leygardagur 29. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Høgni Mohr
Hanus Simonsen hoyggjar til
tarvskálvarnar, men mest av
gomlum vana. Gongdina í
føroyska landbúnaðinum heldur
hann vera skeiva, men hóast tað,
er hann so sera bjartskygdur.
Altíð bjartskygdur og tolin.
Hann er tolin tá ið terrin er
vánaligur og tarvs- og kvígu-
kálvar ikki skikka sær sum
bóndin hevði ætlað. Og hann er
bjartskygdur tá ið veðragjólingar
fara at reika um hagan og ikki
eru komnir undir tak eftir trett-
anda, sum vanligt er.
Hann er seyðabóndi. Hesin
seigligi røktarin, ið búleikast
undir Tungulíðsfjalli í Norðra-
dali, er einsamallur útihagabóndi
her í bygdini. Áseyðatalið er
250. Í 1972 festi hann kongs-
garðin í Uppistovu eftir mommu
sína, Elinu, sum sat við festinum
eftir deyða mansins í 1969.
Fyrstur á festinum var abbi
Hanusar, Hans Simonsen, ið var
ættaður úr Vestmanna.
Hóast sonevndur seyðabóndi,
hevur Hanus aðrar fenaðar enn
seyð. Hann fæst eisini eitt sindur
við ungneyt, mest kvígur, ið
hann setir við eftir avtalu við
mjólkabøndur. Kvígukálvarnir
verða gøddir og latnir eigaranum
vaksnir og fullbúnir til at
framleiða mjólk. Harumframt
hevur Hanus tvey gásapør. Sum
frá líður ætlar hann sær at nøra
um gæsnar. Vistfrøðin er eisini
komin til Norðradals, og bóndin
veit, at fólk ikki tíma at eta
salmonellufongdan fugl. Og als
ikki á jólum, tá gøddar gæs og
dunnur hava vunnið sær hevd
sum høvuðsrættir.
Vilstir veðragjólingar
Uppistovugarður er 11 merkur
og 4 gyllin til støddar, og er
størstur av teimum trimum gørð-
unum í Norðradali. Í bóndahús-
unum búgva 4 fólk; bóndahjún-
ini og momma og bróðir Hanus-
ar. Eisini í búfólkatali eigur
húskið í Uppistovu munin. Ein-
ans 10 búføst fólk eru í bygdini,
og onki húski er størri enn tað í
Uppistovu. Hanus er giftur
Selmu, og tey eiga 4 vaksin
børn, ið øll eru flutt úr dalinum.
Yngsti sonurin, Sigmundur,
kemur kortini aftur til Norðra-
dals. Hann skal festa garðin tá
Hanus fer at leggja frá sær.
Men Hanus, bóndi, hugsar
minni um at leggja frá sær.
Fremst í hansara huga er
gerðandis dagurin. Í dag verður
farið at leita eftir veðragjóling-
unum, ið eru farnir til stroks og
helst krógva seg onkustaðni á
veldugu víddunum yvir Fløt-
unum fyri vestan úr Norðadals
bygd. Um illa vil til, eru teir
kanska farnir heilt norður undir
Sornfelli. Tað er umráðandi at
fáa gjólingarnar heim. Hesa
ársins tíð eru teir so illa pøstir
og ússaligir av brundingini, at
vandi er fyri at teir hóra ikki
undan, kemur illveður og kuldi.
Her er onki
- Eg havi ongantíð gjørt annað
enn at bóndast, og eg ætli mær
heldur ikki at vera annað enn
bóndi, sigur Hanus, áðrenn vit
fara á dyr og til fjalls. Skarpa
andlitið á tí 57 ára gamla
uppistovubóndanum tykist
veðurbart. So hvørt sum hann
rodnar um kjálkar og enni, tá vit
koma í mótbrekkuna, sæst
kortini, at smílikullurnar vinna á
veðurrukkunum. Og bjartskygni
eigur munin á mótburðinum í
dagliga strevinum. Prátið er
lívgandi hóast nógv talar ímóti.
- Her er onki í Norðadali. Ongin
handil, ongin skúlagongd, ongin
ruta, ongin lending, ongi børn.
Skúlin hevur ligið tómur í nógv
ár og bátadrátturin fór í sor í
tiltiknu ódnini í 1972, og er
ongantíð gjørdur aftur. Hartil er
Norðadalur ringt terrapláss. Men
eg haldi, at tað gongur væl. Eg
gleðist um, at børnini eru komin
undan, at eg og konan eru virkin
og at ongin skuld er í garðinum,
sigur hann og fær sær ein prís
inn undir vørrina. Brúni snús-
pakkin frá Brødrene Braun er
við, dagin á tamb. Somuleiðis
eru seyðahundarnir trúgvir
fylgisneytar. Við teimum báðum,
Perlu og Heyki eltandi seg,
heldur Uppistovubóndin leiðina
Niðri á jørðini
BÓNDALÍV. Gerandisdagurin liggur framma-
laga í huga uppistovubóndans í Norðadali. Hann
tykist væl kunnaður um lívsins viðurskifti, men
í fyrstu røð koma kríatúrini. Gongst ikki sum
ætlað við teimum fýrføttu; ja so er bóndin kort-
ini bjartskygdur og altíð hevur hann bæði síni
bóndabein væl fest í døkku hagamoldini í
Norðradali
fram gjøgnum Fløturnar. Prátið
fellur á seyð og seyðahald.
Ongin yvirskiping
Hanus gongur ikki og gøðir
hvørja kleyv á garðinum. Hann
talar ímóti feitum kjøti, og vekt
heldur hann ofta vera til reyp og
einans tað.
- Meðalvektin eftir flettingina
í heyst lá um 32 pund á lombun-
um, og tað haldi eg vera avbera
gott, sigur hann. Hann metir
seyðin norðanfjørs vera javnt
góðan mest sum av eini orsøk:
at hagarnir ikki eru yvirskipaðir.
- Eg havi verið í Suðuroy í
maimánaði, og tá sást ongin
munur á støddini har suðuri og
hjá okkum. Men tá ið farið verð-
ur at fletta, er ein ávísur munur
á; helst tí, at hagin ikki megnar
at bera allan seyðin tá líður á
heystið, heldur hann fyri.
Upp á Áarstíggj
Í stóra haganum hjá Hanusi eru
nógv og góð beitir, hóast hagin
er rættiliga brattur. Tað er á
onkrum av hesum beitum, hann
væntar at finna horvnu veðra-
gjólingarnar. Hann kikar niðan
ímóti líraurini, har eitt fylgi
liggur, men gjólingar eru ongir
at síggja. Kanska liggja teir á
biti longur uppi. Løtu seinni fara
vit niðan um Áarstíggj. Ofta
stendur seyðurin her við Nípa og
sleppur sær síðani niðan um
Botnarnar, men hóast Hanus
kikar dúgliga, ber hann ikki
eyga við teir burturvilstu.
Her uppi á Áarstíggj er
veldugt. Alt, ið eyga sær, hevur
Hanus fingið litið upp í hendi;
Økið er randað við Vatndalsegg,
sunnaru síðu á Sornfelli, fjall-
inum millum Botna og Núgvuni
fyri eystan.Innanfyri hesar víðu
karmar liggur veldugi heimurin
hjá Hanusi. Her er bóndin fríður
og frælsur. Her ber til at lata
hugin lætta sær á, meðan títt
bein bera teg gjøgnum gras,
mosa, urðargrót, eftir seyðar-
ásum og um brattar hamrar.
’’
- Eg havi hoyrt um ein bónda, sum var sambandsmaður,
men hvør hann var, veit eg ikki...
’’
- Her er onki í Norðadali...
Heim eftir
Skælingsgøtu
Leitingin eftir
gjólingunum fær tó
ein bráan, ella
kanska heldur ein
gráan enda. Um
miðdagsleitið
hvørvur Sornfelli í
døkkum támi og
mjørkin fjalir brátt
beitini í neðra, har
gjólingarnir kanska
eru.
- Teir koma helst oman av sær
sjálvum tá ið eitt følv legst,
mutlar bjartskygdi bóndin mest-
sum fyri seg sjálvan. Vit leggja
leiðina oman aftur, tí sum Hanus
so staðfestandi heldur fyri, so
nyttar ikki at leita eftir seyði í
mjørka. Gingið verður eftir
Skælingsgøtu og oman á Vatnið
oman fyri Stíggjar, har villdunn-
urnar liggja og fjaðra seg til.
Staðið, har farið verður um ánna
eitur á Lopinum á Áarstíggj, tí
har noyðist tú at loypa, ætlar tú
tær turrur um ánna. Hellan er
hál, men vit koma standandi
yvirum, og tað ið eftir er av
túrinum er lættgongd undan-
brekka.
Ongin sambandsmaður
Vit sita aftur undir lonini í Uppi-
stovu. Eplini eru farin upp á
kók, og ein turr ærssíða er heint-
að úr hjallinum. Í blaðdunganum
á køksbonkinum er allur hin
føroyski blaðheimurin umboð-
aður. Bóndahjúnini fylgja væl
við, hvat hendir í hesum døgum
á politiska vígvøllinum. Og tá
kagað verður í bókahyllina í
stovuni, sæst, at úrvalið har inni
ikki er minni umfatandi. Millum
bøkur hjá M.S. Viðstein, Hans
Jacobi Debes og Móðir Sjey-
stjørnu hjá Williami Heinesen
eru bæði Svarta- og Hvítabók
stungnar. Svart ella hvítt, Hanus
sjálvur er ikki í iva um politisku
framtíð landsins.
- Tíðin er búgvin til at fáa
tingini upp á pláss. Í mínum
hugaheimi er ongin ivi. Eg ræð-
ist ikki fullveldi. Føroyingar
eiga at hava valdið í Føroyum.
Her skal ongin danskt stuðlað
elita ráða...
Og sambært Hanusi er hann
verri enn so einsamallur loysing-
armaður í bóndastættini.
- Eg havi hoyrt um ein bónda,
sum var sambandsmaður, men
hvør hann var, veit eg ikki, sigur
hann og klórar sær undir høkuni.
Gerandisdagurin er endamálið
Politikkur er eftir øllum at døma
ein fullkomuliga avkláraður
partur av lívinum hjá uppistovu-
bóndanum, men gerandisdagurin
er altíð fremstur í huga.
Nógv er at tríva í á Uppi-
stovugarðinum. Gamla Landrov-
aranum, ið sambært bóndanum
kortini ikki er so gamal, tí hann
bert er frá 1974, tørvar ábøtur.
Men næsta ætlan verður at fáa
partar av hoyggingini undir tak.
Á bilverkstaðnum hjá Wenzili
Petersen í Havn hevur Hanus
fingið hendur á einari gamlari
sproytikabinu. Hana ætlar hann
sær at rigga soleiðis til, at til ber
at turka hoyggj í henni tá ið
terrin er vánaligur.
Men tað er ikki vist, at fyrsta
hoyggj-kabinan í Norðadali
verður klár alt fyri eitt. Nógv er
at tríva í, og tað tykist ikki nerva
Hanus, bónda, at okkurt liggur á
láni. Gerandisdagurin er enda-
málið við tilveruni hjá bónd-
anum í Uppistovugarði.
Hanus Simonsen, bóndi á Uppistovugarði í Norðradali, við tíkini, Perlu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang