjast, málførleikin í føroyskum skal betrast, samstundis sum styrkt verður um undirvísingina í enskum, so at næmingarnir í fólkaskúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt. Bøtast skal um miðna´smskularnar, arbeiðsmarkanaðrútbúgvingar og ein lærdur haskúli skal setast á stovn, ar har allar høgri útbúgivngar verða savnaðar. Tað má uttan mun til, hvat ein annars heldur um føroyskan politikk ásannast, at her er veruliga talan um eitt nýbrot í politikkinum og um nógv áhugaverd perspektiv. Nú verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverd perspektiv VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Ein propagandakallur og annar? Niels Juel Arge Tað er altíð hugaligt at fáa svar upp á sínar viðmerk- ingar, ikki minst frá einum so royndum samfelags- debattøri sum Thomasi Arabo. Nýggja undirheitið, propagandakallur (og so kanska eisini tað, sum verri er), sum TA hevur gjørt meg út við, taki eg - um ikki sum ein heiður - so sum eitt tekin um, at við- merkingarnar vóru á einari leið. „Fáur lýgur meira enn helvtina" Sigur vælkenda orðatakið, og tað kann vera orsøkin til, at TA sigur nærum helvtina ósatt, tá hann vil vera við, at undanfarna samgonga hækkaði 50% markið við 300 túsund krónum. Rætta talið er 180 túsund krónur, tí markið hækkaði ikki úr 400 upp í 700 túsund krónur, men úr 490 upp í 670 túsund krónur. Hetta hendi yvir 6 ár. Meðan Javnaðarflokkurin hevur rátt fyri borgum - 1 1/2 ár - er markið hækkað 160 túsund krónur. Úr 670 upp í 830 túsund krónur. Háinntøka er omanfyri 830.00 kr. - sambært TA TA vil ikki út við, hvat hann sjálvur meinar er ein háinntøka. Enn sum áður er tað 50% markið, ið er undanførslan. Tað er nóg mikið fyri TA, at inntøkur omanfyri 50% markið - 830 túsund krónur - ikki fáa skattalætta. Gamaní, men tað eru ivaleyst framvegis ymiskar meiningar um, hvat ein háinntøka er. Valla kemst tó uttan um, at 600- 800 túsund krónur eru høg- ar inntøkur - ofta nevndar háinntøkur. Hækkaði inngjaldið nú 0,5 ella 0,25%? Hækkingin í inngjaldinum til Samhaldsfasta er tann fyrsta, síðani grunnurin varð stovnaður í 1991. Og neyvan varð tað hækkað, um ikki tað var ein rossahandil í samband við skattalættan. At tað nú er hækkað tilsamans 0,5%- stig er eisini ein hampuliga kreativ útsøgn, tí her leggur TA eftir øllum at døma bæði hækkingina í gjaldi- num hjá løntakarum og arbeiðsgevarum saman (0,25+0,25). Vanliga plagar man at siga, at gjaldið hækkar 0,25%, og so er tað sjálvandi fyri teir partar, sum nú einaferð rinda í grunnin. Og so kann leggj- ast aftrat, at samalaða inn- gjaldið til Samhaldsfasta er munandi minni enn sjálvur skattalættin. Tað kann TA kanska greiða nærri frá. Pensjónir og Samhalds- fasti hækkaðu Útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði úr 525 upp í 700 kr. mánaðarliga frá 1998- 2004. Hækkingin er ikki so stór, sum tann, ið nú er gjørd, úr 700 upp í 910 kr., men tað velst um, hvussu man velur at hækka saml- aðu veitingarnar til pens- jonistarnar. Umframt Sam- haldsfasta, sum er tann minsti parturin av samlaðu veitingunum til pensjon- istar, hava vit sjálva fólka- pensjónina (grundupphædd og viðbót). Útgjaldið til fólkapensjón hækkaði frá 1998-2004 samanlagt 23.700 kr. um árið fyri stakar pensjonistar og 18.200 kr. fyri giftar pensjonistar. Eisini varð markið fyri, nær pensjon- istur kann vinna sær nakrar eykakrónur uttan mót- rokning í viðbótini, hækkað úr 22.300 upp í 44.500 kr. Og grundupphæddin varð gjørd skattafrí, so pensjo- nisturin er longur niður á skattastiganum, um talan er um eykainntøku. Fleiri síður av skattalættanum Eg eftirlýsti eftir fyrstu um- røðuna hjá TA av skatta- lættanum fleiri síður av málinum, og nú eru nakrar komnar fram aftrat. TA sær t.d. eisini skattalættan úr einum øðrum sjónarhorni, tá hann sigur, at 1/4 av skattalættanum fara til inn- tøkur hægri enn 300 túsund krónur og 3/4 til inntøkur- nar niðanfyri. Tá TA sigur hetta, má man (inntil víð- ari) ganga út frá, at tað passar. Og tað er upp til TA sjálvan, um hetta øsir hann ella ikki. Eg loyvi mær tó at ivast eitt sindur í hesum, tí sambært Hagstovuni vóru samlaðu skattskyldugu inn- tøkurnar (í 2002) omanfyi 300 túsund krónur 40% (og ikki 1/4) av samlaðu skatt- skyldugu inntøkunum. Hetta má tó kannast nærri. Argandi og ov ramligt? Hevði annars ikki væntað, at tað fór at arga TA so mikið, at eitt mál varð lýst frá fleiri síðum. Orsøkin kann tó vera, at eg í míni fyrstu viðmerking tosaði um at "spæla við erligum kortum". Tað var helst at taka í so ramliga til, men hesum ber TA vónandi yvir við mær í. Tað undrar meg tó, um tað undrar TA, at viðmerkingar verða gjørdar til hansara skriving, tá hann sjálvur loyvir sær at meina alt møguligt um alt møgu- ligt á politiska økinum. Um eg var ordiliga keðiligur, kundi eg freistast til sjálvur at skýrt Thomas propa- gandakall (og kanska tað, sum verri er) - men nei, lat tað fara.