Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 28 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Tað kennist heilt óveruligt í føroyska vetrinum, sum nú- staðni fer at koma í hædd- ina, men kortini er tað ein veruleiki. Nú mánadagin skal fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð í ár í eldin, og tað er vorðið sum uppgáva so tíðliga á árinum. Føroyar skulu spæla al- tjóða skrásettan landsdyst ímóti Finnlandi í La Manga í Spania, og tá havt verður í huga, at tað nústaðni av álv- ara verður farið undir fyri- reikingarnar til fótbóltsárið heima á landi, so er tað ein- ki at undrast á, at óttin fyri ikki serliga sannførandi av- riki og harvið vánaligum úr- sliti lúrir: Heimligu landsliðsspæl- ararnir hava tvey tey sein- astu vikuskiftini verið á Svangaskarði og vant. Allan Simonsen var saman við teimum fyrru ferðina, og síðsta vikuskiftið tók Jógvan Martin Olsen, hjálp- arvenjarin hjá Allani Si- monsen, einsamallur sær av venjingini. Jógvan Martin hevur síð- sta mansaldurin verið við í fremstu røð í fótbólti, og tí átti hann at verið væl fyri at mett um, hvussu landsliðs- spælararnir eru fyri, nú teir skulu í eldin: – Tað hevði verið skeivt at sagt, at landsliðsspæla- rarnir eru í toppvenjing, men teir eru ikki verri fyri, enn teir plaga at vera hesa ársins tíðina. Burtursæð frá Jens Kristiani Hansen er eingin í dystarvenjing, og hjá fleiri, sum spæla í Før- oyum, fara feløgini akkurát nú undir venjingina. Lands- liðsspælararnir høvdu fing- Útisetarnir verða álitið Men Jógvan Martin Olsen heldur, at fleiri av landsliðsspælarunum heima á landi eru betri fyri nú, enn teir plaga at vera so tíðliga á árinum ið at vita, at teir skuldu renna, og tað hava teir gjørt um enn ikki allir í sama mun. Í summum feløgum hevur verið eitt sindur av felagsvenjing í mest sum allan vetur. Í øðrum feløg- um hava teir einki vant, og so eru tað teir, sum hava fingist við annan ítrótt, t.d. eru tað onkrir, sum hava spælt hondbólt. Útisetarnir álitið Jógvan Martin Olsen held- ur, at tað kemur sera væl við, at fleiri av lands- liðsspælarunum hava tað til fulltíðar yrki at spæla fót- bólt uttanlands: – Burtursæð frá Jákupi Mikkelsen og Hans Fróða Hansen eru allir útisetarnir við í Spania. Fótbóltsárið hjá teimum endaði seinni, enn tað heima hjá okkum, og teir hava longu vant í fleiri vikur. Fótbóltur er lið- ítróttur burturav, men í hes- um førinum er tað ikki undarligt, at vit serliga rok- na við útisetunum. Teir útisetarnir, sum hjálparvenjarin sipar til, eru teir, sum spæla í Skotlandi, Danmark og Noregi. Teir eru Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, Óli Johannesen og Todi Jónsson. Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Uni Arge teljast eisini millum teirra, sum fáa løn fyri at spæla fótbólt uttanfyri landoddarnar, men hesir tríggir skulu spæla í Íslandi, og teir fara ikki yvir til Íslands fyrrenn eina ferð í mars. Tað er kortini merkisvert, at ikki færri enn níggju av spælarunum eru skrásettir at hoyra til útlendsk feløg. Higartil er tað ongantíð komið fyri, at størri hel- mingurin av spælarunum í landsliðshópinum hevur umboðað útlendsk feløg, men tann landsdysturin er ikki langt burtur, tá hetta fyri fyrstu ferð verður veru- leiki. Nógvar útskiftingar Tað er ikki bara í Føroyum, at fótbóltsárið er ungt. Í ongum av norðurlendsku londunum verður spælt í landskappingini hesa tíðina av árinum. Nógv teir flestu spælararnir, sum eru í La Manga í Spania, koma úr feløgum, sum hoyra heima í umboðandi londunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingir spælarar eru í dyst- arvenjing, og tí er tað væl skiljandi, at tað er avrátt, at tað í hvørjum dysti verður loyvt at skifta fýra útispæl- arar út, umframt at tað er loyvt at skifta málverja. Allan Simonsen plagar ikki at vera serliga grammur at skifta út, men hesa ferð eru umstøðurnar soleiðis, at tað er rættuliga sannlíkt, at nógvar og kanska allar tær loyvdu útskiftingarnar verð- a framdar. Tríggjar venjingar Landsliðið fór úr Vágum fyrrapartin í gjár. Inntil í morgun skuldu teir halda til á Brøndby Park Hotel í Brøndby, og eftir ætlan skuldu teir lenda í Spania á middegi í dag. Spælararnir, sum búgva í Føroyum, Dan- mark og Noregi, skuldu eft- ir ætlan ferðast saman til Spania. Jens Kristian Han- sen og Jens Martin Knudsen skuldu koma til Spania beinleiðis úr Skotlandi í kvøld ella í morgin. Fyrsta venjingin er á skránni seinnapartin í dag. Í morgin verður vant tvær ferðir, og so er dysturin í- móti Finnlandi mánadagin. Tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu venjarin fer at seta liðið mánadagin. Men tað er upplagt, at í- millum teir fyrstu ellivu vera Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Jens Kris- tian Hansen, Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og Todi Jónsson. Í einum sovornum føri sum hesum hava roynd- irnar nógv at siga, og tí er tað givið, at Allan Mørkøre, Henning Jarnskor og Sámal Joensen eisini fara at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli. Fríggjadagin í komandi vik- u er dysturin ímóti Íslandi á skránni. Tað man vera rættuliga sannlíkt, at allir ella næstan allir átjan spæl- ararnir hava verið í dysti, tá stríðið ímóti íslendingum verður av. jh SVEINUR TRÓNDARSON Sum vit nevndu í blaðnum mikudagin, so háttaðu úr- slitini í flogbóltinum sein- asta vikuskiftið seg soleiðis, at spenningurin í teimum báðum deildunum er um at fjara út. Kvinnurnar hjá Mjølni og menninir hjá Fleyr eru so langt frammanfyri hini lið- ini, at tað bara er spurningur um tíð, til leikararnir á nevndu liðum kunnu stað- festa, at tey eru meistarar. TB skal vinna Í kvinnudeildini er tað so, at Mjølnir ikki spælir hetta vikuskiftið, men kortini er tað eitt slag av toppdysti, sum verður á Giljanesi leyg- ardagin. Dráttur og gestirnir úr TB eru ávikavist nummar tvey og trý, og skulu vága- gentur gera sær nakrar vónir at enda á øðrum plássi íár, so skal dysturin móti TB bara vinnast. Støðan hjá TB er nett tann sama. Tær eru í veruleika- num einasta liðið, sum teo- retisk kann hótta Mjølnir og tí er tað eitt heilt einfalt krav at tær vinna dystin móti Drátti. Hvussu leikur so fer, er ikki gott at vita og enn verri at spáa um. Dráttur vann seinasta vikuskiftið á Fleyr, meðan tað eftirhondini er langt síðani at TB yvirhøvur spældi - av ymsum ávum sjálvsagt. Dráttur er ikki so illa fyri í ár, og tað tykist, sum tær hava fingið spælið meira støðugt, nú kapping- arárið fer at halla. TB fekk hinvegin ein rimmar smeit við byrjanina av árinum, tá nógvir leikarar fóru av oynni, og tað er nakað, sum tekur tí at javna út. Hetta hevur ikki eydnast teimum enn, men fyri tað liggja tær og kappast um annað pláss. Hin dysturin í deildini er botnuppgerðin millum Fleyr og ÍF, sum verður spældur í Gundadalshøllini. Her er støðan tann, at tað er bara eittans stig millum liðini undan dystarbyrjan og verður endin tann, at ÍF vinnur, so koma tær úr botn- inum fyri fyrstu ferð í ár. Samstundis fer Fleyr heilt í botnin, og tað mann vera fyrstu ferð í nógv, nógv ár. Sum úrslitini hjá liðunum hava verið í seinastuni kann dysturin fara hvønn veg tað skal vera. Toppdystur í Havn Tá kvinnurnar hjá Fleyr og ÍF hava gjørt burtur av sær sunnudagin, sleppa menni- nir hjá Fleyr og Fram, fram- at. Her er talan um reinan toppdyst, sum í roynd og veru avgerð meistaraheitið. Vinnur Fram er enn ein vón um, at eitt sindur av spenn- ingi verður varðveittur, men vinnur Fleyr, so er spenn- ingurin fokin. Í løtuni eru teir so langt á odda, at tað í grundini bert er ein teoretiskur møguleiki, at teir ikki gerast meistarar í ár, men hann er har. Meta vit eftir spælinum higartil í ár, so er einki at ivast í, at Fleyr er favorittur til sigurin, tí teir hava víst sera gott og varierað spæl. Kortini hava teir rist á hond- um seinastu báðar dystirnar, sum teir tó hava vunnið tá teir hava sett ferðina upp. Tá var talan um lið, sum liggja longri niðri í stiga- talvuni, og nú teir hitta Fram er ikki óhugsandi, at teir seta fulla ferð á beinan- vegin. Um Fram er tað at siga, at teir munnu vera tað liðið, um nakað, sum skal steðga Fleyr. Um jóltíðir var vænt- andi, at tað skuldi gerast Mjølnir, men klaksvíkingar taptu innanhýsis dystin móti Fram í Havn, og tað setti yngra havnafelagi í avbjóð- arasessin. Hóast fleiri góðir leikarar eru á Fram liðnum, so er eftir okkara meting, ikki sannlíkt, at Fram tekur stig frá Fleyr. Hin dysturin verður í Sør- vági, har SÍ fær vitjan av ÍF. Eisini her er talan um botnuppgerð, og bert tvey stig eru millum liðini. Sørvingar hava eftir eitt gott tíðarskeið fyrr í vetur, ikki havt somu eydnuna við sær, og tað merkir í veruleika- num, at teir - um teir tapa - kunnu enda heilt í botni- num. Hetta er úrslitið av kappingarreglunum, sum siga, at tá kappingin er hálv- runnin, vera stigini býtt í helvt. SÍ hevði seks stig - fyri tríggjar vunnar dystir - meðan ÍF hevði 2 stig fyri ein vunnan dyst. Tí kann tað kanska tykjast órímuligt, at fuglfirðingar nú við einum sigri kunnu fara framum. Løgin skipan? Tað er tað møguliga, men tað er hon, sum er vald framum aðrar. Toppdystur í Havn sunnudagin Flogbóltur: Vinnur Fleyr á Fram sunnudagin, so er spenningurin í kappingini hjá monnum farin, tí tá eru teir so langt frammanfyri, at eingin tekur teir. Og í kvinnudeildini er lítið mætari Todi Jónsson telist millum teir leikarar, sum stórar vónir eru til, tá føroyska landsliðið skal royna seg móti finnum mánadagin Sosialurin - 311820 FØROYA TELE-CUP Innandurakapping í fótbólti fyri menn, 16 ár og eldri verður í ítróttarhøllini í Runavík vikuskifti 5. til 6. februar Heiðursmerkir verður latin nr. 1, 2 og 3. Tilmelding á tel. 448274/448068 frá kl. 20.00 til 21.00. Seinasta freist er 3. februar. • Spælt verður við stórum málum (smápilta- málum). • Á hvørjum liði eru 5 leikarar, 4 útileikarar og 1 málmaður. • Loyvt er at hava 1 eykaleikara. • Luttakarakostnaður: kr. 300,- fyri hvørt liði. • Øll liðini skulu hava rættulig fótbóltsnøvn, sum t.d. B68, HB; Liverpool, Pharma osfr. T S flL A Hj Torger Su uroy Gull Silvur (eisini til før. búnan) Gávulutir Antik Møblar o.a. Sp/F Alvi Áarvegur 14 Tlf. 319546 Al Alt fy t fyri ri 1/2 /2 prís prís Yamaha Waveraider vatnskutari til sølu 1100 cc motor, QSTS system 110 HK top fart 120 km sær sera gott út. Hevur bert siglt í 60 tímar. Ikki fyri persónar við veikum hjarta. Bert til keyparar, ið meina tað í álvara. Tlf. 37 21 10 • Mobil 21 52 10 Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300  212380 sosialinum Lýsið í