Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 S t ø r v Stýrimaður og tveir maskinmeistarar Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnu- málastýrinum / Samskiftis- deildini. Høvuðsuppgávan hjá fyri- tøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav um- leið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Við hesum verður søkt eftir stýrimanni og tveimum maskinmeistarum til Strandfaraskip Landsins at seta í føst størv frá 1. mars 2000. Viðkomandi skulu byrja umborð á Tróndi, men skulu til eina og hvørja tíð kunna verða fluttir umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins sum fyriskipað av leiðsluni. Stýrimaðurin skal kunna avloysa skiparan, og maskinmeistarnir mynstra sum 2. meistarar og skulu kunna avloysa 1. meistaran. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Arbeiðsuppgávurnar umborð Høvuðsuppgávan hjá strandfaraskipunum er at røkja innanoyggja fólka- og farmaflutning eftir fastlagdari ferðaætlan og annars aðrar túrar við ferðafólki kring oyggjarnar. Hjá Tróndi er dagliga farleiðin Skopun- Gamlarætt-Hest. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og síðani ein vika avspáking, og siglt verður hvønn dag í vikuni. Við Trónda eru skipari, stýrimaður, tveir maskinmeistarar og ein dekkari. Umstøður eru at búgva umborð. Starvið sum stýrimaður fevnir um Stýrimaðurin skal syrgja fyri, at trygdarút- gerðin umborð er í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars veita leiðsluni eina skilagóða rakstar- fyrisiting. Stýrimaðurin hevur ábyrgd av, at formligar reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðs- gongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyri- tøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur hjá stýrimanninum eru at vera við til at: • Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum • Tryggja at trygdin umborð er í samsvari við altjóða krøv • Tryggja at skipið verður lasta í samsvari við altjóða krøv • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin um- borð • Gera ætlanir fyri viðlíkahaldsarbeiði og dokking, herundir viðlíkahaldsmanna- gongdir. Starvið sum 2. meistari fevnir um 2. meistarin skal vera við til at tryggja, at maskinaríið er í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars at veita leiðsluni eina skilagóða rakstrarfyrisiting. 2. meistarin skal eisini verða við til at tryggja, at allar lógir og reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdin er í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur hjá 2. meistara eru m.a. at vera við til: • Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum • Hava eftirlit við maskinarínum • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum • Gera ætlanir fyri viðlíkahaldsarbeiði og dokking, herundir viðlíkahaldsmanna- gongdir Førleikakrøv Umsøkjarar til stýrimann: • Útbúgving sum skipsførari Umsøkjarar til maskinmeistara: • Útbúgving sum maskinmeistari Annars rokna vit við at tú hevur: • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Heilsuprógv – ikki eldri enn 2 ár • Sjón- og hoyrnarroynd ikki eldri ennn 3 ár • Roykkavara-/sløkkileiðaraprógv – ikki eldri enn 5 ár • Kunnleika til formlig krøv og royndir viðvíkjandi rakstri av ferðamannaskipum • Góð samstarvsevnir og góðan røkjuskap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 11. februar 2000. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Páll Heinesen, starvsfólkaleiðara tlf. 34 30 00 lokal 115, ella e-post: pah@ssl.fo HD 2. PARTUR Sosialurin - 311820 Um nóg stór undirtøka verður, er ætlanin at fara undir HD 2. part í september 2000. Møguleiki er at velja millum 2 breytir, roknskap ella avsetnings- búskap. Spurningurin er, hvør breytin fær størst undirtøku. Fortreytin at taka HD 2. part er, at tú hevur HD 1. part, HA ella hægri útbúgving. Áhugað verður biðin at venda sær til skúlan tel. 317177, har meira fæst at vita um HD 2. part. Freistin at gera vart við seg er 15. februar. Marknagilsvegur 77 • Postsmoga 177 • FO-110 Tórshavn Teknikari til Auto cad Søkt verður eftir avloysara til teknideild okkara í umleið seks mánaðir, at byrja 1. mars í ár, ella fyrr. Arbeiðið umfatar, í høvuðsheitinum fjølbroytt tekniarbeiði við nýmótans útgerð. Luttøka í øðrum arbeiði kann eisini koma upp á tal í mun til tað útbúgving, ið umsøkjarin hevur. Nærri upplýsingar fáast við at ringja til telefon 314744. Grønlandsvegur 5 FO-100 Tórshavn tlf. 314744 fax 310744 Bilur við skaða til sølu Merki: Subaru Forester, 4 WD – Sedan Árg.: 21.06.1999 KM: 9.792 Bilurin stendur hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar á Smyrilsvegnum. Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. John Ellefsen tlf. 34 56 00 – beinleiðis tlf. 34 57 26 fax nr. 34 56 05 at hitta millum kl. 09.00-12.00. 50 ára stovningarveitsla hjá Havnar Handverkarafelag Í sambandi við at Havnar Handverkarafelag verður 50 ár leygardagin 12. februar 2000, verður skipað fyri veitslu í B36-húsinum, kl. 19.00. Atgongumerki til veitsluna kunnu bíleggjast á tlf. 211540 og 211548 í seinasta lagi leygardagin 5. februar 2000. Nevndin Bilur við skaða til sølu Merki: Kia Sephia GXT Hatcback 1,5 bensin Árg.: 13.12.1996 KM: 62.006 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og kann síggjast hjá D. B. Bilar, J. Broncks- gøta 15, 100 Tórshavn. Fróði Muller beinleiðis tlf. 34 57 27 fax nr. 34 56 05 at hitta millum kl. 13.00-15.00. Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúla- num mánadagin 31. jan. millum kl. 15.00 og 17.00. Havi dóps ella navnaseðil við. Velbastaðar skúli Tlf. 328006 Av serligum orsøkum og um hóskandi boð fæst, er ein Turbo Trans-Am, modell 1981 av gamla skrokkin- um (seinasta modell), til sølu. V8, 301, 4,9 litrar, hevur bert koyrt 64 túsund í alt. T-toppur við øllum. Bilurin hevur tað upprunaliga lakkið (Trans-Am reyður) og er 100% rustleysur, tó er neyðugt at sproyta hann so at hann skal verða fullkomin. Hann hevur havt sama eigara í meira enn 16 ár. Eitt fyrsta floks eintak. Eigarin, ið vil hava alt fullkomið, hevur endurnýggjað allan motorbúnaðin í bilinum fyri uml. 1.500 túsund ísl. kr. (ca. 150.000 d.kr.) Millum annað er alt nýtt innan í og uttan á motorinum, leiðir og ringar (standard stødd frá GM). Nýggj oljupumpa, bensinpumpa, vatn- pumpa, nýggjur knastaksil, undirliggjandi. Alt er nýtt uttan á motorinum til dømis: Nýggjur alternator, nýggj- ur elektroniskt stýrdur karburator, nýggj telda, ið stýrir karburatorinum, tendringini og automatiskum gearum. Nýggj tendring og tendringskervi, nýggj avgassturbina og dupult útstoytsrør úr rustfríum stáli. Automatiskur gearkassi við automatiskum fjóðra gear (Lock-up). Allur bremsubúnaður er nýggjur frá GM, nýggj dekk frá BF Goodrich, radioal TA framman 245/60 R 15, og 255/60 R 15 aftan. Upprunaligar Turbo Trans-Am felgur av aluminium. Upprunalig svørt innrætting, sær út sum nýggjur innan. Í bilinum er upprunaligur stýri- búnaður, ið er sum nýggjur, men nýggjur stýribúnaður frá GM fylgir við og somuleiðis aluminiumsgardinur til afturrútin. Alt arbeiðið er gjørt av einum fakmanni á viðurkendum verkstað. Akfarið hevur altíð verið 100% til sýn. Alt tilfar um bilin er hjá Bileftirliti Íslands. Har kann ein fáa sjón fyri søgn! Um tú kundi hugsa tær at ogna tær henda sjáldsama dýrgrip, ert tú vælkomin at geva eitt tilboð til: Jón Sigurðsson Faxabraut 39, A 230 Keflavík IS-Ísland Fax +354 421 2339 Eisini ber til at ringja á tlf. +354 861 3080 (GSM) og fá meiri at vita um bilin annaðhvørt á íslendskum ella enskum máli. Turbo Trans-AM til sølu Granskingarverkætlanir innan sjúkufyribyrging í alivinnuni Vinnumálastýrið skal við hesum kunngera, at á løgtingsfíggjarlógini fyri 2000, konto 6.36.104., er peningur játtaður til gransk- ingarverkætlanir/havbúnaðarroyndir innan: Fyribyrging av sjúkum í alifiski. Stuðul kann veitast til: • Tiltøk innan rakstur • Tiltøk innan sjúkuansing • Tiltøk sum betra diagnostisku kanningar- hættirnar Undir ávísum treytum, sum eru nærri lýstar á serligum umsóknarblaði, sum umsøkjarar skulu fylla út, kann stuðul verða veittur til granskingarverkætlanir/havbúnaðarroyndir til fyribyrging av sjúkum í alifiski. Verkætlan- irnar kunnu fevna um tiltøk innan rakstur, sjukuansing og til betring av diagnostiskum kanningarhættum. Umsóknarblað kann fáast við at venda sær til avgreiðsluna í Vinnumálastýrinum á telefon nr. 356060, fax nr. 356065, e-post vms@vms.fo , heimasíða www.vms.fo. Umsóknarblað saman við neyvari lýsing av endamálinum, kostnaði og fígging av verk- ætlanini, og onnur fyri viðgerðina relevant skjøl, skulu vera Vinnumálastýrinum í hendi í seinasta lagi 29. februar 2000. Vinnumálastýrið Vinnumáladeildin Postboks 377 • FO-110 Tórshavn Telefon 356060, Telefax 356065, E-postur: vms@vms.fo Heimasíða www.vms.fo Á gjaldstovuni starvast umleið 30 starvsfólk. Gjaldstovan førir roknskap yvir játtanirnar á fíggjarlógini og førir m.a. eisini roknskap yvir ogn og skuld landskassans. Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um hendi ein part av almennu lønaravgreiðsl- unum. EDV-deildin á Gjaldstovuni hevur sum høvuðsuppgávu, at reka, menna og viðlíkahalda landsins roknskaparskipan, eina felags lønar- skipan fyri almennu stovnarnar og eitt landsumfarandi nærnet/intranet fyri stovnarnar undir fíggjarmálastýrinum. Starv á Føroya Gjaldstovu sum kervisfyrisitari er leyst at søkja til setanar beinanvegin: Í 1997 tók Føroya Gjaldstova nýggja fíggjarstýringar- skipan í nýtslu. Skipanin er bygd á Oracle dátugrunnin og verður rikin á einari HP9000 maskinu við HP-UX stýrisskipanini. Gjaldstovan er í fer við at menna eina nýggja lønarskipan í sama umhvørvi, og er ætlanin, at skipanin verður tikin í nýtslu fyrst í ár 2001. Í hesum sambandi verður søkt eftir dugnaligum fólki til kervisfyrisitanina at byrja 1. februar ella eftir nærri avtalu. Ábyrgdarøki: Viðkomandi, ið settur verður, hevur sum arbeiðsøki at fyrisita EDV-kervið og at verða við at innføra nýggju lønarskipanina. Av uppgávum kunnu nevnast: Vera við í innføringini av nýggju lønarskipanini, t.e. nároyna skipanina, uppseta skipanina, leggja inn stam- dáta, gera listar (úrrit). At fyrisita dagliga raksturin av EDV-skipanini, t.e. stýra brúkara atgongdum, leggja inn og viðlíkahalda koyr- ingar, viðlíkahalda uppsetanina av skipanini, viðlíka- halda og gera nýggj úrrit, inn- og útlesingar av fílum At kenna skipanina á superbrúkarastøði. At gera og seta í verk vegleiðingar. At fyrireika mannagongdir og broyta uppsetan av skip- anini so hon til eina og hvørja tíð stuðlar upp undir galdandi mannagongdir. Er ein partur av eini størri heild og skal eisini taka sær av øðrum uppgávum. Útbúgving og krøv til viðkomandi, ið verður sett/-ur: Vit rokna við, at tú hevur hollan kunnleika til edv og at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til Oracle og brúkaraam- boð knýtt til Oracle, so sum Oracle Data Query og Oracle Report Writer. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Umsóknarfreist: Umsóknir við viðmælum og prógvum skulu vera Føroya Gjaldstovu í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. februar 2000. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Inga Vestergaard, edv-leiðara. Vertshúsið Vertshúsið, sum liggur á Kongabrúnni í Havn, var fyrsta hotell í Føroyum og æt Hotell Djurhuus. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til undirritaðu. Demmus Hentze, lrs. Turið Debes Hentze, adv. E. Jalsgøta 1, Tórshavn Tlf. 311460 Viðgerðarstovan Erna S. Hákonardóttir Alkohol- og Familjuráð- gevi Faklig ráðgeving • »Opin viðgerð« Einstaklingar • bólkar • skeið. Ringið og fái nærri at vita. Tlf. 31 55 45 Maður søkist til sjálvstøðugt arbeiði. Vanligt koyrikort krevst. Skorsteinsóparin 430 Hvalvík Tlf. 422456 Dagrøktarleiðari Søkt verður eftir leiðara til dagrøktina á Eiði, at byrja 15. februar. Skrivlig umsókn verður at senda til Eiðis kommunu innan 10. februar. Krav: Námsfrøðilig útbúgving. Nærri fæst at vita á tlf. 423012. Eiðis kommuna 470 Eiði