Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 JÁKUP MØRK Kyndil-VÍF 24-24 (13-10) Tað mundi vera við vónum um ein sera javnan, spenn- andi og rokmiklan dyst, at mongu áskoðararnir leitaðu sær niðan á Nabb hóskvøld- ið. Seinna hálvfinalan mill- um Kyndil og VÍF var á skránni, og mett eftir teim- um fýra dystinum, sum lið- ini higartil í ár høvdu leikt móti hvørjum øðrum, vóru góð útlit fyri 60 sera und- irhaldandi minuttum. Sum nevnt, var hetta fim- ta ferðin, at liðini skuldu bresta saman, og ongantíð hevði munurin verið størri enn tvey mál, tá avtornaði. Fyrru hálvfinaluna vann Kyndil við einum málið, 25-24, so hjá VÍF var tving- andi neyðugt at vinna, um teir skuldu gera sær vónir um nakran finaludyst móti Neistanum, sum vann sær annað sætið mikukvøldið. Havnarmenn svóvu At byrja við tóktist tað eisini soleiðis, at vestmenningar vóru nakað grammari enn havnarmenn, og meðan bert Hans Áki tóktist vera vakin fyrstu 10 minuttirnar, kundu vestmenningar vinna sær eina trý mála leiðslu. Havnarmenninir raknaðu tó við, og við sera góðum verjuspæli og skynsamum álopsspæli, megnaðu teir at skjota fimm mál á rað, áð- renn útiliðið svaraði aftur. Serliga kundu Regin og Hans Áki hóreiggja sær úti í vinstra borðið, við tað at Johnny og Agnar als ikki høvdu tamarhald á teimum. Eftir eitt time-out, fingu vestmenningar tó spælið at hanga so nøkunlunda saman aftur, men tað var kortini Kyndil, sum hevði munin restina av hálvleikinum, og fóru teir tískil til hálvleiks við eini trý mála leiðslu. Hildið skinnið á nøsini Henda vardi tó ikki leingi, tí seinni hálvleikur byrjaði á sama hátt sum fyrri. Kyndilsliðið var als ikki komið upp í snúningar, áð- renn vestmenningarnir høv- du fanga teir aftur, men eftir hetta gekk sera, sera javnt á. Kyndilsliðið helt tó skinnið á nøsini, og hóast vestmenningar fleiri ferð komu upp á javnt seinastu 30 minuttirnar, eyndaðist tað teimum ongantíð at koma fram um kyndils- menn. Hinvegin megnaði heim- aliðið heldur ongantíð at slíta seg leysan frá vest- menningum. Fleiri ferð vór- u teir í yvirtali, men kortini megnaðu vestmenningarnir alla tíðina at svara aftur í málskjótingini. Sum ikki einaferð var tað Sámal, sum syrgdi fyri flest- u málunum, tá hann úr nær um tríggja metra hædd sveiggjaði arminum nakrar ferðir. Móti endanum hevði Kyndil tó fleiri møguleikar at vinna sær eina avgerandi leiðslu, men í tveimum før- um bjargaði Bárður, tá brotskast varð dømt. Tað seinnu ferðina vóru vest- menningar bert fimm á vøll- inum, tí bæði Sámal og Ingi høvdu fingið tveir fingrar frá dómaraparinum. Kyndil megnaði tó einki at fáa burtur úr hesum, men onkursvegna lá betri fyri, tá teir báðir høvdu sitið dómin av sær. Við tveimum málum frá Jacob Jónssyni eydnaðist tað teimum nú at koma á 24-22, og við tveimum min- uttum eftir, var líkt til at dysturin nú var avgjørdur. Vestmenningar megnaðu tó enn einaferð at koma upp á javnt, men seinasta málið var skotið, tá bert fá sekund vóru eftir at leika, og tá vóru áskoðararnir hjá heimalið- num langt síðani farnir und- ir at syngja sigurssangir. Sterkir í álopspartinum Kyndil sýndi við spælinum hóskvøldið, at teir so av- gjørt kunnu taka stig frá øll- um liðunum í deildini, hóast teir skulu vera meira enn hepnir, um teir skulu fanga oddaliðini í landskappingini aftur. Í verjuni stóðu teir eins væl, og teir vanliga gera, men tað var serliga í álops- spælinum, at dysturin var vunnin hesu ferðina. So at siga hvørja ferð, farið varð í álop, var tað við stórum umhugsni at bólturin varð tveittur millum leikararnar. Var møguleiki fyri einum skjótum kontraálopi, varð eisini spælt hareftir, og um ikki, so góvu leikararnir sær stundir til at spæla álopið ígjøgnum, soleiðis at alt ikki skuldi gerast ov fjálturs- stungið. Vestmenningarnir leiktu tó als ikki nakran vánaligan dyst, men hetta skuldi bara ikki verða teirra dagur. Styrkin hjá liðnum er fyrst og fremst í verjupartinum, men kontanta verjuspælið kostar ofta sera nógvir kreftir, tí leikararnir stóran part av tíðini skulu leika við einum manni færri á vøll- inum. Harumframt hava mál- verjarnir hjá vestmenning- um tann eginleika, at teir taka eina rúgvu av brots- køstum. Seinasta vikuskifti var tað Tjaldur, sum kendi sviðan av hesum, og hós- kvøldið mundi Kyndil brent seg eins illa, men alt í alt gjørdust vestmenningar tó ov stuttir. Steypið til Havnar Munurin kundi nærum ikki verið minni, tá úrslitini av teimum báðum hálv- finalunum millum Kyndil og VÍF vórðu løgd saman. Eittans mál var á muni, og nú verður steypafinalan ein innanhýsis uppgerð millum høvuðsstaðar- feløgini 21. februar verða tað seks ár síðani Allan Simonsen gjørdi fyrsta tvey ára sátt- málan við Fótbóltssam- bandið. Í fyrstu EM und- ankappingini var Finn- land millum mótstøðu- londini, og tað skarst illa hjá føroyingunum. Finnlendingar vunnu 5–0 á heimavølli 16. no- vember í 1994, og tá teir vitjaðu í kavakløddum Føroyum mikudagin 26. apríl í 1995 gekk aftur av skriðuni hjá føroyingum, sum ikki tóktust saman- spældir. Ta ferðina vann Finnland 4–0. Hetta eru einastu ferð- irnar, at Føroyar og Finn- land hava spælt altjóða skrásettar landsdystir. Finnlendingar hava skor- að níggju mál, og før- oyingar hava einki fingið. Minnisríkt Men føroysku spælarar- nir, sum mánadagin fyri fyrstu ferð skulu spæla altjóða skrásettan lands- dyst í januar, nýtast ikki bara at hyggja aftur á ússalig hagtøl ímóti finn- lendingum. Talan var ikki um al- tjóða skrásettan lands- dyst, men tað er merk- isvert, at føroyingar eina ferð hava megnað javn- leik ímóti einum finskum landsliði. Tað var 27. feb- ruar 1991. Páll Guðlaugsson og hansara menn vóru á ven- jingarlegu í Portugal. Teir spældu tveir dystir. Annar var ímóti tí norska og hin ímóti tí finska olympiska landsliðnum, sum teir róptu tað. Noreg vann 3– 1, meðan úrslitið ímóti Finnlandi var 2–2. Magni Jarnskor javnaði til 1–1 og legði Føroyar á odda 2–1. Hesa ferð hava finn- lendingar ikki stóru úti- setastjørnurnar við í Spania. Spælararnir koma bara úr feløgum í Norð- urlondum, og tí kunnu vit siga, at úrvalið líkist nógv tí, sum tað var, tá Føroyar og Finnland spældu fyri níggju árum síðani. Fimm føroyskir spæl- arar, sum vóru við í Por- tugal í 1991, eru í hesum døgum við í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Jan Dam og Kurt Mørkøre, sum spældu allar 90 minutt- irnar. Og so Todi Jónsson, sum sat á beinkinum alla tíðina. JH Páll framdi bragd móti Finnlandi FM er eftir Vestmenningar hava tó ong- a orsøk at falla í fátt, tí enn eru teir á odda í landskapp- ingini hjá monnum. Sum so hava teir heldur ikki stundir at hanga við høvdinum, tí longu sunnudagin verður aftur stórdystur á skránni, tá StÍF kemur á vitjan í Vestmanna. Kyndil kann hinvegin byrja at hugsa um, hvussu teir skulu fáa bilbukt við Neistanum, sum higartil hevur liðið omaná, tá liðini bæði hava dystast. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Kyndil: Uni Wardum 6 (2), Men í undankappingum hevur tað skorist illa ímóti mótstøðulandi- num mánadagin Regin Petersen 5, Hans Áki Dahl Christiansen 4, Jacob Jónsson 3, Janus Einar Sø- rensen 3, Rúni Poulsen 2, Leivur Holm 1 VÍF: Sámal Joensen 8 (1), Johnny Joensen 6, Ingi Ol- sen 5 (2), Martin Humme- land 2, Ragnar Zachariasen 1, Harald Bjørgvin 1, Petur Fr. Joensen 2 Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 4 Útvísingar: Kyndil: 3, VÍF 8 Dómarar úr Neistanum/ StÍF: Hjalmar Petersen og Pole Hansen ÍtróttarSosialin kanst tú eisini lesa á alnetinum: www.sosialurin.fo VÍF hevur eina sera sterka verju, men kontanta spælið kostar eisini fleiri útvísingar. Her hava Ingi og Ragnur fingið fatur í Jacob Jónsson Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK Stjørnan-VÍF 26-19 (12-12) Tað var ikki sørt, at klaks- víkingar stúrdu undan dyst- inum móti VÍF. Ja, fleiri høvdu kanska hug at kalla hetta fyri lagnudyst, tí eftir knúsandi ósigurin móti Kyndli fyri hálvari aðru vik- u síðani, mátti tað nú røkka ella støkka fyri Stjørnuna. Fór VÍF avstað við stig- unum, eins og tær gjørdu seinast, var kappingin aftur víðopin, men hinvegin kun- di Stjørnan við einum sigri taka eitt avgerandi fet móti væntaða meistaraheitinum. Tyngdi leikararnar Líkt var eisini til, at spenta støðan vigaði nógv á herð- unum hjá klaksvíksgentu- num, tá dysturin hóskvøldið varð settur. Spæl teirra hekk als ikki saman, og vestmannagent- urnar gjørdu sær beinan vegin dælt av hesum, og tá máltalvan lýsti 3-6, mundu fleiri áskoðarar helst halda, at tey upplivdu eitt sonevnt »deja-vu«. Stjørnan kom tó spaku- liga inn aftur í dystin, men meginpartin av hálvleiki- num vóru tað vestmanna- genturnar, sum høvdu mun- in. Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um 17 ótrúligir minuttir í Klaksvík Eftir 17 ótrúligar minuttir í seinna hálvleiki kunnu klaksvíkingar aftur draga andan nakað lættari. Stjørnan vann ein tryggan sigur á VÍF, og liggur nú aftur einsamalt á odda í landskappingini seg, og hóast klaksvíksgent- urnar mansvardu, megnaði hon framhaldandi at fáa bóltin í netið, tá stillað varð upp við tríggja metra kast. Móti endanum av hálv- leikinum fekk Stjørnan end- iliga nøsina fram um VÍF, men Ioana megnaði tó aftur at javna støðuna. Hamskiftar Nú veit eg ikki, hvørji boð Stjørnuleikararnir høvdu fingið í hálvleikinum, men í øllum førum varð liðið hamskift, tá tær komu aftur á vøllin. Í samfullar 17 minuttir hildu tær VÍF frá fatinum, og tá klaksvíksgenturnar sjálvar sendu níggju stjørn- uskot í málið hjá Marjuni, var alt avgjørt hesa løtuna. Eftir tí vit frætta úr Klaks- víkini, riggaði verjan nær- um perfekt hesa løtuna, og komu vestmannagenturnar fram við verjuni, vardi Jo- hanna Mikkelsen í málinum fyri. Hetta er annars fyrsti dysturin hjá Johannu, síðani hon fekk skaða í europa-cup dystunum í heyst, og fekk sanniliga prógvað, at lands- liðsvenjarin ikki hevur roknað skeivt, tá hann hevur tikið hana við í bruttohópin til landsliðið. Seinasta korterið av dyst- inum fór ferðin aftur av dystinum, og Ioana kundi taka málskjótingina upp aft- ur, men tá var ov seint, og sigurin hjá heimaliðnum kom ongantíð í vanda. Lætt um trýstið Eftir dystin kundi venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Niel- sen, fegnast saman við leik- arunum um, at klaksvíks- genturnar nú aftur hava slit- ið seg leysar í oddinum. -hetta var ein ótrúliga týd- ningarmikil dystur fyri okk- um, tí enn ein ósigur kundi viðført, at leikararnir kom- andi dystirnar fóru gerast alt ov fjáltursstungnar. Nú hava vit aftur skapt okkum eina góðu oddastøðu, soleiðis at trýstið nú liggur á hinum liðunum, segði venjarin við Sosialin eftir dystin. Ivaleyst er tað eisini rætt, at Stjørnan nú hevur allar trumfarnar á hondini í dyst- inum um FM-heitið. JÁKUP MØRK Sum nevnt omanfyri, so verður eingin landskapping- ardystur í bestu kvinnu- deildini leiktur um viku- skiftið. Heilt óáhugavert verður vikuskiftið kortini ikki, tí seinnu hálvfinalur- nar skulu avgreiðast, og her er lagt upp til tveir spenn- andi dystir. Kann Stjørnan reisa seg Størsti spenningurin man helst vera knýttur at, hvussu leikur fer, tá Neistakvinn- urnar skulu til Vágs at verja eitt máls leiðsluna, tær vunnu sær í fyrra dystinum. Hetta er triðja vikuskiftið á rað, at liðini bæði hittast, og hóast Neistin hevur havt munin tey bæði undanfarnu vikuskiftini, so er einki av- gjørt í hesum dysti. Hetta er helst eisini seinasti møg- uleiki hjá VB kvinnunum at ogna sær heiðursmerki, tí í landskappingini hevur tað ikki skorist nóg væl hjá teimum. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at koppa neistaliðnum, sum hevur sera stoltar traditiónir í kvinnuhondbólti, og ser- liga í steypakappingini. Hin hálvfinalan verður leikt í Klaksvík, har Stjør- nan skal royna at hevna sjey mála tapið móti Kyndli fyri tveimum vikum síðani. Stjørnan má helst metast at vera favorittur undan dyst- inum, tað eru tær so at siga altíð, men spurningurin er, um tey sjey málini ikki verða ein ov stórur biti at gloypa um. Spurningurin er so, um góði seinni hálvleik- urin móti VÍF hóskvøldið var ein ávaring til kyndils- liðið um, at tær ikki skulu kenna seg ov tryggar við teimum sjey málunum. Oddadystur í Vestmanna Hjá monnunum tykist ser- liga dysturin millum VÍF og StÍF at gerast áhugaverdur. Talan er tey bæði liðini, sum alt kappingarárið hava ligið á odda í landskappingini, og fyri bæði liðini er talan um ein dyst, sum kann fáa av- gerandi týdning. Megnar VÍF at koma heil- skalað úr dystinum, hava teir um ikki annað fingið eitt sindur av rúmd í oddinum, har StÍF og Neistin hava verið grammastu kapping- arneytarnir. Bæði liðini hava nú bert meistaraheitið at hugsa um, eftir tapini í hálvfinalunum, og tískil skuldu verið góð útlit fyri einum dysti, har Hondbólturin um vikuskiftið Eingin landskappingardystur er á skránni hjá kvinnuliðunum, men hinvegin skulu báðar hálvfinalurnar avgreiðast sunnudagin. Hjá monnunum skulu tríggir dystir leikast liðini bæði geva alt tey eiga, og kanska nakað afturat. Høllin í Vestmanna skal eisini nýtast leygardagin, tá Neistin fer norður at vitja kollfirðingar. Lítil ivi er um, at Neistin má átaka sær fa- voritt heitið í hesum dysti, uttan at gera av nógv burtur úr, skuldi neistaliðið kunna vunnið sær ein tryggan sig- ur í hesum dysti. Seinasti dysturin hjá monnunm hetta vikuskifti verður í Havn, har Kyndil og H71 skulu royna seg. Hoyvíkingar skulu nokk ikki gera sær tær øgiligu vónirnar um stig í hesum dysti. Stórur munur hevur verið á liðunum alt árið, og verða avrikini hjá Kyndli seinastu dystirnar havd í huga, er lítið at ivast í, at teir er risa favorittar at vinna dystin. Á yvirlitinum, sum Fót- bóltslandsliðið hevur sent út í sambandi við lands- liðsferðina niður til Span- ia, stendur Sámal Joensen at umboða Leiftur í Ís- landi, men gøtumaðurin, sum býr á Strondum, er framvegis heima á klett- unum, og hann venur framvegis við gomlu lið- feløgunum í Gøtu: – Eg veit ikki rættuliga enn, nær eg fari til Ís- lands, men tað verður helst eina ferð seint í mars ella kanska fyrst í apríl. Tað veldst eisini um veð- rið. Um tað verður nógv- ur kavi har yviri, so gerst lítið við fótbóltin á Ólafs- firði, siga teir fyri mær, sum hava verið har yviri. Nú fari eg at vera saman við venjaranum, Jens Martini Knudsen, í meiri enn eina viku, og sjálv- sagt fara vit eisini at tosa um Leiftur, sigur Sámal Joensen, sum telist mill- um sjálvsøgdu miðvallar- álitini hjá Allani Simon- sen. Ymiskar venjingar Tað er rættuliga ymiskt, hvussu nógv feløgini í Føroyum hava gjørt við fótbóltin í vetur. GÍ man vera tað felagið, sum hev- ur verið mest nærlagt myrku tíðina, meðan onn- ur feløg hava valt at lata spælararnar hava frið og hvíla seg. Á Toftum hava spæl- ararnir havt møguleikan at spæla innandura onkra ferðina hvørja viku. Í gjárkvøldið skuldu teir fyri fyrstu ferð hittast saman við nýggja venja- ranum, Jóannesi Jakob- sen, og í dag verður av álvara lagt til brots. Trígg- ir av spælarunum hjá B68 eru í Spania við lands- liðnum. Teir eru Fróði Benjaminsen, Øssur Han- sen og so Jan Dam, sum fleiri løgdu til merkis var betri fyri í landsliðsven- jingunum á Svangaskarði tey bæði undanfarnu vikuskiftini, enn hann plagar at vera hesa tíðina á árinum. – Vit hava vant reglu- liga síðani eina ferð í no- vember. Vit hava verið nógv í høllini á Kambs- dali, og tá veður hevur verið til tað, so hava vit verið á vøllinum í Gøtu. Men tað er ikki fyrrenn nú um mánaðarskiftið, at tað verður farið undir tungu grundvenjingina, sum skal til. At vit hava gjørt ikki so lítið við tað frammanundan átti at gjørt, at sannlíkið var størri at sleppa undan skaðunum, sum nógvir plaga at vera plágaðir av fyrstu vikurnar, tá tunga venjingin er á skránni, sigur Sámal Joensen. Hó- ast hann heldur seg vera væl fyri, so hevði hann fyri í vetur ætlanir um at verða uppaftur betri fyri so tíðliga á árinum: – Eg hevði ætlað at runnið nógv einsamallur, men tað hevur ikki ligið fyri. Tað hevur verið nógv at gjørt á skipasmiðjuni á Skála. Vit hava ofta ar- beitt langt út á kvøldar- nar, og so hevur ikki ligið so væl fyri at runnið. JH Sámal heldur seg vera væl fyri Gøtumenn hava vant allan vetur, meðan tað í fleiri øðrum feløgum hevur verið rættuliga friðarligt myrku tíðina Hinvegin stendur ikki so væl til, tá hugsað verður um steypakappingina. Koman- di sunnudag skulu tær á heimavølli royna at vinna tapið móti Kyndli aftur. Hetta verður tó ein alt annað enn løtt uppgáva, tí Kynd- ilskvinnurnar tykjast sera væl koyrandi í løtuni. Møguliga fer hesin dystur eisini at geva eina ábending um, hvørt hóttanin hjá frá kyndilskvinnunum í FM- stríðnum skal takast í álv- ara. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Stjørnan: Simona Hansen 7 (1), Vesna Tomajek 5 (2), Annika Ljósstein 4 (1), An- drijana Milodanovic 4, Anna K. Samson 3, Jastrid Gullaksen 2 VÍF: Ioana Rápa 14 (3), Jacklin Durhuus 3, Óluvá Poulsen 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VÍF 5 Útvísingar: Stjørnan 5, VÍF 3 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr Tjaldur: Dánial Hansen og Kári Hansen VÍF genturnar mistu fullkomuliga takið fyrstu 17 minuttirnar av seinna hálvleiki, og Stjørnan fekk tá níggju mál á rað Mynd: SáH