mikudagur 3. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 3. august 2005
9
Føroyingar liggja
klárt á odda í
norðurlendskum
hagtølum yvir royk-
ing sambært nýggju
heilsulagslýsingini
hjá landslæknanum.
Lítil ivi er um, at
royking eisini er
orsøk til stóran part
av deyðstilburðunum
í Føroyum, sigur
Høgni Debes Joensen,
landslækni
ROYKING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kanningar
aðrastaðni
prógva ferð eftir ferð, at
royking er størsta staka
deyðsorsøk. Bara í Dan-
mark doyggja 13.000 fólk á
hvørjum ári sum beinleiðis
orsøk av royking
– Sjálvt um tað í hvørjum
einstøkum føri kann vera
ringt at prógva, at royking
var einasta og beinleiðis
orsøkin til, at persónurin
gjørdist sjúkur, er als ongin
ivi um, at royking er størsti
heilsuvandin yvirhøvur um
okkara leiðir. Jú fleiri og
gjøllari kanningar verða
gjørdar, jú týðiligari gerast
prógvini um, hvussu skaði-
lig royking í grundini er,
sigur landslæknin
Roykjarar sjúkari
sum heild
– Hóast vit ongi beinleiðis
føroysk hagtøl hava yvir
sambandið millum lívsstíl
og deyðsorsøkir, er tað
naivt at halda, at sjúku-
mynstrið hjá føroyingum er
øðrvísi, enn í øðrum Norð-
urlondum. Tí er lítil ivi um,
at royking eisini er størsta
hóttanin móti heilsuni hjá
føroyingum, sigur lands-
læknin.
Tá tað ræður um deyðs-
orsøkir, sum standast av
royking, hugsa tey flestu
uttan iva um krabbamein.
Og kanningar vísa eisini, at
25% av øllum krabba-
meinstilburðum og 85% av
lungakrabbatilburðunum
stava frá royking. Men vit
skulu eisini hava í huga, at
royking hevur minst líka
nógvar tilburðir av hjarta-
æðrasjúkum við sær, leggur
landslæknin afturat. Í hes-
um sambandi skal nevnast,
at sambært nýggju heilsu-
lagslýsingini eru hjarta-
æðrasjúkur týðiliga tann
størsta deyðsorsøkin mill-
um føroyingar.
Hyggja vit at heilsustøð-
uni hjá fólki sum heild, vís-
ir tað seg, at roykjarar
kunnu vænta at verða raktir
av álvarsligari sjúku í 13 ár
av teirra lívi samaborið við
8 ár um, tey ikki royktu.
Hetta skal eisini síggjast í
mun til, at roykjarar í miðal
liva 10-12 ár styttri enn ikki
roykjarar, minnir lands-
læknin á.
Boðskapurin nær
ikki út
Heilsulagslýsingini
vísir
eisini, at stóri fititrupulleik-
in eisini hevur rakt føroy-
ingar. Sambært tølunum
hoyrir næstan annað hvørt
mannfólk og fjórða hvørt
konufólk heima í bólkinum
»yvirvekt« og 10 % eru í
bólkinum »ógvuslig yvir-
vekt«. Og sambært lands-
læknanum er tað ikki bara
matvanunum, tað er galið
við.
– Ein annar stórur trupul-
leiki hjá føroyingum er, at
vit røra okkum ov lítið, eitt
nú koyra so nógv í bili. Tað
er bæði skaðiligt og stórt
spell, tí fram um so nógv
onnur hava vit føroyingar jú
framúr góðar møguleikar at
ganga túrar í vøkru nátúr-
uni, sum er allastaðni rund-
an um okkum, sigur hann.
Fyrimunirnir við at røra
seg nógv kunnu neyvan
yvirmetast. Umframt at
vera við til forða fyri yvir-
vekt,
beinbroyskni
og
sukursjúku, minkar rørsla
eisini um vandan fyri at fáa
ávís sløg av krabbameini,
hjartaæðrasjúkur og er í
allar mátar gott fyri sálar-
støðuna.
– Tíverri vísir tað seg, at
heilsuboðskapurin
ofta
hevur ilt við at náa tey, sum
hava mest brúk fyri honum.
Skal ein fólkaheilsuætlan
eydnast, krevur tað millum
annað neyva gransking av
sambandinum
millum
sjúkumynstur og sosiala
støðu, so mynduleikarnar
harfrá kunnu samstarva um
at røkka einstøku vanda-
bólkunum, sigur Høgni
Debes Joensen.
Landslæknin:
Royking størsta staka deyðsorsøk
Roykjarar í 2002. (Prosenttøl)
Menn
Kvinnur
Føroyar
35
38
Ísland
22
21
Danmark
31
27
Svøríki
16
19
Kelda: Heilsulagslýsing fyri Føroyar 2004.
Greitt úr hondum: Høgni Debes Joensen, landslækni
– Skulu vit náa út við heilsuboðskapinum er neyðugt at vita,
hvørjir vandabólkarnir eru. Tí er stórur tørvur á gransking í
sambandinum millum lívsstíl og sjúkumysntur hjá føroyingum,
sigur Høgni Debes Joensen, landslækni
Hví júst føroyingar
roykja so nógv verri
enn onnur, er ilt at
siga, heldur Eyðun
Joensen, sálarfrøð-
ingur. Ongin ivi man
tó vera um, at royking
serliga er tengd at
ávísum stressandi
arbeiðsumhvørvum,
og at fólk, sum liva
meir hektiskt, enn
onnur, eisini roykja
meir
ROYKING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað er ógjørligt at geva eitt
einfalt svar uppá, hví fólk
roykja. Hinvegin er tað
rættiliga týðiligt, at tað er
eitt ávíst samband millum
persónligheit, arbeiðsum-
hvørvið, lívsgóðsku og
royking,
heldur
Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur.
Royking og
persónligheit
Eyðun Joensen er sann-
førdur um, at tað ikki er
uttan orsøk, at eitt nú journ-
alistar í filmum næstan
altíð eru keturoykjarar.
Men hóast tað avgjørt er
eitt samband millum eitt
stressað arbeiðsumhvørvi,
har fólk allatíðina arbeiða
undir ein deadline, merkir
tað ikki endiliga, at ein
redaktión fær fólk at roykja
verri.
– Eg trúgvi, at royking
eisini í stóran mun hongur
saman persónligheitini. Tað
vil siga, at tá vit í hesum
føri tosa um sambandið
millum royking og arbeiðs-
umhvørvi, so er tað kanska
heldur soleiðis at eitt avíst
slag av persónum uppsøkja
eitt ávíst arbeiðsumhvørvi.
Fólk, sum altíð jagstra eitt-
hvørt og í heila tiki liva
meir hektiskt enn onnur,
roykja ofta illa og verða
uttan iva oftari journalistar
enn onnur, sigur Eyðun.
Í øðrum førum er sam-
bandi millum arbeiði og
royking kanska ikki so eyð-
sýnt. Til dømis er tað til-
tikið, at tað verður roykt
óvanliga nógv umborð á
fiskiskipum. Fiskarí kann
uttan iva eisini kennast
stressandi, men har er tað
kanska líka nógv ávirkanin
frá hinum, sum tú livir so
tætt saman við, sum ger seg
galdandi. Og so hetta, at tað
umborð á einum skipi ikki
altíð er so nógv at krydda
sær lívið við, hugleiðir
Eyðun.
»Fátækmannatroyst«
Í sínum starvi sum sálar-
frøðingur hevur Eyðun
Joensen varnast, at tey
støðugt sálarsjúku munnu
vera milum tey, sum roykja
ringast yvirhøvur. Uttan iva
kemst hetta av, at royking jú
sigst at vera avslappandi og
kanska kennist ein troyst, tá
lívsdygdin annars ikki er av
teimum bestu. Hugtakið
» f á t æ k m a n n a t r oy s t «
verður jú eisini brúkt um
royking, og tað forklárar
møguliga, hví fólk í hægru
sosialu løgunum sum heild
roykja minni. Men heldur
ikki her kanst tú skera øll
yvir ein kamb, tí tú kanst
saktans hava eitt gott lív,
fyri tað um tú ikki er ríkur.
– Hetta snýr seg kanska
meir um tilvitan og rák.
Millum tey, sum eru væl
fyri sosialt, hava vit leingi
sæð eitt rák, har tað er
modernað at vera sunnur og
annars liva heilsugott. Tí er
tað nokk eisini hendan
vegin, vit skulu hyggja, fyri
at fáa fólk, serliga tey ungu,
at halda uppat at roykja ella
forða fyri at tey nakrantíð
byrja, heldur Eyðun.
– Ein tann sterkasta lýs-
ingin móti royking, eg havi
sæð, er eitt kjokkfult øsku-
bikar við tekstinum »Kundi
tú hugsað tær at mussa
hetta?«. Vit vilja jú øll vera
tekkilig, men fáa vit sann-
ført tey ungu um, at tað er
ólekkurt, luktar illa, gevur
gular tenn og ringa húð at
roykja, kundi tað skjótt
hent, at tað ikki var so
smart longur. Tíbetur bend-
ir nógv á, at tað er júst hatta
rákið, sum ger seg galdandi
millum tey ungu beint nú.
Hvussu tað fer at eydnast
at sannføra teir gomlu
roykjarnar um tað sama, er
heldur ivasamt, heldur Eyð-
un. Hann leggur afturat, at í
øllum hesum skulu vit ikki
gloyma, hvusssu ótrúliga
bindandi royking í grundini
er.
– Eg havi arbeitt nógv
við fyrrverandi rúdsrekka-
misnýtarum, og hoyri teir
ferð eftir ferð siga, at tað er
nógv torførari at halda
uppat at roykja enn at
drekka. Og tað sigur ikki so
lítið, heldur sálarfrøðing-
urin.
Sálarfrøðingurin:
Royking tengd at persónligheit og lívsstíli
At roykja illa hevur
uttan iva nakað við
persónligheitina hjá fólki
at gera, heldur Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur