leygardagur 29. januar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 20 - 29. januar 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 20 – 29. januar 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri 28. jan. 2000
To: post@sosialurin.fo
From: birgir@mail.tele.dk
Reply to: birgir@mail.tele.dk
Nú hava vit vant okkum at skrivað tvey-
túsund. Soleiðis. Ein viðurkenning av
teirri tíðarrokning, ið tekur støði í føðing
Krists. Við slíkt høvi eru mong, ið grund-
að yvir hugtakið tíð. Og tá serliga í útlegd.
Salvador Dali letur tíðina smelta í oyðuni,
Michael Ende sigur hon býr í hjartanum,
svikandi lygnari Martin A. Hansens sigur
hana grógva í landslagnum. Tí vaskar
hann rútin í skúlanum.
Og so William. Stjørnuskaldið undir
Varða, sum eisini gjørdist eitt tíðartekin
her niðri á flatlondum, nú hann aftur
spurdi ”Hvat er tíð?”. Gævið eg var eins
realistiskur og Eyðun Andreassen, at eg
hættaði mær at telja árini, ið eftir eru.
Soleiðis í meðal. Men havi altíð hildið
útvarpsandlátini verið so óhugnalig. At
eldast og hoyra tølini fækka, meðan dagur
dettur av degi. -Tí hvat er tíð?
Tá vit skrivað tveytúsund, er tað ikki
einans ein viðurkenning av føðing Krists.
Seinnu helvt av hesum drúgva skeiði hava
vit latið kristnanini. Eitttúsund ár. Rubb
og stubb.
Í hugvekjandi grein Eyðuns her í blaðn-
um tólvta január, ilskast hann inn á nýggj-
ar røddir, ið hava tikið sær sess í føroysku
kirkjuni. Rætt sum eitt fimmhundrað ára
afturhvarv. Ikki aftur í 60’ini, men mið-
øldina.
Á hægsta tingi Ríkisins her niðri, hava
menn — og serliga kvinnur — eisini
leitað aftur til miðøld og tíðina innan
modernitetin og hugsjónir Galileos. Við
kristnani í hond vil Pia Kjærsgaard støðga
multietniska samfelagnum. Her og nú.
Vápnið er kristnilæran í skúlunum. - Vit
vænta ikki at standa einsamøll í hesum
kravi, sigur hon tólv dagar inni í nýggja
árinum, tá boðið varð til kjak undir heit-
inum »Danmarks kulturelle udvikling set
i lyset af den stigende islamisering«.
Hópur av skúlabørnum høvdu leitað
sær inn um tingsins gátt henda dag, so
trupult var at fáa sess. Men við hegnigum
lærarum, fingu bæði hvít og minni hvít
skúlabørn høvið at fylgja við í sprøkluta
kjakinum. - Vit vilja styrkja kristni í skúl-
anum, eins og danskt og søga nú skulu
raðfestast. Islamiseringin skal støðgast,
segði næstformaðurin hjá Piu í danska
menniskjaflokkinum.
Samstundis sær nýstovnaði felagsskap-
urin Nydanskere dagsins ljós. Í eini rám-
andi lýsingarherferð síggja vit svarta
skúlanæmingin, sum stillisliga hugleiðir
við danska borðið »Tá eg verið stórur vil
eg verða hvítur. So kann eg blíva skúla-
lærari«.
Danski flokkurin hjá Piu øsir seg upp í
skúm fyri spyrjandi eygum barnana og
kunnger, at nú skal øll tilger av halal-
kjøti bannast og kommunur skulu ikki
sleppa at lata fittar muslimskar gentur
skifta og baða fyri seg, tá tær gera fimleik.
Tær skulu fara vátar til hús, vilja tær ikki
baða sum hini. Spurin eygu. Bann skal
eisini verða sett fyri at byggja stórar
moskur, eins og eingir frídagar uttan teir
kristnu skulu galda í komandi tíðum, og
nýfødd skulu bert skrásetast í fólkakirkj-
uni.
Danski politiski flokkurin hjá Piu, sum
fær alt størri undirtøku, vil við grundlóg-
ini § 4 og 6 í hond, tryggja sær, at kristnin
og fólkakirkjan ikki á nakran hátt viknar
í Danmark nú og komandi. Í kristiliga
systirflokkinum leggja tey eina við, at
kristnin og donsku virðini nú skulu styrkj-
ast. Mentamálaráðharrin loftar kjakinum:
»Den voksende globalisering giver behov
for en tænksom og reflekteret åbenhed«.
Skúlabørnini kveita at klokkuni. Fýra
tímar eru farnir. Tey leitað sær uttar, undr-
andi yvir parlamentarisk viðurskifti, bon-
aðu gólvini og luktin á Tingi. Komin
heim, kunnu tey eins og tjóðin øll stytta
sær um stundir við Morten Korch á
skýggjanum.
Og alt hendi hetta undir januárjøkuli
javnaðarmanna.
- Hvagar fer tíðin?
Birgir Kruse,
Keypmannahavn
Kristnihald undir Nyrup
Jørgin Dahl
um eina viku
TÓNLEIKUR. Fyrsta
føroyska fløguútgávan í
ár 2000 verður við ein-
um gomlum kenningi.
Jørgin Dahl úr Klaks-
vík ger comeback eftir
tónleikaliga tøgn í yvir
16 ár. Í 70-unum og fyrst
í 80‘unum var hann ein
sentralur persónur í før-
oyskum tónleiki.
Hann gekk undan við
at gera føroyskan rock-
tónleik, og hann hevur
skrivað so frægar sangir
sum Komið øll við, Me
and Virginia og Breaking
my Heart. Hesin seinasti
sangurin var í eini at-
kvøðugreiðslu í Sosiali-
num kosin at verða besti
føroyski poppsangurin.
Jørgin Dahl hevur ver-
ið búsitandi í Danmark
síðani miðskeiðis í 80-
unum, og hesa tíðina er
einki tilfar hjá honum út-
komið í Føroyum.
Nú ger tiltikni tónleik-
Soleiðis sær kápan á nýggju fløguni hjá Jørgen Dahl
út. Tað er listarmaðurin Oliver við Neyst, sum hevur
gjørt hana
Von
Sydow
gevst
SJÓNLEIKUR. Heims-
kendi svenski sjónleikarin
Max von Sydow gevst nú
við at spæla við í filmum.
Í eini samrøðu við amer-
ikanska blaðið New York
Daily News sigur hann, at
bara penganeyð ella eitt ser-
liga gott handrit kann fáa
hann at broyta hugsan.
Max von Sydow byrjaði
sum sjónleikari stutt eftir
kríggið. Stóra gjøgnumbrot-
ið fekk hann í filminum hjá
Ingmar Bergman Sjeynda
seglið frá 1957.
Eftir hetta spældi von
Sydow í fleiri filmum hjá
Bergmann, men í 1965 vóru
boð eftir honum úr Holly-
wood. Síðani tá hevur von
Sydow innspælt filmar í
Svøríki, Danmark og USA.
Hann var í uppskoti til
eina Oscar-virðisløn fyri sín
leiklut í filminum Pelle
Erobreren, sum Bille Au-
gust leikstjórnaði.
Max von Sydow er sjeyti
ára gamal, nú hann gevst
við sjóneikarayrkinum.
BØKUR. Ein nýggj bók eftir fyrrverandi pressustjóran
hjá danska konservativa fólkaflokkinum hevur havt rok
við sær.
Niels Krause-Kjær, sum í dag er lærari á Danmarks
Journalisthøjskole, hevur skrivað eina bók um tíðina, tá
hann var pressustjóri í flokkinum.
Bókin er ein sokallað lykilsøga, sum við dulnevnum
greiðir frá veruligum hendingum og persónum.
Konservativi fólktatingslimurin og vinnulívsmaðurin
Jens Heimburger ætlar at leggja sak ímóti Krause-Kjær, tí
persónar í bókini líkjast ov nógv veruligum persónum í
konservativa flokkinum.
– Eg kann sum vinnulívsmaður ikki góðtaka, at eg verið
lagdur undir at hava arbeitt við loyniligum grunnum, sigur
Heimburger.
Eisini fyrrverandi floksskrivarin Peter Sterup, hóttir við
eini rættarsak, eftir at Krause-Kjær afturvísti kravinum
um, at staðfesta at loyniligu grunnarnir í bókini eru íspunnir.
– Eg havi fingið íblástur frá veruligum hendingum, men
hetta er skaldskapur, sigur Krause-Kjær, sum ikki vil tosa
um teir loyniligu grunnarnar, sum flokkurin í bókinum hjá
honum hevur undir hond.
Bókarok
Beverly Hills í søguna
SJÓNVARPSRØÐ. Kenda amerikanska sjónvarpsrøðin
Beverly Hills 09210 fer nú í søguna.
Eftir 10 ár á skíggjum kring allan knøttin hevur sjón-
varpsstøðin Fox avgjørt, at fleiri partar skulu ikki gerast.
Beverly Hills hevur mist nógvar hyggjarar farnar árið,
og tað sigst skyldast, at fleiri av teimum sjón–leikarunum,
sum vóru við frá byrjan, ikki longu spæla í røðini.
Onkrir av teimum, sum framvegis eru við, ætla at gevast,
og tá hyggjaratølini samstundis ganga skeiva vegin, hevur
Fox valt at seta punktum fyri áður so væl umtóktu røðini,
sum eisini hevur verið at sæð í føroyskum sjónvarpi.
arin comeback, og nýggja
fløga hansara (sum er tann
fyrsta í hansara egna
navnið)
kemur
út
komandi fríggjadag.
19. desember 1999 fingu Jako-
bina og Bárður Niclasen,
Keypmannahavn, eina dóttir.
Hon var 53 cm. long og vigaði
4024 gr.
12. januar fingu Malvina og
Nils J. Absalonsen, Viðareiði,
ein son. Hann var 54 cm. lang-
ur og vigaði 4200 gr.
16. januar fingu Sóleyð og
Dánial P. Jensen, Saltangará,
eina dóttir. Hon var 49 cm.
long og vigaði 2870 gr.
19. januar fingu Lív og Tumm-
as Magnussen, Norðragøta,
eina dóttir. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3950 gr.
19. januar fekk Annika Joen-
sen, Skopun, eina dóttir. Hon
var 49 cm. long og vigaði 2950
gr.
19. januar fingu Hansa og Eiri-
kur á Húsamørk, Leirvík, ein
son. Hann var 56 cm. langur
og vigaði 4400 gr.
20. januar fingu Jóhan F. Ny-
strøm og Diana Kristensen,
Kollafjørður, eina dóttir. Hon
var 50 cm. long og vigaði 3350
gr.
20. januar fingu Helena og
Kjartan Jacobsen, Vestmanna.
ein son. Hann var 52 cm. lang-
ur og vigaði 3475 gr.
20. januar fingu Anna Nygaard
og Helgi Solmunde, Kambs-
dal, eina dóttir. Hon var 50 cm.
long og vigaði 3350 gr.
21. januar fingu Agnetha
Carlsson, Leynar og Bárður B.
Nielsen, Saltangará, eina dóttir.
Hon var 56 cm. long og vigaði
3455 gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
ANDLÁT
20. januar:
Sunnuvá Petersen, Skálavík, 89 ár
21. januar:
Kathrina Neshamar, Fuglafjørður, vanliga nevnd Dinna 78
ár
Anna Sofía Joensen, Søldarfjørður, 99 ár
Kári Hovgaard, Tvøroyri, 27 ár
Katrina Midjord, Hovi, 80 ár
22. januar:
Sámal Jákup Joensen, Norðragøta, 86 ár
Reinar Dam, Tórshavn, 59 ár
Betty Andreasen á Høvdanum, Strendur, 90 ár
Schumann Didriksen, ættaður úr Havn, búsitandi í Reykjavík,
71 ár
23. januar:
Jona Jacobsen, Tvørábakka, Tvøroyri, 84 ár
Niels Pauli Ziskasen, Hvalba, 79 ár
Jákup Pauli Tausen, í Vági, 83 ár
24. januar:
Viggo Johannesen, Sandavágur, 87 ár
Janus Jacobsen, á Viðareiði, 95 ár
25. januar:
Elsa Hansen, Leirvík, 89 ár
Gudstænastur 4. sunnudag eftir trettanda
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10.00,
Kunoy: kl. 12.00, altarg.,
Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Niels Pauli Danielsen
Mikladalur: kl. 12.00, altarg., Hans Eiler Hammer
Christianskirkjan: kl. 11.00, lestur
Havnar kirkja: kl. 11.00, skriftamál kl. 10.40, altarg.,
Sverri Steinhólm
Nólsoy: Sonja Klein
Vesturkirkjan: kl. 11.00, altarg., Bergur D. Joensen
Viðareiði: kl. 12.00, Meinhard Bjartalíð. (Talvan gongur
fyri føroysku Sjómanskirkjuna)
Rituvík: kl. 11.00, altarg., Jónsvein Bech
Kvívík: kl. 12.00, Martin Restorff Jacobsen
Kollafjørður: kl. 12.00, Uni Næs
Miðvágur: kl. 12.00, altarg., David Johannesen
Hellurnar: kl. 12.00, altarg.,
Funningsfjørður: kl. 16.00, altarg., Peter O. K. Olofson
Sumba: kl. 12.00, altarg., Elsa Funding
Tvøroyri: Petur M. Rasmussen
Sandur: kl. 12.00, Høgni Poulsen
Frá Ebenezer
Sunnudagin kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 18.00 evangeliskt
møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadagin kl. 20.00 bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkomu
Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00 Sunnudagsskúli og kl. 19.00 er møti.
Meinigheitshúsið í Havn
Missiónsvikan heldur fram vikuna út, til sunnudagin 30.
januar. Í kvøld kl. 20.00 talar Regin Høgnesen trúboðari,
Leirvík og Manskórið í Meinigheitshúsinum syngur.
Sunnudagin verður familjumøti kl. 14.00, vanligt møti kl.
18.00 har Regin Høgnesen, Leirvík, talar og streingjakórið
í KFUM og K í Klaksvík syngur. Kl. 21.00 verður so
bjóða til eitt eftirmøti har bólkurin Gittit luttekur. Øll eru
vælkomin.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17.00 landsbøn, í morgin
kl. 06.00 morgunbøn, kl. 11.00 morgungudstænasta, kl.
18.00 møti, kl. 22.00 útimøti (um viðrar), mánadagin kl.
06.00 morgunbøn, kl. 20.00 bønarskúlin
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, kl. 14.00 sunnudagsskúli,
kl. 17.30 er bøn og kl. 18.00 møti har Harald Haraldsen
o.a. verða við. Mánakvøldið kl. 20, bønarmøti hjá Elly og
Louis Durhuus, Brattalíð 15. Verið øll hjartaliga vælkomin.
Vit eru við í tiltakinum frá »Minus til Pluss«.
Frelsunarherurin í Tórshavn
Sunnudag kl. 11.00 Halgunarmøti, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 17.30 Bøn og kl. 18 Møti.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 17.00 møti og sunnudagsskúli. Øll eru væl-
komin.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoma v/ Johnny
Johannesen. Evni: Jákupsbrævið. Týsdagin kl. 16.00 í
KFUK: Várgleði fyri børn.
Missiónshúsið í Nólsoy
Møti verður fríggja- og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnu-
dagin kl. 16.30. Talarar eru Niklas Mikkelsen og Ámund
Bertholdsen. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hvalvíkar Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli, sangmøti kl. 18.00
og ungdómsmøti kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nebo, Toftir
Sunnudagin kl. 18.00 verður fundur á Svangaskarði. Levi
Joensen og aðrir úr Klaksvík tala og kórið syngur.
Runavík
Møti verður leygardagin kl. 19.00 v/ Martin Olsen. Hús-
møti verður týsdagin kl. 20.00, í Gøtu hjá Gerdu.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21.00 Opið hús, sunnudagin kl. 17.00
møti við Jóan Paula Jacobsen o.fl. Barnamøti kl. 17.
Leirvík, Fuglafjørður og Gøta
Felags ungdómsmøti verður í Leirvíkar missiónshúsi í
kvøld kl. 20.00. Bergur D. Joensen og sangbólkur ur
Klaksvík luttaka. Eisini verður lovsangur. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14.00 er sunnudagsskúli, kl. 19.00 Møti,
kórið syngur.
Sands Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli og sunnukvøldið
kl. 18.00 verður møti við Jens og Nimrod. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið, Porkeri
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Ung av Argjum
hava møti. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00. Sunnudagsskúli kl.
13.30 og Evangel. fundur kl. 18.00.
Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.00.
Ónsdagin: Uppbygg. fundur kl. 20.00.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Kristiligur fundur í Odense
Kristiligur fundur verður við Svenningi av Lofti leygar-
dagin 5. februar kl. 16.00 í Metodistkirkjuni, Alexandra-
gøtu 8, 5000 Odense C. Nærri fæst at vita hjá Árna Helms-
dal, tlf. 65 96 13 73.
Møti í Zionskirken
Sunnudagin 30. januar kl. 15.00 verður møti í Zionskirkens
songhus við John Petersen.
4. sunnudag eftir trettanda er teksturin úr Matt. evang.
14, 22-33.
So long tíðin fellir, tá ið vit mugu bíða heilt til fjórðu
náttarvøku. Og er tigandi róður tungur, so er vandamikil
sigling ræðandi.
Men hann hevði ikki gloymt teir. Hann var uppi í fjøll-
unum og hevði eyguni eftir teimum har teir í náttarmyrkr-
Eitt ljós á
gøtu míni
inum í vónloysi andøvdu í óveðrinum. Tað stendur í Sálmi
121 um Guð, at hann blundar og svevur ikki. Tað eru slík
orð, vit strika undir og sum vit krøkja okkum til í
bølamyrkri, og tá ið brotini leggja seg yvir lítla bát okkara.
At vera kristin er ikki tað sama sum at hava eitt trygg-
ingarskjal, sum tryggjar móti lívsins ódnum; men tað er at
hava frið við Guð í stormi og í logn. Tað stendur støðugt
fast: Hann hevði ikki gloymt teir.
Og hann kom ikki ov seint. Tað kemur hann ongantíð.
Vit fata ikki hví, hann drálar. Men alt sær øðrvísi út tá ið
tað verður sæð úr erva, og tað hendir, at bíðitíðir verða til
búningstíðir. Ezekiel var royndur, fyri at Guð kundi kenna
alt, sum búði í bjarta hansara. Tað var ikki straffur, men
21. januar fingu Unnie Justin-
ussen og Guðmundur Guðm-
undsson, Tórshavn, eina dóttir.
Hon var 57 cm. long og vigaði
4800 gr.
22. januar fingu Marita og Páll
Sigvald Øre, Fuglafjørður, ein
son. Hann var 52 cm. langur
og vigaði 3250 gr.
22. januar fingu Jórun og Knud
Simonsen, Kvívík, ein son.
Hann var 56 cm. langur og vig-
aði 4350 gr.
22. januar fingu Paula og
Høgni Høgnesen, Strendur,
eina dóttir. Hon var 52 cm.
long og vigaði 3250 gr.
22. januar fingu Anja og Eyðun
Eliassen, Trøllanes, eina dóttir.
Hon var 56 cm. long og vigaði
4400 gr.
23. januar fingu Laura Therk-
ildsen og Bogi Dam Jacobsen,
Tórshavn, eina dóttir. Hon var
54 cm. long og vigaði 4100 gr.
23.
januar
fingu
Inger
Andreasen og John Simonsen,
Tórshavn, ein son. Hann var
51 cm. langur og vigaði 3350
gr.
24. januar fingu Marita W.
Sigurðsson, Klaksvík og Jógv-
an Vilhelm, Kunoy, ein son.
Hann var 46 cm. langur og
vigaði 2400 gr.
24. januar fingu Trina og Sám-
al Hansen, Horsens, eina dóttir.
Hon var 51 cm. long og vigaði
3630 gr.
uppaling. Tað er við vilja, at ørnin sleppur ungum sínum,
tá ið teir skulu læra at flúgva. Orka teir ikki, er hon við tað
sama har fyri at bera teir á sterku veingjum sínum.
Havsins øgiligu bylgjur kunnu ikki forða honum. Hann
er Guð eisini tá ið støða okkara er vónleys. Tí siga vit sum
hin gamli útróðrarmaðurin í eini bygd á vesturstrondini í
Danmark. Harri, havið er so stórt, og bátur mín er so lítil.
Nú setist eg við árarnar og royni at gera tað, eg kann. Tak
tú um róðrið og stýr trygt í havn!
Amen!
John S. Myllhamar, trúboðari
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 29. jan.: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038
Sunnudagin 30. jan.: Kári Rasmussen, tlf. 447010
Norðoyggjar:
Jaspur Petersen, tlf. 456400
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir