Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 144 - 3. august 2005 Í samfull 41 ár hevur havnarmaðurin Símin Askham búð í New Zealandi. Her hevur hann egna fyritøku sum verður rikin í sama anda sum fyrrverandi arbeiðspláss hansara – Kjøtbúðin hjá Otto Reinert í Havn FYRITAKSSEMI Snorri Brend New Zealand: – Eg verði skjótur aftur! Soleiðis segði Símin Askham við síni kæru, tá hann ein dag fyri 41 árum síðani legði ta longu leiðina suður í hav. Ungi havnamaðurin var tá bert 22 ára gamal, men hevði hug at síggja nakað av umheiminum og tey fjar- skotnu støðini hinumegin á klótuni. Hetta skuldi bert gerast ein styttri vitjan, men end- aði – ella byrjaði – við ar- beiði, búseting, konu, børn- um og egnum virki. Í summar er hann enn einaferð komin ta longu leiðina hinvegin, – heim til Føroyar at vitja familju, vinir og sítt gamla arbeiðs- pláss. – Tað er altíð gott at koma aftur til Føroyar, sig- ur hann. Hann og konan hava ver- ið í Føroyum eina tíð, men fara avstað aftur leygardag- in til New Zealand. Og hagar eru føroyingar altíð vælkomnir at støkka inn á gólvið. Dygdarkjøt Tað verður so ofta tikið til, at ein kann hitta føroyingar allastaðni. Og so er líka- mikið hvønn veg tú ferðast: Um tað so er til Amerika, Kina, Afrika ella Australi- en, so kanst tú renna teg í onkran sum tosar føroyskt. Og kemur tú til býin Tau- ranga á norðaru New Zea- landsku oynni er ikki óvist, at tú ikki kanst hitta henda í dag 63 ára gamla havna- mannin. Her býr hann saman við konuni Sue, sum hann hevur trý børn saman við - Olaf, Rebekka og Niclas. Tey búgva á einum lítlum garði, einar 20 km. frá nærmasta býi. Men tað er eingin trupulleiki, tí góður vegur gongur beint fram- við. Til garðin hoyra 10 hekt- arar av jørð, og her hevur hann bæði seyð og neyt gangandi. Og her livir hann eisini eitt virkið lív sum slaktari í egnari fyritøku við navnin- um »Whaka Quality Meat«– dygdarkjøt frá Whaka. Og tað er ikki uttan orsøk, at Símin kann ynskja og kann lýsa við dygdar- kjøti: Áðrenn hann nak- rantíð fór so langt sum til hin partin av klótuni, ar- beiddi hann nevniliga hjá einum navnframum før- oyskum slaktara. Ævintýrhugur Símin var ikki rættiliga gamal fyrrenn hann á fyrsta sinni steig inn um gáttina í Kjøtbúðini hjá Otto Reinert í Tórsgøtu í Havn. Líkt var til, at hann hevði bæði hug og hegni til hetta arbeiðið, og honum dámdi tí væl í hesi – fyri havnar- fólk – so kendu fyritøkuni, sum enn blómar og sum enn veitir fólki dygdarvør- ur úr kjøti. Hann varð útlærdur sum slaktari hjá Otto, og í stovu hansara í Tauranga hongur sveinabrævið, sum er undirskrivað av Rikardi Long, sum tá var formaður í Læruráðnum. Men hugurin at síggja umheimin var eisini stórur, og sum 22 ára gamal av- gjørdi Símin at gevast við arbeiði sínum hjá Otto Reinert – bert eina stutta tíð, lovaði hann. – Eg verði skjótur aftur. Eg skal bara ein lítlan túr til New Zealand, Australien og onkra aðrastaðni. So komi eg aftur, segði hann tá í 1964. Men hann kom ikki aftur beinanvegin. Honum dámdi so mikið væl í New Zea- landi, at hann fekk sær ar- beiði har, og varð eisini verandi á hesum vakra og fjarskotna staði. – Tað var nokk mest ævintýrhugurin sum dró meg hagar. Men eg skilti eisini, at teir sóknaðust eftir fólki úr øðrum londum – immigrants –, tí ikki var nokk av arbeiðsmegi í landinum. – Eg hevði jú royndir sum slaktari, so har fekk eg mín møguleika at halda fram við tí arbeiðinum, eg hevði verið í hjá Otto, sigur Símun við einum brosi. At hann hevur búð 41 ár í New Zealandi er ikki lætt at hoyra. Hann tosar sera gott føroyskt, og tá hann tosar við konuna á enskum, so er tað við einum farra av lokalari dialekt! Slakta alt Símin byrjaði at arbeiða hjá einum slaktara, men fyrst í 70’unum keypti hann sjálv- ur ein handil og seinni eina verksmiðju, ið framleiðir kjøtpylsu og annað úr kjøti. Hetta virksemið gekk so mikið væl, at hann avgjørdi at sláa alt saman í eitt – til fyritøkuna Whaka Quality Meat, har íalt sjey fólk eru til arbeiðis. Her selja tey kjøtvørur, og her er eitt sláturvirki, har tey m.a. veita fólki ta tænastu at slakta fyri tey, bæði inni á sláturvirkinum, men fyri ein stóran part úti í náttúruni við einum last- bili úr rústfríum stáli, sum er innrættaður júst til hetta endamálið. – Vit slakta bæði seyð og neyt, og hjørtur. So tað er nógv ymiskt vit takast við, sigur hann. Fyritøkan hjá Símini hev- ur úr at gera, og sum er klárar hann at nøkta heima- marknaðin við vørum sín- um. Hann hevur onkutíð hugsað um at lata onnur uttanfyri New Zealand royna vørur sínar. Men so langt er hann kortini ikki komin enn. – Eg veit ikki. Tað er mangan so tungt og møti- mikið við øllum hesum pappírunum, sum skulu fyllast út. – So nei, eg haldi meg bara til okkara egna markn- að, sigur Símin. Føroyingur flettir fyri fólk í New Zealandi Símin var stórliga bilsin av nýggju Kjøtbúðini hjá Otto KJØTVIRKI Snorri Brend Havn: Undir vitjanini í Føroyum hevur Símin enn einaferð verið inni á gólvinum á gamla arbeiðsplássi sínum – Kjøtbúðini hjá Otto Reinert. Tá hann arbeiddi her fyrst í 60’unum hildu teir til undir Sjómansheim- inum, sum mánadagin broytti navn til Hotel Tórshavn. Fyrr í ár fluttu teir út í nýggj og snotulig høli í Akranesgøtu í Havn, og her vitjaði Símin sum vera man eisini. Og her í Akranesgøtu varð hann stórliga bilsin yvir bæði arbeiðspláss og høli. – Eg havi sæð nógvar kjøtbúðir í mínum lívi. Men henda er simpelthen tann flottasta, ið eg nak- rantíð havi sæð. – Har var alt so væl skipað. Har vóru góðar maskinur, og har var nossligt og reint inni. Og eg legði merki til at alt varð gjørt í hægstu góðsku, sigur Símun. – Tað var mest ævintýrhugur sum fekk meg at fara ta longu leiðina til New Zealand sum 22 ára gamal. Men her eri eg enn, sigur Símin Askham úr Havn, sum í dag rekur egið sláturvirki. Her er hann avmyndaður uttanfyri sítt gamla arbeiðspláss, sum nú hýsir øðrum endamáli Mynd: Bárður Ein partur av arbeiði teirra er at slakta neyt, seyð og hjørtur úti og inni. Her eru teir uttandura: Teir hava júst skotið tríggjar oksar, og so er bert at lyfta teir upp frá, og so kann sláturin byrja – Tann flottasta eg havi sæð