leygardagur 29. januar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 20 – 29. januar 2000
Norðvíkingur varð settur á
land á Tallorutit - dygst eystan
vert Niaqornaarsuk.
Grønnedal statión sæst
omanfyri Ivituut navnið
Í síðstu viku endurgóvu vit
frágreiðingina, sum Tórbjørn
Jacobsen, skipari og nú løg-
tingsmaður, gav, eftir at farma-
skipið, Norðvíkingur, sum hann
førdi, var komið illa fyri sunnar-
laga í Grønlandi. Tað var 3. juni
í 1982, at hol kom á Norðvíking
í nógvum ísi, og at skiparin
gjørdi av at seta skipið upp á
land. Undir leiðslu av skiparan-
um og í illveðri megnaði mask-
inmeistarin, Jørmund Gaard-
lykke úr Lamba, at sveisa tað
123 centimetra langa og ein
tumma breiða holið, sum lá
einar 70 centimetrar upp á banj-
arardekkið, aftur, soleiðis at
skipið aftur kundi flóta. Norð-
víkingur varð tikin út aftur, og
vit endaðu síðsta leygardag við,
at teir – eftir at hava fylgst við
ferðamannaskipinum Disko – í
bestu líkindum kastaðu akker í
Kungnat víkini innanfyri Arsuk.
Frágreiðingin, sum stóð í
blaðnum síðsta leygardag, og
tann parturin, sum vit seta í
blaðið í dag, stóð í Siglingar-
søguni bindi 16 hjá Páll Nolsøe,
sála. Tórbjørn Jacobsen hevði
sjálvur skrivað frágreiðingina,
sum hann hevur givið okkum
loyvi at seta í blaðið, og nú geva
vit honum orðið at siga frá,
hvussu tað gekk fyri seg, tá
hann og donsku myndugleik-
arnir í Grønlandi tingaðust um,
hvussu Norðvíkingur aftur
skuldi fáast í góðan stand.
Skipið varð lagt
Staðfest varð sama kvøldið, 4.
juni, at skipið framvegis lak, og
at hol var á fremra lensibrunn-
inum í stýriborði. Ein leki, sum
skipið hevði fingið, tá tað stoytti
ímóti landi fyrr á degnum. Tað
var eisini ein spurningur, hvussu
botnurin mundi síggja út yvir-
høvur. Tað passaði so mikið væl,
at eitt kavarafelag (Polardyk) úr
Nuuk var um hesar leiðir, tí teir
umvældu eina gamla beding á
Arsuk leiðini. Teir vóru komnir
hagar við einum 20–tonsara, og
skiparin á Norðvíkingi heitti á
teir um at hyggja at botninum.
Leygarmorgunin 5. juni varð
sjónbandsfilmur tikin av botn-
inum, og tað var týðuligt, at
skipið var heilt illa farið, og at
fleiri rivur vóru upp í botntang-
arnar. Sama morgunin kom fjar-
rit frá danska skipasýninum í
Nuuk, sum var soljóðandi:
»Urgent føreren Norðvíkingur.
D1544, Norðvíkingur, skibet er
foreløbig tilbageholdt som usø-
dygtigt efter haveri. Når skibs-
tilsynet har modtaget underret-
ning om imidlertidig reparation
samt dykkerundersøgelse, vil
der blive taget stilling til videre
sejllads fra Kungnat Bugten«.
Harvið var skipið lagt og lagn-
an hjá tí fyri so vítt løgd í hend-
urnar á kavarafelagnum Polar-
dyk. Skiparin heldur, at longu
her sást, at sambandið ímillum
skipasýnið í Nuuk og kavarafel-
agið var betri enn gott (seinni
spurdi hann eisini umboðsmann-
in Ivan Brinck Nielsen um,
hvussu stóra provisión, ið hesin
skuldi hava av umvælingar-
kostnaðinum – stutt eftir flutti
hesin til Danmarkar aftur og
gavst í starvi hjá Skipasýninum).
Gekk ikki fyri seið
Tað gekk ongan veg við um-
vælingini. Tað var týðuligt, at
tað vóru ikki skikkaðir menn, ið
fingust við umvælingina –
hvørki fakliga ella í aðrar mátar.
Tað, ið vakti mesta ivan, var
tann sannroyndin, at menninir
stóran part av tíðini gingu í ør-
viti, rúsaðir av euforiskum evn-
um. Men teir sóu ljóst uppá tað.
Skipið var jú givið upp í teirra
vold, so har var ikki annað at
gera, enn at síggja hvussu leikur
mundi fara.
Bæði sunnudagin 6. og mána-
dagin 7. juni royndu teir at kava,
men úrslitini vóru eingi. Týs-
dagin 8. juni var so nógvur vind-
ur, og hann sveiggjaði so mikið
fyri akkerinum, at tað var ikki
hugsningur um at fara niður.
Loyvið varð biðið um at flyta
skipið úr Kungnat víkini inn á
flotastøðina í Grønnedal, har tað
kundi leggjast at bryggju, og
skipasýnið gav loyvi til hetta.
Kl. 1200 varð farið, og klokkan
1445 lá Norðvíkingur við
bryggju.
Hetta bøtti kortini á ongan hátt
um umvælingarúrslitini. Skipar-
in spurdi á flotastøðini, um onk-
ur haðani ikki hevði kunnað
farið niður og hugt at botninum,
og tað tóktist vera leyst og lið-
ugt beinanvegin. Men teir vildu
kortini fyrst tosa við skipasýnið
um málið. Uppskotið varð
kveistrað av borðinum við tí
undanførslu, at skipasýnið hevði
fult álit á kavarafelagnum Polar-
dyk.
Teir kavaðu 9. juni og hós-
dagin 10. juni, og framhaldandi
vóru eingi úrslit. Henda seinna
dagin segði hann, ið stóð fyri
kavarafelagnum, skiparanum frá,
at hann frá skipasýninum í Nuuk
hevði fingið at vita, at Norð-
víkingur ongan veg kundi fara
uttan so, at hann var í fylgi við
øðrum skipi. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað fór í hvussu
so er at ganga ein vika, áðrenn
skipið kundi loysa.
Dagin eftir fekk skiparin somu
boðini úr Nuuk, sum hann dagin
fyri hevði fingið frá kavara-
felagnum.
Flýddu á nátt
Avgerðin at flýggja frá kavara-
felagnum, skipasýninum og
flotastøðini varð tikin fríggja-
dagin 11. juni. Skiparin sigur í
samrøðu við Dimmalætting 10.
juli, at tað var vorðið honum
fullgreitt, at Polardyk onga aðra
ætlan hevði enn hana at súgva so
nógvan pening sum gjørligt
burturúr teirra vanlagnu. Skip-
arin segði seg eisini hava ein
stóran mistanka um, at skipa-
sýnis umboðsmaðurin í Nuuk
var moralskur bakkur aftanfyri
henda skitna leik. Og skiparin
spurdi, hví sýnsmaðurin ikki
kom sjálvur á staðið at hyggja at
skipinum í staðin fyri at lata tað
upp í hendurnar á – eftir van-
ligari mannafatan – fullkomuliga
óskikkaðum monnum.
Maskinmeistarin var hin ein-
asti, ið fekk at vita um flýggjan-
ina hendan dagin, og hann var
tilreiðar at vera við í hesi ætlan.
Klokkan hálvgum fýra henda
morgunin var skiparin á telegraf-
støðini og boðaði reiðaranum,
pápa sínum Jóan Jacob Jacob-
sen, frá, hvat ið hann hevði í
hyggju. Klokkan 0500 varð øll
manningin útpurrað. Manningin
fekk valið ímillum at sigla við
skipinum til Nuuk ella at verða
fluttir hagar á annan hátt, t.d.
við tyrlu. Allir ynsktu at verða
umborð.
Kavarabáturin Hanne Gitte,
sum lá uttan á Norðvíkingi, varð
stillisliga fluttur, uttan at nakar
av manningini klárnaði. Síðani
vórðu flestu trossarnir loystir, og
í somu løtu, sum motorurin
gekk, fór skipið frá bryggju. Tá
var klokkan 0600.
Full ferð varð sett á, men
eydnan var ikki við. Stutt eftir
fráferðina køvdi hann av í
mjørka, og tá ið nógvur ísur var
í økinum, gjørdi skiparin av
fyribils at kasta akker í Kungnar
víkini, har skipið jú áður hevði
ligið.
Stutt eftir at skipið var farið
frá bryggju rópti Grønnedal
Radio á Norðvíking. Teir boð-
aðu skiparanum frá, at Statens
Skibstilsýn hevði meldað hann
til løgregluna. Skiparin svaraði
teimum aftur, at hann helt ikki,
at teir almennu stovnarnir í
Nuuk vóru so tíðliga á fótum.
Tað mundi heldur vera kavara-
sjefurin, ið var vaknaður og
hevði órað ilt. Frá at hava verið
tveir danskir stovnar vóru teir nú
helst tríggir við í hesum skitna
komplotti. Tað kvøtti í hvussu so
er ongantíð úr fjarritaranum ta
ferðina.
Klokkan 2200 hálaði Norðvík-
ingur innaftur, og tveir dagar
seini løgdu teir at bryggju í
Nuuk – hin 14. juni kl. 1600.
Ymisk tíðindi
Túrurin norðuryvir gekk eftir
umstøðunum væl, hóast nakað
av ísi og mjørka. Skiparin, ið
var á brúnni allan túrin, kundi
Tá Tórbjørn varð lagdur í hondjørn
Eftir at skiparin hevði sett frystifarmaskipið Norvíking á land, og skipið var umvælt og tikið avaftur, kom eitt
eftirspæl millum føroyska skiparan og donsku myndugleikarnar, sum tað hoyrdist frá víða um lond
Nr. 20 – 29. januar 2000
23
stuttleika sær yvir tíðindasend-
ingarnar, ið enn eina ferð vístu,
hvussu gott sambandið var ímill-
um donsku stovnarnar í Grøn-
landi. Tað er seinni prógvað, at
stórur partur av tíðindunum vóru
ósonn.
Á middegi hin 14. juni bar
Grønlands Radio hesi tíðindini:
Kystfragtskibet Norðvíkingur
der den 4. juni sprang læk i den
sydlige del af Simpsons Passage
ud for Arsukfjorden og som
under eskorte blandt andet af
Disko sejlede længere ind i
Kungnat Bugten for at ligge i læ
for vejret og få udbedret skaden,
er sejlet uden tilladelse fra Stat-
ens Skibstilsyn.
Hverken politiet eller Grøn-
lands Kommando i Grønnedal
ved i øjeblikket, hvor skibet
befinder sig, Man har forgæves
forsøgt at komme i forbindelse
med Norðvíkingur’s kaptajn,
men man har intet svar fået.
Sagen betragtes med den
største alvor af både Statens
Skibstilsyn og politiet....
Norðvíkingur har sandsynlig-
vis forladt Kungnat Bugten fre-
dag den 11. eller lørdag den 12.
juni .........
Skibet havde givet kaptajnen
sejlforbud fordi man ville have
nogle rapporter fra skibet, blandt
andet en rapport om den fore-
tagne dykkerundersøgelse, inden
man ville tillade at skibet sejlede
for eksempel fra Kungnat Bugt-
en og til Godthåb.
Man har ikke modtaget nogle
rapporter og har derfor ikki
villet give en midlertidig sejl-
tilladelse til Norðvíkingur.........
Normalt skal et skib for at
kunne sejle have et fartcertifikat,
der er udarbejdet af skibstil-
synet, men eftir Norðvíkingur’s
havari er fartscertifikatet ind-
draget.
Skibstilsynet vil have mulig-
hed for at kunne bedømme om
skibet ved egen kraft kan sejle
for eksempel til Nuuk for at
komme på bedding, og da man
ikke har fået oplysninger er
Norðvíkingur blevet gjort op-
mærksom på at det ikke må
sejle, men politiet har nu fået
oplysninger om at skibet trods
forbudet er begyndt at sejle.
Selv om man ikke ved, hvor
skibet befinder sig, har man en
formodning om, at det er på vej
til Nuuk med sin last.
Ingen ved hvorfor kaptajnen
sejler uden tilladelse, og når
skibet dukker op, vil kaptajnen
blive modtaget med en sigtelse
fra politiet for ikke at have eft-
erkommet skibstilsynets forbud.
Sagen betragtes af politiet so en
ganska alvorlig tilsidesættelse af
skibstilsynets direktiv....
Sejlforbudet gælder stadig for
Norðvíkingur, og når skibet
anløber havn, vil det blive til-
bageholdt.
Og sama kvøldið hoyrdust
hesi tíðindini:
Kystfragtskibet Norðvíkingur,
som i weekenden ulovligt forlod
sin ankerplads i Kungnat bugt-
en, kom i eftermiddags til
Nuuk. Norðvíkingur sprang læk
den 4. juni ved Arsuk fjorden,
og havde af Statens Skibstilsyn
fået forbud mod at sejle videre
indtil Skibstilsynet havde mod-
taget en dykkerrapport om skib-
ets skader. Skibet forlod imidl-
ertid – enten fredag eller lørdag
– sin ankerplads i Kungnat
bugten. Politiet og Grønlands
Kommando har siden forgæves
forsøgt at komme i kontakt med
skibets kaptajn. Men Norðvík-
ingur dukkede altså op i Nuuk i
eftermiddags.
Politiet optog i eftermiddags
rapport om sagen, som af Skibs-
tilsynet betragtes med stor al-
vor, og i morgen bliver der af-
holdt søforhør om, hvordan
skibet sprang læk.
Politiets rapport vil nu blive
fremsendt til Ministeriet for
Grønland og Statens Skibstilsyn
i Danmark med henblik på,
hvad der videre skal ske i sagen.
Í hondjørnum
Tá ið Norðvíkingur legði at
bryggju í Nuuk var hópurin av
fólki komin at taka ímóti hon-
um, nú hann var vorðin stór-
tíðindi í útvarpi og bløðum.
Skipasýnið og løgreglan vóru
eisini møtt. Fartscertifikatið
varð tikið av skipinum, skiparin
varð lagdur í hondjørn og fluttur
á løgreglustøðina til
avhoyringar, og har varð hann
skuldsettur fyri brot á
skipasýnislógina og varð, eftir
at hava sitið til avhoyringar í
fleiri tímar, leyslatin.
Millum manna ljóðaði, at
skipasýnisumboðsmaðurin var
so argur um hesa hending, at
hann vildi gera alt, sum stóð í
hansara valdi, at frátaka skipar-
anum rættin at føra skip í eitt
ávíst áramál eftir hetta.
Sjófrágreiðing var í Kreds-
rættinum í Nuuk hin 15. juni, og
síðani varð skipið tikið upp á
sleipistøð til fyribilsumvælingar,
soleiðis at siglast kundi til Dan-
markar fyri har at fáa hann enda-
liga umvældan. Skipasýnið lat
eitt fyribils fartscertifikat, og
eftir at skaðin var umvældur á
skipasmiðjuni í Fredericia, fór
Norðvíkingur aftur til Grønlands
við sama skipara.
Dómurin var linur
Skuldsetingin um brot á skipa-
sýnislógina hekk framvegis skip-
aranum um hálsin, og árið eftir
var hann aftur í Kredsrættinum í
Nuuk. Almenni ákærin í Grøn-
landi – politimeistarin í Nuuk –
ákærdi skiparan, Tórbjørn Jacob-
sen, principalt sambært sjólóg-
ina, grein 58 og stk 2, jvfr, grein
320 ikki at hava syrgt fyri, at
skipið var klárt at sigla eftir
havarí, áðrenn tað fóru úr flota-
støðini í Grønnedal og til Godt-
haab. Tað varð mett at vera brot
á lógina, at skiparin ikki hevði
bíðað eftir kavarakanningini. Tað
vil við øðrum orðum siga, at
eingin frágreiðing var, sum
kundi vera trygd undir einari
meting av, um skipið var í nóg
góðum standi at sigla.
Og subsidiert varð skiparin
ákærdur fyri á ferðini norður til
Nuuk at hava sett til viks frá-
boðanina frá Statens Skibstilsyn,
ið helt skipinum aftur, eins og
skiparin helt avstað uttan at
treytirnar, sum skuldu uppfyllast,
áðrenn sigling, vóru uppfyltar.
Men tað gekk væl hjá skipar-
anum í rættinum. Hann var so
gott sum fríkendur og slapp við
lítlari bót. Sakarmálskostnaðurin
varð goldin av tí almenna, og
rættarúrskurðurin, ið frítók skip-
aran fyri brot á skipasýnislógina,
var soljóðandi:
Retten finder ikke, henset til
de foreliggende oplysninger om
de af tiltalte og skibets besæt-
ning foretagne reparationer, at
tiltale ved at have undladt at
afvente dykkerrapport forinden
sejlads fra Grønnedal til Godt-
haab har gjort sig skyldig i en
overtrædelse af en sådan grov-
hed, at forholdet vil være om-
fattet af sølovens grein 58, stk. 2
jvfr. grein 320, hvorfor tiltalte vil
være at frifinde for anklage-
myndighedens prinvipale på-
stand.
Idet tiltalte ifølge egen for-
klaring, som støttes af det øvrige
i sagen foreliggende, har tilside-
sat en af Statens Skibstilsyn
meddelt tilbageholdelse, ligesom
han afspejlede, uden at de for
sejltilladelse stillede betingelser
var opfyldte, vil tiltalte være at
anse for skyldig i overtrædelse
af lovbekendtgørelse nr. 366 af
31. august 1965 om tilsyn med
skibe grein 30, jvfr. grein 42,
stk. 1. Som en passende foran-
staltning herfor findes tiltalte at
burde idømmes en statskassen
tilfaldende bøde stor kr. 3000.
Og soleiðis endaði nógv um-
rødda hendingin, sum stóðst av,
at Tórbjørn Jacobsen hevði sett
Norðvíking á land og manningin
hevði tett lekan, áðrenn donsku
myndugleikarnir komu uppí, og
tað kom vátt í reiðrið millum
teir og glyvramannin.
Líkindini eru
skiftandi, tá tað
verður siglt fram við
grønlendsku
strondini. Her sæst
Norðvíkingur í
silvitni. Men
viðhvørt er heilt
øðrvísi, ikki minst
tá ísurin er tættur
og vindurin nógvur
Nevndin í Kongshavnar Útgerðarfelag: Bjørn á Heygum, advok-
atur og fyrrverandi sambandstingmaður, Jóan Jacob Jacobsen,
og Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldistingmaður
Framtíðin
Síðani Halgafelli fórst í Noregi,
hava teir á Glyvrum einki skip
havt at floti á, og tí kundi tað
kanska hugsast, at teir fóru at
missa siglingina, sum teir í so
mong ár hava havt í Grønlandi.
Jóan Jacob Jacobsen, pápi til
Tórbjørn, var frá 1956 og fram
til 1968, tá Norðvíkingur fór av
bakkastokki av Tórshavnar Skip-
asmiðju, í sigling hjá reiðar-
ínum J. Lauritzen. Tað var tá, at
hann av fyrstan tíð fór at sigla í
Vesturgrønlandi. Tá hann og
brøður hansara saman við øðrum
fingu Norðvíking helt hann á í
hesi siglingini, og Norðlandia og
Vestklandia, sum pf. Kenn bygdi
á Skála Skipasmiðju, sigldu
eisini í Grønlandi.
Feðgarnir báðir, Tórbjørn og
Jóan Jacob Jacobsen, eiga fel-
agið Kongshavnar Útgerðar-
felag, sum átti Halgafelli, og
sambært Torbjørn Jacobsen, so
er tað hugsandi, at teir í mai
mánaði í ár fara at halda fram
við siglingini í Vesturgrønlandi:
– Felagið, sum vit hava siglt
fyri, eitur Royal Artic Line. Tað
er ein partur av tí gamla Konga-
liga handlinum. Frá teimum
hava vit fingið at vita, at um vit
finna rætta skipið innanfyri eina
rímuliga tíð, so stendur okkum í
boði at halda fram við siglingini.
Vit hava kannað marknaðin, og
okkurt er í ljósmála. Eg rokni
við, at møguleiki er fyri at
greiða kann fáast á møguligum
keypi eina ferð í komandi viku,
sigur Tórbjørn Jacobsen, sum
sjálvsagt minnist væl til ta ferð-
ina, tá hann – saman við mann-
ingini á Norðvíkingi – sum 26
ára gamal skipari fyrst setti skip-
ið á land fyri at bjarga tí, og
síðani varð lagdur í hondjørn í
Nuuk, tí hann hevði siglt við
einum skipi, ið eftir metingini
hjá myndugleikunum ikki var
nóg trygt!